mikudagur 23. juli 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 137 - 23. juli 2003
Nr. 137 - 23. juli 2003
19
Hóskvøldið verður
lestrarstevna hildin í
Vertshúsinum í Havn.
Barnaansing verður
eitt av evnunum
LESTRARSTEVNA
Heri á Rógvi
Hóskvøldið verður Verts-
húsið í Havn karmur um
eina lestarstevnu. Tað er
MFS (Meginfelag føroyska
studenta), sum skipar fyri
stevnuni.
– Hetta er afturvendandi.
Hesaferð hava vit valt at
hava tað í meira hugnalig-
um umhvørvi, og tí hava vit
valt at halda stevnuan í
kjallarinum í nýggja Verts-
húsinum, sigur Absalon
Eysturoy, ráðslimu í MFS.
– Í høvuðsheitum fer
stevnan at snúgva seg um,
hvat føroyska samfelagið
ger fyri at fáa føroyingar út
um landoddarnar at lesa, og
hvat somuleiðis verður
gjørt fyri at fáa hesi heim
aftur.
Eisini verður týdningurin
av eini møguligara vegleið-
ing um størv og yrkisleiðir
viðgjørdur. Henda vegleið-
ing snýr seg í stuttum um
almenna vegleiðing og
hjálp til nýútbúgvin, ið
skulu søkja sítt fyrsta starv.
Er tørvur á hesum, og
hvussu kann ein tílík setast
á stovn?, skriva fyriskipar-
arnir í tíðindaskrivi.
Ætlanin hjá MFS, sum
umboðar allar føroyingar
lesandi á hægri lærustovni
uttanlands, at síggja so
nógv ung sum kanska ikki
eru byrjaði at lesa.
– Tiltakið vendir sær til
øll – lesandi og ikki les-
andi. Tey eldru lesandi eru
kanska serliga áhugaði í
fleiri evnum, eitt nú barna-
ansing.
Ein trupulleiki, ið ser-
stakliga rakar nýútbúna
føroyingin, ið ætlar sær at
flyta heim aftur til Føroya,
er vantandi trygd fyri
barnaansing, serliga Tórs-
havnar Kommunu. Hetta
ger, at tey nýútbúnu aftra
sær við at koma heim aftur
eftir lokna útbúgving.
Við á stevnuni verða um-
boð fyri Fróðskaparsetrið,
Altjóða Skrivstovuna, Stuðuls-
stovnin,
Menningarstov-
una, Tórshavnar Kommunu
og Granskingarráðið. Eisini
luttekur Høgni Hoydal,
løgmálaráðharri og virk-
andi mentamálaráðharri.
Eivør Pálsdóttir fer at
undirhalda við góðum tón-
leiki, og Rakel Helmsdal
fer at lesa upp brot úr stutt-
søgu.
Elin Súsanna Jacobsen
frá Fróðskaparsetrinum tos-
ar um møguleikar at lesa í
Føroyum, og Terji á Lakj-
uni fer fyri Stuðulsstovnin
at práta um stuðulsskipan-
ina.
Holger Arnbjerg frá Al-
tjóða Skrivstovuni fer at
greiða frá arbeiði sínum við
at hjálpa føroyingum út um
Føroyar og Danmark at
lesa.
Kjartan Kristiansen frá
Menningarstovuni og Høgni
Hoydal, løgmálaráðharri og
virkandi
mentamálaráð-
harri, tosa um, hvussu ein
slík vegleiðing kann setast
á stovn.
Viðvíkjandi barnaansing
fara Kristina Háfoss, Høgni
Hoydal og Heðin Morten-
sen at kjakast um barnaans-
ingarmálið, og hvussu um-
støðurnar kunnu betrast
fyri lesandi við børnum.
Gransking
Fyrireikararnir hava eisini
sett gransking á skránna
hóskvøldið.
Spurt verður, hvussu sær
granskingarumhvørvið út í
Føroyum, og hvør samskip-
an er á granskingøkinum?
– Hetta er eitt spennandi
og órørt evni. Hetta vendir
sær serliga til tey, sum eru
ella eru við at vera liðug
við eina hægri útbúgving,
sigur Absalon.
Bárður A. Niclasen fer at
práta um møguleikarnar
fyri PHD-gransking í Før-
oyum.
Klárir til ólavsøku
Fríðkanin av høvuðsstaðnum til tjóðarhátíðina gongur
eftir ætlan, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri. Verk-
fallið herfyri seinkaði ætlaðu arbeiðunum hjá Tórs-
havnar kommunu, men sambært borgarstjóranum fer
høvuðsstaðurin at vísa seg frá sínari góðu síðu á ólav-
søku.
Kommunan ger vanligt viðlíkahald og fríðkar um
býin í sambandi við ólavsøkuna. Sjálva fyriskipanina
av ólavsøkuni hevur Tórshavnar ítróttarráð um hendi.
