Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 137 - 23. juli 2003 Nr. 137 - 23. juli 2003 3 Jógvan var bert 13 ára gamal, tá hann fór til skips fyrstu ferð. Nú hann fer við nýggja trolaranum, sum JFK- Trol hevur latið byggja, er hetta fjórði Skálaberg, hann fer við. Umstøðurnar og trivnaðurin umborð á hesum nýggja trolara, eru ikki at samanbera við tær, sum vóru á síðutrolaranum, hann so blaðungur fór við sín fyrsta túr til skips SKÁLABERG Rúna Sivertsen Jógvan Samson fylti 14 ár á sínum fyrsta túri til skips við síðutrolaranum, Skála- bergi, sum Kjølbro hevði latið bygt miðskeiðis í fimmtiárunum. Pápi hansara, Samson O. Samson, sum var skipari á Skálabergi í mong ár, tók hann við sær til skips. Hart arbeiði Men Jógvan slapp ikki so lætt, hóast pápi hansara førdi skipið. Í vatni upp um knøini, mátti hann standa í vaskipavninum á dekkinum og stríðast við at fáa fiskin, sum kom flaktur niður í pavnin, upp í kassar, sum vóru í akslahædd. Hetta var sera tungt arbeiði hjá so ungum dreingi, tí mennirnir flaktu so skjótt, og arbeiðið mátti ganga skjótt fyri seg. Tá var vanligt, at dreingir fóru til skips um 14 ára aldur, og arbeiðið umborð var ikki av lættasta slag. Um fýra ár eftir, at Jógv- an var farin sín fyrsta túr, læt Kjølbro byggja nýggja hekkutrolaran, Skálaberg. Betraðar umstøður - At fara av síðutrolara umborð á hekkutrolara var ein veldug broyting, sigur hann. Hann minnist, at bløðini tá skrivaðu, at trolarin var at samabera við eitt luksus ferðamannaskip. Men hóast tann Skála- berg var roknaður at vera eitt serstakliga gott skip, vóru umstøðurnar ikki at samanbera við tær í dag. Trolarin varð bygdur so seint sum í 1976, men hóast tað, vóru bert trý toylett og tríggjar brúsur til mann- ingina, sum taldi út við 40 mans. Brúsurnar vóru allar í einum rúmi, bert við einum forhangi ímillum. Á kømrunum var bert eitt lítið borð og á vegginum ein spegil. Privatlív var slett einki, og tað kundi mangan vera strævið, tá túrarnir við hvørt vardu í 4 og 5 mán- aðir. Meira privatlív - Í 1989 kom enn ein nýggj- ur Skálaberg. Tá var vesi og brúsa á hvørjum kamari, og ikki fyrrenn tá kendu vit tað, sum høvdu vit eitt privatlív umborð, sigur Jógvan. Hann er saman við restini av manningini sera fegin um góðu umstøðurnar um-borð á nýggja Skálabergi. Og ikki er løgið, at teir fegnast, tí í mánaðir noyðast teir at búleikast umborð og hava ikki møguleika at sleppa heim í egnu stovur sínar. Jógvan sigur, at hvørt ár, síðan hann sum 13 ára gamal fór sín fyrsta túr, hevur hann verið knýttur at reiðarínum hjá Kjølbro. Í 1984 tók hann skipara- útbúgving og hevur siglt sum stýrimaður og skipari síðani. Møtini stóran týdning Jógvan er takksamur fyri sína tíð til skips, og hann ynskir at Harrin má signa hetta nýggja skipið og tað verk, bæði tímiligt og anda- ligt, sum fer at verða gjørt umborð. - Møtini hava havt ein ógvuliga stóran týdning fyri meg. Eg veit ikki, hvat hevði verið av mær í dag, um tey ikki høvdu verið hildin, sigur hann Jógvan kom til umvend- ing sum 30 ára gamal, beint fyri sín fyrsta túr sum skipari. Hann endar við at siga, at hann er takksamur um, at hann kann vera við til eftir førimuni at boða Guds orð umborð - og soleiðis kann føra tað verk víðari, sum pápi hansara og aðrir við honum hava gjørt gjøgnum árini. Fjórði Skálaberg Jógvan fer við Tøkk Ein hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og stórt hjálpsemi, tá góði pápi, drongur, beiggi, svágur, mammubeiggi, pápabeiggi og ommubeiggi okkara Wenningsted Hansen Skopun so brádliga bleiv tikin frá okkum. