fríggjadagur 30. desember 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fíggjarmálaráðharrin:
Vit mugu vinna trúnna
okkum sjálvi
aftur á
— og tað hava vit alla orsøk til, ti mangt bendir á, at nú fer at ganga framá aftur. sigur
Jóannes Eidesgaard
Skattalættar og betri karmar
fyri vinnulívið fara at gera
tað lættari at vera føroy-
ingur í Føroyum, hóast vit
enn hava eina svára tíð at
koma igjøgnum, heldur Jó-
annes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um.
Av tiltøkum, sum hava
figgjarliga åvirkan å hvønn
einstaka og å vinnulivid
sum heild, nevnir Jóannes
Eidesgaard, at skattastigin
er munandi broyttur, sum
átti at gjørt tað, at rættiliga
nógvir føroyingar kendu ein
fíggjarligan lætta næsta ár í
mun til í ár. Men enn er
eingin loysn á kommunu-
skuldini, men tá ein loysn er
komin, verða kommunur-
nar møguliga førar fyri at
lætta eitt sindur um í komm-
unala skattaprosentinum.
Haraftrat hava pensionist-
arnir fingið hægri botn-
frádrátt.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum vísir eisini á
teir frádráttir, sum fara at
lætta um hjá fólki. Millum
aðrar 20.000-krónu frá-
drátturin í samband við
húsaumvælingar, og nú er
eisini ein nýggjur frádráttur
komin inn í samband við
umvæling av egnum akfari
upp á 3.000 krónur. Jóannes
Eidesgaard sigur seg rokna
við, at hetta fer at tálma tað
svarta arbeiði.
Eisini tey arbeiðsleysu
hava fingið ein bata nú á
nýggjárinum við broyttu
arbeiðsloysisskipanini.
Vinnan fingið
betri karmar
Jóannes Eidesgaard sigur
seg rokna við, at bøttu kar-
marnir, vinnan hevur fing-
ið, fara at geva úrslit. Mill-
um annað fáa nýggjar vinn-
ur eina skattliga afturbering
upp á 28 prosent, lógin um
ábyrgdargrunnin er broytt,
so hon gevur rúmari ræsir,
og haraftrat fer nýggi
framtaksstovnurin, við sín-
um 200 milliónum, at virka
fyrst í komandi ári.
-Sjálvur haldi eg, at hesir
kamar, sum nú eru skapúir,
eru rættiliga góður. Serliga
tá hugsað verður um bú-
skaparligu vidurskiftini hjá
okkum. Ikki minst av fram-
taksstovninum, men tað er
fyrst og fremst upp úl vinn-
una sjálva at gera nýtslu av
teimum møgulcikum, sum
eru, sigur Jóannes Eides-
gaard sum ikki ivast í, at
hesir møguleikar eru mun-
andi betri við ársbyrjan í
1995 enn teir vóru fyri
einum ári síðani.
Ansa betri eftir
pengunum
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum vísir eisini á aðrar
broytingar á fíggjarliga
økinum. Millum annað
lógina sum sigur, at nú
verður bert loyvt at draga
goldnar rentur frá skattin-
um, og ætlanin er at fara
undir virknari innkrevjing
av eftirstødum og eitt mun-
andi stórri eftirlit við játtan-
um av almennum pengum.
Viðurskiftini tryggari
Jóannes Eidesgaard vísir á,
at fíggjarligu viðurksiftini í
Føroyum eru munandi
tryggari nú enn eitt nú í fjør
tá árið var nógv merkt av
fíggjarligum kreppum.
-Eitt dómi um fíggjar-
ligan tryggleika er, at tað
gekst sera væl at selja al-
mennu lánsbrevini. -Eitt
tekin um at vit eru vid at
byggja upp eitt álit á al-
mennu Føroyar, sigur
landsstyrismadurin.
Færri flyta
Ein av teimum stóru ålvars-
spurningunum, sum mang-
an hevur verið havdur á
lofti, er fólkaflytingin. Hon
verður minni í 1994 enn
roknað hevur verið við, og
Jóannes Eidesgaard heldur,
at okkurt bendir á, at fólka-
flytingin minkar aftur næsta
ár.
-Hesin spurningurin
hongur nær tengdur uppi í
hvussu = samfelagsvidur-
skiftini fara at laga seg í
Føroyum, sigur Jóannes
Eidesgaard og heldur, at av-
gjørdir glottar eru at hóma.
Millum annað í lenar-
gjaldingunum. Tær hava
higartil í ár verið trý prosent
lægri enn sama tíðarskeið í
fjør, men tað tykist sum
høvudsvinnan,- fiskiskapur
og fiskaidnadur, hava havt
eina rættiliga góða fram-
gongd í ár. Somuleiðis
tykjast innflutningstelini
eisini at vera hægri, og ar-
beiðsloysið er nakað mink-
að. Tað var umleið 25
prosent í byrjanini av hes-
um árinum, og liggur nú um
17 prosent, men her skulu
vit sjálvandi hugsa um, at
tað eru eisini fólk, sum eru
flutt av landinum.
