mikudagur 23. juli 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 137 - 23. juli 2003
Nr. 137 - 23. juli 2003
13
Álvur Kirke
Innanfyri heimastýri-
slógina og innanfyri
ríkisfelagsskapin.
Danski forsætisráðharrin
hevur herfyri verið á vitjan
í Føroyum, og hevur á ferð-
ini gjørt ein sáttmála við
løgmann um yvirtøkur.
Hann sigur, at avtalan er
grundað á eina aðra avtalu,
sum hann fyrr hevur gjørt
við løgmann um, at virkað
verður innanfyri heimastýr-
islógina og innanfyri ríkis-
felagsskapin.
Hvat siga andstøðu-
leiðararnir ?
Jóannes Eidesgaard, for-
maður í Javnaðarflokkin-
um, heldur, at tann sokall-
aði sáttmálin ikki broytir so
nógv. Hann fer ikki at
liggja í andvekri av hesum.
Forsætisráðharrin
hevur
fingið føroyingar at ásanna
ein politiskan veruleika,
sum hevur verið galdandi
síðani 1948. Forsætisráð-
harrin hevur dugað meistar-
liga væl at trekkja tenninar
úr teimum mest víðgongdu
á tí politiska loysingar-
vonginum.
Formaðurin í Sambands-
flokkinum, Lisbeth L. Pet-
ersen, heldur, at tað ber illa
til at siga nakað um sátt-
málan millum Annfinn
Kallsberg og Anders Fogh
Rasmussen, fyrr enn vit fáa
at vita, hvat kemur at
standa í teirri endaligu
yvirtøkulógini. Sjálvan
sáttmálan heldur hon vera
so ullintan, at tað ber illa til
at hava eina greiða hugsan
um hann.
Er talan um veruligt
sjálvstýri?
Hetta er so tað seinasta í
sokallaðu
sjálvstýristil-
gongdini!
Men, - er talan um veru-
ligt sjálvstýri? Her er svar-
ið nei, og aftur nei!
Endaligi avgerðarrætt-
urin, suvereniteturin er
framvegis hjá dønum, og
honum
vilja
teir
ikki
sleppa!
Virkað verður framvegis
innanfyri ríkisfelagsskapin
og innanfyri heimastýris-
lógina.
Talan er bert um, at før-
oyingar sleppa at umsita
fleiri og fleiri mál fyri
danir, innanfyri ríkisfelags-
skapin, eftir heimastýris-
lógini frá 1948, og at før-
oyingar sleppa at gjalda
dønum afturfyri at sleppa at
umsita málini.
Hvussu nógvum
hernðarútreiðslum er
Danmark sloppið undan,
afturfyri NATO-støðirnar
í Føroyum ?
Jenis av Rana, løgtings-
maður fyri Miðflokkin,
hevur ferð eftir ferð sagt, at
hann vit hava samráðingar
við danir um eina fíggjar-
liga uppgerð, áðrenn vit
kunnu tosa um at skerja
blokkin. Hann heldur, at
blokkurin, og meir aftrat, er
ogn Føroya fólks.
Føroyanevndin
hjá
danska Fólkatinginum fyri-
reikaði seg væl áðrenn
føroyaferðina
herfyri.
Nevndin setti Anders Fogh
Rasmussen fleiri ítøkiligar
spurningar, sum hon kundi
vænta fóru at stinga seg
upp á ferðini.
Danski forsætisráðharrin
varð millum annað biðin
um »en samlet opgørelse af
det økonomiske mellem-
værende mellem Færøerne
og Danmark, herunder de
eventuelle gevinster Dan-
mark får i NATO, fordi det
danske rige omfatter Fær-
øerne og Danmark.«
Fyri at fáa svar upp á
tann
síðsta
spurningin
vendi Anders Fogh Ras-
mussen sær til verjumála-
ráðið, sum púrasta vísir
aftur, at Danmark nakrantíð
hevur fingið nakað burtur-
úr, at Føroyar vóru partar
av danska ríkinum.
»Danmark har på intet
tidspunkt unddraget sig
udgifter i NATO som følge
af Færøernes status og pla-
cering.
