fríggjadagur 30. desember 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
....
p
hann i åravis hevur togast
vid kommununa um at fåa
gjørt nakað vid tilgongdina
ul vidtaluhøli hansara.
- Her eru 40 trappur, og
nógv sjúk sleppa ikki ul
mín. Hjartasjúklingar eru
bláir, tá teir einaferð eru
komnir upp trappurnar. Eg
havi stríðst, og landslæknin
hevur gjørt tað sama, men
einki hendir, og nú finni eg
meg ikki í meira, sigur
Jaspur.
Hann gremur seg ikki um,
at fólkini eru verri fyri, enn
tey vóru fyri nøkrum árum
síðan. Ta broytingina hevði
hann væntað, men hon kom
ikki. Kanska er orsøkin, at
klaksvíkingar hóast alt ikki
eru so svartskygdir, men
fingu mótið aftur, tá flaka-
virkið kundi halda fram.
Fáa ikki pengarnar inn
Andor Ellefsen er formaður
í Kommunulæknafelagn-
um. Hann ásannar, at vakt-
ararbeiðið hjá kommunu-
læknunum ger teir so
bundnar, og at teir fáa ov
lítið fyri sítt arbeiði, og at
hetta fær summar at gevast,
og teir yngru ikki at søkja.
Samstundis er trot á lækn-
um bæði í Noregi og í Dan-
mark. Har eru umstødurnar
so nógvar ferðir betri, og tí
fara fleiri hiðani.
Kommunulæknafelagið
streingir nú á landsstýrið
fyri at fáa skipanina við C-
limum í sjúkrakassunum
broytta. C-limimir eru ein
stórur trupuleiki hjå komm-
unulæknunum. I Havn eru
10-15% av øllum C-limir.
Hesi fólk rinda limagjald
til sjúkrakassan, men tey
fáa einki endurgjald frá
sjúkrakassanum. Hesi
fólkini skulu rinda fyri
læknaviðtalu, men tað er
verri en so aaltíð, at læknin
fær pengarnar inn, ti fólkini
eiga kanska einki.
- Tað er ein vánalig skip-
an, eisini tí tað kunnu fólk,
sum halda seg aftur í at fara
til lækna, títey ikki eiga fyri
rokningina, sigur Andor.
Kommunufelagið hevur
tosað við landsstýrið um alt
hetta, og Andor hevur skilt,
at landsstýrið hevur okkurt í
hyggju. Felagið heldur, at
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum nú
skal hava stundir til atkoma
við onkrum.
Kommunulæknarnir
hava sjálvir skyldina
Nakrir føroyskir læknar
hava útbúgvinga, sum skal
ul fyri at fáa kommunu-
læknastarv. Eingin teirra vil
hava omanfyri nevndu
leysu størvini. Fleiri bíða,
til eitt starv um ikki so langa
tíð verður leyst.
Jenisav Ranaer ein teirra.
Hann arbeiðir í løtuni á
Landssjúkrahúsinum, har
ikki er trupult at fáa arbeiði.
Hann heldur arbeiðskor-
ini hjá kommunullæknum
ikki líkjast nøkrum, hvorki
á bygd ella í bý.
Tað er heilt óhugnaligt,
heldur hann.
Tað er ov mikið av fólki
til hvønn av teimum sjey
kommunulæknunum í
Havn, men tað hevur minni
at siga fyri lønina, hvussu
nógv fólk hvor lækni hevur.
- Í Havn fær kommunu-
læknin meira løn, jú fleiri
vidtalur — hann hevur.
Kommunulæknin átti at
havt fasta løn og kunnað
givið sær stundir til hvønn
sjúklingin, sigur Jenis, sum
harvið ikki sigur, at komm-
unulæknarnir skunda alt
fgjøgnum, men teir kunnu
freistast úl tað. Handa
skipanin kann ikki brúkast,
táein arbeiðir við mennisk|-
um. Hon er betur egnað á
einum virki, sigur Jenis.
Hann hevur lítilan hug at
fara aðrastaðni í landið at
arbeiða sum lækni, tí tað
kann hann ikki bjóða síni
familju at skula vera so
bundin.
- Men eg haldi, at komm-
unulæknarnir sjálvir hava
skyldina av, at stødan er so
vánalig. Kommunulækna-
felagið hevur als ongan fak-
felagspolitikk, og hesum
haldi eg, teir flestu taka
undir við mær í. Komm-
unulæknafclagi = hevur
einki gjørt fyri at bóta um
vidurskiftini, sigur Jenis.
Hann hevði havt hug at
farið il Suðuroyar at arbeitt
sum kommunulækni, men
ikki so leingi sum har eru
tvey læknadømi. Hevði øll
oyggin verið eitt lækna-
dómi, og teir vóru fýra, sum
skiftust, hevði hann sekt
hagar.
Fyribils heldur hann fram
á Landssjúkrahúsinum, har
læknarnir hava frí, tá vakt-
irnar eru av. Arbeiðir ein
sjúkrahúslækni bara van-
liga tíð, er lønin ikki so óg v-
islig, men sjúkrahúslækn-
arnir kunnu taka fleiri vaktir
á seg, tá teir eru illa mann-
aðir, og faa minst líka nógv
burturúr sum kommunu-
læknarnir.
