mikudagur 23. juli 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 23. juli 2003
23
– Eg hevði als ikki
væntað at fáa so nógv
gullmerkir í hesi
kappingini, sigur
Heidi Andreasen, nú
hon er afturkomin úr
Kanada við fimm
gullmerkjum um
hálsin.
SVIMJING
Stefan í Skorini
Týsmorgunin komu Heidi
Andreasen og venjari henn-
ara, sviin Mats Brisenfeldt,
aftur til Føroyar.
Heidi hevur luttikið í
»Canadian Open for Swim-
mers with a Disability«.
Kappingarnar vóru frá hós-
degnum til sunnudag. Heidi
luttók í fimm greinum, og
hon gjørdi ikki mætari enn
at vinna tær allar.
Harumframt setti hon trý
heimsmet. Tvær ferðir breyt
hon metið í 200 metra frí
og einaferð í 50 metur firv-
aldasvimjing. Hon luttók í
kappingunum 50, 100, 200
og 400 metur frí í dag og
100 metur firvaldasvimj-
ing.
Hørð venjing
– Eg havi vant sera hart
seinastu tíðina, og tað hev-
ur givið úrslit. Eg hevði als
ikki væntað at klára meg so
væl, og tað kom tí sum eitt
yvirraskilsi, sigur ein fegin
Heidi Andreasen í telefon-
ini á veg norðaftur til Eiðis.
Umframt
heimsmetini
vóru tíðirnar hjá Heidi ofta
niður ímóti hennara per-
sónligu metum.
– Mín harðasti kapping-
arneyti var ikki við hesu-
ferð, og tað kann hava verið
til, at tað gekk so væl. Men
eg tók hennara heimsmet á
200 metra teininum, sigur
Heidi.
Kappingarneytin,
hon
sipar til, er Karen Liebo-
vitch úr Ísrael, sum átti
gamla metið í 200 frí.
Hevur
framvegis skaða
Heidi Andreasen sigur, at
tað er sera hart at luttaka í
fimm kappingum innanfyri
fýra dagar.
– Tað var ræðuliga stræv-
ið. Eitt er at vera móður
kropsliga, men tað er eisini
strævið sálarliga. Tú skalt
allatíðina hugsa positivt og
hava tann rætta innstilling-
in, meðan kappingin er, og
tað var strævið, sigur Heidi.
Við á ferðini hesuferð var
sviin Mats Brisenfeldt.
Hann hevur saman við
Katrin Johansen tikið sær
av venjingini hjá Heidi
seinastu tíðina, og tað hev-
ur gingið væl.
Tey hava lagt eina lang-
tíðarætlan við venjingini
hjá Heidi, og tað hevur eftir
øllum at døma givið úrslit.
Heidi hevur drigist við
ein skaða í longri tíð, og
skaðin lúrir framvegis.
– Eg má framvegis ansa
eftir skaðanum. Eg má ikki
venja ov hart, so at skaðin
kemur aftur, sigur Heidi
Andreasen at enda.
Fótbóltsskúli á Tvøroyri
Aftur í ár skipar TB fyri fótbóltsskúla fyri tey ungu í felagnum. Hetta er annað árið
á rað, at TB tekur stig til ein fótbóltsskúla fyri limirnar í felagnum. Umleið 110 børn
hava boðað frá luttøku til fótbóltsskúlan í ár, og tað er fult teknað.
Byrjað verður nú mikumorgunin klokkan 9 á vøllinum á Sevmýri. Fótbóltsskúlin
er fyriskipaður á Sevmýri, og fyri geva børnunum so góðar karmar sum gjørligt,
verður vøllurin í Hvalba eisini nýttur.
Eins og í fjør er tað danin og fyrrverandi TB-venjarin, Svend Petersen, sum er
leiðari á skúlanum. Úr TB siga tey, seg fegnast um stóru undirtøkuna, og heita á øll
at møta stundisliga klokkan níggju mikumorgunin.
