Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 3 HJÓLIÐ HJÓLIÐ Blaðnevnd: Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf. 316135/216135 Eirikur Lindenskov tlf. 316409/216409 eirikur@sosialurin.fo Nevnd í Føroya Ellisakførum: Formaður: Ingi Justinussen tlf. 318055/217813 ingi@arb.fo Næstformaður: John William Old tlf 311725/223243 jwtrukk@kallnet.fo Skrivari: Rúni Nielsen tlf. Kassam.: Hans J. Nielsen 318385 Johan Beder tlf. 288821 ella 444821 Eykalimir: Júst Sivertsen, tlf. 310736 Helgi Magnusarson Kontaktpersónar: Norðoyggjar: Manni Waag Høgnesen, tlf. 456777 Eyturoy: Jóhan Beder, tlf. 288821 ella 444821 Vágar: Hans Elmar Poulsen tlf. 332411 ella 332877 Sandoy: Ásmundur Johannesen tlf. 310207 Suðuroy: Mogens Petersen tlf. 371466 Hølisumsjón: Heini á Borg 311960/543061 hab@ssl.fo Hølið er opið: Mánakvøldið 2000 til 2200 Tel/fax 318099 e-postur: ellis@post.olivant.fo Heimasíða: www.ellisakfar.com Bústaður: Yviri við Strond 22 Framleiðsla: Prenttilgerð: Sosialurin Films- og plátugerð: SP/F Hestprent Prent: P/F Prentmiðstøðin Skorið og heft: SP/F Hestprent Brunnurin: Nevndin fyri Brunnin: Heini á Borg, formaður Brynjolvur Jensen, næstformaður Eirikur Lindenskov, skrivari Petur J. Johannessen, kassameistari John William Old, nevndarlimur Nevndin fyri Brunnin tekur støðu í hvørjum einstøkum føri til fyrispuringar um at hýsa ellisakførum. Sáttmáli verður skrivaður og gjalds- avtala gjørd frammanundan Næsta blað kemur út í oktober. Evstamark fyri tilfari er 30. september Upplag: 1.600 eintøk Nógv høvi eru, har tú kanst hátíðarhalda bilasøguna so ella so. Í fjør fylti felag okkara 10 ár, og um sama mund- ið vóru liðin 80 ár síðani, at fyrsti bilurin kom til Føroya. Í junimánaði vóru 100 ár liðin síðani Ford Motor Com- pany varð stovnað við tí navnframa Henry Ford á odda. Nógvar mýtur eru um henda mann, ið var sagdur at vera maðurin handan uppfinningina av samlibandsframleiðsl- uni. Hóast tað er at taka í so rívan til at geva honum henda heiður, so var tað í øllum førum hann, ið var hin fyrsti at seta í gongd hópframleiðslu av bilum. Mál hans- ara var púra greitt: Hann vildi framleiða bilin til vanliga fólkið. Um tað eydnaðist, so hevði hann í øllum førum tryggjað sær inntøkugrundarlagið. – Og tað eydnaðist væl og virðiliga. Samstundis sum Ford kundi hátíðarhalda hundrað ára dagin í junimánaði, vóru liðin 80 ár síðani, at fyrsti bil- urin kom í Vágoynna. Tað var tann 4. juni í 1923, at henda stórhending fór fram í Miðvági. Bilurin, ein Ford T lastvognur, fekk seinni eyknevnið Lazarus. Í føroyskum siðsøguligum bókmentum hevur bilurin ikki fingið stóra rúmd. Enn er eingin bók skrivað um bilin í Føroyum, og tí er tað bara at fegnast um, at felag okkara hevur sett skjøtil á arbeiðið at geva út í bók føroysku bilasøguna. Henry Ford skal hava sagt, at »history is bunk«. At søga er fjas. Um Ford var lítlilátin, ella hetta var av ringari samvitsku, tí hann sum ungur hevði víðgongd antisemit- isk sjónarmið – og sum einasti amerikanari fekk tann iv- asama heiður at verða nevndur í »Mein Kampf« hjá Hit- leri, skulu vit ikki taka støðu til, men hann fór í øllum førum skeivur. Tað hevði hann helst viðgingið í dag, eins og hann viðgekk ræðuleikarnar í kjalarvørri Hitlers. Fyri eitt felag sum okkara hevur søgan alstóran áhuga. Akførini í sær sjálvum eru