Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HJÓLIÐ 6 HJÓLIÐ Eftir at árliga danska Goodyear Classic koyringin bleiv avlýst í fjør, er ein sera áhuga- verdur fyrispurningur komin til Føroya Ellis- akfør frá Goodyear Danmark A/S um at hava koyringina, Good- year Classic Atlantic, í Føroyum í 2004. Í juli 2002 vóru Goodyear sølustjórarnir Kenneth Saust og Flemming Christensen á vitjan hjá Super Dekk í Havn. Báðir eiga teir ellisakfør sjálvir og hava stóran áhuga í gomlum bilum. Teir vitjaðu í felagshølunum hjá Føroya Ellisakførum eitt mánakvøld og greiddu m.a. frá árligu Goodyear Classic koyringini. Teir bjóðaðu føroyingum at luttaka við við egnum ellis- akførum í hesi koyring. Tað serliga við koyringini sum skuldi verða í fjør, var, at hetta var tíggjunda ferðin hjá Goodyear Classic tiltakinum. Men orsakað av at eitt annað stórt tiltak innan danskan motorsport var hetta sama vikuskiftið í Keypmanna- havn, bleiv Goodyear Classic 2002 avlýst. Nú hevur Føroya Ellisakfør fingið ein sera áhugaverdan fyrispurning frá Goodyear Danmark A/S, har sølustjórin Kenneth Saust, hevur fingið tað hugskot at hava hesa koyring í Føroyum á sumri í 2004. Hann hugsar sær at um- leið 20 ellisakfør koma úr Danmark og nakað tað sama av føroyskum ellisakførum vera við í Goodyear Classic Atlantic Special 2004, sum hann nevnir hesa koyring. Eftir ætlan skal koyringin leggjast til rættis saman við Føroya Ellisakførum og Super Dekk. Hetta er ein spennandi av- bjóðing hjá felagnum. Eitt stórt tiltak sum hetta tekur tíð at fyrireika. Felagið má taka upp samráðingar við løgregl- una, fyri at vita um teir vilja geva loyvi til at eitt slíkt tiltak verður hildið í Føroyum. m.g. Goodyear Classic í Føroyum komandi ár 16. juni í ár eru liðin 100 ár síðan Ford Mot- or Company varð stovnað. Í ár eru eisini liðin 140 ár síðan stovnarin av fyritøkuni, Henry Ford, varð fødd- ur, og 90 ár síðan hann, sum tann fyrsti í heimi- num, byrjaði at fram- leiða bilar á samlibandi Magnus Gunnarsson Henry F. Ford varð føddur í 1863. Hann var bóndasonur, men hugur hansara stóð meira til mekanik enn til jarð- arbrúk. Tá tey motordrivnu akførini komu fram, fekk Henry Ford beinanvegin stór- an áhuga fyri teimum, og longu í 1888 gjørdi hann royndir við bensinmotorum á sínum egna lítla verkstaði. Í 1896 gjørdi hann sína fyrstu roynd at gera ein bil við súkkluhjólum og 2 cyl. mot- ori. Ford Motor Company var stovnað 16. juni 1903. Fyrstu bilarnir vóru Ford A, síðan kom Ford B. Ársframleiðslan í 1906 var næstan 9000 bilar. Henry Ford og hansara fólk gjørdu í 1907, klárt til Ford T, sum skuldi verða ein "bilur til fólkið" og seljast um allan heimin, Neyðugt varð tí at bilurin skuldi verða slitsterk- ur, einfalt bygdur og lættur at viðlíkahalda. Framleiðslan byrjaði í desember 1908. Tað sum gjørdi Ford T so kendan, var at bilurin var framleiddur so leingi og í so stórum nøgd- um. Íalt vórðu framleiddir yvir 15 milliónir bilar fram til 1927. Frá 1913 varð fram- leiðslan av Ford T flutt yvir á samliband. Hetta hevði við sær at arbeiði gekk so skjótt at bilarnir kundu seljast til sera kappingarførar písir. Handan hav komu