mikudagur 23. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 137 - 23. juli 2003
Nr. 137 - 23. juli 2003
7
Sigrid Svartá og
Katrin Olsen eru við
rúkandi fer endaðar í
besta selskapinum
innan kappróður i
Danmark, og um ein
góðan mánað sleppa
tær at royna seg í
móti heimsins bestu
rógvarum í dupult-
fýrara fyri kvinnur í
lættvekt - næsta málið
er OL
KAPPRÓÐUR
Marjun Dalsgaard
Frá fyrsta degi var dreym-
urin at sleppa á landsliðið,
og tað hevur verið hart
arbeiði hjá Katrin Olsen og
Sigrid Svartá at sleppa í tað
besta selskapið innan kapp-
róður í Danmark.
Flestu
rógvarar,
sum
finnast á danska landslið-
num hava vant seriøst síðan
tey vóru ung - umleið 15
ár. Tá verða tey tikin út sum
møguligir landsliðsrógvar-
ar og venja hart, til tey
kunnu teljast millum tey
bestu. Katrin Olsen og
Sigrid Svartá byrjaðu sum
22 og 24 ára gamlar í
donsku bátunum. Tað ræð-
ur um at halda seg framat,
og tað hevur eydnast vegna
viljan til at vinnna, ein
góðan og trúfastan venjara
og føroyska kappróðrar-
andan.
Og tað kennist gott, nú
tað er eydnast.
- Tað er bara so kul, sigur
Sigrid Svartá og leggur
aftrat:
- Vit hava arbeit ógvuliga
hart fyri hesum her. Katrin
Olsen hevur róð í Danmark
síðan 2000, og Sigrid byrj-
aði í 2001.
Ein dreymur
Hetta hevur altíð verið okk-
ara dreymur, men so hvørt
sum vit eru vorðnar betur,
er tað vorðið meiri veru-
leikakent, at tað kundi lata
seg gera, sigur Katrin
Olsen.
Venjarin, Vagn Nielsen,
frá Københavns Roklub,
eigur ein stóran leiklut í, at
tær eru komnar so langt,
sigur Sigrid Svartá. Hann
hevur trúfast fylgt teimum,
síðan tær byrjaðu, og hevur
lagt teimum lag á. Sigrid
Svartá heldur eisini, at tann
serliga føroyski kappróð-
rarandin hevur havt týdning
fyri, at tað er eydnast at
koma á danska landsliðið.
- Vit hava kanska eitt ser-
liga gott samanhald. Fyri
okkum er tað av týdningi,
at vit eru ein eind umborð -
tað saknaðu vit í fyrstani í
donskum bátum, men nú er
tað við at koma umborrð
hjá okkum. Tað hava vit við
frá tí føroyska kappróðr-
inum, haldi eg, sigur Sigrid
Svartá. Tær fáa eisini at
vita frá teimum donsku,
sum tær rógva saman við,
at tær duga væl at skapa ein
stemning, áðrenn tær skulu
rógva.
- Tað er ikki altíð, at ein
kennur seg kláran, tá kapp-
ingin er – tá er tað týdning-
armikið, at duga at skapa
rætta stemningin, sigur
Sigrid Svartá.
Viðvíkjandi tí tekniska
partinum, hava tær nógv at
takka venjaranum fyri.
- Vagn Nielsen flennir
enn onkuntíð, tá hann
minnist, hvussu vit róðu í
fyrstani. Vit vóru vanar við
føroyskar bátar og brúktu
musklar og løgdu okkum
langt niður á bátin – tað
hevur hann fingið vekk. At
rógva við dupultfýrara er
nógv meria teknikkur enn
megi, sigur Sigrid Svartá.
Góðar vónir
At sleppa við til heims-
meistaraskapið er tað kul-
asta, sum er, heldur Sigrid
Svartá. World Cup hevur
eisini verið kul, men hettar
er bara toppurin, og tær
hava góðar vónir.
- Vit skulu í øllum førum
hava ett fimta pláss, eins og
vit kláraðu tað til World
Føroyskar kvinnur til heimsmeistaraskapið í rógving:
Hetta er ein dreymur hjá okkum
Cup, men vit skulu helst
hava eina medalju, sigur
Katrin Olsen. Enn vita tær
ikki júst hvørjum tær skulu
rógva ímóti, men nógvar
manningar vera helst tær
somu, sum vóru við til
World Cup í München.
Henda kappingin og kapp-
ingin í Luzzern hevur eisini
verið sera gevandi fyri tær.
- Nú síggja vit, hvat vit
kunnu broyta, og vit síggja,
at vit kunnu klára okkum,
so vit hava sera góðar vón-
ir, sigur Sigrid Svartá.
Arbeitt hart
Men tað hevur kravt harða
venjing at sleppa sær upp
millum tey bestu upp á
einans trý ár. Hvønn dag
eftir skúla hava tær vant, og
í vikuskiftunum tvær ferðir
um dagin.
- Vit hava frá byrjanini
vant líka nógv, sum tey gera
á landslinum, annars høvdu
vit ikki havt nakran møgu-
leika fyri at blíva líka góðar
sum tey, sigur Katrin
Olsen. Og tað ræður um at
halda seg framat, tá onkur
brýtur ein arm ella okkurt
tílíkt, sigur Sigrid Svartá og
flennur. At vera á rætta
staðnum, røttu tíð kann
hava ein týdning. Síðsta ár
kláraði danska landsliðið
seg ikki so væl, og tí vóru
allir møguligir kandidatar
valdir út, og tær vandu síð-
an saman. Á páskum vórðu
so fýra valdar út, og eftir
World Cup kappingarnar
varð endaliga avgjørt, hvør
skuldi sita á hvørjum
plássi.
