Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 137 - 23. juli 2003 Nr. 137 - 23. juli 2003 9 Í hesum døgum sita umleið 150 føroyingar umframt 350.000 aðrir persónar kring heimin og royna at vinna pen- ing gjøgnum teldu- spælið á alnótini, World Games Incor- porated. Umframt lutaseðlar og parta- brøv ræður um at fáa onnur at luttaka í spælinum, og á henda hátt er møguleiki at vinna pening í stórum upphæddum. - Hetta er ikki eitt pyramidu- spæl, sigur Leif Ander- sen, sum umframt sjálvur at vera virkin hevur stórar ætlanir uttanfyri landoddar- nar við hesum spæli VIRKSEMI Á ALNÓTINI Heini í Skorini Í apríl 2001 kom australski ríkmaðurin og vinnulívs- maðurin Greg Kennedy á marknaðin við einum nýggjum telduspæli, og breyt hann upp úr nýggjum á hesum øki. Talan var nevniliga ikki um vanligu pyramiduspølini, sum eru ólóglig, men um sokallaða "network marketing", ein háttur, sum fleiri stórar fyritøkur eisini hava nýtt, m.a. Coca Cola og Micro- soft. Við hesi metodu verður minimalur peningur nýttur til marknaðarføring av eini vøru, tí endamálið er at fáa brúkarar munnliga at bera boðini víðari um eina vøru ella eitt spæl, uttan at peningur verður nýttur. Endamálið hjá Greg Kennedy er at fáa World Games Incorporated (WGI) at gerast størsti spælimið- depil í heimsins størsta miðli, nevniliga alnótini. Eftir sex og porno eru teldu- spøl næst størsta vøra á alnótini, og tískil verður satsað uppá telduspælið WGI, har møguleiki er at vinna nógvan pening, um ein "bert" er virkin. Saman- borið við tipstænastur og vanligt lottarí hevur WGI ein stóran fyrimun á kappingar- liga økinum, við tað at eingin peningur verður nýtt- ur til marknaðarføring or- sakað av áðurnevnda munn- liga marknaðarføringshátti. Sambært Greg Kennedy loggar ein nýggjur brúkari seg inn á alnótina hvørt sekund, og um hesin vøkstur heldur fram, verða umleið 1 mia. regluligir brúkarar á netinum í 2005, og sum størsti miðilin frammanfyri, útvarp, sjónvarp og bløð er alnótin tað, ein skal satsa uppá. Spælið sjálvt - snýr seg um virkni Stóri spurningurin er, hvussu ein so kann vinna pening í WGI. Fyrst og fremst skalt tú gerast limur gjøgnum onkran, sum longu spælir, og kostnaður- in at byrja er 1500 kr. Við tað at hetta er ein eingangs- upphædd, eru hesar 1500 krónurnar tað einasta, tú skalt gjalda. Síðani fært tú egna heimasíðu, loginn og konto, og so snýr tað seg um at fáa yvirtala onnur eisini at gerast limir. So hvørt sum fleiri koma uppí, fært tú ein part av tí upp- hædd, tey lata, umframt at tú kanst keypa fiktiv parta- brøv, lutaseðlar og og spæla kasino. Stóra misskiljingin er, at tað ikki bert ræður um at vera fyrst og síðani at hava fleiri undir sær í eini hier- arkiskari skipan, sum talan er um í áðurnevndu pyra- miduspølum. Um tú sjálvur ikki er støðugt virkin, kann ein "undir" tær saktans vinna meiri pening enn tú, um hann fær fleiri fólk uppí spælið og er virkin á parta- brævamarknaðinum. Hvør limur hevur tvey bein at standa á, og um talan ikki er um eina vaksandi javn- vág, vinnur tú einki. Hvør limur hevur sostatt sítt egna netverk, og júst henda skip- an ger spælið rættvíst mót- vegis pyramiduspølunum. Tað snýr seg um at savna sær stig, og meginreglan er, at fyri hvørji 300 stig fær ein limur 425 kr. Fyri hvønn persón, tú fært við í spæli, fært tú 75 stig, um- framt at tú eisini fær stig við at keypa lutaseðlar og partabrøv. Um teir persón- ar, tú fært við í spæli, eisini fáa onnur við, kemur vinn- ingur eisini aftur til tín, men sum sagt er treytin at vinna pening hon, at tú sjálvur støðugt ert virkin uttan møguleikan at fáa fullan vinning gjøgnum onnur. Normaður vinnur 100.000 