En
sammenkædning
mellem geografisk beligg-
enhed samt strategisk be-
tydning og ønsket om et
mindre bidrag til Alliancen
ville desuden være et klart
brud på de grundlæggende
principper i NATO«, sigur
verjumálaráðið í svarinum.
Men í 1999 skrivaði Karl
Nolsøe áhugaverda grein
um hetta evni. Greinina
kallar hann "Norðan fyri
lóg og rætt, Danmark er ein
snúltari í Grønland og Før-
oyum".
Í greinini hjá Karl Nolsøe
stendur m.a. henda áhuga-
verda tabell: Sí talvu 1
Ein onnur tabell er henda:
Sí talvu 2
Avgerðarrætt
og
fulla
ábyrgd, suverenitet, - ella
umsita fyri danir
Ríkisveitingin til Føroyar
er bert ein lítil partur av tí
vinningi, Danmark hevur
av Føroyum. Tí er eingin
orsøk til at minka ella taka
"ríkisstuðulin" av, fyrr enn
vit fáa veruligt sjálvstýri, -
suverenitetin yvir landi
okkara.
Tað hevur mest sum
ongan týdning, at slepa at
umsita fleiri og fleir mál
fyri danir, og tað er heilt
burtuvið, at vit har aftrat
skulu gjalda fyri at sleppa
at gera hetta arbeiði fyri
danir.
Nei, vit eiga heldur at
stríðast fyri, skjótast gjør-
ligt, at fáa fullan avgerðar-
rætt og fulla ábyrgd av
landsins stýri.
Málsligt stríð
So leingi støðan er, sum
hon er, eiga vit at tala og
skriva soleiðis, at danir alla
tíðina verða mintir á, hvat
føroyingar halda um støð-
una.
Vit eiga at siga:
den færøske nation
danska grundlógin
danski grundlógardagurin
danski forsætisráðharrin
danska drottningin
danska fólkatingið
Roskilde í Danmark
Odense í Danmark
o.s.fr..
og ikki:
det færøske folk
grundlógin
grundlógardagurin
forsætisráðharrin
drotningin
fólkatingið
Roskilde
Odense
Vit eiga, bæði i skrift og í
talu, tilvitað at vísa á, at
Føroyar eru eitt land, og
Danmark eitt annað.
Sjálvstýristilgongdin,
innanfyri ríkisfelags-
skapin
Verandi sokallaða sjálv-
stýristilgongd førir ikki á
mál.
Vit sleppa at umsita fleiri
og fleiri mál fyri danir, men
suverenitetin fáa vit ikki!
Suverenitetin mugu vit
taka tá vit hava politiskan
og moralskan rygg til tað.
Tí var danski forsætis-
ráðharrin so glaður og so
blíður á ferðini.
Hann hevur tryggja sær,
at føroyingar framvegis
vilja virka innanfyri ríkis-
felagsskapin og innanfyri
heimastýrislógina frá 1948.
Eg skilji væl, at Jóannes
Eidesgaard ikki fer at liggja
í andvekri av Tvøroyrar-
skjalinum.
Uttanríkismál í
samgonguskjalinum
Í
samgonguskjalinum
stendur m.a.:
"Samgongan hevur sum
mál at vinna Føroyum
veruliga uttanríkispolitiska
ávirkan og at fyrireika
egnan uttanríkispolitikk.
Føroyskir myndugleikar
skulu eftir greiðum reglum
tryggja sær fult innlit í og
avgerðarrætt á øll uttan-
ríkis- og verjupolitisk mál,
ið kunnu hugsast at hava
týdning fyri Føroyar og
føroyingar."
Hvussu kann hetta stykki
í samgonguskjalinum ger-
ast veruleiki, uttan veru-
ligar samráðingar við danir,
har m.a. NATO verður ein
týðandi partur av samráð-
ingunum?
Keisarin er nakin
Jenis av Rana kallar Tvør-
oyrarskjalið fyri "nýggju
klæði keisarans", - tí tað er
tað reina bluff.
Flokkarnir, sum skipaðu
fullveldissamgonguna
í
1998, eru so glaðir, so
glaðir fyri henda nýggja
sáttmála, sum gevur okkum
loyvi til at sleppa at umsita
fleiri og fleiri mál fyri
danir, eftir heimastýrislóg-
ini frá 1948.