Kommunan syrgir tó fyri sangheftum til felagssangin,
og fólk frá kommuni sleppa eisini at rudda upp eftir
ólavsøkugestunum.
-HR
Ungu havnafólkini,
sum standa á skate-
board, eru als ikki
nøgd við umstøður-
nar í høvuðsstað-
num. Býráðið ar-
beiðir við einari
ætlan við einari
skateboard park
SKATEBOARD
Heri á Rógvi
Tað er og hevur í longri
tíð verið ógvuliga væl
umtókt millum ung í
høvuðsstaðnum at standa
á skateboard. Fyri ein
góðan ordan skyld nýta
kalla vit skateboard fyri
skateboard.
Tórshavnar kommuna
eigur eina serliga breyt til
endamálið uppi í Gunda-
dali – millum HB- og
B36-húsið. Men hendan
breyt er ikki nóg góð, eru
brúkararnir samdir um.
Fleiri brúkarar, sum
Sosialurin hevur tosað
við, halda, at umstøður-
nar eiga at betrast. Al-
ternativið er so at nýta
skateboard aðrstaðni í
býnum, eitt nú í miðbý-
num. Og tað er heldur
ikki frítt, at tílík skate-
board seta nøkur merki
eftir seg.
Borgarstjórin í Havn,
Jan Christiansen, sigur,
at kommunan fleiri ferðir
hevur fingið áheitanir og
vitjanir frá ungum um at
fáa umstøðurnar í lagi.
Hann sigur seg kunna
ásanna, at tað er ein stór-
ur áhugi fyri hesum mill-
um ung.
– Fólk standa á skate-
board
undir
hvørjari
trappu – eisini í miðbý-
num. Eg veit, at tey fegin
vilja umstøður aðrastaðni
í býnum til skateboard,
sigur Jan Christiansen.
Bæði
foreldur
og
myndugleikar vísa eisini
á, at tað ikki er heilt
vandaleyst
hjá
ungu
skateboardunum úti í
ferðsluni, og tískil ynskja
eisini nógv foreldur, at
meiri skipaðar umstøður
verða skaptar.
Park
Og ein møguleiki at
loysa trupulleikan er við
einari skateboard park.
Hendan góða park skal
so hýsa fólki við áhuga
fyri at standa á skate-
board. Verandi breyt í
Gundadali krevur nógvar
ábøtur í heilum, og hon
verður sum heild ikki
hildin at vera nóg góð.
Ein tílík skateboard
park krevur ikki so nógv
– bert eitt sindur av plássi
og asfalti. Vit eru farnir
at hyggja okkum eftir
einum hóskandi staði,
sum ikki liggur alt ov av-
síðis frá miðbýnum, sig-
ur Jan Christiansen.
Sambært borgarstjóra-
num eru eisini nøkur
hóskandi støð at finna,
men hann vil ikki siga
nakað nærri um, hvar
hetta staðið kundi verið.
Men hóast kommunala
umsitingin hevur eyguni
opin fyri einari komandi
skateboard
park,
so
merkir hetta ikki, at vit
kunnu vænta at síggja
eina tílíka park í nærm-
astu framtíð. Málið er
ikki politiskt viðgjørt, og
enn er talan bert um
tankar. Men sambært
borgarstjóranum
skal
ikki so øgiliga nógv til,
áðrenn ein nýggj park
kann lata upp í høvuðs-
staðnum.
Rundkoyring
Verandi skateboardbreyt
er sum sagt á økinum í
Gundadali, har HB og
B36 halda til. Umstøður-
nar hjá bilum á hesum
øki eru ikki tær bestu, og
tosað hevur verið um at
flutt skateboardbreytina
til frama fyri einari rund-
koyring ella líknandi,
sum vil gera tað meira
høgligt at ferðast millum
húsini.
Men Jan Christiansen
sigur seg einki kenna til
eina tílíka ætlan. Og tí-
skil verða umstøðurnar –
í øllum førum fyribils –
óbroyttar.
Skateboard park í Havn
Skateboardbreytin í Gundadali er ikki nóg góð. Eingin er
rættiliga nøgdur við hana. Ein loysn kundi verið ein
skateboard park, sum Tórshavnar kommuna í løtuni
kannar møguleikarnar fyri at gera
Mynd: Jens Kristian Vang
Lestrarstevna fyri øll
Anna Rein og Absalon Eysturoy, ráðslimir í MFS, skipa fyri lestrarstevnu hóskvøldið í
Vertshúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Hvør skuldi kent betri til
sjónleik á politiska vígvøll-
inum enn júst tjóðveldis-
umboðini á løgtingi ?
Hetta mundi helst koma
teim flestu til hugs, ið lósu
viðmerking frá tjóðveld-
iskvinnuni Kristinu Háfoss
til sambandsmannin Johan
Dahl í vikuni.
