Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 23. juli 2003 15 Nakrar broytingar eru seinasta árið gjørdar í manningini í MC Hár, men teir halda, at bólkurin ongantíð hevur verið betri MC HÁR Eyðun Klakstein – Eg ætli mær einki at siga, sigur Niels Uni og peikar á hinar báðar menninar, sum vit hava sett okkum niður við. Teir eru Rani Christian- sen og Jens V. Jakobsen, sum hesaferð skulu svara vegna bólkin og andaliga leiðaran, Niels Una Dam. Hvussu er tað, at Niels Uni er so markantur front- figurur í MC Hár? – Tað er fínt. So fáa vit slappa meira av, svara Jens, sum spælir gittar og syngur í rapprockbólkinum. So er tað evnið útde- batterað. Niels Uni hevur ein sjónliga leiklut í MC Hár, sum ætlar tykjast trív- ast við. Útskifting Á pallinum er Niels Uni rapparin, og afturat sær hevur hann bæði tónleikar- ar og sangarar. Men seinasta árið hava fleiri broytingar verið í bólkinum, hóast teir í MC Hár halda, at bólkurin hev- ur verið støðugur, og ongar broytingar eru hendar í sjálvari grundini í bólkin- um. Fyrr í ár fór Allan Mort- ensen burtur úr bólkinum, og nú er sangarin Eyðun Ásason givin. Á ólavsøku- konsertini verður gittar- spælarin Jónas Bloch Danielsen ikki við, tí hann er burturstaddur, men hin- vegin er Tróndar Bogason komin upp í aftur. Men teir í MC Hár halda, at bólkurin hevur ongantíð verið betur enn tað sama, og arbeiðið við tónleikinum hjá teimum hevur verið støðugt í longri tíð. At onkur tónleikari er farin burtur úr, hevur ikki havt nakra stóra ávirkan. Fáa fólk at rópa MC Hár er ein bólkur, sum riggar væl til stórar kon- sertir. Teirra lívligi rocktón- leikur og argandi tekstir hava ferð eftir ferð fingið fólk upp frá. Og nú prátið fer at snúgva seg um teir, ja, vit kunnu líka so væl siga ónærisligu tekstir, so leggur Niels Uni upp í. – Míni børn sleppa so ikki at lurta eftir MC Hár, sigur hann. Men hinvegin er tað einki í vegin fyri, at MC Hár fer túsundtals fólk á ólavsøku- konsertini at rópa ymiskt, sum tey helst ikki høvdu tikið uppaftur heima við døgurðaborðið. MC Hár arbeiðir fram ímóti eini nýggjari fløgu, og tað verður gjørt við at skriva nýggjar sangir. Men tað kostar nógv at gera eina fløgu, og tí er óvist, nær bólkuri kemur við nýggjum skeringum til fløguspælar- an. Á ólavsøku verða tó onkrir nýggir sangir hjá bólkinum at hoyra. MC Hár betri enn nakrantíð MC Hár Niels Uni Dam – rapp Rókur Jakobsen – sang og gittar Rani H. Christiansen – trummur Jens Virgar Jakobsen – gittar og sang Heri Reynheim – bass Tróndur Bogason – ljómborð MC Hár hevur verið afturvendandi gestur til ólavsøkukonsertina seinnu árini, og teir hava hvørja ferð klára at gjørt vart við seg. Bólkurin spælir sín serliga rockrapp, og teir ælta at hava nýggjar sangir við á konsertini hesaferð. MC-Hár elskar framvegis teg og øll, og teir fara at oysa av sínum kærleika á ólavsøku. Rani, Niels Uni og Jens Virgar eru við í MC Hár Mynd: Álvur Haraldsen 15 14 Nr. 137 - 23. juli 2003 Ein endaleys jagstran eftir venjingarhøli drepur kreativitetin í Déjá Vu. Seinastu tíðina hava teir vant í einari trappu heima hjá trummuspælar- anum, meðan for- eldrini eru í feriu DÉJÁ VU Eyðun Klakstein Déjá Vu telist millum mest lovandi bólkarnar í landi- num. Teir gjørdu rættiliga vart við seg í Prixnum fyrr í ár og vóru tað føroyskir dóm- arar og áhoyrarar, sum høvdu seinasta orðið at siga, so vunnu teir kapping- ina. Men útlendsku dómarun- um dámdu betur Gestir, so sníktu teir úr Eysturoynni seg fram um havnabólkin. Men hóast limirnir