fríggjadagur 30. desember 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
bu”
fer at spila seg meira út
komandi ár.
Karl greiðir frá, at teir
fara at nýta smærri og
»smartari« dunkar, aðrar
etikettir Osv.
- Vit hava higartil nýtt
stórri dunkar enn aðrar
fyritøkur, og hóast okkara
sápa hevur verið bíligari,
verða vit noyddir at gera
hesa broyting, skulu vit
klára okkum í kappingini,
sigur hann.
Satsa uttanlands
Men tað er uttanlands, at
teir stóru marknaðirnir eru.
Tað er har, framtíðin er,
sum teir siga á Kemilux.
Millum ætlanirnar fyri
1995, eru tí m.a. stór sølu-
framstig uttanlands.
- Vit hava gjørt eitt
kartotek yvir allan tann
danska handilsflotan - uml.
1.000 skip - og fara í kom-
andi ári at senda øllum
hesum skipum skrivligt til-
far um okkara verur, við
viðmælum frá vælnøgdum
brúkarum, greiðir Karl frá.
Hetta verður ein iløga
uppá uml. eina hålva milli-
ón tilsamans - men teir hava
góðar vónir um, at pengar-
nir verða vunnir aftur við
øktari sølu.
Dygd er lyklaorðið
Men at marknadarføra
nyttar sjálvsagt lítið, um
ikki dygdin er í lagi.
Og tað er hon hjá Kemi-
lux!
Krøvini frå myndugleiku-
num - serliga ES - ul tann
kemiska idnadin verda al-
samt strangari. Nýggj krøv
verda sett alla tidina, og tad
eru verri enn so øll virki,
sum klára at liva upp til hesi
krøv.
Fyri alla tíðina at vera fult
á hædd vid krøvini, hevur
Kemilux ti fingid f lag
samstarv vid fyritøkuna Al-
tox i Keypmannahavn, sum
stødugt kannar vøruna, og
sigur frå teimum nýggju
krøvunum.
Hetta ger, at Kemilux
altíð heldur tey krøv, myn-
dugleikarnir seta - og kun-
danum nýtist aldrin at vera í
iva um, hvert vøran er í lagi
ellaei.
Góðar vónir
Úrslitið hjá Kemilux í
1994 er frálíkt. Umsetning-
urin er vaksin við millum 8
og 10% í mun til í fjør.
Men hverjar eru vónirnar
fyri 1995?
- Tær eru góðar, sigur
Johan Eysturoy. Tað er so
ymiskt sum mett verður -
summir rokna við 10% í
vøkstri í mun til 1994, aðrir
vóna, at vøksturin verður
20%. Sjálvur verði eg væl
nøgdur, um vit við árslok
komandi ár kunnu staðfesta
ein líka stóran vøkstur sum í
ár.
Tað snýr seg
um hugburð
Jú, teir eru bjartskygdir á
Kemilux.
Og tað er óvanligt í
Føroyum í dag.
- Fólk halda teg næstan
vera undarligan, ert tú ov
bjartskygdur, heldur Karl á
Høvdanum Andreasen fyri.
Og tað er vandamikið. Tí ert
tú svartskygdur, ber einki
til.
- Og tað snýr seg um at
venda síni orku móti loys-
nunum, leggur virkisleið-
arin, Leivur Andreasen
afturat.
- Tað er alt ov nógvir
føroyingar, sum bara venda
sær móti trupulleikunum.
S-S-
Schønning Eysturoy við
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 249 — 30. DESEMBER 1994 Síða 11
einum antikviteti: Fjølini,
hann brúkti at røra í
baljuni við, tá hann byrjaði
at blanda sápu fyri 30 árum
síðani
Myndir: Kalmar
Kommunulæknar flýggja:
Nú verður heilt galið
Korini eru so vánalig, at kommunulæknar fáast ikki til fleiri stórv
Tað hevur áður verið
frammi, at eingir læknar
hava sekt, tá kommunu-
læknastørv hava verið leys
t.d. í Sandoynni og í Suð-
uroyar sunnaru helvt.
Nú er heilt galið aftur í
fleiri støðum í landinum.
Fleiri ósett kommunulækn-
astørv eru, og fleiri komm-
unulæknar eru flýddir og
flýggja. Fleiri stinga av til
Noregs, har arbeiðsviður-
skiftini eru nógvar ferðir
betri, og lønin væl hægri.
- Tað líkist púrasta ong-
um. Eingin kann bjóða sær
og sínum at vera kommunu-
lækni aðrastaðni enn i
Havn, sigur Jenis av Rana,
sum hevur roynt seg sum
kommunulækni bæði í
Havn og aðrastaðni í landi-
num. Hann heldur stóðuna
vera katastrofala, og sigur
arbeiðsviðurskiftini vera so
vánalig, at tey næstan
minna um trælahald.
Soleidis er stødan nú
kring landið:
Eingin í Vági
Í Suðuroyar sunnaru helvt
eru tvey normerað komm-
unulæknastørv, men annað
starvið hevur verið ósett í
fleiri ár, síðan Håldan
Simonsen segði upp og nú
arbeiðir norðanfjørðs.
„Hin kommunulæknin,
Óli Bech, fór í heyst í far-
loyvi og er nú í Noregi og
arbeiðir.
