Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 5. desember: Henry Frederiksberg, Strendur, 53 ár. Minning- argudstænasta varð hildin í Sjóvar kirkju hósdagin 22. desember. Henry fórst við Stathav mánadagin 5. desember. Hann var sonur til Ketty og Jógvan Frede- riksberg á Strondum. Í 1962 giftist hann við Si- monu, fødd Abrahamsen, av Strondum. Hjúnini bygdu sær hús vid Sjógv á Strondum. Tey fingu fýra børn: Ketty Fríða, sum býr í Danmark, Jógvan Óli, sum býr á Strondum, Símun Pauli, sum býr í Havn og Anita, sum býr í Danmark. Henry var mesta partin av lívinum sjómaður. Eitt skifti var hann á skipa- smiðjuni á Skála, men nú hevði hann verið trettan ár við Stathav. Fyrst níggju ár sum avloysari og síðani fýra ár sum fastur partur av mansskapinum. Nú Stathav fórst vóru teir triggir, sum hoyrdu til Nr. 247 — 28. DESEMBER 1994 bátin. Tveir vóru umborð í senn, og Henry var eina viku á brúnni og eina viku í maskinrúminum. Tá teir fórust, var Henry maskin- maður og Otto Petersen skipari. 16. desember: Magnus > Andreassen, Rituvik, 86 år. Hann var sonur til Martinu og An- dreas Andreassen. Hon var år Rituvik, og hann var av Nesi. Tey búsettust í Rituvik, har tey høvdu handil. Tey fingu átta børn: Jó- annes, sum var elstur, gift- ist og búsettist í Rituvík, Kristina var fjórða barnið. Hon giftist Frederiksberg á Strondum, Mikal, sum var næstyngsur, giftist á Toftir, og Anna, sum var yngst, giftist Sørensen i Danmark. Hini fýra systkini vóru ógift og búðu í barndóms- heiminum. Tey vóru Oli, sum doyði í 1979, Magn- us, sum doyði 16. desem- ber, Lena og Olivur. Lena rak handilin, men nú eru nøkur ár síðani tey góvust at handla. Trý systkin eru framvegis á lívi. Tey eru Lena, Olivur og Anna. Magnus var sjómaður alt sítt lív. Tá hann var 70 ára gamal fekk hann skaða í mjødnina umborð á skipi. Skaðin var so álv- arsligur, at hann mátti gevast við sjólívinum, og tey seinastu árini var hann avlamin av skaðanum. 17. desember: Mogens Jacobsen, Sør- vågur, 68 år. Hann var ógiftur. Mogens var skriv- stovumadur. Fyrsta deild- in, sum Sjóvinnubankin setti å stovn uttan fyri Havnina, var i Sørvågi, og har arbeiddi Mogens, til hann før ul Klaksvikar, har Norðoya Banki lat upp sum deild av Sjóvinnu- bankanum. Seinni kom hann aftur til Sørvågs, var eitt skifti i bankanum, men gjørdist sidani skrivari hjå Sørvågs kommunu. Tað starvið røkti hann í 25 år, til hann fyri aldur legði frå sær fyri tveimum árum síðani. 20. desember: Karl Emil Petersen, Tórshavn, 67 ár. Hann var ættaður av Selatrað, sonur til Emilju og Karl Peter- sen. Tey vóru átta systkin: Agnas, sum var gift Tron- desen, og búði í Norð- depli, Jóan Pauli, nevndur Palli, sum var ógiftur og búði á Selatrað, Mia, sum ergiftJacobsen á Selatrað, Mathilda, sum er gift Weihe á Selatrað, Dag- mar, sum var gift í Havn- ini, Mattias, sum er giftur í Klaksvík, Hans, sum var giftur í Klaksvík og so Karl Emil, sum var upp- kallaður eftir foreldrun- um. Agnas, Palli, Dagmar, Hans og nú eisini Karl Emil eru farin Karl Emil byrjaði at læra til skipstimbrara á Skála og varð avlærdur í Skagen. Síðani lærdi hann til skipsverkfrøding í Hel- singør. Hann var liðugur atlæra í 1954 og arbeiddi á skipasmiðjuni í Helsingør fram til 1963. Tá flutti hann til Føroyar. Hann fekk starv hjå skipasynin- um. Fyrstu årini var tad i Klaksvik og sidani i Havn- ini. Hann var framvegis i starvi hjå skipasyninum, nú hann andaðist. Í 1964 giftist Karl Emil við Amy. Hon var ættað av Morskranesi. Tey fingu tvey børn: Palli, sum er føddur i 1965 og Heidi, sum er fødd i 1968. Amy doyði eftir stutta sjúkra- legu í 1982. Hon gjørdist 45 ára gomul. Bæði børnini búgva i Keypmannahavn. Karl Emil var farin niður at halda jól hjá børnunum, og tað var á fyrsta súkklutúr- inum, eftir at hann var komin niður, at vanlukkan hendi. 