hósdagur 29. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðinda
þlaði
Ein ávaring
Oddagnein
VELJARAKANNINGIN, ið varð kunngjørd tyskvøldid,
gav javnaðarflokkinum +0,6 prosent í afturgongd í
mun til løgtingsvalid. Nú eigur ein sjálvsagt at vera
varin við at gera alt ov ógvusligar niðurstøður út frá
eini veljarakanning, men ein slík kanning gevur
ofta eina góða ábending um støduna. Kanningin
eigur tí at verða tikin í álvara av eitt nú javnaðar-
flokkinum, ið sum nevnt fer aftur, um enn talan
bert er um 0,6 prosent.
HVAT skal javnadarflokkurin gera vid hetta trista
úrslitið? Hvat skal hann brúka hetta til? Skal hann
yvirhøvur taka sær av hesum ella skal hann bert
lata sum einki og umsita kreppuna sum higartil?
Tad er torført at finna rætta svarid og ikki minni tor-
ført at geva flokkinum råd undir verandi umstød
um. Eitt er tó vist, at okkurt má gerast. Flokkurin
kann ikki látast sum einki. Flokkurin er noyddur at
fyrihalda seg til tølini, hóast tey ikki eru tespilig.
VIT mæltu eftir løgtingsvalid flokkinum til ålvar-
sama og róttakna sjálvrannsakan. Tað er synd at
siga, at floksleiðsla og tingmanning fylgdu rådun-
um. Tverturímóti boðaðu tey frå, at einki var galið
við flokkinum og einki var galið við politikkinum.
Talan var bert um eitt »forklåringsproblem« — poli-
tikkurin kom ikki út til veljaran. Men afturgongdin
stendur við og undirtøkan lekur spakuliga men &
svitandi yvir í aðrar flokkar — fylkingina, sambandið
og tjóðveldið. Nú mugu floksleiðsla og tingmann-
ing taka annað skinn um bak.
JAVNAÐARFLOKKURIN fór upp í samgongu, hóast
veljarar floksins klárt og greitt á valinum høvdu
sagt frá. Samgongan er uttan iva tað besta, sum
kundi henda fyri land og fólk, sum umstødurnar
vóru og eru, men er hon góð fyri javnaðarflokkin?
Tað kann hon enn gerast, um umboð floksins í
landsstýri og á løgtingi bera seg skilagott at. Tað er
ikki nóg mikið at vera góðir umsitarar. Tad hava vit
fulltrúar og stjórar til og teir gera arbeiðið betur enn
nakar politikari. Tingmenn mugu vera annað og
meira enn fólk, id bert rakna við, tá eins valdgmi
verður gingið ov nær. Øll umboð mugu gerast nógv
meira sjónlig og almenningurin má fáa at vita,
hvønn politikk flokkurin hevur og hvussu flokkurin
setir sín politikk í gøgnum í samgonguni. Saklig-
heit er ein dygd — eisini fyri politikarar. Men ein
kann eisini fara so langt í sínum ivri eftir at vera
sakligur, at ein bert málber seg sum ein skikkiligur
og væltilpassaður fulltrúi, har ein eigur at tala sum
politikari, ið hevur nakað uppá hjarta.
TAÐ, sum vit vilja siga við hesum er, at nú má
javnaðarflokkurin melda út og vísa, hvør hann er og
hvar hann stendur. Javnaðarpolitikkur snýr seg
fyrst og fremst um visiónir og um at broyta samfe-
lagið út frá teimum visiónum, ein hevur. Hvørjar eru
visi6nirnar og hvussu ætlar flokkurin at liva upp til
hesa skyldu undir verandi umstødum? Hvat er
flokkurin farin upp í samgongu til? Hvat vil hann við
samgonguni og hvar er hann í samgonguni? Hví
krógva tingmenn og landsstýrisumboð seg? Nær
fáa vit at vita, hvat tit ætla við flokkinum og hvussu
tit ætla at takla teir flokkar, sum í friði og náðum
gnaga av báðum liðum floksins?
