Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 HJÓLIÐ HJÓLIÐ Vit prenta í dag fyrsta part av Bilasøguni í Vágum, sum Einar Pet- ersen, sáli, hevur skriv- að til Bilasøguna, sum Føroya Ellisakfør seinni fer at geva út í bók Einar Petersen Fyrsti bilurin, ið kom í Vágar, var ein Ford T. Hesin bilur, ið sum fráleið kom at verða róptur »Lazarus«, varð keypt- ur gjøgnum Wenzel Petersen & Wilhelm Nielsen, sum tá vóru í samstarvi og í roynd og veru sama fyritøka. Vit eru stødd í árinun 1923. Dimmalætting skrivar tann 6 juni 1923 m. a. soleiðis: NYE AUTOMOBILER Med Mýlingur førtes hertil to nye lastbiler (der kan med- tage passagerer ) den ene bil tilhører Jacob Hendrik Isak- sen, Solmunde, den anden: Et med dette formål dannet akti- eselskab på Vaagø. Bilerne er i lighed med de tidligere anskaffede indkøbt gennem Wenzel Petersen & Wilhelm Nielsen, Thorshavn. Partafelagið, sum endurgivna brotið úr tíðindastubbanun umrøður er partafelagi »Krúnan«, ið miðvingar stovnaðu fyri at kunna keypa bilin. Keypsprísurin var 5000 krónur – ein upphædd sum fáur um nakar vanligur maður átti í reiðum peningi tá á døgum!! Partabrøvuni vóru úr Miðvági, men, heimildar- maður mín útilokar ikki, at onkur úr hinum bygdunum í oynni eisini áttu part í bili- nun. Mikil fagnaður Tað var svart av fólki niðri við atløgubrúnnabrúnna hjá Andriasi tey róptu, ið lá upp við Tóra-pakkhús, tá skipið kom á Miðvág við bilinun. Hann bleiv førdur í land við lossijaktini. Tíverri er líkt til, at eingin myndatakari var til staðar hesa søguligu stund. So nú var at fáa bilin niðan- frá og heim í bygdina. Bil- skúrur varð seinni bygdur til hansara umleið har skúlin nú stendur. Enn dugdi eingin at koyra bilin, men, tað lagaði seg við handamakt og snild- um: Brúgvin var rættuliga góð og sterk, togendar vóru lagdir um bilin og so bleiv hálað og skumpað undir, og lagt bleiv undir hjólini so hvørt. Máttu læra at koyra Men, nú máttu miðvingar læra seg at koyra bilin! Hetta bleiv gjørt niðri á sandi – og her kunna vit sanniliga tosa um »learning by doing!« Menn høvðu ilt við at ímynda sær, at eittans ein maður skuldi kunna stýra allari hesi tøknini, so teir tóku huðrarnar av og ein maður sat inni í bil- inum, meðan einir tveir-trígg- ir hingu »uttanborða« klárir at toyggja seg inn og geva bil- føraranum eina hond. Millum teir mongu áskoð- ararnar var ein ellivu ára gamal drongur úr Sørvági, Rodolf Joensen av navni. Nøkur ár seinni skuldi hesin skriva sítt navn við stórum stavum í bilasøguna í Vág- um!! Og tað sama kann av sonnum sigast um miðvingin Georg Hansen, ið kom at verða kosin mest sum fastur bilførari á »Lazarus«, ið bil- urin sum fráleið kom at verða róptur, tá menn umsíðir fingu bilin at »makka rætt« og dugdu at koyra hann. Georg Hansen er sostatt fyrsti bilførarin í Vágum. Við bilinun broyttist gerand- isdagurin her vesturi upp á gott og ilt - mest hitt fyrra hó- ast onkur fóru at sakna »hoyberagildini«, ið nærum hvurvu í søguna! Tað var so- leiðis, at áðrenn bilurin kom, vórðu hoybyrðarnar bornar á bakinun, hjá summum koyrd- ar á rossavagni heim í hoyløð- una, hetta kravdi fitt av hjálp- arfólki, og tá liðugt var, bleiv hoybaragildi hildið - tann ið skrivar hesar reglur minnist henda sið úr Mykinesi, har borðreitt varð við vellingi og kaneli - har helt siðurin seg í hvussu so er langt inn í 50- árini. Nú bleiv hoyggið bara »hurrað« upp á laduna á Laz- arusi og koyrt heim í hoyggj- húsið - hetta megnaðu hús- fólkið og bilførarin í felag í flestu førum, men, hjá rættu- ligum bøndum og húskum har nógv var at fáa inn, kundi tú kanska sleppa upp í part og vænta tær vellling og kanel aftaná! Bilurin bleiv nógv nýttur at koyra tøð og torv við - ja, til ber at siga, at teir túrarnir vóru høvuðsuppgávan hjá Georg við Lazarus og tí seinna bilunum hjá partafel- agnum »Krúnan«, vit skula venda aftur til tann seinna bil- in, ið var ein eitt tons Fordur - Lazarus var uppá hálvt ton. Kundi vera trupul at fáa í gongd – tí Lazarus Tá koyrast skuldi við fólki, vórðu beinkir settir upp á lad- una, eftir at hon varð væl og viðriliga vaskað og spulað – serliga um koyrt hevði verið við tøðum frammanundan! Navnið Lazarus fekk bilur- in allarhelst av tí orsøk, at hann ikki altíð var so lættur at fáa í gongd: Hann hevðið fýra turrbattaríðir framman og varð vundin í gongd við kasti. tá hann so ikki fekst í gongd, var boð eftir skúlabørnunum - skúlin lá beint við bilskúrin - at koma og koyra á Lazarus, og tey vóru sum vera man al- tíð til dystin fús! Tað var van- ligt at børn hungu aftur úr bil- um tá í tíðini og langt aftan á tað. Tvær ferðir var Lazarus úti fyri óhappi: Eitt várið fór hann útav »Inni í Bakka«, og einaferð niðri á sandi snaraði bilførarin so mikið skjótt, at tá fór bilurin runt! Stýrihúsið fór illa, tað mátti umvælast. Í hvørgum førinun var nak- ar mannskaði. Í báðum hes- um førunun var tað onkur annar enn Georg, ið koyrdi. Heimildarmaður mín dugir ikki at siga hvat bleiv av »Lazarusi« – allarhelst bleiv bilurin koyrdur burtur, tá ikki var meira »makt í honum«. Spell! Hann átti at verið varð- veittur sum forngripur. Men, í juli 1930 keypir partafelagið »Krúnan« annan bil. Seinni bilurin hjá Krúnuni Hesin bilurin var eisini ein Fordur eitt tons til støddar - »Lazarus« var 1/2 tons - tann seinni hevði størri motor og var meira nýtímans, hevði gearstong. Hetta var eisini ein lastbilur, men, teir nýttu hann eisini til fólkaflutning: Gjørt varð eitt træhús at seta niður á laduna - eitt fínt træhús við rútum í - húsið hekk uppi í bilskúrinun, bakka bleiv inn- undir tað, so varð tað lorað niður. Eftir var bara at seta onkran bolt í og spenna, so varð hann brúktur sum inni- lokaður bilur - annars var Rudolf Joensen í Sørvági fyrstur í Vágum at nýta hús og skiftilast til bil, tað hevur verið í 1931, so miðvingar hava helst gjørt húsið á teirra bil seinni sama ár. Meira um Rudolf og bilar hansara seinni. Georg Hansen bleiv eisini mest sum fastur sjaførur á seinna bilinun hjá »Krúnuni«. Men tá í tíðini vóru ikki so nógvir pengar at vinna - skrædli í keypskálunun í New York hevði verið í 1929 - fáur átti pengar, og Georg og teir tóku millum lítið og einki fyri koyring. Postflutningurin í oynni ta tíðina er ein áhugaverd søga í sjálvum sær: Martin Nielsen fyrsti niðursetumaður í Vatns- oyrum røkti postflutningin á Fútaklett við hestavagni. Hann hevði gjørt sær eitt hús á vagnin, tí ofta kundi veðrið verða ringt serliga á vetri. Fyrstu tíðina gekk vegurin ikki longur enn norð móti Hálsi. Vegurin á Fútaklett kom í 1930, tá slapp Martin við í bilunum fyrst tí hjá »Krúnuni« síðani við Rud- olfi, savnaði postin saman í bygdunum og so koyrdu teir á Fútaklett við honum. Heimildarmaður mín, Hans Jakku Hansen, ið er sonur Georg, greiðir frá, at hann sum fjúrtan-fimtan ára gamal slapp at koyra seinna bilin hjá »Krúnuni«, hetta var løn fyri at vaska bilin niðri í Ósánni, tá koyrt hevði verið við tøð- um - tá sluppu teir ungu, ið vaskað høvdu, at koyra hann heim í bilskúrin. Hans Jakku var bert ellivu ára gamal, tá hin fyrri bilurin kom til Mið- vágs. Georg Hansen koyrdi ikki einans bil, hann átti eisini bát og róði út ein part av árinun, tá koyrdu aðrir m. a. Jens Rasmussen við Kirkjar í Mið- vági fyri »Krúnuna«. Georg Hansen – Georg í Lon, sum hann eisini bleiv róptur – fyrsti bilførarin í Vágum læt lív í eini syndar- ligari vanlukku á sjónum. Ge- org og bróður hansara vóru farnir til Velbastaðar við báti- nun at flyta ein dana, ið ar- beiddi fyri Baslev & Co og hevði gentu í Sørvági, vestur. Hetta var hin 9. apríl 1936, hann var útsynningur í ættini og vánaligt veður. Teir gingu burtur. Báturin bleiv tikin upp við Prestlandi, og staðfest bleiv, at hann var skræðnaður. Menninir vóru ongantíð funnir aftur. Bilarnir hjá Rudolfi Fyrsti maður, ið fekk sær privatbil í Sørvági var Rudolf Joensen (1911 - 1949). Rud- olf var sera virkin á mongum økjum – m. a. gjørdi hann bert 17 ára gamal eitt vatn- verk uppi í Hornaskoti við Kirkjuánna, og varð hettar royndarkoyrt í 1928. Av tí at ov lítið vatn var, setti hann ein motor í bilhúsið hjá N. Nicla- sen. Hesin motorur bleiv seinni fluttur niðan í Horn- askot, og í 1936 fekk hann eina látrýstturbinu harniðan og brunnur var gjørdur. Ellivu sethús í Sørvági og Sørvágs Kirkja fingu sum fráleið streym frá hesum verki. Omanfyristandandi og mongu avrikini annars hjá hesum merkismanni eru ná- greiniliga lýst í drúgva sið- søguliga verkinun: »Sørvágur og Sørvingar« hjá Sonna Jacobsen og endurgevi eg her tað, Sonni skrivar um bilarnar hjá Rudolfi úr Sørvágur og Sørvingar øðrum bindi: Rudolf kom við tí fyrsta privatbilinun til Sørvágs. Hetta var ein bilur, sum Wel- lejus var komin við úr Dan- mark, ein Jaguar. Hann varð kallaður »Lúsin«, hevði gallesju og var gráur, hevði ikki startara, men mátti vind- ast í gongd. Bilurin gekk ong- antíð væl og varð seinni seld- ur til Jørgen Johannesen í Sandavági, teir vóru vin- menn. Rudolf og Enok (ein bróð- ur) keyptu ein lastbil saman, og hesin varð kallaður »Røder« av reyða litinum, sum hann hevði. Rudolf var sera gløggur maður og gjørdi helst fyrstu skiftilastina til lastbil. Hesin lastbilurin varð eisini brúktur at flyta fólk við, og vóru tá beinkir í. Skuldi hann koyra tøð ella annað, so varð lastin sett á. Einkjan eftir Rudolf Jó- hanna (f. 1915 á Tvøroyri – mamma hennara var úr Sør- vági) býr í dag í Vestmanna og er uppafturgift við Frits Johannesen. Jóhanna er ógv- uliga tíðindafróð og minnist sera væl seinna bilin hjá Rud- olfi. Vit lata Jóhonnu siga frá: – Eg minnist, eg var og ferðaðist í Vágum tá, eg var eini sjey ára gomul. Tá var eingin bilur í oynni. Vit komu upp á land í Miðvági, eg, systi mín og mamma. Omma kom ímóti okkum,og so fóru vit til gongu til Sørvágs. Omma bar systi mína á baki- num og mamma leiddi meg og bar kufferti út um Vatn. – Fyrstu ferð eg var í Sør- vági sum vaksin