mikudagur 4. januar 1995síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 4. JANUAR 1995
fíðindablaðið >“
(17)
13
disskílasninar á 0Jans1ar) Í
Oljuhgvuðs-
staðurin
Kemilux
framleiðir
Kemilux útflytur nú
umleið 50% av samlaðu
framleiðsluni
til eitt nú stór oljufeløg
til oljuvinnu
-Tað vóru ikki vit, sum fóru til teirra, men teir,
sum komu til okkara sigur umboð fyri Kemilux
um sóluna av reingerðareynum til útlendsku
oljuvinnuna
Týsdagin tann 18.19.94
vóru vit og tosaðu við eitt
umboð fyri Kemilux. Vit
spurdu um teir høvdu fyri-
reikad seg til eina komandi
oljuvinnu í Føroyum.
FYRIREIKINGAR
TIL OLJUVINNUNA!
Umboðsmaðurin segði, at
teir ikki beinleiðis høvdu
fyrireikað seg til oljuvinn-
una, men at teir longu vóru
komnir inn í hana. Hetta
sigur hann, tí tann útlendska
oljuvinnan kom fyrst til teir.
Kemilux útflytur sum nú
er umleið 50% av samlaðu
framleiðsluni. Hesin út-
flutningur er reingerðings-
evni ul boripallar í Skot-
landi og Norra. Reingerð-
ingsevnið, ið nýtt verður,
hevur fingið góða móttsku
millum hesi oljufeløg.
Orsøkirnar ul, at:teir hava
so stóran útflutning, er at
vera teirra bæði er um-
hvørvisvinarlig og góðskan
framúrskarandi
MARKNAÐAR-
FØRSLA!
Vidvikjandi marknadarfør
ing hjå Kemilux verdur ikki
nógv gjørt burturúr. Kemi-
lux hevur tó eina sølu- og
marknaðardeild, har roynt
verður at lýsa veruna. Hetta
kemur av, at tað er so kostn-
aðarmikið at lýsa eina veru.
Tær lýsingar, ið gjørdar
verða í Føroyum, eru út av
lagi vánaligar, tí at tey, ið
gera lýsingar, bara hugsa
um at selja seg sjálv og ikki
lýsingarnar, greiddi um-
boðsmaðurin okkum frá.
Umboðið fyri Kemilux
heldur, at meira skuldi verið
gjørt fyri at føroyskar fyri-
tøku kunnu lýsa veruna
betur, t.d. vid at geva stuðul.
Hann heldur, at fyri at
bóta um hetta, kundu føroy-
ingar í felag stovnað eitt út-
flutningsråd, sum onnur
lond hava, har øll virki vóru
umboðað
GODSKU
GODKENNING
Kemilux gongur høgt uppí,
at dygdin á reingerðings-
evnunum er góð. Tí hann
heldur, at tad ikki altid er
prísurin, sum er avgerandi,
men dygdin. Teir arbeiða
fram ímóti at góðskan
verður ISO 9000 góðkend,
og tekur hetta langa úð.
ILØGUR
Um oljuvinna verdur i Før-
oyum, heldur Kemilux, at
fløgurnar tey fyrstu árini
ikki verða so stórar. Hetta
grundgevur umboðið við, at
teir hava nógv meiri orku
enn brúk er fyri. Tá ið teir
ikki hava nóg nógva orku,
vilja tey útbyggja so við og
við.
SKONANDI
Aberdeen
Aberdeen er meira enn olja. Fyri fóroyingar er
hann eisini innkeypsbýurin
Aberdeen er ein vakur og
friðarligur býur. Har búgva
250.000 fólk, harav 30.000
lesandi, so ein kann hugsa
sær, at tað eru nógv ung fólk
í býnum.
