fríggjadagur 30. desember 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 249 — 30. DESEMBER 1994 Síða 19
galda komandi try árini, og
so aðrar vinnufremjandi
lógir, sum verða gjørdar
klárar at leggja fyri ungid.
Í nyggjastu hagtølunum
hava vit åbendingar um, at
tað gongur rætta vegin. Pri-
vata framleiðsluvinnan er
nakað økt í 1994, meðan al-
mennu tænasturnar og
byggi- og handilsvinnan
saman við flutningi er
minkað nakað. Vit mugu
framvegis styrkja privatu
framleiðsluvinnuna. Gera
vittað, so fer handilsvinnan
og flutningsvinnan at fylgja
við. Almennu tænastunum
mugu vit halda í stuttum
tjórði. Byggivinnuni er
neyvan ljós fyri komandi
árini. Vitmugu síggja í eyg-
uni, at vit í åttatiårunum
hava bygt okkum langt inn í
komandi øldina.
Ótryggleikin
Er einki sum kann verða
stórt afturstig?
— Tað eru fleiri spurning-
ar, sum kunnu órógva okk-
um, men vit vita hverjir teir
eru.
Hverjir eru teir?
- Almennu grunnarnir —
Húsalánsgrunnurin, Ídnað-
argrunnurin og Menningar-
grunnurin — saman við Arb-
eidsloysisskipanini eru
spurningar, sum neyvan eru
avgreiddir eina ferð fyri
allar.
Og so hevur tað stóran
tydning, hvørjar kvotur vit
fáa í fremmandum sjógvi.
Tað kann enda við, at vit
ongan sáttmála fáa við Nor-
eg, men eg velji at rokna
við, at tað endar við einum
sáttmála.
Men so skulu vit eisini
nevna lutirnar, sum benda á
mótsatta borðið.
Í ti sambandinum vísir
løgmaður á, at allar hugsan-
ir um at minka um blokk-
stuðulin ella at prístalsvið-
gera hann eftir føroyska
prístalinum eru lagdar á
hillina. Blokkurin verður
framvegis reguleraður eftir
danska prístalinum. Danski
prisvøksturin er tvey pro-
sent stórri enn tann før-
oyski, og tað bar við sær, at
blokkurin fyri 1995 er ásett-
ur til 843 milliónir móti 826
í 1994.
Harafturat eru tað fleiri
útreiðslur sum tyngja fíggj-
arlógina, men sum nú fara at
minka. T.d. verður havna-
ætlanin liðug í 1995, sjúkra-
húsið í Suðuroy verður lið-
ugt útbbygt og millum-
bylgjusendarin verður út-
goldin.
Ikki meiri fram
eftir fummum
Edmund Joensen heldur,
at tað er ógvuliga avger-
andi, at tað, sum hann kallar
fram-eftir-fummum-polit-
ikkurin verður avloystur at
meiri málrættaðum polit-
ikki, sum verður rikin innan
fyri greitt avmarkaðar
karmar.
— Tað hevur kostað før-
oyska samfelagnum ógvu-
liga nógv, at tað almenna
hevur játtað í eyst og vest,
og atlandskassin hevur tíkið
um endan, tá trupulleikarnir
eru akuttir.
Gera tit nakað, sum fer at
bóta um tað?
— Vit eru komin burtur úr
veðhaldspolitikkinum, og
vit royna at fáa fastatøkur á
almennu útreiðslunum, so
tað ikki verður neyðugt við
eykaútreiðslum.
Okkurt er batnað. T.d.
eigur Postverkið eina milli-
ón á fíggjarlógini. Postverk-
ið og aðrir almennir stovnar
eiga at hvíla í sær sjálvum.
Eisini Strandferðslan?
— Tað ber neyvan til. Men
vit mugu gera upp við okk-
um sjálvi, hvat vit vilja
gjalda fyri samferðsluna. Tá
karmurin er lagdur, so ber
ikki til at økja um útreiðsl-
urnar á einum gki, uttan at
tað verður spart onkra aðra
staðni.
