fríggjadagur 30. desember 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AN} SA BÆR
|
Sida 18
Nr. 249 — 30. DESEMBER 1994
Nyggjårspråt vid Edmund Joensen, løgmann:
málrættað
„Vit mugu fáa greiðar karmar um alt samfelagsvirksemi.< Hetta
er nýggjársynskið hjá Edmundi Joensen, løgmanni, sum heldur
at fram-eftir-fummum-politikkurin hevur kostað okkum ov nógv
Fyrsta nýggjárstalan hjá
løgmanni verður at síggja
og hoyra í út- og sjónvarpi á
nýggjárinum. Aðrenn rgð-
an verður hildin, settu vit
løgmanni stevnu fyri at
frætta um ynskini fyri kom-
andi árið, og hvussu hann er
nøgdur við stutta tíðar-
skeiðið, sum er runnið síð-
ani fýra flokka landsstýris-
samgongan millum sam-
bandsflokkin, javnaðar-
flokkin, verkamannafylk-
ingina og sjálvstýrisflokkin
sá dagsins ljós fyri góðum
trimum mánaðum síðani.
Løgmaður metir tíðliga í
Tinganesi, og hann er nógv
til arbeiðis. Hesa ársins tíð-
ina sær hann so at siga ikki
heimbygdina Oyri í dags-
ljósi. Heldur ikki leygar-
dagar og sunnudagar, tí hig-
arul hava nógvir biltúrar
verið suður ul Havnar í
vikuskiftinum.
Tá Edmund Joensen tók
við sum løgmaður var eitt
av privatu ynskjunum, at
tað framvegis fór at vera
møguleiki at taka kortblød-
ini upp í hondini. Løgmaður
er brigdeáhugaður, men tá
vit spyrja, hvussu tað gong-
ur við kortspælinum, so
ásannar hann, at higartil
hevur eingin lýta verið til
slíkt. Men hann hevur eitt
stillisligt ynski um, at eina
ferð í vetur fer at vera tíð til
tað!
Nóg ofta frammi
Tá ert ikki so nógy at
síggja á sjónvarpsskíggj-
anum og hoyra í útvarp-
inum, sum onkur av undan-
monnunum hjá tær hevur
verið?
— Eg haldi, at eg havi ver-
ið nóg nógv frammi. Á tí
gkinum eru vit eitt sindur
ymisk. Um løgmaður skal í
luftina, so skal hann hava
onkur tíðindi at bera ella
hava ein hugburð at koma
við til ein spurning, sum er
uppi. Og tá tað hevur verið
soleiðis, so havi eg verið
frammi.
Hevur tú nakrantíð borið
tey undan?
— Tað er komið fyri, men
so hevur tað verið tí, at eg
havi mett, at tað var óneyð-
ugt, ella tí stødan ikki hevur
verið nóg avklára. Tað er
týdningarmikið, at tað er
álit í tí, sum tú sigur. Tað ber
ikki til at siga eitt, og so er
alt broytt 14 dagar seinni.
Tað sum hevði skund
Tá vit tosa politikk, er
løgmadur í stóran mun
nøgdur við stutta tíðar-
skeiðið, sum er runnið, síð-
ani hann setti seg í landsins
hægstaembæti, men tað eru
viðurskifti, sum hann held-
ur kundu gingið ødrvisi fyri
seg:
— Tá vit tóku við. vóru tað
fleiri uppgávur, sum tað
hevði skund at fáa frá hond-
ini. Ein var samráðingarnar
við danir, ein onnur var
fíggjarlógin, og ein triðja
var spumingurin vidvikj-
andi teimum arbeidsleysu.
Allir spurningarnir eru
avgreiddir. Samrådingarn-
ar vid danir gingu væl.
Pengar vórðu settir av til
framleiðsluskapandi vinnu,
reglugerðin fyri grunnin er
liðug, og so er eftir at fáa
virksemi, sum kann skapa
arbeiðspláss.
Ein loysner fingin fyri tey
arbeiðsleysu, sum ber í sær,
at tað verður lættari hjá
teimum at koma igjøgnum
komandi árið. Men vit
mugu síggja í eyguni, at
loysnin ongantíð, er nóg
góð, fyrr enn tey arbeiðs-
leysu hava møguleika at
arbeiða fyri sína løn.
Figgjarlogin
Fíggjarlógin var eisini
samtykt. Sambært lógina er
hallið minni, enn uppskotið
hjá landsstýrinum legði upp
til, men løgmaður dylur ikki
fyri, at hann ikki er heilt
nøgdur við soleiðis sum
lógin sær út:
— Vit høvdu lagt upp til
nakrar broytingar å heilsu-
og skúlagkinum. Talan var
ikki um serliga stórar spar-
ingar í 1995, men broyting-
arnar høvdu borið við sær,
at tað hevði borið til at ratio-
nalisera meiri í fíggjarlógini
fyri 1996.
Núnoyðast vit í landsstýr-
inum at liva við, at meirilut-
in í løgtinginum t.d. hevur
givið ul kennar, at eingin
skúli skal flytast í 1995. Tað
vil siga, at tað ber heldur
ikki til at fara inn og broyta
lógirnar fyri einstøku skúl-
arnar.
