Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 137 - 23. juli 2003 Nr. 137 - 23. juli 2003 11 Í fjórðingsøld hava vit á hesum stað júkað upp í saman, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit fáa meira burtur úr tilfeingi okkara, so at vit kunnu økja um virðið á okkara høvuðsútflutningsvøru. Nógvar royndir eru gjørdar. Sumt er eydn- ast, meðan annað ikki er eydnast í fyrstu atløgu. Tað var tí hugaligt at hoyra reiðaran í J.F. K. Trol, Hanus Hansen, siga, at ætlanin er ikki, at nýggja skipið skal fiska so nógv meira, hóast bæði maskinorka, spøl og trol- dekk kunnu fáa nógv fleiri tons í pavnarnar og til verksmiðjuborðini. Tvørturímóti hevur reiðaríið sett sær fyri at fáa meira til sættis og gera meira burtur úr fiskinum, so sum mest fæst burtur úr hvørj- um tonsi. Skálaberg er eitt prýðiligt skip. Hugsað er bæði um góð arbeiðskor og um góðar um- støður hjá manningini at búleikast í og ann- ars hugna sær í. Hesum hevur onkur hug at glepsa at. – Men hví skal fiskimaðurin uppi í ísinum ikki hava eins góðar umstøður og heimafólkið? Skipið er jú hansara arbeiðs- pláss og »annað heim« flestu dagar í ári- num! Nýggi Skálaberg er dýrur – út við 170 milliónir kr., og skal leggja 65 milliónir kr. eftir seg árliga. Tað er at vóna, at tað fer at eydnast, og at meira fæst burtur úr hvørjum tonsi. Reiðaríið hevur sýnt eina hugburðsbroyt- ing, sum má og skal til, um vit skulu økja samfelagsinntøkurnar og byggja upp ein sjálvberandi búskap. DAGSINS MEINING Sosialurin Nýgg skip – nýggjur hugburður VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hildibjørt J. K. Gulklett. Eg havi altíð havt áhuga fyri forngripum og um- hvørvi teirra, bæði her á landi, og úti í heimi. Tá ið fornlutirnir vóru á gamla bókasavninum á Debessartrøð og í báta- neystinum skamt harfrá, var tað ein fragd at ganga millum hesar lutir, hóast trongligt var. Alt var so væl til rættis lagt. Lepi var festur á hvønn lut og hvørt plagg, har skrivað stóð, hvaðani lutirnir vóru, og hvør hevði latið teir inn. Alt hetta saknar mann, nú savnið flutti í nýmótans hølir, stórbær og hábærslig! Nú stendur ikki so nógv frammi sum í tronganum, ið har úti var. Kemur mann so til bátaneystið, er einki uppmerkt av nøkrum, sum til dømis, hvar bátarnir eru frá. Alt samalt er vakurt upp- sett - innan fyri glar og rammu, alt gott um tað; men tað sum var harúti, manglar her. Fólk ganga bara og fáa ongan hollan kunnleika um lutirnar. Tá mann so fer oman til gamla Hoyvíksgarð og útisavnið, sum bæði hoyra saman, og síðani kemur innar í roykstovuna, er tað fyrsta, sum mann leggur til merkis, komfýrurin! Hevði tað til dømis ikki borið til at fingið ringar til annað eldholið á komfýri- num á garðinum? Hatta dekslið skemmir! Hatta er tað fyrsta, fremmanda- fólkini leggja til merkis, tá tey koma inn í roykstovuna, tí gløgt er gestsins eyga! Eg var í Blásastovu í Norðragøtu fyri fýra árum síðani. Har er eisini eitt savn, og har gekk ein eldhugað sál og umrøddi hvønn einstakan lut, stóran sum lítlan, út í æsir, so mann var nógv ríkari av vitan, tá mann fór haðani frá. Tíverri er hesin ikki meira okkara millum, so tað má kennast meira tómt, tá so søgurík fólk fara. Georg Kjærbo 3961 Uummannaq Grønland Eg havi arbeitt í útlondum í eini 30 ár, so eg havi flogið nógvar ferðir til Føroyar. Men tá eg var heima seinast – hetta var á fiskarí- messuni í Runavík – upp- livdi eg nakað, sum eg haldi er ein skandala og stór skomm! Eg varð boðin at eta um borð á Norrønu; men vit kundu ikki keypa so mikið sum eitt glas av víni til matin. Og