21. desember: Fía Christiansen, Tórs- havn, 87 ár. Hon var elsta dóttir Elisabeth og Jógvan Næssaa. Tær vóru fýra systrar: Fía, Edith Traber, sum doyði í fjør, Henrikka Næssaa, sum er á Ellis- heiminum, og Hjørdis, sum var gift við Peturi Há- berg. Fia giftist í 1940 við Jens Chrisuan Christiansen, vanliga nevndur Kissa. Tey bygdu í Brekkugøtu, og har hava tey búð síðani. Fía og Kissa fingu tvær døtrar: Elin, sum er gift við Peturi — Guttesen, og starvast í krambúðini hjá pápanum, og Maritu, sum er sjúkrasystir. Blaðfólkið alt ov smásárt Málteigurin í Sosialinum, (- n) hevur samkenslu við „blaðfólkum okkara, ið verða plágað av „snedigum“ orðum, úr orðasmiðuni! Men tað er ógrundað. Blað- fólkini fáa góða løn. Skulu tey hava rósur eisini, mugu tey gera sær sjey ferðir meira ómak. Heldur skuldi tað vakt samkenslu við fólkin- um, at tað má lesa og hoyra og síggja blød og vørp Før- oya, (ella „Fgroya,“) har tað Eru so ræðuliga nógv fremm- and tala og skrivt og mál- villur (og prentvillur). Har er fólkið næstan verjuleyst, móti hesum moldroki, har javnan miðal- menskan, tað vánaliga, verð- ur dyrkað Prísur og løn og virdisløn, tað er alt góð, føroysk orð. Nobelvirðislgnin er ein løn, ið persónar, sum framúr- skarandi, (eftir meting Nobelnevndarinnar, ið eisini yvirhøvur tó ikki altíð, er røtt,) á ymsum samfelags økjum fáa til ognar. Tað er ein løn, fyri teirra avrik. Tað hevur altíð verið før- oyskt, og málsliga rætt, at seta sernavnið (í hvørsfalli,) seinni, t.d.: Nettoútflutning- ur Føroya. Altíð at seta ser- navnið fyrr í nøvnum ella setningum, er gjarna verri stílur, eisini ótaktiskt. Tak Setrið: av réttum stovnsheit- ið fyrr: Fróðskaparsetur Før- oya. At tað er universitet Føroya er sjálvsagt týðandi, men sekundert í hesum høpi. Tað kann virka sum ein stór nalvaskoðan, altíð at seta sernavnið, (landsnavnið) fyrr. (Eisini legið av sam- ríkismonnum!!?) Útvarp. Sjónvarp, Fróðskaparsetur, Telefonverk Føroya. Góður stilur, sum av røttum setur tað praktiska virksemið fyrr. og navn Føroya seinni. Viðvíkjandi at seta eftir- navnið fyrst, er tað gamal óvani, snobbutur, ófgroysk- ur, sunnan eftir. Av tí og fleiri ødrum grundum átti nýggja óbrúkiliga telefon- bókin verið afturkallað, og nýggj rétt tlf. bók givin út, har eisini gamli undirbrotligi óvanin verður sleptur og for- nøvnini standa fyrst. Tá er nógv lættari at finna tlf. nummør. Tað skal heldur onki kosta eyka. At spilla 300.000 kr. upp á eitt slíkt makkverk, tað hoyrir ikki heima. (Ikki meir enn ein, hægst tveir, av teim ræðuligu nógvu bilunum, hjá tlf. verk- inum.) Málteigurin (-n) tolir ikki at síggja nakað gott føroyskt. So spottar hann. (Spott kem- ur aftur ...) Øll skulu nýta rætta málið, rætta mál feðr- anna. Og sleppa øllum mál- spillum, tær veri gamlar ella nýggjar. Orðafar gevur javn- an grundaðar. mildar ábreiðslur, tað er uppgávan Tó tað skal skarpur lútur til skurvut høvd. Tola blaðfólk, (sum ofta finnast harðliga at gðrum sjålv,) ikki tað skuldu tey funnið sær okkurt ann- að!! At enda: Tað eru nógv lond, ið seta stýrislagið fyrr, í formliga, almenna landa- navnið sínum: Lýðveldið Ís- land, Lýðveldið Frakland o.s.fr. S.I. Tann Tidindabladid CS: "8 bersøgni yrkjarin Felagið Sprotin hevur givið út savn við greinum og róðum hjá Jóanesi Nielsen Da-=-3}0U2cCOHNRONBVZCE Jóanes Nielsen er ein maður, sum ongantíð hevur verið bangin fyri at siga sína meining. Hann hevur hildið róður, skrivað bøkur og greinir í bløðunum, og ikki hevur hann lagt fingarnar ímillum, tá hann hevur langað út til høgru og til vinstru - ikki minst eftir fakfelagsleiðarum og reið- arum. Nú hevur hann valt burt- urúr øllum ti, hann hevur borið fram, og hetta er komið út í greinasavninum Undergroundting. Utgevari er forlagið Sprotin. V I ALIVI Jóanes Nielsen Greinasavn Fyrsta yrkingasavnid hjå Jóanesi, Trettandi mån- aðin, kom út í 1978. Síðan hevur hann givið út fýra onnur yrkingasøvn, eitt stuttsøgusavn og eina skaldsøgu. Undergroundting er eitt savn við tilsamans 61 grein- um og rødum hjá Jóanesi, skrivaðar í árunum frá 1981 fram til í ár. Tær flestu hava staðið í Arbeiðinum og seinni í Friu Føroyum, og onur eisini í Sosialinum og í Dimmalætting. Undergroundting kostar 180 krónur. rf ENN MOTTØKA | sambandi vid, at Årni Gregersen nu flytur av landinum, og vit ti skifta stjóra á nyggjårinum, hava vit al- menna móttøku í »Gomlu Smæruni« i M. A. Winthersgøtu friggjadagin 30. des., frå kl. 15 til 17 Sjónvarp Føroya