mikudagur 23. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 137 - 23. juli 2003
Nr. 137 - 23. juli 2003
5
Arbeiðsloysið
er nú 2,7 %
Eftir, at almenni
arbeiðsmarknaðurin
hevur verið til sam-
ráðingar í heyst, er
rættiliga sannlíkt, at
lønargjaldingarnar í
Føroyum verða enn
hægri enn tær eru í
løtuni. Hóttanin um
stóru kreppuna í
alivinnuni kann tó
tálma hækkanin av
lønargjaldingunum
LØNARGJALDINGAR
Páll Holm Johannesen
Samanborið
við
fyrsta
hálvár í fjør, so eru lønar-
gjaldingarnar í Føroyum
hækkaðar. Fyrsta hálvár í
vórðu í alt 2.911,3 milliónir
krónur goldnar í lønum,
samanborið við 2.895,3
milliónir krónur fyrsta
hálvár í fjør.
Einki er at ivast í, at
lønarhækkanin á privata
arbeiðsmarknaðinum
er
høvuðsorsøkin til hækkan-
ina. Hevði tað ikki verið
fyri kreppuna í alivinnuni,
so hækkanin helst verið enn
størri. Lønargjaldingar í
alivinnuni
er
nevnliga
lækkaðar við 13 % hetta
tíðarskeiðið.
Í heyst skal almenni
arbeiðsmarknaðurin
til
samráðingar,
og
nógv
bendir á, at feløgini ikki
fara eftir minni lønar-
hækkan,
enn
privati
arbeiðsmarknaðurin fekk í
fyrr í vár.
Lønargjaldingarnar í
Føroyum eru hækkaðar í
mun til sama tíðarskeið í fjør.
Høvuðsorsøkin er lønar-
hækkanin hjá privata
arbeiðsmarknaðinum.
Hóttanin um kreppu í
alivinnuni kann tó tálma
nakað av hækkanini í
lønargjaldingunum
Mynd: Savnsmynd
Lønarhækkanin á privata
arbeiðsmarknaðinum sæst aftur
Síðan skeiðini í Før-
oyum, hevur Mette
Fønss arbeitt við at
umseta eina bók, ið
lærir fólk at leggja av
at roykja. Bókin er
sera vælumtókt í
Skandianavia, og í
løtuni liggur bókin
nummar eitt á sølu-
listunum í Noregi
ROYKING
Páll Holm Johannesen
Danska kvinnan, ið roynir
at fáa føroyingar at leggja
sigarettirnar á hillina kem-
ur aftur til Føroya at halda
fleiri skeið. Mette Fønss fer
um mánaðarskiftið aftur at
eggja føroyingum v at við
gevast at roykja. Skeiðið
verður í Havn í døgunum
31.7, 1.8, 2.8 og 4.8. Fólk
kunnu boða frá luttøku á
telefon +45 51 90 35 36
ella
á
heimasíðuni
www.easyway.dk.
Umsett eina bók
Mette Fønss hevur síðan
skeiðini í Føroyum umsett
bókina "The Easyway to
Stop Smoking" saman við
Alexander Elgurén. Danska
heitið á bókini er "Endelig
ikke ryger". Bókin er í alt
umsett til 20 mál, og hevur
selt yvir 4 millónir eintøk
kring allan knøttin.
"Endelig ikke ryger" er
komin á bókahillarnar í
Danmark, og føroyingum
verður eisini givið møgu-
leika at ogna sær vælum-
tóktu bókina, tí hon verður
eisini til taks í bóka-
handlunum í Føroyum.
Í Noregi liggur "The
Easyway to Stop Smoking"
nummar eitt á sølulistu-
num, og Mette Fønss er
sum verða man spent um,
hvussu bókin fer at verða
móttikin í Danmark og ikki
minst í Føroyum.
Mette Fønss fer um
mánaðarskiftið aftur at eggja
føroyingum at leggja
sigarettirnar á hillina.
