mikudagur 23. juli 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 137 - 23. juli 2003
Nr. 137 - 23. juli 2003
17
gamal og dulur, men minn-
ið er sum í uglu og hann
minnist væl fyrstu trolara-
tíðina í Klaksvík og luttók í
henni. Ella bróðurin Pætur
Franklin á Vistarheiminum,
sum er líka gamal, hann
situr helst við fullari skuffu
og bíðar spentur eftir tí
fimta Skálabergi, nú hann
er givin at ganga so langar
túrar sum norður á Kósina.
Og bróðurin Mourits á
Vistarheiminum veit eisini
beskeð. Tað eru fleiri aðrir
klaksvíkingar sum hava
upplivað allar Skálaberg-
arnar koma inn um Klakk.
Kirkenes og Ukraine
Men nú snýr tað seg um
nýggja Skálaberg. Tann
seinasti er seldur til Grøn-
lands og nú tosa klaksvík-
ingar um tann úr Kirkenes,
ella tann úr Ukraine, har
skrokkurin er smíðaður og
hornorkestrið tekur í móti
honum, meðan fagrar talur
verða hildnar. Og alt verður
gløgt eygleitt av Oliver
Joensen, blaðstjóranum á
lokala blaðnum Norðlýsi-
num, sum eisini var hjá-
statt, tá næsti, triði og fjórði
Skálaberg kom til landið.
Sera neyv frásøgn er í
Norðlýsinum
um
tann
næsta Skálaberg og um
fiskiskapin hjá tí fyrsta.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri beyð skipinum
vælkomið.
- Seinasta spildurnýggja
fiskiskip, sum kom til
Klaksvíkar, var fyri fimm
árum síðan, tá Christian í
Grótinum legði at bryggju
her fyri fyrstu ferð og vit
kunnu gleðast um tað góða
úrslit, hann saman við hin-
um skipunum hevur lagt
fyri dagin.
- Nógv er broytt síðan
Jógvan Kjølbro og Christ-
ian Holm fyri sjeyti árum
síðan tóku ódnartak við at
keypa fyrsta Skálaberg. Tað
vóru ikki so góðar tíðir tá ið
vóru høvuðsorsøkin til
keypið, nei, tað var trúgvin
á framtíðina og at troyta
nýggjar leiðir, sum eggjaðu
til nýhugsan, og væl hevur
roynst, segði Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri.
Bjartskygdur reiðari
Reiðarin á Skálaberg, stjór-
in á JFK-Trol fekk eisini
orðið, tá Skálaberg hevði
lagt at. Hann kom við skip-
inum úr Noregi og talaði frá
vonginum
beint
undir
brúnni. Fyri okkum, sum
stóðu niðri á brúnni, ljóðaði
Hanus við síni djúpu rødd
næstan sum ein rødd úr
erva úr tokuni og tað var
ein sannførdur reiðari, sum
presenteraði skipið fyri
klaksvíkingum.
- Tað er helst so, at onkur
ivast um tað nú er rætt at
fara undir at smíða nýggjan
Skálaberg fyri so nógvan
pening, góðar hálvt annað
hundrað
milliónir.
Á
summum økjum í samfe-
lagnum eru útlitini ikki tey
somu sum fyri 2-3 árum
síðan. Tá við kortini eru
komnir á Klaksvíkina við
hesum nýggja fari, so er tað
tí vit hava roynt at líta fram
í tíðina. Vit hava roynt at
bøtt um avmarkingar sum
lógu í tí gamla bátinum.
Maskinorkan er økt. Talið
av spølum og trolum er
vaksið. Til ber at nýta
flótitrol. Frystiorkan er økt.
Møguleikarnir at pakka
vøruna í smápakning ella
sum liðugtvøra eru eisini
munandi bøttir.
- Vit hava lagt doyðin á at
útvega okkum eitt so gott
og fjølbroytt veiðiamboð
sum á nakran hátt tilber.
Tað sum Hin Alvaldi letir
liva og nørast í Barents-
havinum sær hampuliga
væl út í løtuni. Fiskiloyvið í
Irmingarhavinum hava vit
eisini at dúva upp á. Rentu-
støðið í heiminum er eisini
søguliga lágt, sjálvtum
heimsbúskapurin
kann
tykjast ivasamur. Vit fram-
tíðarmøguleikum í huga
hava vit tikið hetta stig. Vit
vita sjálvandi, at missa vit
fiskirættindini, so verður
tað tungur róður, segði
Hanus Hansen.