-páll
Heidi fekk 5 gull:
Hørð venjing givið úrslit
Heidi Andreasen við teimum
fimm gullmerkjunum, sum
hon fekk í kappingini í
Kanada
Mynd: Jákup Persson
Maraton – Menn
Pláss Nr
Fornavn
Eftirnavn Føddur
Bústaður/Felag
t.
m.
s.
1
3
Cecil
Weihe
1965
Bragdið
2
55
54
2
11
Sigurð B.
Justinussen
1967
Bragdið
3
5
42
3
16
Hjalti
Gunnarstein
1961
Bragdið
3
9
51
4
20
Jósvein Herup Olsen
1958
Bragdið
3
12
45
5
27
Preben
Hansen
1953
Danmark
3
28
9
6
22
Gustav
Struck
1950
Danmark
3
36
16
7
15
Heini Trond
Hansen
1958
Danmark
3
37
14
8 1005
Brian
Bernhardson
1667
Miðvágur
3
37
18
9
26
Ólavur Herup
Olsen
1943
Bragdið
3
46
6
10
4
Djóni
Ziska
1965
Bragdið
3
48
10
11
14
Hanus
Højgaard
1960
Bragdið
3
50
23
12
25
Martin V.
Heinesen
1953
Toftir
3
51
30
13
6
Jens Hjørleif
Hansen
1968
Tórshavn
3
52
39
14
5
Hjalti
Lamhauge
1980
Hoyvík
3
54
44
15
8
Jorge
Matauco
1966
Mallorca
4
0
44
16
2
Allan
Dalsgarð
1972
Danmark
4
3
14
17
1
Robert
Vilhelmsen
1951
Bragdið
4
4
45
18
19
Jógvan Edvard Joensen
1963
Bragdið
4
10
3
19
18
Janus
Petersen
1959
Bragdið
4
10
17
20
7
Johan Pauli
Johansen
1972
Bragdið
4
10
55
21
13
Birgir
Sondum
1962
Bragdið
4
13
8
22
24
Holger
Arnbjerg
1951
Bragdið
4
14
34
23
17
Jákup-Alberg
Berg
1963
Bragdið
4
15
53
24
9
Ragnar
Helmsdal
1978
Hoyvík
4
19
56
25
10
Samson
Nesá
1972
Norðragøta
4
23
57
26
12
Bent Tommy
Linklett
1963
Bragdið
4
44
38
Maraton – Kvinnur
Pláss Nr
Fornavn
Eftirnavn
Fødd
Bústaður/Felag
t.
m.
s.
1
29
Janet Skarðsá
Jacobsen
1976
Fuglafjørður
4
5
22
2
31
Majbritt
Vestergaard
1957
Roysnið
4
21
7
3
30
Agnes
Hansen
1954
Ísland
4
33
51
Maraton-tíðir
Børnini sluppu eisini uppí part leygardagin. Tey runnu tó ikki maraton hesuferð
Mynd: Álvur Haraldsen
23
22
Nr. 137 - 23. juli 2003
– Eg fór eftir sigri-
num, og tað eydnað-
ist. Eg eri eisini væl
nøgdur við tíðina hjá
mær, segði ein sera
lúgvaður Cecil Weihe
eftir maraton-renn-
ingina leygardagin
MARATON
Stefan í Skorini
Leygardagin skipaði Bragd-
ið fyri tí fyrstu maraton-
renningini í Føroyum síðan
Oyggjaleikirnar í 1989, tá
toftamaðurin Absalon Han-
sen fór avstað við gull-
merkinum.
Kappingin eydnaðist væl,
og 26 menn og tríggjar
kvinnur fullførdu teinin og
komu aftur á málið.
Vinnarin leygardagin var
38 ára gamli skálamaðurin
Cecil Weihe, og hann var
sjálvsagt glaður um sigurin.
Cecil nýtti tíðina 2 tímar 55
minuttir og 54 sekund uppá
teinin, sum er 42,195 kilo-
metrar.