um dagin Drívmegin aftanfyri spælið er sjálvsagt peningurin, tú kanst vinna. Normaðurin Mats Ostevang er í løtuni tann europearin, sum hevur vunnið mest pening í WGI, og hann fær ikki minni enn 100.000 krónur um dagin. Fyrrverandi norski løg- reglumaðurin fekk spælið til Noregs, og higartil hevur WGI havt best gróðrarlík- indi í Noregi. Mats Oste- vang fekk beinanvegin 35 aðrar persónar at spæla, og er hann sera virkin viðvíkj- andi partabrøvum og luta- seðlum. Hann er eitt sera gott dømi um, at talan ikki er um eitt pyramiduspæl, tí hóast hann er limur nummar umleið 5000, hevur virkni hansara gjørt hann ríkan. Í løtuni er talan um støð- ugan vøkstur í Danmark, Onglandi, Svøríki, Íslandi og Føroyum, og jú fleiri luttakarar eru við, jú størri gerst virði á partabrøvum, og jú størri gerast upphædd- irnar, ein kann vinna sær. Teir føroyingar, sum hig- artil hava verið virknir, vinna í løtuni nakrar túsund krónur um vikuna, men Leif Andersen, sum er ein av oddamonnunum í Føroy- um viðvíkjandi umboðan av WGI, ynskir ikki at greiða nærri frá konkretum upphæddum um, hvat hvør fær. - Spælið eksploderar, tá USA gerst luttakari WGI er altjóða góðkent av myndugleikunum, og tískil er hetta spælið lógligt og øðrvísi. Men enn er størsti parturin av Asia ikki við enn, umframt at spælið heldur ikki er komið til USA. Orsøkin er ymsu lóg- gávurnar í ymsu amerik- ansku statunum, og í løtuni verður arbeitt av øllum alvi at fáa allar statirnar at góð- kenna spælið, og tá tykjast vónirnar verða stórar fyri einum veruligum gjøgnum- broti. - Jú fleiri spæla við, jú størri gerst virðið á parta- brøvunum, og tá USA gerst luttakari, eksploderar spæl- ið uttan iva, sigur Leif And- ersen. Hann leggur afturat, at við tað at føroyingar longu nú hava møguleikan at gera seg galdandi áðrenn lond sum Kina, USA, Kan- ada o.s.fr. er møguleikin stórur at vinna nógvan pening í framtíðini. Í 2002 vuksu partabrøvini frá 2,92 frankum uppá 30 frankar uppá bert seks mánaðir, og virðið er í støðugum vøkstri. Sum mest stabila gjaldoyra í heiminum gjøgnum søguna verður sveisiski frankurin nýttur sum gjaldoyra í WGI. Leif Andersen, sum hev- ur arbeitt á telduøkinum í longri tíð, fer um 2-3 mán- aðir til Kanada at marknað- arføra spælið munnliga, og jú størri undirtøkan verður í Kanada, jú størri er møgu- leikin fyri eini amerikansk- ari innrás seinni í ár. Leif hevur búð í Kanada stóran part av lívi sínum, og tískil veit hann, hvat hann fer til. Kann gerast heimsins størsta spælimiðstøð Sambært Leif Andersen hevur WGI nakrar fyrimun- ir samanborið við aðrar fyritøkur, og høvuðsorsøk- in er júst, at tað fer fram á alnótini. - Tipstænastan, lottospøl, V4 o.s.fr. hava stórar út- reiðslur orsakað av markn- aðarføring, meðan WGI ikki verður marknaðarført við lýsingum, plakatum og øðrum. Tískil eru teir førir fyri at bjóða sínum kundum sera góð odds til sera høgar upphæddir. Leif vísir víðari á, at hvønn mánadag eru oddsini 1-1300 at vinna 800.000 kr, og at 35.000 fólk hvønn mánadag fáa vinningar millum 10.000 og 800.000 kr. Eingin annar megnar at bjóða slík odds, og tískil hevur WGI for- treytirnar at gerast størsti miðdepil fyri lottospæli og internet virksemi í heimin- um. Júst hetta er visiónin hjá upphavsmanninum Greg Kennedy, og við vindi í seglunum tykist tað vera sannlíkt, at endamálið verður rokkið. Av samlaðu inntøkunum hjá WGI fer 87% aftur til limirnar, meðan vinningurin hjá bakmonnunum er 13%. - Einki at missa Leif Andersen vísir á, at einki er at missa, og at talan er um "fair play". - Í veruliga vinnulívinum er tað altíð ein stór risiko at gera íløgur í okkurt, tí tú nýtir stórar peningaupp- hæddir at koma í gongd. Í WGI missir tú í mesta lagi 1500 kr, og tí er talan um minimala risiko. 