Eitt dreymaskip
Tú hevur veruliga kensluna
av, at Skálaberg er eitt ser-
ligt skip, tá tú kemur um-
borð. Tað er hugsað um
hvønn smálut. Innan er
skipið
snotiligari
enn
Norrøna. Har er pláss, har
er ljóst og har er rúmligt.
Sjónvarp er á kømurunum,
wc og bað. Kømurini eru
rúmlig einki er spart.
Manningin hevur atgongd
til internet.
- Vit hava rættuliga lagt
okkum eftir at manningin
skal trívast umborð. Onkur
heldur hetta kanska vera
oysl, men tær forbetringar
vit hava gjørt, fyri at mann-
ingin skal trívast kosta
minni enn eitt prosent av
samlaða kostnaðinu, sigur
Hanus Hansen, reiðari.
Vit hitta hann inni á skip-
arakamarinum nú tað ring-
asta nosið av vitjandi er av.
Hann hevur næstan fingið
gø í hondina av at taka í
móti. Hanus er sjálvur
gamal skipari. Hann var
fyrstu ferð skipari í 1986 og
fram til 96 var hann skipari
á Enniberg, tey seinastu
fýra árini samanhangandi.
Tann stóri munurin á hes-
um skipinum og á tí gamla
er, at vit kunnu bjóða keyp-
aranum tað hann ynskir. Eg
veit at 165 milliónir eru
nógvir pengar, men skuldi
vit bygt ein trolara sama
slag sum undanfarna Skála-
berg, so hevði hesin kosta
125 milliónir og møguleik-
arnir høvdu verið teir
somu, sum á tí gamla og tá
er væl ikki talan um fram-
stig. Ein triðingur av tí,
sum teir gomlu trolararnir
fiska fer í lastina, restin fer
í havið aftur. Her hugsi eg
um høvd og garnar og
annað, sum ikki verður
gagnnýtt av fiskinum. Við
nýggja trolaranum hava vit
nógv betri møguleika at
gangnýta alt sum kemur á
dekkið, sigur Hanus Joen-
sen, reiðari.
Brøður eru skiparar
Brøðurnir Róðin og Ólavur
Biskopstø eru skiparar á
nýggja Skálaberg. Teir eru
klaksvíkingar og av trolara-
ætt. Langabbin, Mortan í
Hvannasundi, var ein av
pionerunum innan trolara-
vinnu í Føroyum, hann
førdi eisini fyrsta Skála-
berg. Fimm av synum hans-
ara, sum allir eru ommu-
beiggjar hjá skiparabrøðr-
unum á Skálabergi í dag,
mannaðu trolarabrúgvar í
drúgvt tíðarskeið. Ommu-
beiggin Kaj Johannesen,
førdi av og á tann fyrsta
Skálaberg og tann næsta
mest sum alla tíðina.
- Hetta skal ganga, er tað
fyrsta Róðin sigur, tá eg
spyrji um framtíðarvánir-
nar. Róðin er ikki sørt errin
av skipinum. Tað er ikki
tann minsti ivin at hóma hjá
honum.
- Eg trúgvi, at rættuliga
dygdin á hesum skipi kem-
ur til sjóndar tá smáligur
fiskiskapur er. Vit hava
nógv betri møguleikar at
fáa fisk, tá lítið er til enn
gamli Skálaberg. Vit vera
teir fyrstu sum fara at royna
eftir toski við trítroli og tað
verður spennandi at vita
hvussu hetta fer at gangast.
Varveita báðar
trolararnar
Hanus Hansen er ikki í iva
um, at sjálvt um nýggi
Skálaberg saktans kundi
fiska alla kvotuna eystan-
fyri, so fer reiðaríið at hava
báðar trolararnar, eisini
Sundaberg.
- Tað hevur allatíðina
verið ætlanin, at báðir trol-
ararnir skulu fiska eystan
fyri og at Skálaberg skal í
Irmingarhavið eftir konga-
fiski. Vit fara at finna
veiðumøguleikar
fyri
Sundaberg, tá hann ikki er
eystanfyri, men eg vil ikki
ordiliga siga enn hvat hetta
snýr seg um, tí endaligu
samráðingarnar eru ikki
lidnar enn, sigur Hanus
Hansen, reiðari.