eg frætti, at Jenis av Rana var at- voldin til tess! Nú lesi eg í Dimmu, at føroyingar vilja hava loyvi til at bryggja ein "føroya snaps", men at sami maður, Jenis av Rana, aftur liggur í buktini! Fyri umleið 20-25 árum síðani fleyg eg frá Dan- mark til Føroya. Vit kundu ikki lenda, men máttu flúgva til Skotlands at gista. Tá búði eg á sama kamari sum Jenis av Rana, og vit báðir ótu nátturða saman og drukku øl aftur- við matinum. Næsta dag flugu vit so aftur til Før- oyar, og tá sótu vit báðir lið um lið um borð á flog- farinum, og tá keypti Jenis eisini tollfríar vørur eins og tey flestu. Hvat skal hesin dupult- moralurin til? Og hvussu í verðini skal hesin dupultmoralurin kunna gagna føroyskum vinnulívi? Trygvi Jacobsen Ólavsøkukonsert hevur verið í kommunuskúla- garðinum nakrar ferðir, og skilið hevur verið líka ringt hvørja ferð. Óteljandi fløskubrot liggja og rekast og hótta við at forkoma før- oyska ungdóminum. Sjálvandi er tað ungdóm- urin sjálvur, sum dregur fløskurnar í garðin, men tað er nú einaferð soleiðis, at ungdómurin er tystur, og lítið man tað muna, at tey tilkomnu halda lítið um tað. Flestu fløskur, sum tey ungu dragsa við sær, eru úr glasi stoyptar. Tað er ikki so undarligt. Teimum ungu dámar væl øl. Øl fæst ikki í Kommunuskúlagarðinum. Øl úr glasfløskum smakkar nógv betur enn øl úr plast- fløskum. Føroyskt plastøl fæst bert í risastórum fløsk- um, ið ikki hóska til øl, tí ølið dovnar í teimum, áðr- enn tær tømast. Tað hevur øll hesi árini verið sera keðiligt við øll- um hesum knústu fløskun- um. Tá menn so í fjør søgdu, at eingin glasfløska skuldi inn á konsertøkið, var tað eitt gleðiligt fram- stig. Tystir hampamenn riggaðu seg til eina glas- leysa konsert. Summir blandaðu sær okkurt niður í plastfløskur, og aðrir keyptu sær øl í plastfløsk- um. Nakrar tímar áðrenn konsertina frættist, at glas- fløskur kundu takast við á konsert kortini. Tað er ikki stuttligt at hava gjørt sær ómak við at koma glas- leysur á konsert fyri at skera seg til avlívs. Slíkt kanst tú ikki bjóða fólki. Eg haldi ógvuliga lítið um at vera hildin fyri spott. Nógv kann gerast fyri at sleppa undan glasfløskum. Tað besta er sjálvandi at nokta fólki at koma inn við teimum. Tað ber til at at hava fleiri vaktir enn und- anfarin ár, um arbeiðsbyrð- an er ov tung. Eisini ber til at hava eina inngongd til fólk, sum koma við tasku, sekki ella leypi. Tey kunnu so kannast fyri seg. Tey, sum koma við ongum, kunnu sleppa inn ein annan veg. Tað ber eisini til at selja øl á konsertøkinum. Í øðrum londum verða fólk tveitt í geglið fyri grovt ábyrgdarloysi, tá vanlukkur henda. Var eg einaræðis- harri, vórðu menn, sum sýndu slíkt ábyrgdarloysi, settir at rippa húkar. Eftir mínari meining er slíkt revsivert, sjálvt um lítið av skaða stendst av tí. Betri er at vera fyrivarin enn eftir- snarin. Vónandi verður skilið frægari í ár, men eg stúri fyri, at fyriskipararnir eru so mikið óðir eftir verðini, at heilsan hjá føroyska ungdóminum verður sett í veð. Vit bíða eftir vanlukkuni. Ólavsøkukonsertin gerst ein vanlukka Stór skomm Hugleiðing Føroya Náttúru- verndarfelag – FNU Erling Simonsen, formaður Vísandi til at friðingar- nevndin fyri Suðuroyar sýslu hin 28. nov. 2002 við- mælti verkætlanina hjá Landsverkfrøðinginum til nýggja fergulegu á Trongis- vágsfirði, og at yvirfrið- ingarnevndin seinri stað- festi niðurstøðuna hjá frið- ingarnevndini, skal Føroya Náttúruverndarfelag eftir nevndarviðger í dag heita á yvirfriðingarnevndina, at taka málið um plasering av leguni og grótkastinum upp til