fríggjadagur 30. desember 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
mn —
Síða 4
[
Nr. 249 — 30. DESEMBER 1994
Nýggjárhaldið í Runavík verður innan fyri ítróttar-
høllina gamlaårskvøld beint aftan á gudstænastuna í
Glyvra kirkju
Mynd: Judith Johannesen
Nýggjarshald
í Runavík
Kyndlagonga, bál,
nyggjårsrøda, fel-
agssangur, dansur
og annað verður á
skránni í Runavík,
tá farið verður úr
1994 inn í 1995
Gamlaårskvøld fer NSÍ
at skipa fyri nýggjárs-
haldi í Runavík, har
mangt og hvat verður á
skránni.
Byrjað verður aftan á
gudstænastuna í Glyvra
kirkju við kyndlagongu
av Hógabóli og út til ítr-
óttargkið innan fyri Itr-
óttarhgllina í Runavík.
Her verður stórt bál
kynt við kyndlunum, og
síðani er felagssangur og
nyggjårsrøda. Hana fer
Hilmar Jan Hansen at
halda. I fjør hepnadist
teknikkurin ikki so væl,
og ti hoyrdu fleiri kanska
ikki røduna hjå Johan Pe-
tersen, men hendan trup-
ulleika hava fyrireik-
ararnir loyst til hesaferð.
„ Aftaná verður dansur í
Ítróttarhgllini, har Johan
Mortensen, Hjalti Joen-
sen og aðrir fara at fáa
fólk upp á gólv við løtt-
um dansitónum. Eisini
verður føroyskur dansur.
Frá NSI verður sagt, at
tey ið hava hug at vera
við í kyndlagonguni,
kunnu siga onkrum av
nevndarlimunum frá, tí
soermikið lættari at fyri-
reika.
-tór.
Innandura-
— kapping
Í fótbólti 5
f
Vikuskiftið 7. og 8. januar 1995 skipar
B68 fyri innandura kapping í fótbólti i Ítr-
Ottarhøllini í Runavík. Kappingin er full-
teknað, tá 40 lið hava teknað seg.
Kostnaðurin fyri hvort liðið er 250 krónur.
Kappingin er fyri menn og skulu eingir
spælarar vera yngri enn 16 ár.
Vinnandi liðið fær steyp ognar, og trý tey
fremstu liðini fáa eisini heiðurstekin.
Tekning fer fram á tlf. 47545 og 47863,
og síðsta freist at tekna seg er mikudag-
in 4. januar 1995.
Tofta Ítróttarfelag
Tíðindablaðið Enn.
— Føroyingar koma aftur úr útlegd, olja verður funnin norðan fyri Føroyar, virki
fara í gongd aftur og grindaherferðin móti fóroyingum verður nidurløgd, eru
nakrir av bjórtu spádómunum hjá fóroyskari spåvølu fyri 1995. Men so sær hon
eisini fleiri hjúnaskilnaðir og bæði løgtings- og fólkatingsval í komandi árinum
Fyri jól var Sosialurin og
vitjaði føroyska spåvølu,
id ikki er bangin fyri at
fortelja okkum og lesarun-
um, hvat hon sær f kortum
sinum fyri 1995.
Talan er um eldri konu,
ið býr einastaðni i Føroy-
um og heilt frá barnaárum
hevur hon havt evnini at
síggja fram í tíðina. Mest
er tað tó tað góða, ið henni
er opinberað gjøgnum ár-
ini, men onkuntíð hevur
eisini okkurt verið, ið hon
ikki hevur verið glað fyri
at borið víðari — men hon
noyddist.
Spåvølan — soleiðis eit-
ur ein kona, ið hevur evn-
ini at síggja fram í tíðina —
livir í einum lítlum húsum
av gamla slagnum,tíggju
ferðir tólv alin, sum húsini
vórðu kallað fyrr.
Alt sær heilt vanligt út
inni hjá henni. Urtapottar
standa í vindeygakarmun-
um, og áðrenn hon byrjar
at fortelja, borðreiðir hon
við einum heitum drekka-
munni og vælangandi ný-
bakaðum smákgkum aft-
urvið. Hon roykir ball og
fær sær mjólk útí.