Hetta skal
eisini vera
galdandi á tungu almennu
økjunum. Tá hugsi eg um
sjúkrahúsini, skulamar og
almennu veitingarnar.
Tit tosaðu um privatiser-
ingar undan løgtingsvalin-
um. Hvussu gongur við
teimum?
— Vit eru fýra flokkar í
samgonguni, og tað skal
verða semja um tær privati-
seringarnar, sum skulu ger-
ast.
Vil tað siga, at tit hava
slept tí hugsanini?
— Nei. Vit ætla framvegis
at privatisera teir reyðu last-
bilarnar. Ein annar stovnur,
sum nógv hevur verið tosað
um at privatisera er Lands-
verkfrødingurin. Núer virk-
semið so mikið lítið har, at
har er næstan einki at priva-
tisera.
Styrisskipanin
Hvat fer løgmadur at nýta
komandi árið til?
- Umframt vanliga ger-
andisdagin eru tað fleiri
stórir spurningar, sum skulu
loysast. Ein er nýggja stýris-
skipanarlógin, sum er sam-
tykt. Tann parturin, sum
hevur við lógararbeiðið at
gera, skal setast í verk á
ólavsóku.
Eitt ár seinni skal tann
parturin, sum hevur við ráð-
harrastovurnar at gera, set-
ast í verk. Í tí sambandinum
verður fyrireikingararbeiði
at gera. Tað hevur ikki
minst áhuga hjá løgmanni,
sum verður stjórnarleiðari
undir nýggju skipanini.
— Vit arbeiða við eini
kanning, sum skal gera
klárt, hvussu mest fæst fyri
pengarnar, ið verða brúktir
til fyrisitingina. Tað er av
alstórum týdningi, at hetta
víttfevnandi arbeiðið verð-
ur gjørt.
Marknaðurin
Sáttmálasamráðingarnar
við ES eru avgerandi fyri
framtíðina. Í samgongu-
skjalinum stendur, at vit
skulu kanna, hvor best
gagnliga skipanin er. Tað
arbeiðið verður sett í verk
beinanvegin í nýggja árin-
um.
Hvussu fer tað at ganga
fyri seg?
— Tað verður ein bólkur
settur, sum skal gera arbcið-
ið liðugt innan tríggjar mån-
aðir. Vit hava ikki avgjørt,
hvor skal manna hann, men
ein møgulciki er at gera sum
í Íslandi. Har var tað Fróð-
skaparsctrid, sum savnaði
tilfarid, sum so var vidgjørt
í einum størri forum, mann-
að við Ld. umboðum fyri
vinnuna. Eg vóni, at urslitid
av ti arbeiðnum kann vera
liðugt á ólavsgku, so polit-
ikarnir kunnu taka stóðu.
Annars arbeiða vit dag-
liga við sambandinum mill-
um Føroyar og ES. Ein
spurningur er, hvussu skal
vera vid sambandinum vid
londini, sum å nyggjårinum
fara úr EFTA og upp i ES.
Vit hava sáttmála við tey.
Uppsagnartidin er eitt ár, og
vit arbeiða við at fáa gagn-
liga skipan í sambandi við,
at tey fara uppí.
Ein annar spurningur eru
smáar — men fyri okkum
tydninzarmiklar — broyt-
ingar í galdandi sáumála.
Har sær út til, at vit fyrst í
komandi ári fáa ta broyting,
at avmarkingin í útflutningi
av pancradum vørum verð-
ur tikin burtur. Uppskot um .
hetta er komið so mikið
langt, at tað verður lagt fyri
EFráðið tíðliga komandi ár.
Løgmadur hevur ábyrgd-
ina av oljuvinnuni. Har
heldur hann tað gongur sum
ætlað. Arbeiðast skal við
lógarsmíðinum, so tað til
ásettu tíðina verður klárt at
bjóða út.
— Undirgrundini hevur
gingið striluð við. Tað skal
haldast fram við samráðing-
unum á embætismanna-
stígi, men tað hevði verið
gagnligt við ætlaða fundin-
um við bretska politiska
myndugleikanum. Hann
verður eina ferð í vár.