Fylgjan av fíggjarlógar-
viðgerðini er, at tað verður
meiri enn torført at náa mål-
ið, sum er at fáa javnvág á
fíggjarætlanina í 1998
Aralagið
Tá samgongan ikki sam-
tykkir, soleiðis sum tit í
landsstýrinum høvdu ætl-
að, bendir tað so ikki á, at
áralagið í samgonguni ikki
er nóg gott?
— Í landsstýrinum er sam-
starvið avbera gott. Vit hava
nógv við hvønn annan at
gera dagliga, kemiin tykist
passa væl saman, og tað
kennist, sum at álitið mill-
um landsstýrismenninar er
stórt. Tað hevur stóran týdn-
ing. Landsstyrismenninir
eru samdir í, hvat málini eru
fyri samgonguskeiðið, og
teir megna allir at síggja
spurningarnar í einum
hcildarhøpi fyri alt samfel-
agið. Tað hevur eisini stóran
týdning, at allir fýra sam-
gonguglokkarnir hava sett
fólk út í Tinganes, sum
kunnu taka avgerðir. Onk-
untíð hava vit sæð, at flokk-
ar hava sett éroynd umboð í
Tinganes, meðan tey
royndu, sum hava tikið av-
gerðirnar, hava sitið í ting-
inum. Eg rokni við, at tað
man kennast darvandi, men
tað kunnu vit ikki skylda
uppá.
Men alíkavæl hava tit
havt trupulleikar við at fáa
fíggjarlógina ígjógnum,
sum landsstýrið var samt í?
— Eitt er landsstýrið og
samstarvið har, og eitt ann-
að er samgongan. Har eru
fýra flokkar og nógvir per-
sónar. Tí eru áhugamálini
uppaftur meiri ymisk enn í
landsstýrinum, bæði hug-
sjónarliga og tá tað ræður
um játtanir til ymisk øki í
landinum. Hóast alt so haldi
eg, at samstarvið hevur ver-
ið brúkiligt, og tað, sum var
í sambandi við fíggjarlógar-
uppskotið, velji eg at síggja
sum byrjunartrupulleikar í
samstarvi, sum fer at halda
á, til valskeiðið er út.
Vidurskiftini
vid Danmark
Samgongulimir vóru við
til at samtykkja at kanna
bankarnar?
— Eg havi einki í móti, at
bankarnir verða kannaðir.
men eg ivist í, um nakað
gagn er í samtyktini. Føroy-
ingar hava fingið allar upp-
lýsingar úr Danmark, sm
teir hava biðið um. Spurn-
ingurin er so, um tað er bið-
ið um allar upplýsingar,
sum nú verða hildnir vera
neyðugir fyri at fáa alt fram
í ljósið. Tað er altíð lætt at
vera efurklókur.
Men heldur tú, at hetta
fer at hava árin á viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark?
— Kanska vóru viðurskift-
ini eitt sindur køld, tá teir
donsku fjølmiðlarnir
gjørdu nógv burtur úr, og
danskir politikarar frættu
um viðurskifti, sum ikki
vóru í lagi, t.d. á Almanna-
stovuni. Meneg haldi, at tcy
eru batnadi munandi, ikki
minst eftir at forsætismåla-
rådharrin var her á arbeiðs-
vitjan.
Eg havi ikki tosað við pol-
itisku myndugleikarnar í
Danmark um, at føroyingar
seta spurnartekin við avtal-
ur, sum eru gjørdar millum
føroyingar og danir, og
krevja nyggjar upplýsingar,
men eg ivist ikki í, at teim-
um líkar hetta lítið. Teir eru
meiri hugaðir at arbeiða við
framtíðini.
Botr.ur lagdur í
Eru allar fyritreytir í
lagi, soleiðis at talan verð-
ur um framgongd í Føroy-
um i 1995?
Tað gongur í hvussu so er
rætta vegin. Vitstremba eft-
ir at landskassin skal hava
javnvág. Tað var eitt krav
frá dønum, at hallið skuldi
figgjast av okkum sjålvum,
og tað hava vit avgreitt við
lånsbrøvunum.
Tað verður neyðugt at
spara meiri á rakstrinum hjá
tí almenna komandi árini,
men tað er eisini av alstór-
um týdningi, at virksemið í
samfelagnum verður stórri,
so inntøkurnar vaksa.
Mest av øllum ræður um,
at tólkið, sum búleikast í
landinum, fær rúmari kor,
so tey verða verðandi her.
Tað hava vit eisini roynt at
býtt um. Vit kunnu býta før-
oyingar upp í teir, sum hava
arbeiði, og sum kenna seg
plágaðar av skatti, og so
teir, sum einki arbeiði hava.
Fyrra bólkin hava vit bøtt
um korini hjá við at lækka
marginalskattin og við at
seta ferðafrádráttin í gildi
aftur, og vit rokna avgjørt
við, at nýggi grunnurin og
tær vinnufremjandi lógirn-
ar, sum eru og fara at verða
lagdar fram í tinginum, fara
at betra um møgulcikarnar
hjá fleiri at koma í arbeið.
Her hugsi er um lønarend-
urgjaldslógina, sum fer at