Men í kamarinum hevur
hon eitt chatoll við nógv-
um smáum skuffum. Her
er eingin kristallkúla ella
nakað annað, ið kundi sagt
frammanundan, at her er
okkurt løgid, men so tekur
hon úr einari av skuffun-
um nøkur kort, ið eru einar
fimm sentimetrar breið og
tiggju høg. Tey eru nøkur
og trýss itali—og so byrjar
hon at forteljas..
£ Oljuvinnan í Føroyum
verður nógv umrødd í
øllum Europa, tá úrslit
av seismikkkanningum
vísa, at olja er at finna
undir Føroyum, og upp-
aftur meira verður gjørt
burturúr, tá tað eisini
vísir seg, at møguleiki
er fyri stórum ol jufund-
um norðan fyri Føroy-
ar.
/£ Men ad er ikki bertolja
at finna norðanfyri, tí á
Norðhavinum fáa fiski-
mennløgin fyribrigdi at
síggja á luftini, meðan
teir baksast við várróð-
urin. Nógvir fara at siga
frá somu sjónum.
/ Stórt bretskt oljufelag
fer at finna oljukeldu, ið
er væl innan fyri nógv
umrøddu miðlinjuna. I
og vid, at marknatrætan
millum føroyingar og
brctar verdur loyst stutt
eftir, kemur hetta eisini
at skunda undir ta før-
oysku oljuvinnuna.
/ Føroyar fáa vitjan av
ríkisleiðaranum í ein-
um av heimsins størstu
londum, og eisini hetta
gevur Føroyum nógva
og góða umrødu í fjøl-
miðlum um allan heim
/ Vit verda fleiri í 1995, tí
mong av teimum, ið eru
farin av landinum, fara
at venda heimaftur, tá
arbeiði verður at fáa í
Føroyum og ti tey ikki
trívast niðri. Fólkatalið
í Føroyum fer aftur upp
um 45.000 móti ársloki.
/ Fiskavirking fær stórar
trupulleikar og noyðist
at siga 100-150 fólkum
úr starvi. Trupulleikar
við tókum arbeiðspen-
ingi eru orsøkin, men á
sumri fær Fiskavirking
aftur ávísa framgongd.
/ Fýra av teimum virkj-
unum, ið hava staðið
afturlatin, verða keypt
av arbeiðsfólk og verða
latin uppaftur. Tey geva
400 fólkum arbeiði.
£ Á vári verður útskrivað
fólkatingsval, men før-
oyska umboðanin held-
ur fram uttan broyting.
Valluttøkan verður sera
lítil, og áhugin fyri val-
inum somuleiðis.
/ Væl fer at gangast hjá
føroyskum ítróttarfólk-
um, og tveir spælarar
aftrat verða um heystið
at síggja í bestu donsku
deildini — og samstund-
is fær føroyingur gjøgn-
umbrot sum spælari í
næstbestu ensku deild-
ini. Eisini svimjarar fáa
óvæntað góð úrslit í al-
tjóða kapping.
/ Fótbóltslandsliðið tapir
dyst móti lítlari tjóð,
men vinnur síðani sera
óvæntað á stórari tjóð,
so hcimspressan enn
einaferð vendir eygun-
um móti Føroyum.
/ Føroyskur filmssjón-
leikari fær leiklut í stór-
filmi, ið gjørdur verður
í USA, og fær rós fyri
avrikið.
/ Yvirgangurin móti før-
oyingum, orsakað av
grindadråpi, doyr burt-
ur f cinki, og felags-
skapurin ElA verdur
kravdur á húsagang, av
ti at bretskir fjølmidlar
hålsa um og taka undir
við grindadrápinum.
Herferðin >Pilot Whale
Campaign< verður har
gjørd ul láturs, og ensk-
ir politikarar venda aft-
urtilordini hjá Winston
Churchill um, at føroy-
ingar ikki skulu verða
gloymdir fyri innsatsin
undir seinna heimsbar-
daga.
/ Ein stórur meiriluti á
løgtingi gongur inn fyri
nýggjari kostnaðarmet-
ing av undirsjóvartunli
undir Vestmannasundi,
við tí fyri eyga at fara
undir aftur arbeiði fyri
árslok. Kanningin vísir,
at undirsjóvartunnilin
nú kann gerast bíligari.
