Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 HJÓLIÐ Í Føroyum eru umleið 250 skrásettar motor- súkklur, harav 14 eru Harley Davidson. Ove Ritter í Havn er blivin umboð fyri Harley Davidson motorsúkkl- urnar í Føroyum. Í hes- um sambandi er ein framsýning í SMS (3- arin) frá 26. mars til 5. apríl. Magnus Gunnarsson Tær heimskendu Harley Dav- idson motorsúkklurnar hava nú fingið umboð í Føroyum. Tað er fyritøkan HD-fo v. Ova Ritter ið er umboð fyri donsku Harley Davidson fyri- tøkuna CAPS-HD. Ove Ritter stendur fyri søluni, Árni Han- sen er servicemaður og Jan Nolsøe stendur fyri verkstaði, viðlikahaldi og umvælingum. Endamálið hjá HD-fo er at so nógv fólk sum gjørligt fáa møguleikan at ogna sær eina Harley Davidson motor- súkklu. Umframt sjálvar súkklurnar útvega teir Harley Davidson klæðir í besta kvaliteti til vaksin og børn. Harley Davidson owner group (HOG) er heimsins størsti motorsúkklufelags- skapur við umleið 700.000 limum um allan heim. Limir í hesum felagsskapi koma úr øllum samfelagsstættum. Teir eru fríir fyri allar bindingar til motorsúkklu-umhvørvið og eru politiskt og fíggjarliga ó- bundnir hvør av øðrum. Lim- irnir er bert saman fyri at hava góðar upplivingar og njóta teirra felags áhugamál, Harley Davidson motorsúkkl- urnar. Skipað verður fyri túr- um fyri einstaklingar og fam- iljur, eisini túrar uttanlands. Innsavning til Barnaheimið Vanligt er at Harley Davidson felagsskapir gera nakað fyri børn. Her hjá okkum savnar felagsskapurin pening til Barnaheimið í Havn. Pening- urin er oyramerktur til eina ferð fyri børnini á Barna- heiminum í Havn í summar. Í hesum sambandi er ætlanin at hava opið hús á Barnaheim-i- num Kristi Himmalferðardag tann 29. mai, har motorsúkkl- istar úr Danmark og Svøríki eisini vera við. Donsku og svensku gestirnir hava leikur við til børnini og ein pening- agáva verður handað. Børnini sleppa eisini ein túr á baksetr- inum á Harley Davidson mot- orsúkklunum. Tey ið ynskja at stuðla til- takinum, eina ferð fyri børn- ini á Barnaheiminum í summar, kunnu seta pening inn á eina klientkonto hjá Annfinn V. Hansen advokati, konto í Føroya Banka: 6460 1022875. Adressan hjá HD-fo er: Djóna í Geilsgøta 33 FO-100 Tórshavn. Tel. 210405. Harley Davidson motor- súkklur verða sýndar fram í SMS (3-arin) frá 26. mars til 5. apríl. Fáið meira at vita á heimasíðuni: www.hd-fo.dk Harley Davidson - nú umboð í Føroyum 100 ár við Harley Davidson Heimskendu amerik- ansku Harley David- son motorsúkklur- nar hava nú verið á marknaðinum í 100 ár. Harley Davidson vórðu millum tær fyrstu hópfram- leiddu motorsúkkl- urnar í heiminum. Magnus Gunnarsson Tað vóru barndómsvinir- nir Arthur Davidson og Bill Harley, ið stovnaðu Harley Davidson motor- súkkluverksmiðjuna í Mil- waukee í Wisconsin í USA í 1903. Fyrsta árið vóru bert tríggjar súkklur fram- leiddar, men tað gekk tó skjótt framá. Í 1911 vóru framleidda 5625 súkklur. Hetta varð eisini árið, tá hópframleiðslan av motor- súkklunum viðtveimum sylindarum byrjaði. Hend- an súkklan við V2 motori- num bleiv ímyndin av Harley Davidson motor- súkklunum. Hóast Harley Davidson motorsúkklurnar hava fingið harða kapping frá súkklum sum t.d. Tri- umph, Norton, BSA og seinnu árini frá japansku motorsúkklunum, hava tær klára seg væl gjøgnum hesi hundrað árini. Harley Davidson-fjepparar koyra inn í Barcelona í Spania at hátíðarhalda, at 100 ár eru liðin síðani fyrsta Harley Davidson súkklan sá dagsins ljós. Fleiri túsund motorsúkklur savnaðust í tríggjar dagar við Monjuic festival í Barcelona. Myndin er tikin 29. juni í ár