Aberdeen er fyri tað
fyrsta kendur fyri oljuvirk-
semi sítt, men eisini sum
innkeypsbýur. Í øllu fórum
fyri okkum føroyingar! Um
ein gongur efur høvuds-
gøtuni, Union Street, eru
handlar á báðum síðum so
langt sum eygað sær. Eisini
eru fleiri sølumidstødir, og
eru tær bæði stórar og
flottar
10.000 UNGDOMAR
A GØTUNI
Um vit hugsa um náttarlívið
í Aberdeen mótvegis í Før-
oyum, er stødan ikki heilt
tann sama. Her heima gong-
ur ungdómurin úu á gøtun-
um og melur, tí einki er at
takst við. Soleiðis er als ikki
í Aberdeen. Har eru nógvar
dansistovur, biografar,
matstovur, spælihallir og
mong onnur tilhaldsstød,
har fólk savnast at halda sær
at gaman
Um ein spákar sær
gjøgnum býin um kvøldar-
nar, møur ein hópin av
fryntligum ungdóm í góð
um hýri, á veg ul eitthvert
úlhaldsstað. Longu tíðliga á
kveldi eru dansihallirnar
fullar av ungdómi, ið kann
stuttleika sær ul latið verður
aftur kl. 02.00
LØGREGLAN SERA
FRYNLIG
Ein kundi hugsað sær, at
harðskapurin var nógvur í
einum býi við so nógvum
ungdómi í gøtunum. Men
stødan er ein heilt onnur
Orsøkin til hetta er, at leik-
luturin hjá løgregluni er
betur fyriskipaður í Aber-
deen, enn vit kenna til eitt
nú úr Føroyum. Vit kunnu
nevna, at á gøtunum gingu
fryntlig løgreglufélk, tvey
og tvey, vid eini fjarstødu
uppå knappar 100 metrar å
hvørjarni gongubreyt. Or-
søkin ul at ein kendi seg
tryggan var, at hesi løg-
pg
reglufólk gingu á gøtuni til
at hjålpa og at fyribyrgja
harðskapi ístaðin fyri at
koma leypandi, tá ið skaðin
var hendir
Ein kennir seg ógvuliga
tryggan; ti sum ferðafólk
kennir ein ikki býin ella
fólkini so væl og ilt er at
vita, hvussu ein skal fyri-
halda sær. Dentur skal
verða lagdur á, at saman-
borið við aðrar stórbýir í
heiminum, er Aberdeen ein
sera friðarligur býur við eini
sera væl virkandi løgreglu,
sum skal fáa øll tey bestu
orð frá okkum úr 2. HHa á
Handilsskúlanum í Havn
Hugskaptur veruleiki
í Aberdeen
Sunset Boulevard er tann
nýggjasta stuttleika mið-
stødin í Aberdeen. Hon læt
upp 26.9.94 við øllum ti
nyggjasta innan telduspøl,
»science fiction« og bowl-
ing.
Hendan midstød er ein i
eini rød av fløgum, ið gjørd-
ar verda, medan oljan kastar
pening av sær har um leidir.
Hesar íløgur eru ikki bert
gjørdar fyri at halda hesum
uppinú, men eisini um oljan
ikki er meira.
VIRTUAL REALITY
Eitt av teimum mongu spøl-
unum, ein kundi royna, var
> Virtual Reality«, ið á før-
oyskum merkir óveruligur
veruleiki. Mong halda, at
hetta fyribrigdi kemur at
verða tað, ið framtíðin verð-
ur knýtt at. Virtual Reality
er teldustýrt, og við hesum
kanst tú stýra menniskjum
inn í eina heilt aðra verð, við
framúrskarandi = mynda-
góðsku og ljóði. Tú fært ein
hjálm á høvdid vid skíggja
og oyraklaffum. Myndin á
skíggjanum er digitaliserað
og flytur seg við rørslum,
sum tú gert, og ljóðini geva
tær eina »surround sound«
ljóðmynd, ið fær alt at ljóða
veruligt. Tá spælt verður,
stendur tú í einum ringi og
fær hjálmin á høvdid og eitt,
ið líkisteinum »joysticki«, í
hondina, har tú kanst gera
ymiskt við tað, ið gongur
fyri seg á skíggjanum.
Tey, ið hava sæð filmin
>The Lawnmower Man«,
ella sjónbandalagið
»Amazing« hjá Aerosmith,
vita óivað, hvat Virtual
Reality er.
BOWLING
Inni í midstødini vóru eisini
14 bowling vellir, har upp-
teljingin av
teldustyrd
stigum var
Hesir kostaðu
uml. Í mió. kr. hver at gera.
Hetta er alt ógvuliga kostn-
aðarmikið, og tí ræður um at
handafara hesi amboð á
rættan hátt.
SPÆLIHØLL
TIL FØROYA
Í hesum tíðum er ógvuliga
óhugsandi, at vit her í Før-
oyum fara at ogna okkum
eina slíka holl, ti hetta er
ógvuliga kostnadarmikid.
Men vit mugu vóna, at vit í
Føroyum einaferð megna at
byggja eitt slíkt høli ul ung-
dómin, tí ungdómurin í Før-
oyum hevur ongastaðni at
búleikast sum nú er. Hetta
hevði ti verið ógvuliga
munagott hjá teimum, og
tey hevdu samstundis
kunna frétt seg um, at tað
veruliga var onkur, ið visti
at tey eisini búgva á hesum
klettum