Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

* Tíðindablaðið [ søstalurin | Nr. 249 — 30. DESEMBER 1994 — Sida 3 Hampulig útlit hjá fiskimonn- um komandi år — 1994 hevur verið munandi betri enn 1993 og útlitini fyri kom- andi ári á sjónum eru hampuliga góð. Fiskiskapurin í altjóða sjógvi fer at geva eitt munandi íkast, sigur hann Oli Jacobsen, sum júst er afturvaldur sum formaður í Fiskimannafelagnum, men sum landsstýrismaður ikki kann røkja hendan sess í løtuni, er bjartskygdur fyri komandi ári, nú vit standa á gáttini at taka fyrsta fetið inní 1995 Taka vit upsaflotan, so eru prísirnir í hækking og nýggir framleiðsluháttir á landi skuldu eisini skapt fleiri arbeiðspláss, sigur Óli Jacobsen. Fólk hava eisini fingið eyguni upp fyri møgulcik- um, sum vit ikki vistu um frammanundan, tildømis í samband við Irmingarhav ið. Vit hava eisini góðar vónir til fiskivinnu uttanfyri tær vanligu leiðirnar í al- ljóða sjógvi. Eitt nú royndir við línu í altjóða sjógvi, sigur Óli Jacobsen, lands- stýrismaður. Arið í ár hjá fiskimonn- unum er munandi betri enn 1993. Inntøkan hevur ikki verið nakað serlig, men tað at hava arbeiði í dag telur meira. Fyrr samanlíknaðu vit inntøkurnar, nú er sam- anmetingin at hava arbeiði ella ikki at hava arbeiði, sigur Oli Jacobsen. - Vit gjørdu nakrar sátt- málar fyri tveimum árum síðan, sum uttan iva hava Fiskimannafelagið - við sínum hálvt triðja túsund limum hevði ársfund í gjár. Høvudshendingin á ársfundinum er ikki for- mannsval. Felagið er so- leiðis skipað at formanns- valið gongur fyri seg undan ársfundinum, sum altíð verður hildin millum jól og nýggjár. Í Fiskimannafelagnum er ongin arbeiðsleysur limur. — Skipanin er tann, at ein glíður út, missir ein arbeiði og kemur inní aðra arbeiðsloysisskipan á landi. Tað er stórur gjøg- numtrekkur í Fiski- mannafelagnum, stór til- medvirkað til, at vit hava varðveitt = arbeiðsplássini, sigur hann. Eg rokni við eini stórari øking í arbeiðsplássum i 1995. Fleiri ætlanir eru um at fáa skip til landið, um bert ein líul partur av hesum Ongin arbeiðsleysur í Fiskimannafelagnum Skipanin er tann, at bert fiskimenn í vinnu eru limir, gert tú arbeiðsleysur, so endar tú í ALS. FF hevði ársfund í gjár gongdog stór frágongd. Tí ber tað tað ikki Ul at gera upp hvussu nógvir fiski- menn eru arbeiðsleysir. Tá teir ikki hava hýru, so eru teir íkki fiskimenn longur, sigur Óli Jacob- sen, sum tekur við aftur sum-formadur í felagnum einferð í vár. Høvuds- hendingin á ársfundinum hjá fiskimannafclagnum er upplesturin av for- mannsfrágreiðingini. Hendan er spennandi lestur og viðgerð vinnuna sum heild. Fiskimanna- felagið er einasta fakfelag sum rættuliga ger burturúr formannsfrágreiðingini. Í hesi er ein rúgva av A ætlanum verda gjøgnum- førdar, so er longu talan um fleiri arbeiðspláss, sigur Oli Jacobsen jústinus hagtølum um viðurskift- ini hjá fiskimonnum. Óli Jacobsen er íkki greiður yvir dagin, hann tekur við aftur sum for- maður. — Tað gongur eitt sindur seinni enn ætlað í Tinga- nesi, men eg komi sita í Nesinum í hvussu er til sáttmálasamráðingarnar í mars. Enn