Mette Fønss aftur til Føroya
Framvegis er arbeiðs-
loysið í Føroyum
rættiliga lágt, men
hóttanin um hópupp-
sagnir í alivinnuni
kunnu hava við sær,
at talið av arbeiðs-
leysum hækkar
komandi árið
ARBEIÐSLOYSIÐ
Páll Holm Johannesen
Seinasta fríggjadag boðaði
leiðslan í ALS, at ALS-
gjaldið frá 1.september í ár
veksur úr 0,5 % til 0,75%.
Ein av orsøkunum til
hækkanina var, at fleiri
føroyingar vóru blivnir
arbeiðsleysir, og tí var
útgjaldið størri enn væntað.
Nýggjastu hagtølini vísa,
at arbeiðsloysið í Føroyum
er vaksið við einum pro-
sentstigi. Sama tíðarskeið í
fjør varð arbeiðsloysið 2,6
% av samlaðu arbeiðs-
styrkini, og í fyrsta hálvár í
ár er talið 2,7 %.
Arbeiðsloysið er nógv
lækkað, síðan tað var í
hæddini í 1995, tá arbeiðs-
loysið var 14,7 %. Ymiskt
bendir tó á, at møguliga fer
arbeiðsloysisprosentið at
hækka aftur. Fara virkir av
knóranum, merkist tað
rættiliga skjótt, tí prosent-
tølini eru so lítil í løtuni.
Hóttanin um hópuppsagnir
í alivinnuni kunnu skjótt
hava við sær, at talið av
arbeiðsleysum í Føroyum
aftur fer skeivan vegin
Seinnu árini er fólka-
talið hækkað á hvør-
jum ári. Nýggjastu
hagtølini hjá
Hagstovuni vísa, at
fólkatalið framvegis
hækkar. Tað búgva pr.
1.juli í ár í alt 48.117
fólk í Føroyum
FÓLKATALIÐ
Páll Holm Johannesen
Sambært seinastu hagtøl-
unum hjá Hagstovu Føroya
búgva í løtuni 48.117 fólk í
Føroyum. Tølini eru grund-
að á hagtalstilfar fyri fyrsta
hálvár í ár. Seinastu árini er
fólkatalið hækkað á hvør-
jum ári.
Eftir at fólkatalið toppaði
í 1989, tá 47.738 fólk búðu
í Føroyum, gekk niðureftir,
og botnurin var í 1995, tá
43.500 fólk búðu í Før-
oyum. Síðan 1995 hevur
gingið framá, og nú fyrsta
hálvárið av 2003 er lagt
afturum eru vit farin upp-
um tey 48.000.
Samanborið við sama
tíðarskeið í fjør eru bæði
fleiri børn fødd, og netto-
tilflytingin til landið er
størri. Fyrsta hálvár í ar eru
í alt 343 børn fødd, og 284
fleiri fólk flutt til Føroya,
enn flutt av landinum.
Vit eru hálvt fimta túsund
fleir enn í 1995
Fólkatalið í Føroyum
hækkar framvegis.
Hagtøl frá fyrsta
hálvári í ár vísa, at í
alt búgva 48.117 fólk
í Føroyum.
Tinganes
stongt
Stjórnarskrivstova
landsins hevur
stongt í summar.
Tað kemst av, at
tørvurin á sam-
skifti er nógv
minni um summ-
arið, sigur Barbara
á Tjaldrafløtti,
deildarstjóri.
SUMMARFRÍ
Ingi Rasmussen
Einki samband er við
skrivstovuna hjá Føroya
løgmanni um summ-
arið. Løgmansskrivstov-
an hevur stongt í tríggjar
vikur og letur uppaftur
1. august. Sostatt tekur
eingin
telefonina
á
landsins stjórnarskrivs-
stovu. Víst verður kort-
ini til eitt telefonnumm-
ar, og Sosialurin ringdi á
nummarið, fyri at fáa
eina frágreiðing.
Barbara á Tjaldrafløtti,
deildarstjóri, tók tele-
fonina. Vit spurdu hana,
hví Tinganes steingir
um summarið.