nýggja viðger, tá nýggjar upplýsingar eru komnar fram um sjáldsaman tara- vøkstur, ið einans finnist kring hólmarnar á Trongis- vágsfirði. Kanning hjá Biofar frá 1999 um smádjóra- og plantusløg á grunnum vatni á føroyskum firðum, sigur frá, at serstaka tarðaslagið Fugus serratus, ið ikki áður er funnið á landinum, má verða komið til Lítla Hólm seinru 10 til 20 árini. Vísindaligar kanningar eru áður gjørdar í økinum. Í árinum 1800 sigur lívfrøð- ingurin Landt frá, at hesin tarðin var vanligur fram við føroysku firðunum. Ivi er um hetta er rætt, tí síðan hava 4 aðrir granskarar í 1819, 1870, 1902 og í 1982 leita eftir Fugus serratus, uttan at hava funnið hann. Mett verður tí, at Landt í 1800 á einhvønn hátt hevur mistikið seg. Aðrar kanningar verða í løtuni gjørdar á Náttúru- vísindadeildini í samstarvi við útlendskar granskingar- stovnar um føroysku firð- irnar og djóralívið, og savn- að er longu hópur av upp- lýsingum á kortyvirlit um støð í landinum, har fuglur reirast og heldur til líkasum ferðing hjá laksi og síli til áarmunnar. FNU loyvir sær at vísa yvirfriðingarnevndini á, at landsstýrið hevur tikið undir við (november 1998) norðurlendsku ætlanini til vernd av umhvørvi og náttúru. Her veður m.a. lagt áherðslu á, at tryggja marg- faldni av plantum og djór- um, teirra biotop og til- haldsstøð, og samstundis tryggja eina burðadygga nýtslu av náttúru- og ílegu- tilfeinginum. Serstakt skulu sjáldsom og hótt plantu- og djórasløg tryggjast so lívfrøðiliga margfaldni er so stórt sum gjørligt. Hjálagt er yvirlýsing frá FNU um málið frá 12. apríl. Nevnd eru har onnur viðkomandi viðurskifti um tað neyðuga at verja Lítla Hólm, so økið her verður frítt av grótkastinum. Hetta er alneyðugt tá alt plantu- og djóralív í økin- um fær fullkomiliga broytt- ar umstøður tá 4-5 metur djúpa rennan millum hólm- in og land typpist. Føroya Náttúruverndar- felag metur Lítla Hólm, og alt økið við víkina – Punt- havn og Birgishavn – at vera náttúruøki burturav, ið hevur allar fortreytir fyri at verða friðað sambært lógini um náttúrufriðing. Um- framt at økið ber av í vakurleika, fornir lutir eru í økinum og siðsøguliga tilfeingið er stórt, er hetta tilhaldstað hjá hópin av fugli og útferðapláss hjá fólki. Vísindaliga áhugamál eru, sum víst, á staðnum og hava verið tað síðan 1800, so álvarsamar orsøkir eru til at yvirfriðingarnevndin tekur málið upp til nýggja viðger. Vit leggja við avrit av yvirlýsing frá 12. apríl og loyva okkum at siga frá, at málið verður kunnað al- ment. VIÐMERKINGAR Mark Joensen Tað er lættari at bróta niður enn at byggja nakað upp. Nósabarnaprix er eitt til- tak fyri børnum í aldrinum 7-14 ár. Á einum Nósa- barnaprix fáa børnini høvi at royna at standa á einum yrkisgjørdum palli, og har- við kunnu tey sleppa at royna seg sum yrkissang- arar. Tey nógvu børnini, sum higartil hava luttikið, hava øll gjørt sera nógv burturúr bæði við sangi, kóri og dansi. Luttakararnir hava, hvør sum ein, uppiborið alt tað rós, tey kunnu fáa fyri teirra ágrýtni og áhuga fyri hesum tiltakinum. Vit, sum fyrireikarar halda, og hava eisini fingið sjón fyri søgn, at hetta er eitt gott og neyðugt tiltak, sum er eitt munagott ískoyti fyri betri trivnaði, bæði á tí tónleikaliga- og sersakliga eisini á tí sosiala økinum. Mong vóru tey, sum hava verið og hugt, sum frøddist yvir, hvussu gott børnini sungu og dansaðu, og eing- in ivi man vera í, at vit eiga nógv evnarík børn, sum koma at gera seg galdandi á yrkisvendum tónleikapall- um framyvir. Vit, sum hava møguleika fyri tí, skulu bert skapa teimum