fríggjadagur 30. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
blaðið
Við áramót
Oddagrein
ÁRIÐ, id nú er um at vera farið, var á mangan hátt
eitt tungt ár. Arbeiðsloysi og vanlukkur á sjógvin-
um, húsagongdir og eingin positiv vend i búskapar-
ligu gongdini at hóma. Afturat gllum hesum skulu
leggjast teir evindaligu dómadagsspádómarnir frá
øllum teimum mongu serfrødingum, ið eftir áheit-
an ella sjálvbodnir hava analyserað og mett um
støduna. Ja, tað hevur beinleiðis regnað yvir Før-
oya fólk við døprum spádómum og katastrofu-
myndum. Her er eingin vón og einki ljós fyri stavn,
um farast skal eftir serfrødingunum.
en —
POLITISKT gav årid eitt skifti og fyri fyrstu ferd i
tiggju år nevur sambandsflokkurin leidsluna av
landsstyrinum. Tad er enn ov tidliga at meta um
tydningin av hesum skifti, men vit vóna sum helst
flestu føroyingar, at tað fer at eydnast landsstyr-
inum at venda skeivu gongdini og fáa føroyingar
aftur í arbeiði. At landsstýrismanningin er sakliga
dugnalig ivast vit ikki i, men torført kann vera at
síggja púra klárt, hvønn politikk ætlanin er at reka
og hvørji itøkilig tiltøk landsstýrið ætlar at mæla
tinginum til at samtykkja til tess at halda tað, sum
er lovað. Landsstýrið hevur eitt nú lovað at fáa til
vega 3000 nýggj arbeiðspláss alt fyri eitt, men
hevur samstundis longu nú viðurkent, at hetta er
setningur, sum ikki gerst í eini handavending.
Forvæntningarnir vóru og eru framvegis stórir og
vónbrotið verður stórt, um ikki livað verður upp til
forvæntningarnar.
SPURNINGURIN er so, hvussu møguleikarnir eru at
venda gongdini til tad betra. Her eru nakrir glottar
at hóma hóast alt. Seinasta avtalan vid rikisstyrid
loysti nøkur av teimum bondum, sum fordadu fyri
einum vinnufremjandi politikki. Í landsstýrinum
tykist vilji at vera at reka ein meira virknan vinnu-
politikk eins og útlit eru fyri at lætt kann verða um
skatta- og avgjaldstrystid. Fiskastovnarnir tykjast
at vera á veg uppaftur og útlit eru fyri eini føroyskari
oljuvinnu i eini framtid, id ikki er so langt burturi.
Men tad hastar vid einum virknum og frameftir-
vendum uppbyggingarpolitikki, ti jú longri tid, ið
gongur, jú torfgrari verður at venda gongdini, tí vit
missa framvegis okkara besta tilfeingi í uppbygg-
ingarpolitikkinum — tað unga og vælútbúna fólkið.
STØDAN er trupul, men hon er hóast alt ikki vón-
leys longur. Stødid er lagt fyri einum politikki, ið
kann venda tí skeivu gongdini. Ti ræður um ikki at
taka mótið frá fólki, men heldur royna at seta mót í
fólk. Føroyar og føroyingar hava áður ligid lágt, men
hava altíð reist seg aftur. Tað fara vit eisini at gera
hesaferð, hóast tøkini verða tung og føroyingar fáa
brúk fyri øllum sínum tolni og seiggi.
HER á blaðnum takka vit lesarum og viðskiftafólki
fyri gott samstarv í árinum, sum nú fer aftur um
bak. Vit fara at royna at gera eitt uppaftur betri og
meira fjølbroytt blað í komandi ári, har vit fara at
leggja meiri dent á orðaskifti og mentanarligt tilfar,
enn vit hava gjørt higartil. Eisini fara vit at royna at
gkja um tidindaflutningin og í hesum sambandi at
bera lesarunum meira landsdekkandi tilfar. Við
hesum orðum ynskja vit øllum Føroya fólki eitt gott
nýtt ár.
Svsíalunin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
FRÆLSI— JAVNADUR — BRØDRALAG
Blaðjólk: Randi Jacotisen - Dagny
Útgevari: PA Soslalurin
— >
Joensen - Tårfinn Smith - | Uppseting P/Æ Søslalurin ; Argjum
Kilmar Jan Hansen - Prent: P/Æ Pressan 1981 | Telefon: 11820
Jústínus Eidesgaard
67. ÁRGANGUR
Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teletax: 14720
Tey arbeiðsleysu skulu
sjálvandi arbeiða
Politikarar og fjólmiðlar gera alt ov lítið burtur úr teimum arbeiðsleysu. Peningur
til tey arbeiðsleysu er ikki nóg mikið. Øl arbeiðsleys eiga at fáa eitt tilboð um
arbeiði, eins og »Ung í arbeidi«
Eg hitti ein arbeidsleysan
vinmann í Havnargøtum
nú ein dagin. Hann segði
mær, at hansara nýggj-
ársynski var, at hann
slapp til arbeiðis aftur.
Nú orkaði hann ikki
longur at ganga fyri onki,
og tað var líkamikið,
hvat arbeiði hann slapp
at gera. Hann segði mær
eisini, at sum tíðin leið,
gjørdist stødan hjá hon-
um verri og verri. Hann
gjørdist so líðandi sálar-
liga sjúkur, hann orkaði
ikki hvgnn dag at svara
fólki, hvat hann fekst
við, og nú merkti hann
av álvara, hvussu eyð-
mýkjandi tað var at verða
vrakaður av samfelag-
num.
Hetta er óivað stødan
hjá nógvum føroyingum,
nú bert nakrir fáir timar
eru eftir av 1994, og vit
fara inn í eitt nýtt ár.