– Tað er fyri at fáa
restina av árinum effekt-
ivari. Á hendan hátt
sleppa vit undan, at
summarferian
breiðir
seg yvir ein stóran part
av árinum, sigur Bar-
bara á Tjaldrafløtti.
Eisini Løgmálaráðið,
sum hevur loyst frá løg-
mansskrivsstovuni,
hevur stongt í hægstu
summarferiutíð, og eftir
ólavsøku fer Menta-
málaráðið
eisini
í
summarferiu.
Einki
verður svarað ella av-
greitt.
Løgmansskrivsstovan
royndi fyri fyrstu ferð í
fjør at hava stongt í
hægstu summarferiutíð,
greiðir
Barbara
á
Tjaldrafløtti frá.
– Hetta er eitt deydligt
tíðarskeið.
Telefonin
ringir nóg illa hesa tíð-
ina, landsstýrismenninir
eru í feriu og aðrir
stovnar, sum vit sam-
starva við, eru eisini í
feriu. Nøkur eru kortini
til arbeiðis hjá okkum,
og vit uppgeva eisini
altíð eitt telefonnumm-
ar, sum tú kanst ringja
til, um tú hevur átrok-
andi boð, sigur Barbara
á Tjaldrafløtti.
Eini 20 fólk starvast á
Løgmansskrivstovuni.
Fyrstu ummælini,
sum solofløgan hjá
Teiti Lassen hevur
fingið, eru góð. Teitur
er eisini spakuliga
farin at merkja,
hvussu tað er at vera
»stjørna« í USA og er
noyddur at svara al-
skyns løgnum spurn-
ingum – eitt nú
hvønn hann síðst
klemmaði
FLØGUÚTGÁVA
Ingi Rasmussen
Optimistisk og kenslu-
borin, eru millum orðini,
sum longu eru knýtt at
fløguni hjá Teiti Lassen, ið
bert hevur verið á markn-
aðinum í fáar tímar. Í gjár,
22. juli, gav Universal
Records
»Poetry
and
Aeroplanes« út í USA. Enn
er ov tíðliga at siga, hvussu
hon verður móttikin, men
longu nú hevur okkurt rós-
andi ummæli verið at sæð.
Tónleikatíðarritið Slant
Magazine er ikki pírið við
stjørnunum til unga nýling-
in úr Føroyum. Teitur fær
fimm stjørnur av seks
møguligum frá ummæl-
aranum Sal Cinquemani,
sum skrivar fyri blaðið.
– Borið av kenslum, væl
ljóðblandað og hegnisliga
søtað við skuggum av op-
timismu, spælir fyrsta solo-
fløgan hjá Teiti Lassen sum
eitt ljódligt postkort frá
einum
fjakkandi
lista-
manni, sigur hann.
Sorgblítt huglag
Blaðið hevur fingið fløg-
una frammanundan til um-
mælis og hevur sína greiðu
fatan av, at talan er um
góðsku. Farið
verður ígjøgn-
um fleiri av
løgunum, og tú
situr eftir við
kensluni, at tú
átti at keypt
fløguna
sum
skjótast.
– Hóast
sangir
sum
»Sleeping with
lights on«, ið
byrjar ta annars
a k k u s t i s k u
fløguna við vill-
leiðandi
hip-
hop
rútmum,
eru ljósir og fangandi, so
liggur eitt sorgblítt huglag
undir allan vegin, skrivar
Slant Magazine, sum sigur
fløguna vera fulla av løtu-
myndum av longslinum hjá
Teiti.
Blaðið samanber røddina
hjá Teiti við hana hjá Jeff
Buckley, eina av mongu
fyrimyndunum. Víst verður
eisini til, at íblástrarkeldur-
nar hjá Teiti munnu vera
Suzanne Vega og James
Taylor. Framleiðslan av
fløguni, sum Rupert Hine
hevur
staðið
fyri,
er
sevjumikil og fruktagóð,
sigur Slant, men uppaftur
týdningarmiklari er nær-
leikin í ljóðmyndini.