teir neyðugu karmarnar. Tað er tað, sum okkara endamál við "Nósabarnaprix" er. At fyrireika eitt so stórt tiltak er ikki ein løtt upp- gáva og krevur ymsar til- lagingar. Eg vil undir-strik- að, at hetta er nakað, tú fert undir, bert um áhugi er fyri tí. Vit mugu ikki gloyma at "Nósabarnaprix" fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós í fjør, og tað tekur uttan iva eini 3 til 5 ár, áðrenn til- takið er tillagað til fullnar. Tað ber við sær, at tað fara nakrar boytingar fram ,sum eru neyðugar, men ikki altíð líka hepnar. Tað er sum áður nevnt ein viðgerð sum má finna stað. Sum Teitur Lassen sigur: "Áðr- enn tína frelsu, mást tú hava syndað" Sjálvandi skulu vit, sum fyrireika "Nósabarnaprix" taka hædd fyri, at tillaging- ar fara fram, uttan alt ov nógvar radikalar broyting- ar. Tí er tað heilt einfalt neyðugt, at samstarvsáhugi er. Tað er eitt tað fyrsta vit leggja okkum eftir, tá ið vit fara undir fyrireikingarnar til tiltakið. Vit fóru undir at fyrireika "Nósabarnaprix 2003" í nov. 02. Tá hildu vit, at tað varð eitt sera gott hugskot at leggja undanumførini á stevnunum, við tí í hugan- um, at so høvdu børn og onnur áhugað okkurt annað gott tilboð at fara til. Sam- stundis vóru vit til reiðar at gera eina samstarvsavtalu, sum báðir partar kundu fingið fíggjarligan ágóða av. Sæð í bakspeglinum mugu vit ásannað, at sam- starvið, sum vit høvdu ynskt, ikki kundi til fulnar fremjast í verki. At leggja "Nósabarna- prix" á Vestanstevnu er ikki eitt gott hugskot, fingu vit at vita við greiðum orð- um aftaná undanumfarið har vesturi. So tað taka vit til eftirtektar sum ein part av áðurnevdu tillaging av tiltakinum. Vit vilja við hesum bera eina umbering til Vágafólk og onnur viðkomandi, sum halda, vit hava borið okk- um skeivt at. Samstundis vilja vit heitað á foreldur um at hava yvirskot og tol til at lata tiltakið menna seg, so at vit øll í nærmastu framtíð kunnu frøast yvir, at vit í Føroyum eisini hava eitt "Barnaprix". Barnaprix og Vestanstevna Viðvíkjandi sak um nýggja fergulegu á Trongisvágsfirði Vinnumálaráðið hevur biðið Lands- verkfrøðingin at gera uppskot til hvar nýggja samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði kann byggjast til nýggja Smyril. Verandi havnarlag á Drelnesi kann ikki brúkast tí, sum sagt verður frá, er ov nógvur súður fram við syðra partinum á fjørðinum og verður tí neyðugt at leggja grót- kast út á fjørðin at verja atløgu- bryggjuna. Sambært uppskotinum skal sam- ferðsluhavnin byggjast upp at Lítla Hólmi og grótkastið leggjast yvir innara part av økinum har stóra grynnan stutt úr landið verður partur í uppfyllingini. Við uppskotinum verður í framtíðini ikki siglandi inn um hólmin. Lítli Hólmur er serstakt náttúru- øki inni á Trongisvágsfirði og ein- asti í landinum av sínum slag. Frá Gálganum eystaru megin er Birgis- havn og Punthavn og síðan stóra víkin innan fyri Lítla Hólm við Krambatanga og velduga sevinum og tarðaskóginum kring hólmin. Tarðaskógurin niður á 4 metra dýpi er upp í 6 hektarar í vídd og tí vakst- rarstað hjá hópin av smákyknum, fiskayngli, igulgerðum og øðrum skeljadjórum. Nógv æða og onnur fuglasløg halda til í økinum, ið allarhelst eisini er ónervað av dálk- ing frá húsarhaldum, vinnuvirkjum og alingini á fjørðinum. Alt strandaøkið frá Gálganum og væl vestur um Lítla Hólm er náttúruøki burturav og nógv brúkt sum útferðapláss har siglast kann við smábátum inn um hólmin. Óføra áhugavert er at hava snøri ella tráðu við sær tá reyðfiskur, seiður og flundra altíð kann fáast. Dýpið mill- um hólmin og