Kosturin má eisini vera í
ordan, serliga tí tær eru í
lættvektflokkinum og eiga
tí ikki at viga meiri enn 59
kilo og miðalvektin um-
borð skal í mesta lagi vera
57 kilo. Tað vil siga, at um
ein rógvari vigar 59 kilo,
skal ein annar viga 55 kilo.
Tí er alt sukur og feitt
skorið burtur av dagliga
kostinum hjá Katrin Olsen
og Sigrid Svartá hóast
harða venjing hvønn dag.
Katrin, ið er 25 ár, er 171
cm long og skal viga 58
kilo, og 26-ára gamla Sig-
rid, ið er 167 cm long skal
viga 56,4 kilo.
Lesnaðurin má bíða
Tær báðar Katrin Olsen og
Sigrid Svartá lesa til lækna
saman, og eru á ottanda se-
mestri, men tær hava ongan
skund. Lesnaðurin verður
lagaður
til
rógvingina.
Heysthálvuna í fjør tóku
tær sostatt farloyvi frá
lesnaðinum fyri at rógva,
men nú eru tær farnar í holt
við lesnaði aftur.
- Tað ber ikki til at passa
lesnaðin á ein nøktandi
hátt, um tú rør so seriøst
samstundis, men vit taka
tað sum tað kemur – fara
vit til próvtøku og dumpa,
ja so verður tað harvið,
sigur Katrin Olsen.
- Vit kunnu altíð lesa,
men um vit skulu rógva, so
skal tað verða nú, sigur
Sigrid Svartá.
Hóast tær lesa til lækna,
er tað ikki nakað, tær enn
hava kunnað brúkt til
venjing og kostplan.
- Tað er ikki so, at vit vita
nakað um upptøku og
brenning, men tað kemur
møguliga, tá vit eru komnar
longur við lesnaðinum,
sigur Katrin Olsen. Tær
hava fingið kostráðgeving,
so tær ikki fáa ov lítið av
orku. Innan tíggju minuttir
eftir venjing skulu tær eta
okkurt fyri at fyllla depot-
ini, men annars eta tær
havragrýn til morgunmat
og nógv grønmeti fyri at
fylla búkin, so tær ikki
kenna svongd.
- Í fyrstani gekst tú og
hugdi at klokkuni, men nú
hava vit vant okkum við at
eta soleiðis, sigur Katrin
Olsen.
Tað er sjálvsagt ikki
ókeypis at fara til heims-
meistaraskapið, og av sín-
um SU skulu Katrin Olsen
og Sigrid Svartá gjalda
umleið 15.000 krónur hvør
– restin verður goldið av
Københavns Roklub, men
15.000 er nógv, tá ein lesur,
halda tær. Tær hava tí søkt
um stuðul frá virkjum í
Føroyum, og hava fingið
eitt sindur frá Róðrarsam-
bandinum og Føroya Spari-
kassa.
Næsta stig OL
Eftir heimsmeistaraskapið,
sum verður í agust verður
DM, men so halda tær frí í
nakrar dagar, sigur Sigrid
Svartá. Katrin Olsen og hon
eru annars sera samdar um,
at næsta málið er OL.
- OL er heilt avgjørt
næsta stigið, sigur Sigrid
Svartá. Men tað verður
nokk ikki fyrr enn í 2008,
siga tær.
- Tað er sjálvsagt ring at
meta um, hvat vit gera um
so nógv ár, men enn hava
vit ongar ætlanir um at
gevast við at rógva, sigur
Katrin Olsen. Um tær skulu
við til OL, skulu tær tó
fyrst rógva dupultscullara,
tí dupultfýrarar eru ikki við
í OL-høpi. Vónirnar eru tó
góðar.
- Um vit rógva enn tá, eru
vit tær, sum hava flest
royndir, og kvinnur, ið eru í
venjing, eru í besta aldri í
30-unum. Orsøkin til, at
nógvir rógvarar eru yngri,
er, at tær ofta velja at fáa
børn. Tí er møguleikin fyri
at sleppa framat eisini
góður. Tað kann til dømis
hugsast, at tær, sum fara
við til OL í næsta ár, fara av
bátinum aftaná, og so ræður
um at halda seg fram at,
sigur Sigrid Svartá. Í 2008
eru Sigrid Svartá og Katrin
Olsen vorðnar 30 og 31 ár,
og um tær sleppa við til
OL, kunnu tær gera út-
búgving lidna og fáa børn
aftaná, sigur Sigrid Svartá.
Um tær báðar megna at
koma í semifinaluna í
heimsmeistaraskapinum,
verða tær helst at síggja á
Eurosport tann 25. og 26.
august.
Katrin Olsen (nr. 2 f.h.) og Sigrid Svartá (longst t.h.)bera bátin saman við Marie Pertl og Lise Poulsen, som tær rógva saman við
í dupultfýrara fyri kvinnur í lættvekt
Katrin Olsen og Sigrid Svartá gjørdust nummar fimm í World Cup í München. Tær hava lært nógv av kappingini og hava góðar vónir til heimsmeistaraskapið
Katrin Olsen hevur róð við Jarnbarda í Føroyum, áðrenn hon fór at royna seg í Danmark. Í Føroyum hevur Sigrid Svartá roynt
seg við Hvessingi eitt ár, og er hetta orsøkin til, at hon fór at rógva niðri
Føroyski kappróðrarandin hevur avgjørt havt týdning
fyri, at tað er gingið væl, sigur Sigrid Svartá
C
M
Y
K
7
6