Jenis av Rana, løgtings-
maður fyri Miðflokkin, var
hin einasti, sum tordi at
siga, at keisarin var spill-
nakin!
Hetta er hin nakni sann-
leikin um Tvøroyrarskjalið.
Danmarks besparelser p de milit re udgifter i lyset af NATO’s milit re baser
Gr¿nland, fra 1978 - 1992 i milliarder kr. i 1994-priser.
Faktiske Hvis
Gevinst
Danske (3)Danske (4Danske
Gevinst
milit re samme
til Danmarydelser til
ydelser til
ydelser tilDK efter
udgifter:BNP-andel
hjemme-
hjemme-
F r¿erne + ydelser til
Danmark
som
styret
styret
Gr¿nland
F r¿erne +
r
(1)
Holland (
F r¿erne Gr¿nland i alt
Gr¿nland
1978
16,
22,
5,9
0,
3,
3,
2,
1979
16,
23,
6,6
0,
3,
4,
2,
1980
17,
22,
5,0
0,
3,
4,
0,
1981
17,
22,
4,9
0,
3,
4,
0,
1982
18,
23,
5,1
0,
3,
4,
0,
1983
18,
23,
5,2
0,
3,
4,
1,
1984
17,
23,
7,0
0,
3,
4,
2,
1985
17,
24,
7,2
0,
3,
4,
2,
1986
16,
25,
8,4
0,
3,
4,
4,
1987
17,
25,
8,5
0,
3,
4,
4,
1988
17,
26,
9,4
0,
3,
4,
5,
1989
17,
25,
8,5
0,
3,
4,
4,
1990
17,
24,
6,9
0,
3,
4,
2,
1991
17,
23,
6,1
0,
3,
4,
1,
1992
17,
21,
3,6
0,
3,
4,
0,
Total
262,
360,
98,
9,
49,
59,
39,
Kilder:
1)
Danmarks StatistikTi rsoversigten
2)
Military balance. Institute of Stratigical Studies, London
3)
rsrapporter fra Statsministeriets r dgivende udvalg for F r¿erne
4)
Martin Paldam
flkonomisk udviklingGr¿nland 1994.
Ein onnur tabell er henda:
Military expenditure (% af GNP)
Kelda: Worldbank Development Indicators
Denmark
NL
Norway France UK
USA
Sweden
Lux
Spain Canada Belgium PortugalGreece
85
2,30
3,00
3,10
4,00 5,10 6,10
3,00
0,80 2,40
2,20
3,10
2,90
7,00
86
2,10
3,00
3,20
3,90 4,80 6,30
2,90
0,70 2,20
2,30
3,10
2,90
6,20
87
2,20
3,00
3,40
3,90 4,60 6,10
2,80
0,80 2,40
2,20
3,00
2,80
6,30
88
2,20
2,90
3,30
3,80 4,10 5,80
2,80
0,90 2,10
2,10
2,70
2,90
6,30
89
2,20
2,80
3,40
3,70 4,10 5,60
2,60
0,80 2,10
2,10
2,50
2,90
5,80
90
2,10
2,60
3,30
3,60 4,10 5,30
2,70
0,70 1,90
2,10
2,40
2,80
5,80
91
2,20
2,50
3,20
3,60 4,30 4,70
2,80
0,80 1,70
2,00
2,40
2,70
5,40
92
2,10
2,50
3,50
3,40 3,80 4,90
2,60
0,80 1,60
2,00
1,90
2,60
5,70
93
2,10
2,30
3,20
3,40 3,60 4,50
2,90
0,70 1,80
2,00
1,80
2,60
5,50
94
1,90
2,20
3,20
3,40 3,40 4,20
2,80
0,80 1,60
1,80
1,70
2,50
5,60
95
1,80
2,10
2,70
3,10 3,00 3,80
2,80
0,70 1,60
1,70
1,70
2,60
5,50
VIÐMERKINGAR
Gjalda afturfyri at sleppa at umsita fyri danir
Talva 1
Talva 2
UTTAN ÚR HEIMI
Sokkið skip skal uppaftur
Norska farmaskipið Tricolor, sum sakk eftir ein saman-
stoyt í Ermasundi í desember í fjør, skal nú takast upp-
aftur. Arbeiðið skuldi upprunaliga byrja í síðstu viku,
men varð útsett til í gját fyri veður.