bilverk- smiðjur í einum landi fyri og øðrum eftir. Tann fyrsta kom í Manchester í 1911. Eisini í Danmark komu verksmiðjur sum settu Ford bilar saman í 1919. Í 1944, tann 23 januar, tek- ur Henry Ford ll, sonur Edsel, abbasonur Henry Ford, við sum leiðari í Ford Motor Company. Henry Ford doyr tann 1.apríl 1947, 83 ára gamal. Ein sermerktur per- sónur, ið læt eina risastóra fyritøku eftir seg, og fekk av álvara gongd á bilafram- leiðsluna í Amerika og restini av heiminum. Ein triðing av inntøku síni gav hann til væl- gerandi endamál. Ford hevur ment seg til eina alheims fyr- itøku. Amerikanska høvuðs- sæti er í Dearborn við Detro- it. Fyritøkan er privat, og ov- asta leiðslan hevur alla tíðina verið í Ford familjuni. Ford Motor Company hundrað ár Goodyear sølustjórin vitjar í felagshølunum og greiðir m.a. frá um Goodyear Classic koyringina. Wenzel Petersen stovn- aði fyritøkuna, har hann saman við Vil- helm Nielsen seldi fyrsta bilin í Føroyum. Hann var ein íðin og framskygdur maður. Hann var m.a. við til at stovna Havnar Hand- verksmeistarafelag og var býráðslimur í mong ár Magnus Gunnarsson Wenzel Petersen varð føddur tann 2. november 1887 í Tróndargøtu í Havn, sonur Petur Petersen úr Saltnesi. Familjan flutti til Havnar, stutt áðrenn Wenzel varð føddur. Pápin var bróður Fríðrik Petersen próst. Liðug- ur við skúlan fór Wenzel í smiðjulæru. Sum útlærdur smiður fór hann 18 ára gamal til Keypmannahavnar, har hann starvaðist í Titan mask- inverksmiðjuni, samstundis sum hann fekk sær útbúgving sum elektrikari. Hann búði í Danmark eini 10 ár og giftist við Sofíu, dóttir Óla Svenn Svendsen úr Havn. Wenzel og Vilhelm møtast Wenzel fór í 1916 at sigla sum elektrikari í eitt ár við ØK skipinum "Falstria". Har kom hann at sigla saman við einum dana, Vilhelm Nielsen, sum seinni giftist við Sigrid, systir konu hansara. Wenzel stovnar í 1917 ein maskin- handil í Havn, sum m.a. fekst við at installerað DAN-gløði- høvdmotorar í fiskiskip og bátar. Í 1919 keypur hann Quill- ingsgarð í Havn, saman við eigaranum av Sápuhúsinum. Quillingsgarður var tá ein stórur bygningur, og smiðjan fekk innivist í fjósinum, ið hoyrdi til ognirnar. Ein mask- inverkstaður var innrættaður, har sum Breidal fotografur áður hevði havt atelier. Wen- zel og konan høvdu leiga eini hús í Konradsbrekku, men nú fluttu tey inn í Quillingsgarð at búgva. Fyrsti bilurin kemur til landið Samstarvið millum svágrar- nar Wenzel Petersen og Vil- helm Nielsen byrjar í 1920 og vardi í eini 7 ár. Í hesum tíð- arskeiði eydnaðist teimum at skapa søgu her á landi, við tað at teir í 1922 skipaðu fyri at fyrsti bilurin kom til Før- oya, tann 6.maj. Tað var ein 1-tons Ford TT lastbilur sum Júst Sivertsen og Johannes Olsen keyptu. Teir seldu Ford bilarnar at byrja við, og seinni fingu teir eisini umboð fyri General Motors, har ímillum aðrar Chevrolet bilarnir høvdu teirra áhuga. Ford kundi ikki góðtaka, at teir seldu hesi bil- sløgini saman. Hetta førdi við sær, at teir samdust um at Vil- helm Nielsen fekk General Motors umboðið. Síðst í 20- árunum flutti Vilhelm út í smiðjuna hjá Sigmund Arge, úti í Grind, yvirav smiðjuni í