Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 • mikudagur • 23. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo HB hevur tølini ímóti sær Eftir vónbrotið fyri viku síðani vilja HB spælararnir fegnir í kvøld vísa, at tað eru fleiri knotur í teim- um, men tað verður ivaleyst torført EUROPA CUP Jóannes Hansen Í kvøld skal HB í Litava royna at vinna tað aftur, sum teir mistu á heimavølli fyri viku síðani. Tað luktar av enn einum tapi og harvið endastøðini fyri altjóða luttøkuni á hesum sinni. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at HB skal spæla seg víðari í kapping- ini, og so verður mótstøðu- liðið mikudagin í næstu viku Celtic úr Skotlandi. HB fór av landinum fríggjadagin, og um viku- skiftið vóru teir í Keyp- mannahavn, har teir vandu í Valby parkini. Nú eru teir í Kanaus í Litava, har teir skuldu venja í gjárkvøldið. Sambært heimasíðuni hjá HB, www.hb.fo, so eru allir spælararnir væl fyri. Tølini tala HB spælararnir vóru ógvu- liga vónbrotnir síðsta miku- dag. Teir kendu seg at hava havt gyltan møguleika, sum teir høvdu lorkað burtur. Í staðin fyri at nýta stóra orku til álopsspælið og ásanna, at hetta var møgu- leikin at leggja lunnar undir víðari luttøku, so gjørdist tað hvørki fuglur ella fisk- ur, og so endaði tað við 1–0 tapi og harvið ikki serliga góðum útgangsstøði undan avbjóðingini í kvøld. Síðani 1993 hevur HB átta ferðir roynt seg í Europa Cup á útivølli, og tað hevur ikki gingið væl. Teir hava tapt hvørja ferð, og enn hevur HB ikki megnað at skjóta mál á úti- vølli í Europa Cup. Mál- munurin í teimum átta dyst- unum higartil er 0–34! Eisini tá ið tað hevur gingið hampuliga væl á heimavølli, hevur tað ging- ið av skriðuni á útivølli. Á Ólavsøku í 1998 var HB í Finnlandi. Frammanundan høvdu teir vunnið 2–0 á heimavølli ímóti VPS Vaasa, so vónirnar vóru ikki ongar, og tað var ikki sørt av spenningi á Ólav- søku, áðrenn tíðindini bór- ust úr Finnlandi. HB tapti 4–0. Árið eftir hevði HB megnað 1–1 á heimavølli, tá ið teir fóru at vitja FC Haka í Finnlandi, sum á sínum heimavølli vann 6–0. Í kvøld hava HB spælar- arnir møguleika at gera vánaligum hagtølunum til skammar, og um tað skuldi eydnast at fingið mál, so verða bæði mál og mál- skjútti søgulig. Tað eru tíggju dystir í fyrsta innleiðandi umfarin- um í europeisku meistara- kappingini á skránni í kvøld. Síðsta mikukvøld var tað bara Kanaus, sum vann á útivølli, og teir vóru einasta liðið, sum skoraði á útivølli. Millum feløgini, sum taptu á útivølli, var KR úr Reykjavík. Teir mugu kortini roknast at hava møguleika at spæla seg í næsta umfarið, tá ið Pyunik Jerevan vitjar í kvøld. Armenska høvuðsstaðarlið- ið vann sín heimadyst 1–0. Í stóru opnu kapp- ingini í Keypmanna- havn, Politiken Cup, eru fýra føroyingar millum luttakararnar. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Føroysku umboðini; John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs, Hans Kristian Sim- onsen og Jákup á Rógvu Andreasen, hava allir, nú sjey av ellivu umførum eru leikt, staðið seg væl. Heili 242 telvarar luttaka, tey flestu úr Danmark og Norðanlondum, men eitt nú eru telvarar úr somikið fjar- skotnum londum sum India, umboðandi. Sekstan stórmeistarar og fleiri al- tjóða meistarar mynda kappingina í ár. Mánadagin var fríumfar, men ígjár, eftir evstamark, bleiv áttanda umfar leikt. Kappingin endar fríggja- dagin 25. juli. John Arni fremsti føroyingur Av fyrstani tíð høvdu seks føroyingar teknað seg til kappingina. Olaf Berg og Herluf Hansen settust aftur. Hinir stríðast tó sum rættir menn og hava fingið nógv stig til høldar. Kanska serliga hevur Føroya suverent fremsti telvari leikt væl. John Arni hevur fimm stig av sjey møguligum og hevur longu hitt tveir stórmeistarar. Ímóti amerikanska stór- meistaranum Nick De Firmian (2553), fekk skop- uningurin leikandi lætt javnleik