Skipið sakk á 18 favna dýpi og hevur síðani verið til
ampa fyri skipaferðsluna. Fleiri skip hava eisini siglt á
vrakið, men nú skal tað beinast burtur. Ætlanion er at
skera skipið sundur í níggju partar og at flyta teir til
lasnds. Tað er sama mannagongd, sum varð nýtt, tá
russar tóku vrakið av kavbátionum Kursk uppaftur.
Hvør partur vigar ímillum 500 og 1200 tons, og tvey
sergjørd kranaskip skulu flyta teir inn á land.
Tricolor hevði fulla last av nýggjum bilum, tá tað
sakk, og ætlanin er at kanna, um teir framvbegis kunnu
nýtast.
Kuba rósar USA
Tað er ikki á hvørjum degi, at kubanska og amerik-
anska stjórnin rósa hvør aðrari, men tað hendir.
Í gjár rósti kubanska stjórnin stjórnini í Washington
fyri at hava sent tólv kubanar aftur til Kuba. Tey tólv
rændu ein bát og settu kós ímóti USA, har tey ætlaðu
at fáa politiskt friðskjól. Men tað vildu amerikansku
myndugleikarnir ikki geva teimum og gjørdu tvørtur-
ímóti av at senda kubanararnar heimaftur. Kubansku
myndugleikarnir hava lovað, at tey tólv verða ikki
dømd til deyða, tá tey koma aftur, men fyri rætin skulu
tey. Har verða tey ætlandi ákærd fyri vápnað rán, og
myndugleikarnir í Havanna hava sagt, at fólkini fáa í
mesta lagi tíggju ára fongsul.
Á hvørjum ári flýggja nógvir kubanar í stórum og
smáum bátum til USA, og hóast Kuba hevur mótmælt,
hava næstan allir kubanararnir fingið friðsdkjól í USA.
Nýggj ruta
Reiðaríið Scandlines, sum danir og týskarar eiga, er
rættiliga farið at leggja ferjusiglingina í Eystrasalti
undir seg. Scandlines eigur 27 ferjur og hevur nú 19
ymsar rutur.
Scandlines hevur havt rutusigling millum Danmark
og Týskland. Fyri tveimum mánaðum síðani byrjaði
felagið nýggja rutu til Finnlands, og í morgin fer eitt av
skipunum hjá reiðarínum á fyrsta rututúrin millum
Svøríki og Letland. Gongst sum ætlað fer Scandlines
eisini at skipa rutusigling til Sankta Pætursborg, Pó-
lands og Kaliningrad.
Nýggja rutan millum Svøríki og Letland er millum
Nynæshamn og Ventspils. Stjórin í Scandlines, Ole
Rendbæk, sigur við Jyllandspostin, at tey hava valt Ny-
næshamn sum svenska havn, tí haðani er stutt til
Stockholm. Ventspils er størsti havnarbýurin í Letlandi,
og býurin hevur gott samband við tann russiska markn-
aðin. Harumframt hava russar í mong ár nýtt letlendska
býin sum oljuavskipingarhavn.
Fleiri arbeiðsvanlukkur
Higartil í ár hava arbeiðsvanlukkur í Noregi kravt 17
mannalív, og tað er meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Fyrra hálvár í fjør doyðu 14 fólk í arbeiðsvanlukkum,
og alt árið kravdu vanlukkur á arbeiðsplássum á landi
39 mannalív.
Arbeiðseftirlitið sigur, at vøksturin í ár stavar lutvíst
frá arbeiðsvanlukkum í ferðsluni, tí sjey av tilburðun-
um í ár høvdu samband við ferðslu. Tríggjar av hinum
vanlukkunum vóru í landbúnaðinum og skógarvinnuni,
og í byggivinnuni doyðu eisini trý fólk av vanlukku.
Í 2001 doyðu 37 norðmenn av arbeiðsvanlukkum, og
tað var tað minsta talið nakrantíð. Í farnu øld lá talið
ímillum 50 og 60 um árið, skrivar NTB.