var í 1931, tá var eg sekstan ár. Grundin til at eg fór vestur til Sørvágs var, at omma varð blivin so mikið gomul og skroypulig, at henni nýttist onkran at hjálpa sær við dagliga húsar- haldinun - hon hevði so nógv mannfólk í húsinun, teir vóru skipsmenn og skuldu gerast út: Hosur og vøttir skuldu bindast og hvørt av sínum. – Mær dámdi væl og hevði tað gott í Sørvági. Í Sørvági hittust Jóhanna og Rudolf. Í 1938 – stødd í Danmark – giftust tey. Í 1939 fluttu hjúnuni til Klaksvíkar, har Rudolf gjørdist fyrsti aut. el-innleggjari. Vit lata Jóhonnu halda áfram við frásøgnuni: – Rudolf var føddur 1912. Hann fekk koyrikort í 1930 - tá var hann átjan ára gamal. Hann koyrdi fyri »Norðustov- umenninar« áðrenn hann keypti henda bilin, ið eg minnist hann hevði í 1931. Tað var ein lastbilur, ein che- vrolet haldi eg. Eg minnist at hann hevði 69 til nummar. Rudolf koyrdi fyri fólk, hann koyrdi við tøðum og torvi og øllum møguligum - og so koyrdi hann við fólki, tá komu beinkir í bilin. Hann koyrdi fólk millum bygdir, eisini vanliga rutukoyring. Eg minnist eisini, at hann koyrdi postin: »Stóri-Martin« hevði hest og vagn, men, tá Rudolf koyrdi fór Martin við í bili- nun, savnaði postin saman í Miðvági og Sandavági, fór við Rudolfi á Fútaklett og heim aftur. Vit plagdu at fara sunnuk- vøldarnar til Miðvágs at dansa, tá vóru beinkirnir uppi á lastuni. Tøðuni blivu bara spulaði úr lastini! Rudolf tók okkurt fyri túrin - men, tað mundi vera millum lítið og einki. Sjálv sat eg altíð í stýr- ihúsinun og slapp ókeypis, sjálvandi! »Komediu« bleiv eisini koyrt til, komedia bleiv spæld í øllum bygdunum, mest í Miðvági. Rudolf koyrdi í eini tvey ár, samstundis arbeiði hann við elekrisitetinun. So fór hann til Havnar at arbeiða, tá koyrdi Olivar Thomassen bilin - men, Rudolf átti alsamt bilin. Eg haldi hann slapp sær av við hann tá, hann fór niður í 36. Vit komu niðrifrá og fluttu beinleiðis til Klaksvíkar. Í 1941 keypur Rudolf - staddur í Klakksvík - ein bil úr Onglandi. Hetta er ein Morris Eigth Saloon. Jóhanna var so beinasom at loyva mær at taka eitt tvítak av kvittanini frá seljaranun. Keypsprísurin var 50 pund. Eitt konufólk, ið handlaði við klæðum, hevði átt henda bil áður, tá hann kom til Føroya lógu nakrir »prøvar« av klæðnatilfari í honum. Men hesin seinast nevndi bilurin hjá Rudolfi endaði so sanniliga eisini her vesturi í Vágum! Og gekk tað soleiðis til: Tá Rudolf varð deyður í 1949 lá hesin bilurin mest sum sundurtikin norði í Klaksvík. Í 1955 keypti Viggo Jacobsen í Bø bilin. Bíggjarmenninir Hjalmar Petersen og Viggo og sørv- ingurin Rudy Joensen (sonur Enok og bróðursonur Rudolf) fóru til Klaksvíkar við báti- nun Akranes eftir bilinun og sigldu hann vestur. Teir skrúvaðu bilin saman aftur. Viggo hevði bilin til einaferð fyrst í sekstiárunum - við- hvørt koyrdi Rudy fyri Viggo. Tá bilurin var niðurslitin fekk Torleif Mouritsen, bilmekan- ikari leivdirnar av honum. framhald Bilar í Vágum í 80 ár »Lazarus« var ein 1/2 Tons Ford T lastbilur. Smágentan á myndini er Elsa Margreta Frederiksen í Miðvági, hon er fødd í 1913 Rudolf Joensen við bili sínum, »Røder«, einum Chevrolet, sum hann keypti í 1931. Fyri ta tíð koyrdi hann fyri Niðristovumenninar Ford T – tann seinni hjá Krúnuni – uttan fyri Snikkaravirkið við Gjónna