Krambatanga er 3 til 6 metur og er í støðum ljósur sand- botnur og áhugavert at kaga á botn og síggja alt tað lív, ið har fer fram. Á Krambatanga eru fornar leivdir har miðvíst mark ikki kann setast fyri víddini á økinum. Fornminnis- savnið hevur staðfest økið sum friðað øki, og kann tað tí tykjast í meira lagi, at Tvøroyrar kommuna í nýggja og broytta býarplaninum hevur lagt alt økið fram við hólmin og í mark til forna økið út til havn og ídnaðarøki. Økið hevur annars stórt hall og er rættuliga ónýtiligt til t.d. ídnaðarbygging. Nýggi býarplanurin leggur næstan 2 kilometrar av havnarøki út og kann tað við stóra havnarlagnum á Tvøroyri sýnast í meira lagi, tá møguleikin fyri nýggjum havnarøki og bryggjukanti tá er nøktaður rættuliga nógv ár framyvir. Friðingarnevndin fyri Suðuroyar Sýslu hevur viðmælt ætlaðu pla- sering av samferðsluhavnini og vísir í niðurstøðu síni einans til § 2, stk. 2 nr. 1 í fyrsta parti í løgtingslóg um náttúrufriðing frá 9. juli 1970, har sagt verður, at innangarðs eigur ikki at verða bygt, uttan loyvi frá friðing- arnevndini, undir bakkanum frá vallingini og omaneftir og á øki, ið eru upp til 100 metur frá bakka- tromini, har eingin fjøra er frá meginsjóðarmálanum. Annar partur viðger náttúrufrið- ing, ið friðingarnevndin einki ger við í niðurstøðu síni. Sambært hes- um parti § 6 stk. 1,2 og 3 kunnu frið- ingartiltøk setast í verk viðvíkjandi økjum á landi, á vøtnum – og firð- um – og áum, tá friðingin má hald- ast ynskilig av vísindaligum ella søguligum orsøkum. Eisini viðvíkj- andi økjum, ið bera av í vakurleika, hava sereyðkennir í landslagnum, plantugróður ella djóralívi, ið hava munandi týdning fyri fólk. Og afturat hesum fyri øki sum einsæris landsløg sum drangar, gjáir og gil, fossar, klettar, stórir steinar, áir, vøtn, trø og træhópar, - tá ið frið- ingin tykist ynskjandi í mun til vís- indaligt ella søguligt virði, vakur- leika ella sereyðkennir. Føroya Náttúruverndarfelag hevur á aðalfundi 12. apríl viðgjørt pla- sering av samferðsluhavnini og vil harðliga mæla frá, at verkætlanin verður framd sum hon fyriliggur í løtuni. Sum er, verður neyðugt at spreingja og dýpa havnarlagið, tá alt ov grunt er í innara parti í fergu- plássinum. Allarhelst er orsøkin til ætlaðu plasering at avmarka nøgd- ina av gróti, ið leggjast skal út. Hólmurin sýnist sum partur av uppfyllingini, men er lítið ella held- ur einki vunnið í kostnaðinum, tá spreingjast skal út í botnlendinum. Vit vilja tí mæla til, at náttúruøkið við Lítla Hólm verður friðað og lagt út í býarplaninum sum frílendi til tryggjan av framtíðar møguleikum at njóta órørda náttúru og annars at tryggja eitt neyðugt lívfrøðiligt margfaldni. Frástøðan til Drelnes og økisvíddin er ríkiliga stór til at samferðsluhavnin við fyrimunum kann flytast umleið 150 metur vestur so at rætta dýpið verður gagn- nýtt og soleiðis at grótkastið heldur ger nýtslu av 10-12 metur grynnuni, ið liggur út fyri gomlu kirkjugarðs- brúnni. Tað sýnist ikki sum vega- íbindingin til landsveg er liðugt um- hugsað. Hall er á landsvega- strekkinum og ein møgulig rund- koyring kann ikki fremjast uttan so at gamli kirkjugarðurin partvís verð- ur tikin burtur. Við hjáløgdu tekning verður heitt á Vinnumálaráðið og Tvøroyrar kommunu at bera so í bandi, at samferðsluhavnin verður flutt góðar 150 metur og Lítli Hólmur og økið kringum verður lagt út sum frílendi og náttúruøki burturav. Nevndin Føroya Náttúruverndarfelag, 12. arpíl 2003 Yvirlýsing frá Føroya Náttúruverndarfelag Lítli Hólmur má friðast sum náttúruøki C M Y K 11 10