=
ENN er tíð til sjálvsrannsakan og enn er tíð at evna
til ein nýggjan javnadarpolitikk, id hóskar til ta
broyttu verð, ið vit nú liva í og koma at liva í fram-
yvir. Tad er ein torfør uppgáva, men hon må loys-
ast. Tað er ikki minni torført at geva góð råd, so vit
geva ikki fleiri enn hetta eina: Sum eina byrjan
kundi flokkurin boða frá, at hann slepti tí markn-
aðarbúskaparligu kós, sum flokkurin legði seg á í
Seinasta valskeiði. Henda kós gagnaði ongum,
hverki landi ella fólki, og allarminst gagnaði hon
javnaðarflokkinum.
Sasíalurin
| — Åbyrgdarbiadståri: Jan Miiller
| Fyritaksstjóri. Krislan Dahl
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
FRÆLSI— JAVNADUR — BRØDRALAG
Blaðíói. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Kilmar Jan Hansen -
Jåstinus Eldesgaard
Utgevar: P/1 Soslalurin
Uppseting. PT Søsialurin
Prent: P/Æ Pressan 1981
Argjum
Tøleton: 11820
67. ÅRGANGUR
Bústaður. Arglavegi 26 i Postadr.: Postsmoga 76
110Térshavn
Teletax: 14720
( Lesarabrøv
Heilsan frå FF-FA blaðnum
Tá ið vit góvu seinasta FF-
FA blað út -— blaðið sum
kom hósdagin. 15. desemb-
er, høvdu vit ikki endaliga
avgjørt, um vit skuldu gera
eitt blað afturat fyri jól, mill-
um jól og nýggjár. ella umvit
skuldu steðga við næstu út-
gávuni til fyrst í komandi ári.
Men nú er so avgjørt, at
næsti útgávudagur verður
hósdagin, 5. januar 1995.
Nú jólini eru í hondum og
bert nakrar letur eru eftir
av hesum árinum, fara vit at
nýta høvid at takka okkara
viðskiftafólki —haldarum,
lýsarum og leysasølum kring
landið fyri tað. ið farið er.
Í apríl eru fýra ár liðin,
síðan vit fóru undir hesa
nýggju útgávuna av FF-FA
bladnum, ið Føroya Fiski-
mannafelag og Føroya Ar-
beidarafelag geva ut. Øll
blaðútgáva er striggin og
kostnadarmikil og i so måta
er útgávan av hesum blað-
num einki undantak. Mink-
aða keypiorkan hjá fólki og
vánaligu líkindini hjá vinnu-
lívinum hava eisini tyngt um
hjá okkum, men vit fara tó í
treysti undir eitt nýtt ár — í
vónini um, at tað man fara
at lýsa í til várs.
Enn einaferð fellur hald-
aragjaldið til gjaldingar.
Hetta er tó ikki tað tyngsta
gjaldið av øllum teimum
gjøldum, ið fólk renna á
Føroyska samfelagið hevur verið fyri stórum broytingum
síðani FF-FA fóru undir nýggju útgávuna av FF-TA
blaðnum fyri skjótt fýra árum síðani.
posthúsini ella í bankarnar
við millum ár og dag: tað
kostar nevniliga bara 50 kr.
at halda FF-FA blaðið í jan-
uar, februar og mars '95.
Blaðið kemur út regluliga
annan hvgnn hósdag — í 24
blaðsíðum hverja ferð. Vit
leggja dent á at viðgera fiski-
vinnu og arbeiðaramál og
onnur viðurskifti, ið eru uppi
í samfelagnum.
Hesi seinastu árini hava
sett síni djúpu spor í okkara
samfelag, bæði figgjarliga,
men so sanniliga eisini
menniskjansliga við stórari
burturflyting og trongum
korum hjá okkum, ið eftir
eru
FF-FA blaðið hevur síð-
ani 1991 staðiliga víst á,
hvønn veg tað bar, og vit
hava víst á hópin av alter-
nativum loysnum uppá fleiri
av okkara høvudstrupulleik-
um. Tíverri hevur verið tos
að fyri deyvum oyrum;
skriður eru lopnar, og í dag
er tað ein spurningur um tað
yvirhøvur letur seg gera at
byggja nakað upp úr aftur
øskuni.