Ísrael vil hava Evropa
at átaka sær ein størri
lut í arbeiðinum at
fáa varandi frið í
Miðeystri, men treyt-
in er, at evropeisku
londini skulu reka ein
Ísrael-vinarligan
politikk.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Ísraelska stjórnin hevur nú
fyri fyrstu ferð biðið Evr-
opa átaka sær ein størri lut í
arbeiðinum fyri varandi
friði í Miðeystri. Ísraelska
stjórnin hevur leingi roynt
at halda Evropa uttanfyri, tí
hon heldur, at tey evrope-
isku londini eru ikki nóg
avgjørd, tá tað snýr seg um
palestinskan yvirgang.
- Eru evropeararnir sinn-
aðir til at síggja veruleikan
í eyguni og at virka út frá tí,
fer tað at geva teimum ein
møguleika at fáa ein størri
lut
í
friðararbeiðinum,
segði Silvan Shalom, uttan-
ríkisráðharri,
tá
hann
mánadagin var í Bruxelles
saman
við
palestinska
starvsbróðuri sínum, Nabil
Shaath.
Ein tann størsti stríðs-
spurningurin millum Evr-
opa og Ísrael er Yasser Ara-
fat. Ísrael og USA leggja
hann undir at hava persón-
liga ábyrgd av teimum
nógvu palestinsku sjálv-
morðsatsóknunum í Ísrael,
og tey gera tí alt fyri at
halda hann uttan fyri friðar-
royndirnar. Men Evropa vil
fegið tosa við Arafat. Eitt
nú hevur uttanríkispolitiski
samskiparin hjá ES, Javier
Solana, fleiri ferðir ætlað
sær at hitta Arafat, men
Ísrael hevur sagt nei.
At ísraelski uttanríkisráð-
harrin nú gloppar dyrnar
fyri størri evropeiskari lut-
tøku í friðararbeiðinum
verður tulkað sum eitt tekin
um, at ísraelska stjórnin
ásannar, at tað verður lætt-
ari at fáa glið á samráðing-
arnar við palestinar, er
Evropa við.
Evropa má vera meiri virkið í
Miðeystri
Tony Blair sigur seg
vera fúsan at svara
øllum spurningum í
sambandi við, at
David Kelly tók lívið
av sær.
KELLY-MÁLIÐ
Árni Joensen
Hutton lordur, sum skal
kanna umstøðurnar í sam-
bandi við, at vápnaserfrøð-
ingurin og stjórnarráðgevin
David Kelly beindi fyri sær,
hevur gjørt av, at kanningin
verður almenn, og at øll,
sum verða hildin at vita
nakað um málið, verða av-
hoyrd. Lordurin hevur eis-
ini gjørt greitt, at tað er
hann og hann eina, sum ger
av, hvat skal kannast, og
hvør skal avhoyrast.
Tað kann bera í sær, at
Tony Blair, forsætisráð-
harri, eisini verður av-
hoyrdur, og hann hevur
longu gjørt greitt, at hann
ætlar sær av svara øllum
spurningum frá Hutton
lordi.
Teir konservativu halda,
at Hutton lordur eigur eis-
ini at kanna, hvussu stjórn-
in hjá Blair handfór upp-
lýsingarnar um hópoyðing-
arvápn í Irak. Andstøðu-
flokkurin heldur, at nú
David Kelly valdi at taka
lívið av sær, ber als ikki til
at skilja viðurskiftini sund-
ur. Tí má Hutton eisini
kanna, hvat stjórnin gjørdi.
Sjálvur hevur Blair verið
á rundferð í Asia, síðani
David Kelly doyði, og tað
er heldur ikki serliga huga-
ligt hjá honum at koma
heimaftur. Tann seinasta
meiningakanningin vísir, at
47 prosent av veljarunum
geva stjórnini skyldina av,
at Kelly beindi fyri sær. 39
prosent halda, at stjórnin
eigur at fara frá, og heili 68
prosent siga, at trúvirðið
hjá stjórnini er fokið.
Blair í almenna kanning
47 prosent av bretsku
veljarunum geva Tony Blair
og stjórnini skyldina av, at
vápnaserfrøðingurin og
stjórnarráðgevin David Kelly
beindi fyri sær. Nú skal
málið kannast út í æsir
C
M
Y
K
13
12