í bólkinum gera nógv við tónleikin, og hugurin fram- vegis er stórur, so hava teir ein trupulleika. Tað er ein trupulleiki, sum gongur aftur ímillum nógvar føroyskar tónleikar- ar. Déjá Vu manglar venj- ingarhøli, og tað tykist, sum teir ikki sleppa burtur úr óndu ringrásini at leita eftir tónleikaligum inni- visti. Í trappuni og spæla Vánaligu og skiftandi um- støðurnar at venja undir ávirka arbeiðið í bólkinum. – Tað drepur kreativitetin í bólkinum, at vit eingi høli hava at venja í, sigur Rógvi Rasmussen, sum er bass- spælari hjá Déjá Vu. – Í løtuni venja vit bara, tá ið onkur tiltøk eru á skránni, men vit hava ikki umstøður til at arbeiða frítt og lata kreativitetin blóma. Vit finna heilt einfalt einki høli at venja í, sigur hann. Seinastu tíðina hava teir vant í gongini hjá trummu- spælarunum, tí foreldrini hava verið burturi í feriu. Onkrir hava sitið í trappuni, og tað undirstrikar bara neyðarsligu støðuna hjá bólkinum. Uttanlands Déjá Vu endaði sum nummar 2 í Prix Føroyum fyrr í ár, og ein av donsku festivalunum, sum var um- boðaður til tiltakið bjóðaði Déjá Vu at spæla hjá sær. Fyrr í ár vóru teir tí í Jelling og spældu, og hetta var eitt stuttligt upplivilsi. – Tað var ikki so øgiliga nógv fólk í tjaldinum, har vit spældu, men vit kláraðu at fanga tey, sum vóru har, og tað var eingin av teim- um, sum var komin inn, sum rýmdi, meðan vit spældu, greiða teir frá. Eftir framførsluna í Jell- ing vórðu teir í skundi boð- sendir at koma til ein festival uttan fyri Århus at spæla, tí ein bólkur hevði givið avboð. Hetta gjørdist hugaligur eykavinningur á ferðini í Danmark. – Tað var feitt upplivilsi at vera til festivalin í Jell- ing, siga teir og tykjast verða púra samdir. Fara í studio Tónleikararnir í Déjá Vu skriva nógvan tónleik, og teir hava í eina tíð havt ætlanir um at fara í upp- tøkuhøli at spæla inn. Hendan ætlan er ikki slept, og teir rokna við, at teir byrja at taka upp í heyst. Ætlanin er at taka tónleik upp til eina fløgu- útgávu. Men áðrenn er tað stóra konsertin á ólavsøku, sum bjóðar av. – Eg haldi, at hetta er besta skráin fyri ólavsøku- konsertina nakrantíð. Bólk- arnir eru sera góður, og teir kunnu savna eina stóra og breiða fjøld av fólki, heldur Rógvi Rasmussen. Eingin vil hýsa Déjá Vu 27. juli verður árliga ólavsøkukonsertin í Komm- unuskúlagarðinum í Havn. Bólkarnir, sum fara at spæla, eru: Terji og Føstufressar, Frændur, MC Hár, Take Off, roWan, Déjá Vu, Monkey Mongolia, Troels Skovgaard, Headache Blues Treo og All That Rain. Í komandi bløðunum fara vit at hava greinar um bólkarnar, sum eru við á konsertini. Ólavsøkukonsertin Líggjas Olsen – sang og ljómborð Flóvin E. Viderø – sang og gittar Rói Christiansen – gittar Rógvi Rasmussen – bass Rúni W. Højgaard – trummur Deja Vu var stovnaður í 2000, tá ið bólkurin Siesta fekk ein nýggjan gittarspælara. Navnið á bólkinum var tá broytt til Deja Vu. Síðani hava teir spælt til ymisk tiltøk, so sum Prix Føroyar 2001 og 2003, mðnámsveitsluna 2001, til dans, og teir hava eisini spælt akkustisk sett á caféum. Eisini hava teir verið til eina kapping í Danmark, har teir gjørdust nr. 2. Tónleikurin er heimagjørdur við inspiratión frá nógvum ymiskum bólkum so sum Sting, Radiohead, Turin Brakes og Elbow. Teir royna tó at gera nakað, sum kann kallast egið. Í næstum ætla teir sær at fara í studio at taka tónleik upp til eina útgávu. Déjá Vu Flóvin, Rógvi og Rói eru tríggir av tónleikarunum í Déjá Vu Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14