REPORTASJA
Jústinus Eidesgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
Sosialurin, Klaksvík:
-
Nýggi Skálaberg gevur
okkum heilt aðrar møgu-
leikar enn undanfarni. Í dag
kunnu vit fara beinleiðis til
kundan áðrenn túr og spyrja
hann hvat hann vil hava og
síðan fer Skálaberg eftir tí
vøru og góðskar júst hesa
vøru umborð soleiðis sum
kundin vil hava hana. Við
gomlu trolarunum hava vit
verið nógv meira bundnir
av at fiska eina vøru, og
síðan at finna keypara til
hana, sigur Hanus Hansen,
reiðari á nýggja Skálaberg.
Tað var toka, kjaftsvart í
mjørka, tá nýggi Skálaberg
kom inn í Leirvíksfjørð
mánakvøldið um útvarps-
tíðina. So myrkt, at forvitn-
ir leirvíkingar og spentir
syðradalsmenn sóu púra
einki og allíkavæl, so vistu
teir, at eitt skip var har.
Skemtisøgan um málningin
hjá Mikkjal í Søldarfirði,
Smiril í toku, fekk rættuliga
meining, tí øll vistu, at
skipið var har, hóast ongin
sá nakað.
Úti á Pollinum vóru fleiri
flótandi før samankomin at
taka í móti Skálaberg. Mill-
um teirra, við seglum, var
stoltleikin hjá klaksvíking-
um, gamli útróðrarbáturin
Dragin úr Fuglafirði, sum
nú nú er riggaður til segl og
skal virka sum skúlaskip
fyri ungar siglandi klaks-
víkingar. Har var eisini ára-
bátur frá fornminnisfelag-
num, ein motorur og onkur
kajak, men grønlendingin
sá eg ongan. Og meðan øll
bíðaðu, dagaði Skálaberg
fram úr mjørkanum stórur
og breiður og svartur og
flaggskrýddur.
Teir fimm Skála-
bergarnir
Tað er mánakvøld í Klaks-
vík og Kósabrúgvin er av-
taklað
við
fólki,
enn
streyma fólk norður eftir,
tey ganga sama veg. Tað er
Kósabrúgvin, sum er karm-
urin fyri stórhendingina
fyri framman. Niðri á
brúnni verður prátað og
prátið er um nýggja skipið
og prátið flytir seg tíð.
Næstan øll minnast, tá
fjórði Skálaberg kom til
landið í 1989. Tá legði
hann eisini at her, og tá var
eisini eins nógv saman-
komið. Nógv minnast eisini
tá triði Skálaberg kom í
1976 og tey minnast eisini
hátíðardámin tá. Og so er
tað onnur, og nú fækkast
tey, sum minnast tá næsti
Skálaberg kom í desember
1956. Tað var sanniliga
stórhending við lít og hann
var hildin at vera eins stórt
vágaverk og nýggi Skála-
berg í dag. Og tað eru bara
nøkur heilt fá, sum minnast
fyrsta Skálaberg sum kom
teir seinastu dagarnar í
1933. Ein sum minnist er
Símun David Kalsøe, sum í
dag er elligamal, yvir 90 og
enn er heima og klárar seg
sjálvan. Eg kenni kikaran
hjá honum á mær og veit at
hann kikar úr heiminum á
Bumshamri,
nú
meðan
Skálaberg leggur at. Símum
David førdi Gamla Skála-
berg saman við øðrum í
fýratiárunum. Ella fugloy-
ingurin Eliesar Sørensen
niðanfyri Stengarvegin tætt
her við. Hann er eisini elli-
5. Skálaberg – eitt kag frameftir
Skiparabrøðurnir Ólavur og Róðin Biskopstø skulu skiftast at føra Skálaberg
Hanus Hansen, reiðari, í skiparastólinum. Hann er sjálvur gamal skipari
Tað eru alvorligar greiðir, tá teir fara at skaffa í hesi fínu stovuni
Oliver, blaðstjóri á Norðlýs-
inum, eygleiddi meðan
Skálaberg legði at, eins og
undanmenn hansara gjørdu
við teimum fyrstu Skála-
bergunum
C
M
Y
K
17
16