1500 kr og ein góður vilji er stutt sagt tað, sum krevst, endar Leif Andersen. Sum rákið er í løtuni, tykist World Games Inc. vera komið fyri at vera, og sambært Leif Andersen eru føroyingar í eini hepnari støðu við nógum møguleik- um, við tað at WGI er kom- ið til Føroya áðrenn fleiri av stóru londunum. So má tíðin vísa, hvat WGI í veruleikanum er fyri nakað, og um tað fer at eydnast at hertaka heimin sum global spælimiðstøð. Globalt spæl á alnótini herjar Leif Andersen er ein av høvuðsmonnunum fyri WGI í Føroyum, og hann hevur ætlanir um at marknaðar- føra spælið í Kanada um 2-3 mánaðir. - Talan er ikki um eitt pyramiduspæl, men heldur "fair play", har hvør limur fær tað, hann hevur uppiborið, hóast talan eisini er um tilvild við lottospølum Australski ríkmaðurin Greg Kennedy er upphavs- maður til WGI, sum sá dagsins ljós í apríl 2001 Umleið 350.000 persónar luttaka í løtuni kring allan heim Umleið 150 føroyingar luttaka higartil, men talið er vaksandi bæði í Føroyum og uttanlands Tú vinnur gjøgnum partabrøv og lutaseðlar um- framt at fáa onnur fólk at luttaka Normaðurin Mats Ostevang hevur higartil havt størst success og vinnur umleið 100.000 kr um dagin Spælið kann fáa veruligt gjøgnumbrot, tá USA góðkennir WGI og gerst luttakari Heimasíðan er 1) www.worldgamesinc.com og 2) www.wgifo.com Fakta um WGI NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leygardagin 19. juli 2003 varð skipað fyri stórum Trucker-festi- vali á havnaøkinum í Runavík. Tað var Leif Eliasen, lastbilaførari í Klaksvík, sum sam- skipaði tiltakið. Hetta var samstundis fyrsta tiltak av sínum slagi í Føroyum TRUCKER FESTIVALUR Magnus Gunnarsson Stórur Trucker-festivalur var í Runavík seinasta leygardag. Tað var 24 ára gamli klaksvíkingurin Leif Eliasen, sum samskipaði tiltakið. Hann arbeiðir dag- liga sum lastbilaførari hjá Elmar Zachariasen í Klaks- vík. Endamálið við hesum Trucker-festivalinum var at lastbilaførarar og onnur sum koyra stórar bilar, ið bert møtast og heilsa upp á hvønn annan í ferðsluni, nú kundu møtast, hugna sær saman og tosa um felags áhugamál, meðan bilarnir vórðu sýndir fram. Tiltakið leyardagin eydn- aðist sera væl. Við í festi- valinum vóru 39 bilar, sum allir vóru væl vaskaðir og pussaðir upp og tóku seg væl út á havnarlagnum í Runavík. Leif Eliasen sig- ur, at hann hevði ikki rokn- að við so stórari undirtøku. Eitt stað millum 80 og 90 fólk komu at vitja festival- in. MC-felagið kom eisini ein túr framvið, har teir vístu fram sínar motor- súkklur. Countrybólkurin spældi undir tiltakinum, og skipað var eisini fyri tog- togan. Fyri at seta ein serligan dám á festivalin varð endað við at allir 39 bilarnir fóru ein túr til Leirvíkar og aftur til Runavíkar, har tað bæði varð floytað og blinkað við øllum ljósum. Hetta er heldur ikki roynt í Føroyum fyrr. Leif Eliasen sigur, at av tí at undirtøkan var so góð hesuferð, verður allarhelst skipað fyri einum Trucker- festivali aftur komandi ár, og verður tað nokk ein størri festivalur enn hesin. Hann takkar øllum teimum ið møttu upp við bilunum og ikki minst Runavíkar Komunu, fyri at teir stuðl- aðu tiltakinum so væl. Væl eydnaður Trucker-festivalur í Runavík Í dag fyllir Malla Ja- cobsen í Svínoy 101 ár. Í samrøðu við Sosialin í fjør, segði Malla, at hóast hon ongantíð hevði ver- ið kedd av lívinum, ynskti hon nú at koma heim, ongan- tíð ov skjótt. Men Malla er her enn, eins frísk og skemt- ingarsom sum altíð FØÐINGARDAGUR Rúna Sivertsen Tann 23. juli 1902 varð Malla Jacobsen borin í heim úti í Svínoy. Mamma