Mugu vera
frammanfyri
Løgmaður heldur, at tað
er alncydugt, at føroyingar
læra at vera meiri virknir,
soleiðis at skilja, at samfel-
agið ger seg klárt til tær
broytingar, sum koma utt-
anífrá og inn yvir okkum:
— Tað hevur oftast verið
soleiðis, at veruleikin hevur
yvirhálað okkum, soleiðis
at vit í skundi hava verið
noydd at úllaga okkum
broyttu fyritreytimar. Tað
ber ikki ul í longdini. Um
vit vilja vera limir í felags-
skapur.: ella ikki, so broytir
tað ikki verulcikan, at vit
eru partur av alheimssam-
felagnum, og at avgerðir,
sum verða unar í altjóða
hópi, koma okkum við.
Hvat ætlar tú at gera við
tað?
— Eg kundi hugsað mær,
at ein bólkur av serfrøding-
um fekk til uppgåvu at
fylgja vid, lodda dypid og
kunna um, hvussu altjóða
rákið er, Ld. tá tað ræðum
um havrætt, undirgrund og
marknaðarbroytingar. H6-
ast fleiri avtalur eru gjørdar
seinastu árini, sum tykjast
røkka fleiri år fram í tíðina,
so kunnu vit neyvan rokna
við, at skipanir av ymsikum
slagi verða Gbroyttar í nógv
ár. Tað gongur við alt stórri
ferð, og vitmugu fylgja við,
hvat rørir seg.
Eg imyndi mær, at nevnd-
in eisini hevði eina rådgev-
arauppgávu ella var ein
strateginevnd. Tað hevði
avgjørt verið gagnligt.
Føroyar eru í altjóða høpi
ikki nógv gðrvísi enn ein
hvor fyritøka. Á virkinum
hjá okkum norðuri á Oyri
kunnu vit ikki sita og
hyggja at okkum sjálvum
og halda, at tað fer at ganga.
Vit noyðast alla tíðina at
fylgja við og tillaga okkum,
og tað haldi eg eisini, at pol-
iuski mynugleikin skuldi
kent ábyrgd fyri.
Alitisváttan
Í hesi vikuni varð fyrsta
veljarakanningin kunn-
gjørd cftirløgungsvalid, og
gav hon sambandsflokkin-
um størstu framgongdina.
Tað frøist sambandsfor-
maðurin sjálvsagt um:
—Øll minnast, hvussu tor-
ført tað var at skipa sam-
gongu. Tað miseydnaðist
við borgarligu samgong-
uni, og so noyddust vit
tvørtur um miðjuna. Tað
var nógv tosað og skrivað í
tí sambandinum. Men tað
eydnaðist, og eg síggi velj-
arakanningina sum eina
álitisváttan fyri tað arbeið-
ið. Og fyri tað arbeiðið, sum
vit síðani tá hava fingið frá
hondini.
Men tað sá ikki so væl út
hjá samgonguflokkunum?
— Samgongan sum heild
segðist í kanningini at vera
styrkt síðani valið. Aftur-
gongdin hjá javnaðarflokk-
inum og sjálvstýrisflokkin-
um var næstan eingin, og so
hevði verkamannafylking-
in lítla framgond. Tað haldi
eg at bæði sambandsflokk-
urin og samgongan kunnu
vera nøgd við.
Nýggjársynski
Vit biðja løgmanni gott
nýggjár. Hann takkar fyri
og ynskir á sama hátt. Vit
spurdu hann at enda, hvørji
nyggjårsynskini hjå løg-
manni eru:
— At tað má ganga framá
fyri land og fólk, soleiðis at
føroyingurin trivist i Føroy-
um. Hetta er m.a. tengt at
politiska arbeiðnum, og í tí
sambandinum ynski eg, at
samgongan megnar at stýra
kósina, sum er stungin út,
og harvið greiðir setningin,
sum hon hevur sett sær. Tað
er ikki so lítið at ynskja sær,
tí vit vita, at trýstið verður
stórt frá nógum síðum.
-nes