Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 HJÓLIÐ sindur fyri, hvussu tað mundi fara at ganga við at koma nið- an á aftur við gamla bilinum. So eru vit komin norð á Oyrargjógv og øll tey gomlu akførini verða sett í rætta rað. Tey eru nokk so nógv í tali. Har er Buick frá 35, Chevr- olet frá 52, Bentley frá 56, Jaguar frá 72, Volvo frá 1972, Ford frá 31, Ford Capri frá 70, Volvo frá 65, Kadett frá 73 og aðrir. Ein sera hugtak- andi sjón og løta - ikki frítt kensluborið, tá hugsað verður um øll árini við ferðasam- bandi yvir Oyrargjógv, og alt ið har er farið fram. Ein hópur av fólki var komið til hesa há- tíðarløtu við hornblástri og slíkum, sum hóskar til eina slíka løtu. Nú kemur Ternan seinasta túr og leggur at. Nógv fólk er við. Løgmaður við landsstýr- ismonnum og stjórin fyri Vágatunnilin við fylgi. Hesi verða víst til ellisakførini, sum eru nummreraði til ávís- ar persónar. Hettar gekk alt væl. Løtan er komin, har koyrast skal suður móti »nýggja« tunlinum. Allir teir fínu harr- arnir eru komnir í akførini, teimum er víst til. Alt er til reiðar, spenningurin í topp. Startar gamli frá 1922?, jú, sum klokkan, alt er í fínasta lagi og so avstað. Lítli gamli lastbilurin koyrir fremst. Meðan koyrt verður suður móti svinginum við Fútaklett, hugsi eg um brekkuna niðan á, fer hann at klára tað? Kom- ið er til brekkuna, og byrjað er at taka hana. Alt gongur upp á stás - men tá 10 metrar eru eftir niðan á, stoppar mot- orurin. Skallin ornar - royn og ver kaldur - trýsti á startarin og motorurin startar við tað sama aftur, kom niðan á í øll- um góðum. Rættuliga glaður, tað var gott. Feilur - brøtt brekka og í minna lagið av bensini kom til karboratorin. Har er jú eingin pumpa, tað bara rennur úr tanganum og niður í karboratorin. Koyra suður til tunnilin. Har verða røður hildnar, mu- sikkur og sangur og nógv fólk. Veðrið er framvegis av tí besta. Snórurin kliptur Løtan er komin, tá Bjarni Djurholm landsstýrismaður klippur snórin, meðan Klæm- int Weihe stendur hjá, og lýsir tunnilin opnaðan fyri almenn- inginum. Tað verður klappað og rópt. Ordrar: Klárt at koyra gjøgnum tunnilin. Ellisakfør- ini, við teimum »prominent- u« fólkunum og gamla last- bilinum fremst, koyra gjøgn- um tunnilin yvir á rundkoyr- ingina í Leynum og aftur. Ein stór løta fyri meg. Mynda- maður frá Sosialinum hopp- aði upp í lastina, og fekk hann tikið nakrar góðar myndir. Hetta gekk alt upp á tað besta. Var eitt ótrúligt upplivilsi. Løgreglan gjørdi eisini eitt gott arbeiði hendan dagin og skipaðu væl fyri. Tvær politi- motorsúkklur koyrdu undan fylginum við ellisakførunum. Tunnilin er til gagn fyri alt Føroya fólk og eru vit sera takksom. Um kvøldið var ein góður døgurði at fáa á Gilja- nesi. Eg eri sera takksamaur fyri, at alt gekk so væl henda stóra dag, og síggja vit fram í- móti, at fast samband skjótt kemur til Klaksvíkar. Í sambandi við at Vága- tunnilin lat upp 10. desember í fjør, hug- leiðir Hans Elmar Poul- sen á Vatnsoyrum um hesa stórhending, og um at tunnilin er til gagn fyri alt Føroya fólk Hans Elmar Poulsen hugleiðir Nógv verður skrivað - um ymiskt og av ymiskum - so eg fari at royna at skriva tað nið- ur, soleiðis sum tað kendist henda stóra dag, tá Vágatunn- ilin lat upp fyri almennari ferðslu. So upprann dagurin, tann 10. desember 2002, við góð- um veðri, sum ynskiligt var hendan dag, ið var ásettur til at tunnilin skuldi takast í nýtslu fyri øll. Sum kunnugt so kom fyrsti bilur til Havnar 6. mai 1922. Hetta var broyting frá tí dag- liga og ivaleyst eisini ein »stórhending«. Tá byrjaði bil- tíðin eisini í Føroyum. Tað skuldu sostatt ganga áttati ár og átta mánaðir frá fyrsta bili, og til stórhendingin, við tunnil undir Vestmannasund, var veruleiki. Tunnilin er seinkaður umleið tíggju ár, men gott er tað nú, hann er komin, og er hetta ivaleyst gott fyri okkurt. Øll vóru vit líka spent og eisini vit í felagnum Føroya Ellisakfør. Tað var upp á tal, at nakað út yvir tað vanliga skuldi gerast henda dag, og høvdu vit gjørt vart við, at um áhugi var, so vildu vit fegnir seta dám á hátíðarhaldið við teimum gomlu akførunum, sum eru í felagnum. Nú er tað so, at ein lastbilur, av sama slagi sum tann fyrsti, ið kom til landið er í felagnum. So hevði tað verið hóskandi, at hann koyrdi fremst, tá tunn- ilin alment læt upp, og snór- urin varð kliptur. Tíbetur vísti tað seg, sum at formaður og nevnd fyri tunnilin hildu tað vera gott hugskot, og varð tað so góðtikið, at ellisbilarnir skuldu koyra fremst við løg- manni, formanni fyri tunnilin, landsstýrismonnum og øðrum høgum persónum. Tá eg fekk hetta at vita, kendist tað gott. Vit skulu minnast til og ikki gloyma, hvussu »smátt« og lítið alt byrjaði. Tað »veganet« sum var í Føroyum í 1922, og tað vit hava í dag, har vit koyra undir Vestmannasund, kann ikki sammetast. Nógv er at vera takksamur fyri. So at hava ein bil av sama slagi sum tann fyrsti, ið kom til landið var sera stuttligt, haldi eg, serliga tað at síggja stóru broytingarnar í bilstødd og sniði fram til dagin í dag. Seinasti túrur á Oyragjógv Henda dag var so avtalað at møtast á Oyrargjógv kl. 10.00, har Ternan skuldi koma sín síðsta túr við teim- um ymisku høgu gestunum - sum t. d. løgmanni og fylgi. Brekkan niðan á nýggja svingið á Fútakletti er rættu- liga brøtt, og stúrdi eg eitt Stórhendingin mikla Ellisakførini settu rættuligan dám á hátíðarhaldið, tá Vágatunnilin læt upp 10. desember í fjør Hesin Ford T frá 1922 er tann fyrsti, sum alment hevur koyrt gjøgnum Vágatunnilin. Hann er sama slag, sum tann fyrsti, ið kom til landið 6. mai í 1922 – og sum tann fyrsti, ið kom í Vágoynna í tíðliga í juni í 1923! Myndamaðurin á Sosialinum, Jens Kristian Vang sat í lastinini á Ford T’num fyrsta túrin gjøgnum tunnilin Bíðað verður á Oyrargjógv, har Ternan kom seiansta túrin við promonentu gestunum, ið koyrast skuldu undir sundið Bilarnir úr Havn sluppu at koyra undir sundinum á veg vestur – hóast tunnilin ikki alment var latin upp. Teir steðgaðu á eina løtu á botni at síggja umstøðurnar