Túsundtals føroyingar
eru fluttir av landinum,
og hava nógvir av teim-
um nú arbeiði og eina
góða tilveru.
Men tað eru fólk í Før-
oyum, sum av ymiskum
orsøkum ikki hætta sær
av landinum. Hetta eru í
fleiri fórum fólk, sum eru
komin upp í árini, men
framvegis arbcidsfør.
Tað eru hesi fólk, sum
eiga at fáa eitt tilboð frá
samfelagnum um arbeiði,
eins og væleydnaða til-
takið >Ung í arbeiði<. Er
tað ikki heilt burturvið, at
ognir hjá landi og komm-
unum fara í órgkt av
sparingum, samstundis
sum fólk í góðum árum
ganga framvið hendur í
lumma og fáa »løn« frá
ALS?
Politikarar og
fjølmiðlar
Politikarar og fjølmiðlar
hava gjørt nógv burtur úr
teimum arbeiðsleysu, tá
ið tað snýr seg um
arbeiðsloysisstuðul. Skal
stuðulin vera 60% ella
70% av eini arbeiðs-
mannaløn, ella hvussu
leingi skulu fólk vera í
arbeiðsloysistryggingini.
Men ongin tekur upp á
tunguna, hvussu tað
stendur til hjá teimum ar-
beiðsleysu. Hvat fáa tey
tíðina at ganga við,
hvussu eru tey fyri likam-
liga og sálarliga?
Eg meti Føroyar at vera
í eini undantaksstødu,
eins og ein natúr-
katastrofa aðrastaðni í
heiminum. Tá fáa fólk
tilboð um salarliga og
aðra hjálp.
Eg fari tí at heita á
politikararnar og fjøl-
midlarnar um at gera
meira burtur úr teimum
arbeiðsleysu. Her hugsi
eg ikki um pening, men
um menniskjaliga partin.
Tað eru nógvar lagnur,
talan er um, og tað hava
hesi fólk ikki uppiborið.
Eg las í endurminning-
unum hjá Goldu Meir,
fyrrverandi ísraelska leið-
aranum, hvat Ísracl
gjørdi, tá ið túsundtals
fólk streymaðu til Ísracls
eftir seinna heimsbar-
daga. Øll, sum komu til
landið, skuldu merkja, at
Israel hevði brúk fyri
teimum. Smá og stór
projekt vórðu sett í verk,
og sum Golda Meir sigur,
øll projektini komu ikki
at gagna landinum, men
høvudsendamålid varð
rokkið, nevnliga at fólk
ikki fóru í hundarnar.
Neyðarróp
! Fakfelagsleiðara og
politikarar í Føroyum
skulu vita, at tað er teirra
skylda og samvitska, at
tey arbeiðsleysu fáa til-
boð um arbeiði. Tey ar-
beiðsleysu skulu arbeiða
fyri upphæddina, tey fáa
frá arbeidsloysistrygging-
ini, alt annað er moralsk-
ur undirgangur.
Stødan er, at fakfeløg-
ini og politikararnir eru
bangnir fyri, at tey
arbeiðsleysu fara at kapp-
ast við privata arbeiðs-
marknaðin, og at onkur
møguliga fær bíliga
arbeiðsmegi.
Alt hetta má skúgvast
til síðis í núverandi
undantaksstødu, tí talan
er um at bjarga føroysk-
um menniskjalagnum.
Farið ein túr í býin ein
vanligan seinnapart. Fólk
ganga og dríva í gøtun-
um, tey vita sær onki at
gera.
Arbeiðsorkan hjá teim-
um arbeiðsleysu eigur at
koma landi og kommun-
um til góðar. Tað er nóg
mikið at triva i, so langt
sum eygad sær.
Gott nýggjár og latum
okkum fara inn i 1995
við herrópinum »Øll í
arbeidi«,
Vagnur Michelsen
móti fimm
Himmerlandsbanken,
sum var farin á heysin.
Millum teir
Larsen, varðastjóri
figgjareftirlitinum.
fimm
åkærdu, eru tveir mans,
sum eru rættiliga kendir í
Føroyum - og tað ikki fyri
tað góða: Eigil Mølgaard,
stjóri, og Peter Sylvest
Tað er leikluturin hjá
júst hesum stovni í sam-
bandi við føroysku banka-
samanleggingina, — løg-
tingid vil hava lystan ut i
æsir. lllgruni er um, at
okkurt óregliligt eisini fór
fram tá.
>I lagi«
Eigil Mølgaard sigur í gjár
við blaðið Det fri Aktuclt,
at hann er væl nøgdur við,
at málið nú verður kannað
til botns.
- Eg havi íkki verið við
til at geva Himmerlands-
bankanum ógligar skatta-
fyrimunir, sigur hann.
Mølgaard ræðist ikki rættin
Eigil Mølgaard skal fyri rættin í sambandi við málið um Himmerlandsbankan og
Sparekassen Nordjylland. Men hann sigur seg einki óttast
Danska stjórnin avgjørdi
týsdagin, at tæn-
astumannasak skal reisast
embætis-
monnum, sum hava verið
blandaðir uppí gøluna um
Sparckassen Nordjylland.
Hesin sparikassi fekk
helst ólógligar skattafyri-
munir, tá hann yvirtók
- Og ein tænastumanna-
sak gevur bæði sakligar og
tryggar rammur fyri kann-
ingunum. Eg vænti mær at
fåa »fair play«, leggur
hann afturat.
Eingin dømdur
Stjórnin hevur avgjørt
av seta hetta í verk fyri at
fáa greiðu á, hvør hevur á-
byrgdina av tí, sum hendi.
Men at nakar embætis-
maður verður dømdur,
hendir valla.
Í ringasta føri kann
onkur fáa átalu, verður
hildið.
S-S-