Upprunin hjá Teiti, sum
blaðið
sigur
koma
úr
donsku oyggjunum Føroy-
um, fær eisini nøkur orð
við á vegnum, og blaðið
heldur, at fløgan er gjørd,
meðan Teitur hevur havt
hjartasorg.
Hvussu er og ikki. Teitur
er farin á flog við fløguni
»Poetry & Aeroplanes«, og
næstu dagarnir, vikurnar og
mánaðirnir fara at vísa,
hvussu fløgan verður mót-
tikin; um hon eisini selur.
Føroyar sum drøgg
Í sambandi við útgávuna
hevur Teitur úr at gera við
konsertum og sonevndum
»promotions«. Hann noyð-
ist at vera burtur eina tíð,
og fær eitt nú ikki heilsað
upp á vinmenninar á ólav-
søku, sum hann hevur havt
fyri vana. Tað merkir eisini
meira av tí longsli, sum
fløgan er so full av.
Á heimasíðuni hjá tón-
leikastøðini VH1 er ein
fesk samrøða við Teit. Sagt
verður, at tað hoyrist á fløg-
uni, at Teitur er langt heim-
anífrá og fløgan er fyri øll,
sum hava følt, hvussu tað er
at vera fremmandur í einum
fremmandum landi, langt
burturi frá teimum, sum tú
elskar.
Spurdur, hvat hann sakn-
ar mest úr Føroyum, tá
hann er burturi, svarar
Teitur nakað soleiðis:
– Umhvørvið og luftina,
sum tú andar í teg. Eg sakni
mest fólkini. Tú venur teg
við ymisk veðurløg og
onnur fólk. Men eg kenna
tað, sum eg havi heimstaðin
undir húðini. Eg má vera
har, og eg má koma aftur.
Tað er sum drøgg, sigur
Teitur Lassen.
Hann verður eisini spurd-
ur, hvat tað løgnasta er,
hann hevur sæð í USA.
– New York var ein
skelkur. Tá eg kom til New
York varð eg tikin á bóli.
Alt her er bygt. Líkamikið,
hvar eg eri (í Føroyum,
blðm.), so síggi eg altíð
havsbrúnna. Tú sært altíð
havið og ert í náttúruni.
Men her ert tú í sivilisatión-
ini. Tað er ein stórur munur
á tí, sum eg komi frá, greið-
ir hann frá.
Hóast hann kanska leing-
ist, so er hann kortini ikki
púra einsamallur »over
there«, tí við sær á konsert-
ferðini hevur hann vin-
mannin og ljóðmannin úr
Føroyum,
Jónas
Bloch
Danielsen. Í samrøðuni av-
dúkar hann, at Jónas helst
er tann síðsti, sum hevur
fingið eitt klemm frá Teiti.
Og so avdúkar hann for-
restin eisini, at Thierry
Henri er hansara yndis-
fótbóltspælari. Sig so tað.
Teitur fær góð ummæli
Teitur Lassen tekur upp við góðum útsýni í Spania, meðan Rupert Hine lurtar
Mynd: Conny Jørgensen
Keyp og hoyr á netinum
Fløgan hjá Teiti Lassen, sum kom út í USA í gjár,
verður ikki at fáa í føroysku handlunum enn. Fløgu-
handilin 3-arin í SMS upplýsir, at fløgan ikki verður at
fáa í Føroyum fyrr enn fyrst í september.
Eru fólk ótolin ber kortini til at ogna sær hana. Fleiri
fløguhandlar eru, sum selja fløgur umvegis internetið
og Teitur er eisini til sølu fleiri staðni. Teirra millum
eru awarestore.com og vh1.com. Á teimum síðunum
eru eisini samrøður við Teit at lesa og til ber at hoyra
brot úr fløguni.
Poetry & Aeroplanes
01. Sleeping With The Lights On
02. I Was Just Thinking
03. Youre The Ocean
04. Poetry and Aeroplanes
05. Josephine
06. One And Only
07. Rough Around The Edges
08. Let's Go Dancing
09. Amandas Dream
10. Shade Of A Shadow
11. To Meet You
Fakta
C
M
Y
K
5
4