við hvíta fólkinum. Umfarið eftir, hitt fimta, var tað um reppið, at John Arni megnaði at halda tørn ímóti (fyrrverandi) stór- telvaranum Arthur Jus- supov (2583), men tað eydnaðist ikki. Sjálvur segði Jussupov, sum tvær reisir hevur verið í hálvfinalu í HM-kandi- datkappingum, eftir talvið, at John Arni við røttum spæli seint í miðspælinum, hevði kunnað hildið javnt. Spell, men sanniliga eingin skomm! John Arni er higar- til væl omanfyri sína vænt- aðu skoru. Flóvin og Hans Kristian hava báðir hálvtfimta stig. Flóvin hevur eins og John Arni, leikt ímóti tveimum GM´arum. Hesi eru einastu talvini Flóvin hevur tapt. Tey fýra talvini hann hevur vunnið, hava verið ímóti nakað væl lægri mótstøðu, meðan javnleikurin varð ímóti einum 2200-telvara. Samanumtikið á heilt góð- ari leið hjá næststerkasta føroyingi í løtuni. IM-normur? Kollfirðingurin og føroya- meistarin frá 2002, Hans Kristian, hevur í fimm av sínum talvum hitt væl sterkari mótstøðu. Tískil er hansara stigúrtøka frálík. Hans Kristian hevur helst eisini, vegna higartil hepp- in lutakøst (møtt fleiri titt- ulhaldarum), bestan møgu- leika av føroyingunum at ogna sær IM-norm. Hann hevur møtt trimum IM´ar- um; Ole Jacobsen, Bjørn Brinck-Claussen og Tobias Christensen, allir úr Dan- mark, og hesi trý talv eru endað við javnleiki. Í øllum førum má Hans Kristian vinna í áttanda umfari og fáa enn ein góðan mót- støðumann við tittli í nígg- junda umfari og vinna, um fyrsti normur hansara skal verða veruleiki. Fjórði føroyingurin, vest- menningurin Jákup á Rógvu Andreasen, sum á fyrsta sinni roynir seg utt- anlanda, er ikki heilt eiða- sørur heldur. Bert ta einu ferðina hevur hann havt veikari mótstøðu yvir av sær. Flestu mótstøðumenn hansara hava ligið um 2000-2100 tá rating viðvík- ur, og trý stig hevur Jákup vunnið sær av sjey møgu- ligum. Jákup sjálvur hevur 1784 í rating og talan er tí í roynd og veru um eitt lítið gjøgnumbrot. Rúni Nolsøe verður feldur í fyrra dystinum móti FBK Kaunas. Eftir vónbrotið fyri viku síðani vilja HB spælar- arnir fegnir í kvøld vísa, at tað eru fleiri knotur í teimum Mynd: Álvur Haraldsen Føroyingar standa seg væl John Arni Nilssen úr Skopun hevur higartil fingið fimm stig í Politiken Cup í Dan- mark, og hann er fremsti før- oyingurin á fimtanda plássi Savnsmynd Støðan eftir 7. umfar 1. Peter Heine (2636) 6,5 2. Sakaev (2655) 6,0 Sasikiran (2654) 6,0 Jussupov (2583) 6,0 Johannesen (2525) 6,0 6,0 15. John Arni Nilssen 5,0 37. Flóvin Tór Næs 4,5 37. Hans K. Simonsen 4,5 143.Jákup Andreasen 3,0 21 20 Nr. 137 - 23. juli 2003 Tað skal vera løgið, um uphædd til flutn- ingsstuðul ikki er á komandi fíggjarlóg, sigur Jacob Vester- gaard, landsstýris- maður, og sipar her til vinnuna í útjaðar- anum, mest Sand- oynni og Suðuroynni. Ræðandi tøl hava verið frammi um støðuna hjá vinnuni, t.d. í syðru helvt av Suðuroynni, men landsstýrismaðurin leggur dent á, at enn er hvørki uppskotið ella fíggjarlógar- arbeiðið liðugt STUÐUL Dagfinn Olsen Jacob Vestergaard vil hava flutningsstuðulin aftur til útjaðaran. Ræðandi tøl hava verið frammi um vinnuútlit í út- jaðaranum. Til dømis í syðru helvt a Suðuroynni, har útflutningsvinnan í 2002-2003 hevði 340 fólk í arbeiði, meðan tey bert eru eru 221 í 2003. Lønarút- reiðslurnar í 2002 vóru 65,5 milliónir krónur, men í 2003 væntandi bert einar 36,1 millión. Ein minking uppá 44,9%.Tølini siga nógv um ringu støðuna í hesum partinum av oynni. Tølini tala og hesi tøl, og útlitini hjá vinnuni í útjað- aranum annars, hava fingið landsstýrismannin í fiski- vinnumálum, Jacob Vester- gaard, at fara til verka hesum viðvíkjandi. Arbeiðir við uppskoti - Ætlanin er at fáa somu upphæd á fíggjarlógina komandi, sum er nú. Tað vil siga 2,5 milliónir krónur. Men ætlanin er at broyta lógina, so talan er um stuð- ul til útjaðaran, sigur Jacob Vestergaard, sum