Mallu, Amalia Olsen, var ættað úr Svín- oy og pápi hennara, Poul Hansen, var úr Norna- stovu í Mikladali. Í 1931 giftist Malla við Edvardi Jacobsen, sum eisini var ættaður úr Svínoy. Malla, sum alt sítt lív hevur búð í Svínoy, sigur at henni ongantíð hevur longst burtur av oynni. Malla og Edvard fingu 4 synir. Teir eru, Bjarni, Helgi, Atli og Ingi. Tá Malla fylti 100 ár í fjør segði hon eitt nú so- leiðis: - Eg havi havt eitt gott lív, og eg havi ongantíð verið kedd av lívinum, men nú gleði eg meg at koma heim - ongantíð ov skjótt. Eg veit, at tá eg komi heim, fari eg at síggja Jesus fyrst. Malla sigur, at hon sum smágenta varð vakt av Guds orði, og at hon kom at kenna Harran sum sín persónliga frels- ara sum blaðung genta. Frá ungum av, ynskti Malla, at hon kundi vera nakað fyri tey, sum komu til Svínoyar at boða Guds orð. Mánadagin seinnapart- in vóru vit og heilsaðu uppá Mallu. Vit spurdu hana, hvat hon sigur, nú hon ikki er sloppin heim enn. Skemtingarsom, sum altíð, var Malla kvik at svara, at Gud mundi ikki hava funnið nakran av- loysara fyri hana enn. Vit ynskja Mallu og øllum hennara hjartaliga tillukku á føðingardeg- num. Malla Jacobsen 101 ár Í dag fyllir Malla Jacobsen í Svínoy 101 ár. Malla er eins smílandi og glað sum altíð. Myndin er tikin mánadagin. (Mynd: Rúna Sivertsen) Dagurin 23. juli. Appolinaris. Sigst at hava verið ferðafelagi hjá ápostlinum Pæturi og varð av honum sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Her gjørdist hann fyrsti biskupurin, men varð fyribeindur umleið ár 75 av uppøstum heidning- um. 22. ella 23. juli byrja hundadagarnir, og halda teir á til 23. august. Navnið hava teir eftir stjørnuni Sirius, Hundastjørnuni. Tá ið hon kemur upp á luftina um hetta mundið, stendur hon næst sólini. Fyrsti hundadagurin sigst vera heitasti dagur á árinum, og um veðrið verður annars sagt, at sum tað er fyrsta dagin, verður tað allar hundadagarnar. Í 16. øld fingu dagarnir latínska navnið Dies Caniculares (hundahvølpadagarnir), men annars verður hildið, at navnið gongur aftur til gamla Egyptaland. Um tað mundið, tá ið Sirius, Hundastjørnan, kagaði inn í ein glugga í einari av pyramidunum, fór Niláin upp um áarbakkarnar. Tað var sum áður nevnt ein egyptiskur ráðgevi hjá Juliusi Caesar, Sosigenes, sum legði til rættis tann sonevnda julianska kalendaranum. Haðani er so hundadaganavnið komið við í kristnar álma- nakkar. Undirtøkan til Trucker-festivalin varð nógv betur enn væntað. 39 stórir bilar luttóku Klaksvíkingurin Leif Eliasen samskipaði tiltakið Mánamorgunin kl. 7 lat Kiosk Steinatún í Havn upp aftur eftir at hava verið stongd í umleið fýra vikur. Tað er 29 ára gamli strand- ingurin, Ivan Hansen, sum nú hevur yvirtikið kioskina. Ivan hevur seinastu trý árini arbeitt á heilsøluni hjá Poul Hansen í Havn, har hann m.a. hevur havt við góðgæti at gera. Ivan sigur, at hann fer at broyta kioskina, so hon verður meira kundavinarlig. Hann hevur longu nú gjørt nakrar smærri broytingar, men eftir ólavsøku verða størri broytingar gjørdar. Kioskin í Steinatúni hevur serliga stóran týdning fyri allar teir mongu borgararnar í bý- num, sum dagliga brúka bussleiðina, tað er har tey keypa síni busskort og aðra tænastu, sum hoyrir til bussleiðina. Meðan Kiosk Steinatún hevur verið stongd, hevur hendan tænastan verið á Snarskiv- uni á Vaglinum. Býráðið eigur hølini, har kioskin húsast. Upp- og afturlating- artíðirnar eru nú broyttar soleiðis: Mánadag-fríggja- dag frá kl. 7-22, leygardag frá kl. 8-22 og sunnudag frá kl. 13-22. Kiosk Steinatún opin aftur Ivan Hansen rekur nú Kiosk Steinatún í Havn Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8