mikudagur 23. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eirikur Lindenskov
Hendan yvirskriftin kann
kanska ljóða í so national-
romantisk, men soleiðis er
hon als ikki meint. Seinastu
11 árini hevur altíð verið
gott veður flaggdagin – í
øllum førum so nøkulunda
– ta løtuna, vit hava sýnt
fram ellisakførini.
Í ár var einki undantak í
so máta. Eins og undanfarin
ár møttust akførini kl 14,
hesaferð tó á Shellstøðini
við Ringvegin, fyri síðani at
koyra raðkoyring oman á
Kongabrúnna, har akførini
seinastu árini hava staðið,
meðan
flaggdagshaldið
hevur verið.
Tá røðan er hildin og
sangur sungin og marsjur
spældur, verður koyrt av-
staðaftur áðrenn tey fimu í
Bragdinum byrja renning-
ina.
Talið av akførum hevur
seinstu árini ligið um 20 bil-
ar og 20 motorsúkklur.
Á Shellstøðini við Ring-
vegin var mikil blíðskapur.
Har varð boðið kaffi og
wienerbreyð til tey vaksnu,
meðan børnini fingu sun-
kist og ís.
Tað er vanliga stórur á-
huga hjá fólki at síggja
gomlu bilarnar og súkklur-
nar, og høvi var eisini at
kjósa vakrasta akfarið, ein
bil og eina súkklu. Sum
vera man, var tað ein av bil-
unum hjá Hans Elmari, ið
vann heiðurin, eins og
súkklan hjá Hans Paula
Joensen á Argjum.
10
11
HJÓLIÐ
HJÓLIÐ
– Tað er altíð gott veður flaggdagin
Tvey ættarlið av Mercedes: 200 hjá Heina á Borg frá 1966 og 190 hjá Niels Paula
Hjaltalin frá 1961
Nøkur av nýggjaru ellisakførunum, sum vóru við í raðkoyringini flaggdagin. Mercedes 200 frá 1966, Volvo Amazon, Mercedes 190 frá 1961, VW Bobla frá 1974 og Opel
Kadett frá 1973
Tvey ættarlið av Ford: 20 M og Cranada
Hesin Ford Á Coupé hjá Vatnsoyra Bilasavni er frá 1931
Bilarnir vórðu sýndir fram niðri á Kongabrúnni. Hesir sanda undir Ósástovu: Ferrari hjá Atla Simon-
sen, Rolls Royce hjá Rasmusi Magnussen, Ford A Coupé hjá Vatnsoyrar Bilsavni, Chevrolet hjá Vatns-
oyra Bilasavni og Mercedes 190 hjá Niels Paula Hjaltalin – uttast til vinstru ein Standard Vanguard
Chevrolet hjá Vatnsoyrar Bilasavni frá 1931
Hesa bobluna hevði ein breti, ið starvaðist á
Bilasøluni Norrøna við sær úr Bretlandi. Nú eigur
Rúni Nielsen hana. Hon hevur ein Porrche motor
Boblan hjá Katrin Joensen av Argjum er ein av teimum
seinastu, ið framleiddar vóru. Hon sær út sum fyrsta
dagin - sum alt hjá »teimum á Argjum…«
Eftir hondini eru nóg mikið av Triumph Spitfire Mark IV til ein klubba
fyri seg. Nú hava Eirikur, Ingi og Hans Jørn hvør sín. Hetta er tann hjá
Hans Jørn
Geir Wardum, sum er leiðari á Shellstøðunum í Havn, sýndi felagnum blíðskap við kaffi,
wienerbreyðum og onkrum góðum til børnini eisini. Her verða heimstrupulleikarnir
loystir: Júst Sivertsen, Geir Wardum, Atli Simonsen og Niels Pauli Hjaltalin