Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

* Sjónvarp Foroya Morgindagsins genta Skálkarnir eru farnir igjøgnum tíðarportr- ið inn í okkara tíð eftir teimum atomvápn- unum, teir skulu brúka til at leggja allan heimin úti í framtíðini undir seg. Alana og Jenny elta teir. SSD. Tango fyri try Tað gongur strúkandi í La Paloma. Bæði áskoðararnir og Nora taka framúr væl undir við tónleikinum hjá Benny og Peter. Nora hevur forelskað seg í Benny, sjálvt um hon veit, at Benny er forelskaður í Stine. SRIØDM 1 Columbo Konufólkarevurin Wayne kann ikki vera sekur í morði, tó at hann játtar seg sekan. Tá ið hann skeyt tann vælumtókta kvinnuliga rithøvundan í høvdid, var hon longu deyð. Liza Minelli — á pallinum í New York »Stepping Out« kallast hetta showið hjá ti amerikansku sangarinnuni Lizu Minelli. Tað er tikid upp í Radio Music City Hall í New York. Vit hoyra nógvar av hennara kendastu sangum og sjálvandi eisini New York, New York. t Í rå Arid heima Í hesi sendingini verður sum vant litið aftur á nakað av tí, sum hevur verið í Degi og viku og ødrum aktualitetssendingum í fama árinum. Johnsigurd Johannesen leggur til rættis. 1994 á skák Í hesi sendingini, sum varar í hálvan triðja tíma, hugna Brynhild Thomsen og gestir sær í nýggjársbarrini. Húsaorkestur spælir, vit fara at síggja onkran leik og tey kendu brotini gamlaårskvøld verða sjálvandi eisini at síggja — m.o. 90 ára fødingardag- urin, Dean Martin og flogskiparin og Mr. Bean. A midnáu ynskja vit gott nýggjár, og hildið verður fram ein hálvan tíma inn í nýggja árið. AR 6SD Syngið við Tá Brynhild Thomsen og gestir hennara í nýggjársbarrini hava ynskt hyggjarunum gott nýggjár, byrjar sendingin Syngið við, sum hesaferð verður úr Vestmanna. Sum vant er hýrurin nýggjársnátt av tí besta, tá trivið verður í kendu >slagararnar< í send- ingini. Ami Gregersen leggur til rættis. Nyggjårsdag kl. 20.25; Eingin framsyning — bert goymsla Fornminnissavnið fær betri umstødur til sínar goymslur, tá gomlu møblahisini hjá Húsbúna í Hoyvík eru liðugt umvæld til várs. Verri er, at ongar framsýningar verða at vísa ferðafólki í summar. Framsýningin á loftinum í gomlu bókasavnshúsunum er tíkin niður, tí hølini skulu brúkast til annað endamál. Og so skjótt sum nýggja goymslan í Hoyvík er klár, verður eisini flutt úr Båtahøllini á Dcbesartrød, ti hon er ikki nóg trygg. Hóast pláss er í Hoyvík, so verða ongar framsyningar har fyribils, ti Fornminnissavnið hevur ikki játtan til endamálið. Bogi Godtfred, Jógvan Eli Dam og Mikkjal H. Øster vitja Fornminnissavnið. Spælimadur å mønuni Í tí lítlu bygdini Anaatevka i Ukrainu hevur mjólkarmaðurin gjørt av, at 5 døtur hansara skulu giftast væl og bæði hjúnabands- meklarin og Várharra verða spurðir. Men genturnar hava eisini sínar dreymar. Tillukku, Kiri te Kanawa Í mars fylti tann kenda new zealendska sopransangarinnan 50 ár, og tað varð hildið við eini gallakonsert í London. Dame Kiris sang sjálv eitt úrval av ariunum hjá Mozart, Strauss, Gershwin, Weill og Puccini saman við London Symphony Orchestra and Choir og einum stórum bólki av Maori sangarum og dansarum úr hennara heim- landi. Nýggjársdag kl. 19.55; Tú stóri heimur Um svert hol, babyunivers og ein samlaða tcori, ið kann greina alt. Inngangssending til dokumentarfilmin >Kosmos — ein stutt søga«, ið verður send sunnukvøldid. Nýggjársdag kl. 18.55: Eitt sindur til mitt hjarta og eitt sindur til Gud Svenskur dokumentarfilmur um eitt konu- fólkaorkestur i Oran í Algeria. Alt summar- ið hoyrist tónleikur av takterassunum og innan úr bakgørdunum, har kvinnurnar halda trúlovilsisveitslur, brúdleyp og um- skering. Tað russiska húsið Am. njósnarafilmur frá 1990. Sean Conn- ery er høvudspers6nurin í hesi filmatisering av skaldsøguni hjá John Le Carré um tíðina eftir at Múrurin rapaði. Hann er bókaút- gevari og verður drigin upp í njósnara- heimin, serliga tí hann verður hugtikin av Katju (Michele Pheiffer). Ikki hóskandi fyri smærri børn. Tyskvøldid kl. 22.00: Kreppa i kær- leikanum Japanskur filmur frå 1986. Kyoko er sterk, røsk og hevur sjálvsálit. Tí tekur hon tað róligt, tá ein fyrrverandi genta mann hennara sendir boð eftir hon- um. Hon liggur fyri deyðanum og vil síggja hann fyri síðstu ferð. Men tann eina ferðin verður til fleiri, og hjúnabandið kemur í vanda. Mikukvøldid kl. 20.35: Riddarahúsið á Arbat Riddarahúsið á Arbatgøtuni í Moskva hevur sína heilt serligu søgu og ikki minst fólkini, sum hava búð har. Her hitta vitm.o. Ninu, sum royndi at drepa Stalin, Vankov prolessara, sum var ein av ovastu general- unum í herinum hjá Zarinum, Kozlovskaja prinsessu og Igor Zinoviev, greiva. Øll hava tey upplivad triggjar kollveltingar, tvey heimskríggj, eitt borgarakriggj, gulag og 70 ár við kommunistiskum stýri. Mikukvøldid kl. 21.35; Fyra stavnar Perry King, Sylvester Stallon Winkler og Paul Mace Am. filmur frå 1974. Vit eru i einum forstadi i New York, Flat- bush. Arider 1957, og fyra ungir jassar hava nógv um at vera at visa sær sálvum og verðini, at teir eru nakrir ordans kalar. Ein teirra er Sylvester Stallone. Hóskveldi Stríðið fyri lívinum Eitt enskt filmslið hevur fylgt nøkrum børnum, sum eru fødd ov tidliga. Eitt teirrra er litli David Reynolds, sum kom í verðina uttan trupulleikar, men beint eftir fødingina helt hann uppat at anda. Nå anda tól fyri hann, og læknarnir kunnu íkki síga, um hann fer at liva, ella um hann hevur fingið mein av viðgerðini. kl. 21.05: Hóskveldið kl. 23.30: Profilurin Jens Olaf Jersild tosar vid Irmu Lauridsen, sum gjørdi av at fara burtur úr Jehova Vitnum. Hon hevur skrivað bókina >Lagnur úr einum ósjónligum fongsli«, har fyrrverandi Jchova Vitni siga sína søgu.