mikudagur 23. juli 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
HJÓLIÐ
Andrias Djurhuus í
Havn, vanliga nevndur
Diurin, man vera ein av
okkara elstu bilførar-
um. 7. juni fylti bilurin
hjá honum, ein Opel
Kadett C frá 1978, 25
ár, og sjálvur verður
hann 95 ár í januar
Magnus Gunnarsson
Tá Andrias Djurhuus í Havn,
Diurin, nú ein dagin fór til
sýn við bili sínum, fekk hann
ongan kross. Har var einki at
finnast at. Við tað at bilurin
var blivin 25 ára gamal, bleiv
hann skrásettur sum ellis-
akfar. Hetta ger at gjaldið fyri
vegskatt og trygging fer niður
í helvt.
Sjálvur er Diurin 94 ára
gamal og verður 95 í januar.
Hann er ættaður úr Porkeri.
Sum ungur sigldi hann, til
hann í 1937 yvirtók handilin
hjá pápa sínum í Porkeri.
Hetta árið giftist hann við
Ragnhild, f. Nicodemussen,
úr Skálavík. Tey búðu í Pork-
eri, har tey høvdu handilin til
eftir kríggið, tá tey fluttu til
Vágs at búgva, har tey eisini
høvdu handil. Diurin átti eis-
ini skip og var reiðari, hann
átti sjálvur sluppina Selnes.
Sluppina Sæborg átti hann
saman við øðrum. Í 1970
fluttu tey til Havnar at búgva.
Í 1971 keypti hann saman við
øðrum ídnaðartrolaran Norð-
land. Fyrstu árini í Havn ar-
beiddi Diurin í Skipshandli-
num, til hann fekk arbeiði hjá
Telefonverkinum, har hann
var, til hann varð 75 ára gam-
al.
Blómur og dekk
Bilin, ein Opel Kadett C frá
1978, keypti hann 7. juni
1978 frá Eli Klode, sum tá
var sølumaður á bilasøluni
hjá Vilhelm Nielsen í Jónas
Broncksgøtu. Bilurin kostaði
50.000 krónur at keypa. Í
sambandi við at bilurin bleiv
25 ár, varð Diurin boðin inn á
bilasøluna hjá Meinhardt
Arge við Oyggjarvegin, har
stjórin, Finnbogi Arge, hand-
aði honum eitt blómutyssi og
fýra nýggj dekk til bilin, ið er
ein góð reklama fyri Opel.
Dekkini ið vóru tikin av eru
líka gomul sum bilurin, 25 ár.
Tað skal tó sigast at hann hev-
ur eitt sett av vetrardekkum til
bilin. So nú er bilurin væl
skøddur og Diurin kann
koyra nøkur ár afturat. Bil-
urin hevur bert koyrt 47.000
km. Diurin tók koyrikortið í
1966, tá hann var 57 ára gam-
al.
Andrias Djurhuus:
Næstan 95 og bilurin 25 ár
Andreas Djurhuus fekk eina blómuheilsan frá Finnboga Arge, núverandi Opelumboðnum í Føroyum, í sambandi við, at bilurin fylti 25
ár. Andreas verður 95 næstu ferð
Brunnurin:
Nú skal
gjaldast
Eirikur Lindenskov
Brunnanevndin,
sum
varð vald á aðalfundi-
num seinast, er nú aftur
farin til verka.
Eitt tað fyrsta, nevnd-
in gjørdi, var at gera
eina
reglugerð
fyri
Brunnin, har treytirnar
eru orðaðar fyri varð-
veitslu av ellisakførum í
Brunninum.
Hóast vit í Brunni-
num hava til taks 750
fermetrar, so er skjótt at
fylla – verður tað ikki
gjørt við skynsemi, so
endar galið.
Brunnanevndin um-
situr nú Brunnin burtur-
av. Nevndin í felagnum
hevur einki við Brunnin
at gera. Brunnurin hev-
ur eisini sín egna rokn-
skap, sum nevndin fyri
Brunnin
stendur
til
svars
fyri.
Nevndin
verður vald á aðalfundi
felagsins.
Petur J. Johannesen er
kassameistari í Brunna-
nevndini, og hann hevur
sent út rokningar fyri
fyrstu mánaðirnar. Um
fólk ikki gjalda, so
verður akfarið flutt úr
Brunninum fyri eigar-
ans rokning. Fyri nýggj-
ar lutir, sum skulu inn í
Brunnin, verður sátt-
máli gjørdur so hvørt.
Umframt reglugerð
og sáttmála, so er tað
eisini
nevndin
fyri
Brunnin, sum skipar
fyri ólavsøkuframsýn-
ingini í ár. Yvirskotið av
framsýningini ferð ó-
skert til Brunnin. Sam-
an við leiguinntøkuni
skuldi hetta verið gott
grundarlag fyri at halda
fram við arbeiðinum í
Brunninum,
sum
í
fyrstu atløgu verður at
fáa
Brunnin
tættan,
síðani at leggja dekk í
ein part av Brunninum,
har ovara hæddin kann
innrættast tl felagshøli,
meðan niðara hæddin
verður bjálvað soleiðis,
at hon kann hýsa akfør-
um, ið skulu standa turt
og fjálgt.
Nakað av virksemi
hevur verið í Brunni-
num í vár, eitt nú er ein
lyftari settur upp, har
tað fer at bera til hjá
limum at leiga sær pláss
til smáumvælingar.
Í heyst verður arbeið-
ið í Brunninum tikið
uppaftur, og verður tað
lagt í fasta legu ávíst
tíðspunkt, so limirnir
vita, nær arbeitt verður í
Brunninum.
Ólavsøkuframsýningin hjá P/F Wenzel
Eirikur Lindenskov
Tað er við vælvild frá P/F
Wenzel í Havn – og sjálv-
andi góðum limum, at Før-
oya Ellisakfør í ár aftur
kann bjóða fólki at síggja
gomul akfør.
Framsýningin verður í
framsýningarhøllini
hjá
Wenzel í Havn vikuskiftið
fyri ólavsøku og báðar ólav-
søkudagarnar.
Tað er ein undirnevnd hjá
Føroya
Ellisakførum,
»Brunnanevndin«,
sum
skipar fyri Ólavsøkufram-
sýningini í ár.
– Vit eru sera fegnir um,
at teir hjá Wenzel hava verið
so beinasamir at vilja hýsa
okkum framsýningina, sigur
Heini á Borg, sum er for-
maður
í
nevndini
fyri
Brunnin, tá vit hittu hann
mánakvøldið. Tá vóru teir
við at leggja síðstu hond á
fyrireikingarnar.
Tað eru í ár 100 ár síðani
at Ford verksmiðjan varð
sett á stovn, og dentur verð-
ur tí lagdur á Ford bilarnar á
hesi framsýningini.
Nógvir gamlir Ford bilar
eru í Føroyum – tann elsti er
frá 1915.
Umframt
perlur
frá
20’unum og 30’unum, so
eru eisini fleiri nýggjari
»gamlir« Fordar, eitt nú frá
seksti og sjeytiárunum.
Hetta er fyrstu ferð, at
Ford T
lastbilurin
hjá
Vatnsoyra Bilasavni verður
við á framsýning. Hann er
nett sama slag bilur, sum
tann fyrsti, ið kom til Før-
oya í 1922 – og sum tann
fyrsti, ið kom í Vágoynna í
juni árið eftir, í 1923.