Lítluvík. Hann var har til nýggi bygningurin í Jónas Broncksgøtu var liðugur í 1935. Bretar løgdu hald á Quillingsgarð Tá bretar komu til Føroyar í 1940, løgdu teir hald á Quill- ingsgarð, og Wenzel flutti við familjuni út í Havnardal at búgva. Tá kríggið var av, byrj- aði sonur Wenzel, Jóhannes Svend, verkfrøðingur, saman við Hjalgrími Hentze at um- boða Alpha Diesel motorar. Fyrstu tíðina hildu teir til í einum pakkhúsið, men virk- semi vaks, og teir máttu finna onnur hølir. Teir fluttu í eini hús úti í Bakka við maskin- verkstaðnum og Alpha Diesel umboðnum. Í 1952 keypir Wenzel Petersen bygningin úti í Bakka, og í 1957 flytur bilasølan og bilverkstaðurin úr Quillingsgarði og inn har. Um hesa tíðina arbeiddu um 40 fólk í fyritøkuni. Wenzel Petersen var ein íð- in og framskygdur maður. Hann var býráðslimur í nógv ár bæði áðrenn og eftir krígg- ið. Hann var í teknisku nevnd og havnarnevndini og í nevndini í Havnar Hand- verksmeistarafelag. Wenzel Petersen andaðist 21. oktober í 1954, 67 ára gamal. Fyritøkan flytur niðan á Oyggjarvegin Alt virksemi var samlað úti í Bakka til 1970, tá bilasølan og bilverkstaðurin flyta í nýggjan bygning við Oyggj- arvegin. 20 ár seinni, í 1990, flytur mekaniski verkstaðurin eisini í nýggjan bygning við Oyggjarvegin á sama øki sum bilasølan, har sum Maskin- meistaraskúlin er í dag. Hús- ini úti í Bakka keypti komm- unan í 1986. Fyritøkan kláraði seg í- gjøgnum góðar og ringar tíð- ir, sølan av bilum gekk væl og okkurt árið í áttatiárunum vóru seldir yvir 400 bilar, og eini 70 fólk vóru í arbeiði. Fyritøkan var býtt upp í 5 deildir, bilasølu, maskinverk- stað, skipsútgerð, ídnaðarút- gerð og gass-sølu umframt eina deild í Vági. Men bú- skaparkreppan fyrst í nýtiáru- num hevði eina so ógvusliga afturgongd við sær, at megin- parturin av fyritøkuni P/F Wenzel Petersen konsernini hóraði ikki undan, og alt virk- semi í báðum bygningunum helt uppat. Bert gass-sølan slapp undan at steðga upp. P/F Wenzel Tað var tó skjótt at fyrrver- andi starvsfólkini byrjaðu av nýggjum, og nøkur byrjaðu fyri seg sjálvan. Abbasynir hjá Wenzel Petersen stovnaðu fyritøkuna P/F Wenzel, og hildu áfram við Ford umboð- num við Óla-Svenn Nolsøe sum stjóra. Bilasølan og bil- verkstaðurin eru úti í Akra- nesgøtu, og plátuverkstaðurin er við Marknagilsvegin. Starvsfólkið hevur støðast væl í fyritøkuni, eitt nú Hans Mortensen sum byrjaði hjá Wenzel Petersen 1.juni 1955, og er í fyritøkuni enn. Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen: Framskygdir undangongumenn Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, tveir undangongumenn í føroysku bilavinnugreinini. Teir báðir vóru svágrar, og seldu teir fyrsta bilin, ið innfluttur varð til Føroya, ein Ford T lastvogn í 1922. Seinni fingu teir sær hvør sína fyritøku, tí teir umboðaðu bilmerki, ið kappaðust, Ford og Chevroelt (GM) Ford Fairlane hjá Petur Jacobsen. Bilurin var upprunaliga gulur. Seinni bleiv hann lakkeraður svartur og fekk nógvar eyka pyntilistar. Av sonnum ein flottur bilur, ið ikki smæðist burtur við síðuna av kongaskipinum Dannabrog Henry Ford og konan, Clara, í einum av fyrstu bilunum hjá honum