søga, tey skulu vera í upprun- astandi og harvið verða ein mynd av teirri tíðini, tey eru frá. Vit hava ein dýrgrip í øllum teimum ellisakførum, bilum og súkklum, sum eru í landinum í dag. Hesi akfør um- boða seinastu 88 árini av heimsins motoriseraðu nýtíðar- søgu. Men vit síggja ov lítið til tey á føroysku vegunum, og mugu vit tíverri staðfesta, at felag okkara hevur ligið á latu síðu, tá umræður at fylkja limir og akfør til stevnur og onnur tiltøk. Her ynskja vit eina broyting, so felag okkara kann liva upp til endamálið. Nú vit eru farin inn í triðju øldina motoriseraðum akfør- um, kunnu vit bara staðfesta, at bilurin er søga og ment- an, og at motorurin sum so hevur havt størri týdning, mentunarliga, búskaparliga og sosialt enn nakað annað. Tí siga vit, at bilurin er søga og mentan! Eirikur Lindenskov Bilurin er søga og mentan Blaðið í nýggjum hami Bíligari og lættari framleiðsla, litir, meira pláss og breiðari úrval av tilfari eru orsøkir til, at blaðið nú er broytt Eirikur Lindenskov Blaðið, tygum nú sita við, er fyrsta royndin av broyttu út- gávuni av blaðnum, sum hig- artil hevur borið heitið »Tíð- indaskrivið Ellisakfør«. Blaðið hevur, sum navnið sigur, borið tíðindi frá Føroya Ellisakførum. Royndirnar seinastu 11 ár- ini hava lært okkum, at tørvur er á einum slíkum blað, sum fevnir um áhugamálini hjá limunum í Føroya Ellisakfør- um, men sum eisini í størri mun tekur annað tilfar við. Blaðið varð umrøtt á aðal- flundinum hjá felagnum í vár. Blaðbólkurin kunnaði tá um ætlanirnar um at broyta blað- ið soleiðis, at tað nú verður prentað sum ávís í fýralit prenti. Blaðbólkurin hevur valt hesa loysnina, tí hon er bæði bíligari og lættari at fá- ast við. Eisini fáa vit nú eitt blað í litum, sum bæði gagnar á lýsingarsíðuni og so gevur tað okkum møguleikan at prenta allar myndirnar í lit- um. Tað er einki dulsmál, at vit ikki hava megnað nóg væl í seinastuni at fingið blaðið út til tíðina. Umberingarnar kunnu verða nógvar, men tær lata vit liggja. Vit kunnu tó staðfesta, at blaðið er komið út – stórt sæð – rættuliga regl- uliga øll árini, og hesum ætla vit at halda fram við. Vit hava í blaðnum hesaferð ásett evsta mark til næsta blað (sí kolo- fon), sum kemur út í oktober. Fyri at gera blaði so gott sum tilber, er tað rættuliga týdningarmikið, at hvør ein- stakur limur eisini gevur sítt íkast. Hetta kann verða við at koma við uppskotum til blað- bólkin, skriva viðmerkingar, greiða frá túrum og vitjanum, sum hvør einstakur hevur havt, sum eisini kann hava á- huga hjá øðrum limum. Blaðið hevur fyrr prentað áhugaverdar hugleiðingar og frásagnir m. a. hjá Meinhardt Arge, Hergeir Petersen, Ova Ritter, Thomas Michael Smith o. ø. við. Slíkir møgu- leikar eru nógv betri nú, tí plássið er betri, og vit hava fyri so vítt ongar avmarkingar í síðutali – so tað er bara at spíska blýantin, ella at tendra telduna! Tey, ið hava áhuga fyri motorsúkklum hava eisini víst áhuga fyri blaðnum, og á aðalfundinum varð upplýst, at tey eru vælkomin við tilfari til blaðið, tí ætlanin er at gera blaðið breiðari, so tað fevnir um áhugan hjá øllum, fyrst og fremst fyri ellisakførum, men annars fyri akførum sum heild – tí er navnið eisini broytt til »Hjólið«, og var tað Jan Danielsen á Toftum, sum kom við uppskotinum á aðal- fundinum. Hetta blaðið er gørt í sam- bandi við