Tað stóð leingi á at fáa
nakran avloysara, men tað
eydnaðist umsíðir at fáa ein
dana at avloysa Ola í nakrar
mánaðir. Hann verður har
til 1. februar, og tað hevur
eydnast at fáa ein svia at
taka við tá.
Um høgtidina hevur eing-
in lækni verið í Vági, ti av-
loysarin hjá Ola er í jólafrí.
Telefonsvararin vísir til
kommunulæknarnar og til
sjúkrahúsið á Tvøroyri.
Magnus fer
Magnus Magnussen hevur
havt fast starv í Sandoynni
síðan august 1986. Hann
hevur nú sagt upp og fer úr
starvinum i. mars. Søkt er
eftir nyggjum lækna fyri
hann, men eingin væntar, at
nakar føroyingur fer at
søkja.
Tveir kommunulæknar
eru f oynni.
- Tad er íkki liv at arbeiða
sum lækni í Sandoynni, ti
vaktararbeiðið er alt ov
tyngjandi, og trupulleik-
arnir hjá fólki so nógvir,
sigur Magnus.
Tað serliga er við arbeið-
inum hjá læknunum í Sand-
oynni, at har er einki sjúkra-
hús, og læknamir noyðast ti
sjålvir at gera nógv av ti,
aðrir kunnu lata sjúkrahús-
læknarnar um.
- Haraftrat virka vit sum
sosialrådgevar. Eingin t0-
sialrådgevari er her, og vit
noyðast tí sjålvir at hjálpa
við umsóknum og veita al-
skyns sosiala vegleiðing.
Havast skal í huga, at ar-
beiðsloysið í Sandoynni er
sera stórt, og nógv fólk tí
eru illa fyri bæði so og so.
Púra einsamallur
I Vágum hevur Marjus Dam
verið einsamallur komm-
unulækni, síðan Elisabeth
Thorsteinsson 1. september
varð sett at avloysa lands-
læknan, sum hevur farloyvi
til næsta summar. Søkt varð
eftir avloysara, men eingin
hevði áhuga.
- Tað er ríkiligt arbeiði til
tveir læknar her, sígur Mar-
jus Dam.
Hann heldur eitt av ti
ringasta vera, at tå tað van-
liga arbeiðið er av, er alt
pappírsarbeiði eftir at gera.
Tað má hann taka við sær
heim, og ofta hópar tað seg
upp, ti hann kemur ikki
óigjøgnum tað.
Tað er sera troyttandi at
vera cinsamallur, tí hann
hevur vakt alt samdøgrid
hvønn einasta dag í vikuni.
Tað kann henda, hann
verður tilkalladur nakrar
ferðir efúr einari náu. og
skal so kortini meta í
vidtaluhølinum morgunin
eftir.
Marjus hevur tó ta fatan,
at vágafólk halda seg aftur í
at ringja til læknan um
náttina, tí tey vita, at hann er
einsamallur.
- Tað er ikki bara gott, tí
onkuntíð hevði verið betri,
høvdu tey ringt fyrr, sigur
Marjus.
Einasti máti, Marjus kann
fáa frí okkurt vikuskifti, er,
tá Elisabeth Thorsteinsson
kemur vestur at avloysa.
- Hon kemur vestur, bara
tí hon hevur tilknyti til
oynna, og tí hon er so beina-
som, sigur Marjus, sum
eisini veit at siga frá meira
arbeiði orsakað av arbeiðs-
loysi og flyting av landi-
num. Fólk fara meira til
lækna, tá alt rillar.
Hann heldur tað ikki vera
so løgid, at eingin tímir at
avloysa eitt vikuskifti, ti
vaktargjaldið leygardag og
sunnudag er ikki meira enn
8,60 krónur um tíman,
Kemurein avloysari at hava
vakt leygardag og sunnudag
fær hann ikki 500 krónur
fyri eitt heilt vikuskifti.
- Fyrr vildu allir læknar
vera kommunulæknar.
Nógvir vilja tað framvegis,
men so fara teir av land-
inum. Hetta ber ikki til, og
nú má okkurt gerast, sigur
Marjus Dam.
Fer til Noregs
Jaspur Petersen hevur verið
kommunulækni í Klaksvík í
15 år. Nú hevur hann sekt
um farloyvi og fer 1. mars
til Noregs at arbeiða. Nú var
neyðugt at sleppa at royna
| SKKRAMUS OG AOKTARHEIM N
Ein máti kundi verið at økt um smastarvid millum
kommunulæknar og sjúkrahúslæknar
okkurt annað.
Eydnast er at finna av-
loysara fyri Jaspur, men
samstundis er ein annar
sjúkrameldaður, og eingin
avloysari er komin fyri
hann.
Teir triggir læknarnir
skiftast um at hava vakt.
- Tað er strævið at vera so
bundin, arbeiðsvikan er
long, og náttararbeiði slítur,
sigur Jaspur.
- Lenin hjá okkum er góð
samanborið við, hvat fjøldin
av fólki hevur at liva av,
men afturfyri er arbeiðs-
vikan sra long, so timalønin
er einki at reypa av.
Tað er tó ikki lønina,
Jaspur er mest ónggdur við.
- Skulu vit sum læknar
kunna veita góða tænastu,
eiga vit at sleppa at gera
læknaarbeiði burturav, men
tað skrivliga arbeiði fer við
alt ov nógvari tid, og
haraftrat er so nógv annað at
stríðast við.
Hann nevnir sum dómi, at
2>