-Handilsjavnin er enn
positivur við umleið 500
milliónum í ár, og alt bendir
á, at gjaldsjavnin verður
positivur í ár, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Betri útlit fyri
fiskiskapin
Hvussu árið 1995 fer at
roynast kunnu sjálvandi
mong ymist boð vera um,
men Jóannes Eidesgaard
heldu, rat mangt bendir á, at
fiskiskapurin verður betri,
og at úiltókini í samband við
handverksvinnuna fara at
gera sítt til, at meria virk-
semi kemur í gongd.
Men tað er ikki alt, sum
bendir á rætta borðið. Stóra
Óvissan eru fiskaprisimir,
heldur Jóannes Eidesgaard
og sigur í hesum sambandi,
at sambært nýggju GATT-
avtaluni fellur verjutollurin,
sum hevur verið á matvør-
um, burtur. Tad vil siga, at
matvøruprisurin lækkar, og
Ææ
tí verður torført hjá okkum
at kappast um vit seta prísin
upp, og tí er eisini torført at
síggja øking í fiskaprisinum
nú. Nakað velst um hverja
marknaðaratgongd vit fáa
við ES, og haraftrat hvussu
fískivinnusáttmálanir fara
at síggja út, sigur fíggjar-
málaráðharrin.
Mugu vinna
trúnna aftur
-Politiskt hava vit, so frægt
vit hava kunnað, gjørt teir
karmar so góðar fyri vinuna
sum gjørligt, og tí er tíðin
komin at líta meira framyvir
í mun til verandi lyndi at líta
aftureftir, heldur Jóannes
Eidesgaard.
-Sjálvandi eiga neyðugar
kanningar at verða gjørdar,
so gerast kann upp við tað
sum farið er, men eg haldi
ikki, at vit eiga at brúka ov
nógva orku til tess, so vit
ikki koma víðari.
-Nú mugu vit gera upp við
okkum sjålvi, at tað ber til at
liva i Føroyum. Uttanifrå
kemur eingin og sigur okk-
um tað. Vinna vit ikki hesa
trúgv aftur, so er eingin vón
fyri framman. Tier neydugt,
at hvør einasti føroyingur
ger upp við seg sjálvan, at
hann ella hon wúgva uppá,
at tað ber til at liga sum
frælsur føroyingur í Før-
oyum, hóast vit hava eina
svåra tíð at koma igjøgnum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
tór.-
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 249 — 30. DESEMBER 1994 Sida5
VALUTAKURSIR
Ultimo
sidsta mån.
615, 15
961, 66
391, 69
81,36
89, 93
114, 22
19, 051
462, 55
349, 76
Italia Liri 0,3743 0, 3805
Finnland Markur > 129,15 126, 55
island Króna 8,95 8,95
Eysturriki Skillingur 55,802 55, 639
Pesetas 4,625 4, 696
Escudos 3,815 3, 833
Dollari 435,85 444, 99
Yen 6, 1387 6, 2105
Pund 942,28 946, 22
Grikkaland Drakmur 2,535 2, 543
XEU 745,97 747, 65
29.12.94
612,15
952,02
392,66
82, 00
89,92
113,57
19, 106
464,03
350,58
USA Dollari
Bretland — Pund
Tyskland = Markur
Svøriki Króna
Noreg Króna
Frakland Frankur
Belgia Frankur
Sveits Frankur
Gyllin
Holland
Kelda: Føroya Sparikassi
LÝSING frá >.
Við tað at IRF yvirtekur ruskinnsavn-
ingina í
NORÐURSTREYMOY og EYSTUROY
verða húsarhaldsposarnir frá 1. januar
1995 heintaðir hesar reeger:
| KOMMUNA -
| Vestmanna
| Kvívíkar
| Kollafjarðar
| Hósvíkar
| Hvalvíkar
| Haldarsvíkar
Gjáar
| Funnings
| Sunda
| Eiðis
DAGAR |
Mánadag
Mánadag
Týsdag
Týsdag
Týsdag
Týsdag
Mikudag
Mikudag
Mikudag
Mikudag
| Runavíkar Mánad.-týsdag |
| Nes Týsdag
| Skála Mikudag
| Gøtu Mikudag
| Leirvikar Mikudag
Fuglafjardar Hósdag
Oyndarfjarðar Hósdag
Elduvíkar Hósdag
Sjóvar Hósdag
Teming av bingjum v.m. skal fráboðast
á tlf. 43.343 ella fax 43.353 í av-
greiðslutíðini mánadag-fríggjadag: kl.
08-12 8 13-17.
IRF
DANNY TRANSPORT
—tåokkurt | Tjf, 19192
skal koyrast |