ólavsøkuframsýn- ingina, sum er í høllini hjá P/F Wenzel – eisini fyri at markera 100 ára dagin hjá Fordverksmiðjuni. Blaðið verður í framtíðini eisini at fáa í leysasølu. Hendan útgávan er prentað í 1.600 eintøkum. Blaðið verður nú prentað sum ávís í fýra litum, skorið og heft. Ætlanin er at gera blaðið breiðari og áhugaverdari. Umframt at limirnir fáa blaðið er ætlanin at fáa haldarar og at selja blaðið í leysasølu Tá Niels Pauli Hjaltalin í Havn herfyri keypti sær ein gamlan Merce- des-Benz 190 frá 1961 úr Norra, fekk hann sær nummarplátuna Fø620. Sama nummar sum Mercedes bilurin sum Poul Gaard Han- sen keypti í 1956 Magnus Gunnarsson Síðan tað bleiv loyvt at keypa ynskinummarplátur til bilar og onnur akfør, hava vit lagt til merkis, at tey sum t.d. inn- flyta sær ein gamlan bil ofta fáa sær eina nummarplátu, sum passar til aldurin á bili- num. Soleiðis var tá Niels Pauli Hjaltalin í Havn herfyri keypti sær ein sera væl hildn- an Mercedes-Benz 190 úr Norra. Hann hevði sæð myndir av bilinum sum Poul Gaard Han- sen í Havn keypti sum hýru- vogn í 1956. Hóast bilurin hjá Niels Paula er frá 1961, eru bert smávegis broytingar farnar fram við modellinum. Bilurin hjá Niels Paula er myrkabláur eins og tann hjá Poul frá 1956. Poul Gaard Hansen var við til at stovna bilstøðina BIL fyrst í 50-unum og var fyrsti formaður í Bilstjórafelagnum Samfylking, sum bleiv stovn- að í 1957. Í 1956 keypti hann sær ein Mercedes-Benz hýru- vogn frá Mercedes umboðs- manninum í Havn, Gunnar Hansen. Bilurin kostaði 18.000 krónur og fekk nummarplátuna Fø 620. Hetta var ikki ein bíligur bilur tá. Nakrar av orsøkunum til at Bilstjórafelagið Samfylking bleiv stovnað í 1957, vóru m. a. at takstirnir fyri hýru- vognskoyring høvdu staðið í stað síðan stutt eftir kríggið, hóast bilprísirnir, tryggingar- gjøldini og bensinprísirnir vóru farin nógv upp. Eisini vóru vegirnir so út av lagi vánaligir og fóru illa við bilu- num. Umframt at koyra hýru- vogn arbeiddi Poul Gaard Hansen eina tíð hjá Mercedes umboðsmanninum Gunnar Hansen í Lucas Debesargøtu. Tá Gunnar Hansen andað- ist í 1968, helt konan, Ann- britt Hansen, fram við heil- søluni og Poul Gaard Hansen, kom aftur í starv har, og ar- beiddi hann har, til hann fór frá fyri aldur. Niels Pauli Hjaltalin hevur altíð havt stóran áhuga í bil- um. Pápi hansara, Dagbjartur Hjaltalin, koyrdi eisini á bil- støðini BIL fyrst í 50-unum. Niels Pauli er ein sera virkin maður, hann hevur m. a. ar- beitt sum lastbilaførari, koyrt í Auto við egnum bili og sum avloysari. Saman við tvíbura- bróður sínum Steindor hevði hann frá 1977-1985 entrepre- nørfyritøkuna N. P. & S. Hjaltalin. Síðan tá hevur hann arbeitt sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Vit síggja hann m. a. byggja hús, koyra hýru- vogn ella býbuss. Sama nummar sum bilurin hjá Poul Ein góðveðursdagur í juli, Niels Pauli Hjaltalin við Mercedes Benz 190 frá 1961, við »Costa Del Sandagerð« í baksýni Innan er hann eisini vakur. Leggið til merkis træklædn- ingin á instrumentbrettinum og ringin í róðrinum Poul Gaard Hansen í Havn átti ein nett sama slag bilin, sumhendan Mercedes 190 hjá Niels Paula Hjaltalin. Tann hjá Poul var tó frá 1956. Niels Pauli hevur fingið somu nummarplátu, sum Poul hevði Hetta er ein sera snøggur og væl hildin bilur, sum Niels Pauli hevur fingið fatur á