Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 HJÓLIÐ HJÓLIÐ Toyota Crown frá 1963 á Aalholm Automobilmuseum. Hesin Toyota Crown de Luxe var við í fyrstu sendingini av Toyota bilum, sum kom til Danmarkar 21. august 1963. Hesin 40 ára gamli bilurin verður varðveittur á Aalholm Automobilmuseum saman við øðrum fínum klassiskum bilum Mynd: Toyota Family Lagt til rættis: Magnus Gunnarsson Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir • Gamlar myndir Toyota Crown 2600 de Luxe. Hendan bilin keypti Charles Smith í Havn sum nýggjan í 1972. Bilurin hevði tá nummar Fø 52.900. Charles var sýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum Føroyar. Tá Charles og konan, Petra, í 1973 vóru í Danmark við bilinum, vórðu tey ákoyrd av einum øðrum bili. Tey sótu til alla lukku í trygdarbeltum og sluppu væl frá hendingini. Men bilurin fekk heilt stóran skaða. Bilurin bleiv afturgjørdur í Danmark, men tað gekk long tíð, til hann kom aftur til Føroya. Tá fekk hann nummar Fø 54.900. Í 1974 keypti Magnus Gunnarsson (á myndini høgrumegin) í Havn bilin. Hann hevði hendan bilin til 1980, tá ein maður á Skipanesi keypti hann Mynd: Magnus Gunnarsson Toyota Crown 2600 de Luxe frá 1972. Bilurin hevði 2,6 litur 6 syl. rekkjumotor. Hetta modellið fekst eisini við 2,0 litur 4 syl. motori. Fínasta útgávan var 2600 Super Saloon Mynd: Magnus Gunnarsson Her verður ein av teimum fyrstu Toyota Crown de Luxe hivaður í land í Keypmannahavn. Hetta var 21 .august 1963, og vóru hesir bilar samstundis fyrstu Toyota bilarnir í Evropa. øðrum fínum klassiskum bilum Mynd: Toyota Family Mercedes-Benz hjá Poul Gaard Hansen, ið koyrdi á bilstøðini BIL, ákoyrdur á Hoydalsvegnum. Mynd: Poul Gaard Hansen Á hesi myndini er kona Poul Gaard Hansen, Ella, við Mercedes bilinum á Oyggjarvegnum. Mynd: Poul Gaard Hansen