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar, tykkum sum stóðu fyri ervinum, tykkum, ið komu inn á gólvið, ringdu og hjálptu í stóru sorg okkara. Tøkk fyri blómur, kransar og tann stóra skara, sum fylgdi honum til hansara hvíldarstað. Familjunnar vegna Egin Fríði Sov og hvíl teg nú, sov søtt mín pápi. Vit vildu,tú hjá okkum skuldi bú, men tryggari,hjá Jesusi ert tú, Farvæl,farvæl,farvæl. Farvæl,farvæl,men ikki ævigt,nei! Ein stuttan dag,eitt lítið tíðarskeið, so hittast vit,har skilnaður er ei, og inntil tá – farvæl. Takk fyri alt góði pápi Egin Fríði Jógvan Samson við soninum Heina. Nýggi Skálaberg er tann fjórði í røðini, síðani hann sum 13 ára gamal fór sín fyrsta túr til skips fyri meira enn 30 árum síðani (Mynd: Jens K. Vang Mánakvøldið kom nýggi flakatrolarin, Skálaberg hjá JFK- Trol, flaggskrýddur á Klaksvík. Saman við stásiliga skipinum, sigldi stórt bátafylgi inn móti bryggjuni SKÁLABERG Rúna Sivertsen Stór mannfjøld var mána- kvøldið savnað á Kósini í Klaksvík at taka ímóti, tá nýggi Skálaberg flagg- skrýddur legði til bryggju. Hornorkestrið spældi, og Brandur Enni sang tjóð- sangin. Steinbjørn Jacob- sen, borgarstjóri í Klaksvík og Hanus Hansen, stjóri hjá JFK-Trol, fluttu fram røðu. Eftir hátíðarligu móttøk- una, bjóðaði Hanus øllum umborð at síggja stásiliga skipið. Og nógv vóru tey, ið nýttu hetta høvi. Bestu umstøður Umstøðurnar umborð eru serstakliga góðar. Mann- ingarrúmini eru rúmlig, og útvarp, sjónvarp og kulda- skáp eru á hvørjum kamari. Umframt kondirúm og sauna, er eisini teldurúm til manningina. Skrokkurin á Skálabergi er bygdur í Ukraine. Hað- ani varð hann sleipaður til Kirkenæs í Noregi og varð bygdur liðugur á skipa- smiðjuni, Kimek. Trolarin er 74,5 metrar langur og 16 metrar breið- ur. Hann hevur 4 trolspøl og banar, sum gera tað møguligt at fiska við trimum trolum í senn. Hetta er fyrsti flakatrolari, sum kann royna við trimum trolum í senn og samstund- is eisini tann fyrsti, sum kann royna við flótitroli eftir kongafiski. Einki til spillis Fabrikkin er útgjørd soleið- is, at einki av fiskinum fer til spillis. Alt verður gagn- nýtt. Halda metingarnar hjá Kimek, kann Skálaberg frysta 120 tons um døgnið. Skálaberg fer fyrsta túrin mikudagin. Fyrst verður farið til Íslands eftir troli og pakningi. Síðani fara teir í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski í einar 3 vikur. Heimafturkomnir úr Irm- ingarhavinum, fer Skála- berg í Barentshavið at royna eftir toski og hýsu. Á heimasíðuni hjá Kimek verður sagt, at Skálaberg er ein av heim- sins størstu toskatrolarum. Nýggi Skálaberg komin Skálaberg flaggskrýddur við bryggjuna Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2