/ Kreppan, id ikki hasar
av, hóast fleiri arbeiðs-
pláss eru til føroyingar,
førir vid sær stóra øking
í talinum av hjúnaskiln-
aðum, og eisini fara 50-
60 føroyskar kvinnur at
leita sær til Danmarkar
at fáa fosturtøku, um-
framt at talið á fostur-
tøkum í Føroyum verð-
ur fyri stórari øking.
£ Stórur ruðulleiki fer at
standast av, at kendur
landspolitikari fer frá
konu síni, og fleiri aðrir
kendir føroyskir polit-
ikarar verða innkalladir
sum vitni f rættinum, tå
hjånaskilnadurin kem-
ur fyri.
/ Løgtingsval verður út-
skrivað um heystið, og
úrslitið verður, at stórar
broytingar fara fram í
samansetingini av ting-
fólkinum, men tó kemur
ein heilt nýggjur flokk-
ur sterkur inn á ting.
Søguligi fiskiskapurin
hjá føroyingum áðrenn
1969 verður grundarlag
undir nýggjari avtalu
við bæði norðmenn og
russar. Flestu av hent-
leikaskipunum koma
undir føroyskt flagg, og
hetta broytir munandi
tann fiskiskapin, ið er
nógv frammi í dag. Hes-
ar broytingar føra eisini
við sær, at Svalbard-
sáttmálin verður tíkin
upp til nýggja viðgerð,
men her spyrst tó einki
burturúr.
/ Avtala verður gjørd við
donsku stjórnina um, at
føroyingar skulu taka
móti flóttafólkum úr
fyrrverandi Jugoslavia
og ødrum krígsherjað-
um londum í Europa.
Hetta fer at geva fleiri
føroyingum — bæði sos-
ialhjålparum og hand-
verkarum — arbeiði.
/ Nýggj og andadyrkandi
tråarrørsla fær fastatøk-
ur í Fóroyum. Hetta fær
fleiri aðrar tråarrørslur
at rakna við, og mong
mótmæli koma fram.
Íkaroz ikki so stora manning
Kyndil skipar í kvold fyri
árligu nýggjárskonsertini í
Ítróttarhóllini á Hálsi, har
fimm einstaklingar og bólk-
ar fara at føra fram tónleik.
Hurdamar verða latnar
upp kl. 20.30, og sjálv kon-
sertin byrjar kl. 21.30 — og
tað verður stundisliga, siga
fyrireikaramir.
Við á konsertini verða
Hanus Johansen, Mark No
Limit, Eyðun og Terji, Ray
of Hope og Ikaroz, og hava
bólkarnir fingið millum ein
hálvan tíma og trý korter í
part at framføra sína sang-
skrá í.
Bólkarnir koma á pallin í
nevndu raðfesting, men tó
verður Hanus Johansen at
hoyra tvær ferðir. Áðrenn
Ikaroz kemur á pallin, fær
Hanus >seinna hálvleik<.
Síðani umrøduna av kon-
sertini, ið var her í blaðnum
í gjár, hevur ein av tónleik-
arunum í Ikaroz gjørt vart
við, at bólkurin ikki verður
so vælmannaður, sum upp-
lýsingarnar frá Kyndli vildu
vera við. Sagt varð, at Ika-
roz fór á pallin við níggju
tónleikarum, men íeir verða
kortini ikki fleiri enn fimm,
ti hvørki sangarin Brandur
Jacobsen ella blásararnir
Andras Olsen, Ólavur Ol-
= og Mads Hoydal vera
Við.
— Ætlanin hjá okkum var
upprunaliga at fara rættiliga
fjølmentir á pallin, men tí
spurdist einki burturúr, so
vit vera ti ikki niggju, men
fimm, verður sagt frá Ika-
roz.
Annars ætlar Kyndil at
leggja stóran dent á at halda
skránna fyri konsertina, so
alt hendir í tí raðfesting og
til ta tíð, løgd er fyri konsert-
ina.
Heldur ikki kann nakar, ið
kemur til nýggjárskonsert-
ina, sleppa inn við glas-
fløskum ella fýrverki, og øll
kunnu rokna við at verða
kropskannað, um illgruni er
um fløskur eila fýrverk.
Kyndil vónar, at yvirskot
verður, og um so er, fer tað
til ungdómsarbeiði.
hj.