Seta nevnd
Skulu kommunulæknarnir í
Føroyum nakrantíð vænta
sær, at landsstýrið skilir
teir, so verður tað nú, ti
landsstýrismaðurin í
heilsu- og almannamálum
er sjálvur royndur komm-
unulækni.
Andreas Petersen skilir
trupulleikarnar til fulnar og
hevur eisini sett sær fyri at
gera nakað við teir.
Eitt tað fyrsta verður at
seta eina nevnd, sum skal
lýsa tupulleikarnar tl
botns og koma við uppskot-,
um um, hvat gerast kann. Í
hesi nevnd skulu sita um-
boð fyri Kmmunulæknafcl-
agið, Kommunufelagið,
landsstýrið, landslæknan
og kanska eisini sjúkrakass-
arnar. Kommunulæknarnir
hava sáttmálar bæði við
landsstýriðog við sjúkra-
kassarnar.
- Vaktararbeiðið hjá
kommunulæknunum er ov
tyngjandi og samsýningin
svarar ikki til arbeiðs-
byrðuna. Tað er ov strævið
hjá teimum at vera so
bundnir, tí teir koma at
svíkja sína fami'ju og
kunnu ikki vera við til
nakað annað enn arbeiði.
Síða 12 Nr. 249 — 30. DESEMBER 1994 Tíðindablaðið CD
Andreas Petersen, landsstýrismaður, vónar tað fer at eydnast út á várið at fáa givið
kommunulæknunum betri kor, so teir stóðast
Ymisk viðurskifti
Ein trupulleikin er, at vit
ikki kunnu brúka donsku
skipanina. Tað ber til í
Havn, har fólk búgva tætt,
at hava eitt rímiligt tal av
fólki ul hvønn lækna, men
tað ber ikki úl á smærri
oyggjum.
Í mun til fólkatalið er
nógv við weimum fulltíð-
arstørvum á Sandoynni og í
Vágum, men har er neyðugt
at hava tveir og samsýna
teimum vid løn og meira
frítíð fyri arbeiðsbyrðuna
av at hava so nógvar vaktir,
heldur Andreas Petersen.
Ødrvisi samstarv
Hann heldur, tað hevði
hjálpt væl, um Suðuroyggin
hevði verið eitt læknadømi
við fýra læknum, sum sam-
starvaðu við teir báðar
læknarnar á sjúkrahúsi-
num. Men tað er at gera upp
við vanahugsan, og tað er
ikki altíð so lætt.
Tað sama í Klaksvík. Tað
skuldi borið úl at lagt (*
skipanina um, so komm-
unulæknarnir eisini vóru á
sjúkrahúsinum og kanska
høvdu viðtalu har eisini.
Hetta hevði eisini havt tann
Vágur hevur leingi bara havt ein lækna. Tá so einasti læknin, Óli Bech fór í farloyvi, stóð á at finna avloysara. Nú ætlar
hesin sær svaið aftur. Um høgtiØina hevur eingin lækni verið í Suðuroyar sunnaru helvt
fyrimun, at á sjúkrahúsun-
um eru jú sjukrasystrar,
sum komu upp í skipanina.
Andreas Petersen heldur
tað vera vert at hugsa um,
um ikki Vestmanna og
Kollafjørður kundu verið í
læknadømi saman við
Havnini. Aðrastaðni hava
kommunulæknarnir = lika
stór oki, og nú bergholið er
komið, skuldi borið til.
- Upp á henda mátan
kundu fleiri kommunu-
læknar koyrt sjúklingar á
sjúkrahús í staðin fyri
sjålvir at viðgera teir, sigur
Andreas Petersen. Hann
nevnir tað løgna í, at dettur
Ld. cin cysluroyingur og
fær hol á høvdid, skal sjúkl-
ingurin sjálvur (ella sjúkra-
kassin) gjalda rokningina
i o ANDNFOREND LEN +
3 pe
'
REDONOR-TESTAMENTER« fås GRATIS hos …
mumt på spetrker, hllhot:her. í blodhankerne m.v
Kvinnuhusid
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn
héskvøld frå kl. 19.00—21 09, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2, eila á t'f. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
10.00—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frå *'. 10.00 tyrrapart til kl. 7.00 á morgni.
uppá 200 krónur, men tað er
ókeypis hjá fólki Ld. í Havn
at fáa hol á høvdid, tí tey fara
beint á sjúkrahús.
- Tað er eisini ein spurn-
ingur, um kommunulækna-
viðtalurnar eiga at vera
privatar fyritøkur. Hetta må
takast vid, tå nevndin fer til
verka, sigur Andreas
Petersen.
- Fyrr var tað eitt kall at
vera lækni, og eingin setti
nakað spumartekin við, at
kona læknan hjålpti til og
fekk einki fyri tað. Fram-
vegis noyðast konurnar at
hjálpa, men tað ber ikki til at
krevja, tí konurnar hava
sjálvar sítt arbeiði at røkja,
sigur Andreas Petersen.
randi