hana vit als íkki tosað um nakran avloys- ara fyri meg, sigur hann. jústinus e Inntókurnar hjá fiskimonnum í 1994: Teir storu eystan- fyri vunnu mest Fiskiparturin umborð á teimum stóru trolarunum, sum fiska í Barentshavinum var í meðal 324.000 krónur. Vánaligast lá fyri hjá saltfiskalínuskipunum, har var parturin 100.000 krónur Arið hjá føroyska fiski- manninum vignaðist best umborð áteimum stóru trol- arunum, sum hava roynt í Barentshavinum. Tað eru Skála -og Sundaberg, Enni- berg og Vesturvón. Hesir trolarar vóru i meðal 193 dagar í sjón- um,tað eru 100 dagar minni enn í fjør. Bátarnir hava havt stórri kvotu enn í fjør, men fiskiskapurin hevur eisini verið góður og ti hava teir roynt í so fáar dagar. Í ár er fiskiparturin umborð á hesum skipum 324.000 krónur, tá er fritidarløn, viðbót og minstaløn irokn- að. Í fjør var fiskiparturin umborð á hesum stóru trolarum 425.000 krónur. Tá var prísurin hægri og teir hava eisini fingið minni í viðbót í ár. Inntøkurnar hjá hesum skipabólki er lækkað vid ein prosent í mun til 1993 og við 17 prosentum í mun til 1992. Samanbera vit tíðarskeiði 1985-94 so er hýran hækkað við 40 pro- sentum hetta tíðarskeið. Fyri hvønn dag, hesir trol- arar vóru í sjónum, vann fiskimadurin 1679 krónum. Tann næstbesti bólkurin er nótaskipini. Hesi skip vóru lægsta dagatal úti síðan 1985, ella 195 dagar í sjónum og endaligi fiski- parturin var 215.000 krón- ur. Hetta gevur 1099 krónur um dagin. Talan er um eina lækking uppá seks prosent í mun ul í fjør og eisini eina lækking uppá seks prosent í mun ul 1985. Tað loysir seg betri at vera við teimum smáu par- trolarunum enn við teimum stóru lemmatrolarunum á ísfiskaveiðu. Mcdalinntøk- an fiskimonnunum umborð á hesum skipum er 201.000 krónur í ár. Umborð á teimum stóru isfiskatrolar- unum er hon 175.000 krónur. Hetta er nøkulunda tað sama talin sum hjá monnunum umborð á ís- fiskalínuskipunum. Fiski- parturin hjá teimum í ár er 177.000 krónur. Tað er einki gullnám longur at vera við rækju- trolarum. Fiskiparturin um- borð á hesum er í ár 146.000 krónur. Hetta er ein stór lækking í mun til 1993 tå meðalparturin var 274.000 krónur. Rækjuprísurin hev- ur verið í botni í ár og fiskidagarnir eru munandi lægði. Rækjubátarnir hava verið 159 dagar í sjónum í ár, meðan teir vóru 295 dagar í sjónum í fjør. Garnaveiðan eftir svart- kalva og havtasku hevur vignast væl. Fiskiparturin fyri hendan skipabólk er 224.000 krónur í ár. Tað eru 932 krónur uppá dagin. Aðrenn viðbót, frítíðar- løn og minstuløn er fiski- parturin umborð á teimum stóru saltfiskalínubátunum nógv tann lægsti í flotanum. Hann er 15.000 krónur í ár. Hann var 10.000 krónur í fjør og 50.000 í 1992. Enda- ligi fiskiparturin í år er 100.- 000 krónum. Í 1990 var fiskiparturin umborð á hesum línubátum 291.000 krónur. Inntøkan hjá ídnaðar- bátunum var í ár 186.000 krónur. besta árið í 1987 var hon 325.000 krónur. Men tá ein stórur partur beinleiðis studningur úr landskassan- um góðar 100.000 krónur. Inntókurnar hjá fiski- manninum í ár eru sjálvsagt nógv merktur av at stud- ningurin er næstan avtikin. jústinus