Tjóðveldiskvinnan við-
ger m.a. tulkingarnar av
Heimastýrislógini, og tað
hevur hon sjálvandi loyvi
til, men eg má rætta hana,
tá hon tulkar sambands-
politikk og okkara Nýskip-
anaruppskot og samanber
tað við sjónleik.
Tulking Kristinu H. er so
púra burturvið, men trúgv-
asti stuðul Høgna Hoydal
kann helst ikki gera annað.
Eitt hitt mest sjónska er,
tá hon sigur, at Sam-
bandsflokkurin vil fjala
veruleikan.
Hevur nakar fjalt veru-
leikan, so er tað hennara
egni flokkur, og skulu vit
tosa um sjónleik, so kundi
ein nevnt sjónleikin á
gamla apoteki í vár, ið varð
avdúkaður fyri almenning-
inum aftaná eina av ótelj-
andi kreppunum í sam-
gonguni.
Leikritið hevði sjálvur
formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum
skrivað,
og
sjálvur hevði hann eisini
leikstjórnað.
Nei,
eg
kann
siga
Kristinu Háfoss, at Sam-
bandsflokkurin er tann
politiski flokkur, ið best
torir at siga sannleikan og
hevur tikið støðu út frá tí
sum er veruligt og realist-
iskt. Vit vilja ikki forkoma
teim møguleikum vit hava
og spæla við lagnu føroy-
inga.
Nýskipanaruppskotið
Nýskipanaruppskotið
er
eitt samráðingarupplegg, ið
byggir á stevnuskrá Sam-
bandsfloksins. Vit vilja
m.a. beina burtur møgu-
leikarnar fyri at venda og
snara tí, ið Heimastýrislóg-
in nevnir ella ikki nevnir,
og sum Tjóðvelsisflokkurin
brúkar, nú skipanin hevur
virkað í meira enn hálvt-
hundrað ár. Tíðin er broytt
hesi árini, og tí er besta
loysnin at endurskoða skip-
anina, so hon er greið
Eisini eigur at nevnast, at
tað sum Kristina Háfoss
heldur lítið um, nevniliga at
Sambandsflokkurin ikki vil
yvirtaka rættarskipanina, er
við beráddum huga orðað
soleiðis í Nýskipanarupp-
skotinum, tí vit ikki vilja
seta rættartrygdina í vanda,
tá samlaða fólkatalið í Før-
oyum ikki er trygd fyri
ógegni.
Men tað hevur ikki tann
stóra týdningin fyrui Tjóð-
veldisflokkin, skilst á øll-
um brøgdum !
Aktuelli spurningurin
Fyri at koma til aktuella
spurningin í løtuni um
fíggjarliga týdningin fyri
danska limagjaldið í sam-
bandi við NATO-limaskap-
in, so er hetta ein spurn-
ingur, sum Miðflokkurin
tykist hava funnið sær fram
fyri at rættvísgera sín fulla
stuðul til samgonguna og
skerda blokkstuðulin, nú
fíggjarlógin fyri 2004 er á
skránni. Hvussu verður við
játtanini til heilsuverkið, tá
landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum hevur boðað
frá uppaftur størri niður-
skurði komandi ár ?
Tjóðveldisflokkurin ella
formaðurin í uttanlands-
nevndini vil hava fólka-
tingslimirnar at taka sær av
tí, men her er talan um ein
spurning fyri landsstýrið at
taka sær av, um tað skal
gerast. Danski forsætisráð-
harrin hevur svarað fólka-
tinginum tað sum verju-
málaráðið sigur um málið,
so har verður svarið iva-
leyst hitt sama. Men annars
stendur pástandur móti
pástandi, og einastu per-
sónarnir sum kunnu svara,
hvat talan í veruleikanum
var um, eru danskir ráð-
harrar, sum antin eru farnir
frá ella ikki eru á lívi long-
ur, og er ikki nakað seint
hjá samgonguflokkum at
koma við hasum spurning-
inum nú ?
Miðflokkurin hevur sam-
an við Tjóðveldisflokkin-
um, Fólkaflokkinum og
Sjálvstýrisflokkinum skriv-
að undir eitt samgongu-
skjal, har heildarveitingin
verður fastfryst, t.v.s. ein-
um niðurskurði.
Kanska kundi ein vent
málinum við og sagt, at um
so er, at pengar eru spardir,
skuldi ein so ikki verið
errin av, at vit hava verið
við til at goldið okkara part
? ella er tað so, at Mið-
flokkurin onki vil hava við
NATO at gera ?
VIÐMERKINGAR
Sjónleikur ella veruleiki
C
M
Y
K
19
18
Til Sølu
Vakur hvítur Passat 1,6i (sum nýggjur)
KM: 78.000
Prísuppskot: 130.000,- kr.
Áhugað ringið 319489
veitst tú ikki tað?