sigur, at lógin er eitt sindur útholað og nú er stuðulin til flutn- ing allar vegir, men at hetta skal fáast aftur í rættlag, so tað kemur útjaðaranum til góðar. - Meiningin er at javn- stilla virkini í kappingini um rávøruna og sum heild, sigur Jacob Vestergaard, sum ásannar, at virkini í út- jaðaranum eru ikki eins væl fyri í kappingini, sum virkir nærr miðstaðarøkinum. Víst hevur verið á av virkjum í útjaðaranum, at ein trupulleiki er, at vøra til og frá virkjum skal um bryggjukant í Havn og er hetta ein eyka flutningsút- reiðsla fyri virkini í útjað- aranum í mun til virkini nærri miðstaðarøkinum. Jacob Vestergaard sigur, at tað er tvørligari at byggja virkir upp í útjaðaranum, tí korini eru ikki tey somu og tøki peningurin er ofta heldur ikki tann sami. Sera nógv viðurskifti spæla inn, og tað er ein longri søga, sigur landsstýrismaðurin, og nevnir eitt nú Strand- ferðsluna, sum er tænastu- veitari hja fólki og vinnu í útjaðaranum, men nú nú hevur landsstýrismaðurin sett sjóneykuna á hesi viðurskiftini. Vinnustuðul og samgongan Men hvussu samsvarar ætlan landsstýrismanins við stuðulspolitikkin hjá samgonguni, sum ikki hevur viljað hoyrt talan um stuðul til nakra vinnu, t.d. heldur ikki meint rakta rækjuflotan? - Her er heldur talan um útjaðarapolitikk, heldur landsstýrismaðurin, sum vísur á, at landsstýrið hevur politikk á hesum økinum og at broytingarætlan hans- ara bert er at beita flutn- ingsstuðulin aftur til út- jaðaran. Men ein onnur søga er so, hvat aðrir partar av landinum siga til, at megin- parturin av flutningsstuðl- inum skal til útjaðaran, kanska einamest Sand- oynna og Suðuroynna. - Eg havi havt fundir við ymsar partar og lagt upp til, at partarnir finna eina loysn og finna útav hesum, men ongin semja er komin burt- urúr. Eg hugsaði t.d. um somu loysn sum medellið við Kassamiðstøðini. Og ein eigur at minnast, at tað er munur á virkiskorum hjá virkjum í miðstaðarøkinum og í útjaðaranum, sigur Jacob Vestergaard. - Og hvat er so útjaðarin, nú fast samband er til Vág- arnar og er væmtandi aðra- staðni eisini. Tá er útjaðarin einamest Sandoyggin og Suðuroyggin, sigur Jacob Vestergaard, sum minnur á, at enn er fíggjarlógarar- beiðið ikki liðugt og heldur ikki broytingaruppskotið viðvíkjandi flutningsstuðli. Men at hetta hevur høgan prioritet hjá landsstýris- manninum er eingin ivi um, viðgongur Jacob Vest- ertgaard. Flutningsstuðul til útflutningsvinnuna í útjaðaranum Kasper Søeborg vitjar í hesum døgum í Før- oyum og skal hann hava sologuitar kon- sertir komandi dagar- nar kring landið TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Kasper Søeborg hevur roynt seg við fleiri tón- leikasløgum millum ár og dag. Bæði innan aukustisk- an og ravmagnsguitara. Seinnu árini hevur hann tó mest roynt seg innan auk- ustiska guitarheimin, har hann roynir at finna hjarn- una í spanska guitaranum við at blanda klassiska spæliháttin og flamenco spæliháttin. Umframt ber tónleikur hansara dám av latínjazzi, fussión, mini- mal, world og fólkatón- leiki. Kasper Søeborg hevur givið út 3 solofløgur. Fyrst kom Levitation, síðani Evocation og í 2002 kom Realization. Tann 24. juli klokkan 20 spælir Kasper Søeborg í Ribarhús í Fuglafirði. Kostnaðurin er 60 krónur. Tann 25. juli spælir hann grottokonsert við Norðlýsinum í Klæmints- gjógv. Túrurin er frá kl. 13 til 18 og kostar 350 krónur. Tilmelding á Kunningar- stovuni í Havn á telefon 315780. 27. juli kl. 14 er konsert í Sólarris í Húsavík. Kostn- aður 60 krónur 31. juli kl. 13 spælir hann í Listaskálanum í Havn. Kostnaður 60 krónur og 2. august klokkan 11:30 spæl- ir hann til matiné í Havnar Kirkju. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskiv- innumálum, arbeiðir við broytingaruppskotið um flutningsstuðul, sum skal koma vinnuni í útjaðaranum til góðar Kasper Søeborg á guitarvitjan C M Y K 20