Vit trúgva kortini, at tað
ber til, um stýrt verður við
kønari hond, men verður tað
ikki henda samgongan, sum
fær frøini at næla aftur í før
oysku jgrðini nú til várs. so
fer at bera illa til at fáa før-
oyingar at trúgva uppá eina
framtíð í Føroyum hesumeg-
in ár 2000
Við hesum fáu orðum fari
eg vegna FF-FA blaðið og
útgevararnar av blaðnum, at
ynskja øllum Føroya fólki
eini gleðilig jól og eitt av
Harranum vælsignað nýggj-
ár
Vit fara at leggja doyin á at
geva eitt uppaftur betri og
fjølbroyttari blað í komandi
ári.
Blíðar heilsur
Vilmund Jacobsen,
blaðstjóri
Tápulig orðing
Líka nógv sum vit fegnast um
nýggja vinnustuðlandi grunnin
við teimum 100 »føroysku« og
teimum 100 donsku millión-
unum, læntum ella ikki, mugu
vit harmast um, at føroyska
sundurlyndið skal vera so
stórt, at full semja ikki kann
fáast á tingi um eina skilagóða
endamálsorðing fyri grunnin.
Sjálvsagt skal byrgjast fyri,
at hesir pengar fara í verandi
hol, og at Fiskavirking ikki átti
al lørva part av hesum pengum,
eru vit øll samd um
Hvat vit annars halda um
Fiskavirking, mugu vit kortini
velja at trúgva, at hesin stovnur
ikki á nakran hátt hevði komið
sær at spekulera í hesum
grunni eftir allar tær sømdir,
hesin stovnur hevur fingið.
Sjálvsagt skuldi grunnurin
bert verið nýttur til nýggjar út-
flutningsfremjandi vinnur og
ikki til »heimaterapi« — fram-
leiðslu av verum til egið brúk,
verum, sum vit kortini fáa
nógv bíligari og betri uttan-
eftir.
Tað, ið órógvar mest er tó
treytin um, at av verandi virkj-
um og fyritøkum, skulu bert
tey sleppa upp í part, sum hava
verið igjøgnum eina »skuldar-
sanering< — also virki, sum nú
kunnu metast at megna at vera
til og mennast undir >vanlig-
um marknadartreytum«
Alt gott um tað, men vandin
vid hesum kann eisini vera, at
millum teir, id fåa bestu sømd-
irnar frá grunninum, eisini eru
ídnastu konkursryttarar okk-
ara.
Tað er nevniliga tíbetur enn
so frægt í Føroyum, at okkurt
virki hevur klárað sínar skyld-
ur — so frægt, at sanering ella
bert ein hjálpandi hond frá pen-
ingastovnum ella grunnum
ikki er møgulig, hóast tiltrongd
í ávísan munr.
Skilja vitendamálsorðingina
rætt, sum hon hevur verið
júkað í fjølmidlunum, eitt nú av
figgjarnevndarformanninum,
sum jå veit alt um, hvussu
lættast slepst framat skuldar-
saneringum, koma ikki upp f
part virki, sum onga sanering
hava fingið, hóast tey kundu
havt evni at tikið upp nýggjar
vinnutættir, stuðlað ella ikki.
Tað må sigast at ríma illa við
vinnuliga >trúarsetningin<um,
at bert marknaðartreytirnar
skulu vera galdandi fyri sóma
frá grunninum, tá virki, sum
just hava megnad at virka undir
hesum somu vælsignaðu
marknaðartreytum, ikki sleppa
upp í part, bert tí tey hava verið
ov dúglig til at hava >uppbor-
ið< sanering av nøkrum slagi.
Ivandi
—A—A—A—A—AA A ———
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin månadag-friggjadag frá kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bið um 16929 ella 10714.
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hóskveld frá kl. 19.00—21.09, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2, ella á t'f. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
10.00-16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá ki) 10.00 tyrrapart til kl. 7.00 á morgni.
f
||—=—eeese—|—|—""-<——