Sigurð B. Justinssen úr
Bragdinum í Havn kom á
mál sum nummar tvey, og
hann var umleið tíggju
minuttir aftanfyri Cecil.
Sigurð og Cecil fylgdust
teir fyrstu tólv kilometrar-
nar, men so valdi Sigurð at
seta ferðina eitt vet niður,
og hetta hevði við sær, at
Cecil rann einsamallur ein
stóran part av teininum.
Leggur ferðina
beinanvegin
Cecil greiðir frá, at ein
maraton rennari skal leggja
ferðina frá byrjan.
– Tú leggur ferðina beinan-
vegin. Ein maraton rennari
rennur at kalla í somu ferð
frá byrjan til enda, greiðir
Cecil frá.
Tí er tað sera umráðandi
ikki at leggja ov hart út.
Gert tú tað, verður tú revs-
aður móti endanum av tein-
inum, tá beinini heilt einfalt
ikki orka at bera teg meira.
– Tú skalt ikki kenna
nakra møði eftir 20 kilo-
metrar. Eftir 30 kilometrar
fer møðin so spakuliga at
merkjast í beinunum, sigur
Cecil Weihe, sum tríggjar
ferðir áður hevur luttikið í
maraton kappingum. Tvær
ferðir í Keypmannahavn og
einaferð í Odense.
Besta tíðin hjá honum er
2 tímar og 49 minuttir.
Hetta var á einum nógv
slættari strekki enn hesu-
ferð, og tí er hann nøgdur
við tíðina sum heild.
– Hetta er óivað tað besta
maratonið, eg nakrantíð
havi runnið, leggur Cecil
afturat.
Fleiri brekkur
Vanligt er at renna maraton
á einum so sløttum strekki
sum gjørligt, men á hesum
teininum vóru fleiri brekk-
ur, sum gjørdu tað nærum
ógjørligt hjá rennarunum at
halda somu ferðina allan
vegin.
Tá rennararnir nærkast
Havnini, skulu teir vinna
upp tríggjar brekkur, og
hetta var sera hart.
Tann fyrsta brekkan var
við el-verkið inni á Sundi,
tann næsta var beint eftir
Sandvíkahjalla og tann
triðja brekkan var niðan frá
Hvítanesi. Slíkar brekkur
eru sera krevjandi, og tað
tók hart uppá fleiri av renn-
arunum. Torført er tó at
finna eina heilt slætta rutu í
Føroyum.
– Tá eg havi runnið mara-
ton í Danmark hevur tað
sum oftast verið sól, og tí er
lætt at blíva dehydreraður.
Her í Føroyum hevur tú tó
brekkurnar at berjast ímóti,
sigur Cecil.
Undan eini slíkari kapp-
ing er tað umráðandi at eta
rættan kost og at drekka
nógv vatn.
– Hesar síðstu tríggjar
dagarnar havi eg drukkið 2-
3 koppar av vatni um tímar
fyri at fylla kroppin við
vætu. Teir seinastu fimm
dagarnar havi eg etið kost
við nógvum kolhydrati, so
sum breyð, rís og pasta,
greiðir Cecil frá.
Fá ung
Eitt merkisvert við kapp-
ingini leygardagin var, at
sera fáir ungir rennarar
vóru við. Yngsti rennarin
var 23 ára gamal, og tað
vóru rennarar um 40 ára
aldur, sum gjørdu seg gald-
andi.
– Tað er kanska ikki nóg
attraktivt hjá ungum fólki
at íðka renning. Nú er
Bragdið tó farið undir
kappingar fyri tey yngru, so
møguliga gerst undirtøkan
størri, sigur Cecil.
Hann fýlist tó á umstøð-
urnar hjá renning og fræls-
um ítrótti sum heild í Før-
oyum.
– Tað eru fleiri evnaríkir
ungir føroyingar, sum ikki
hava møguleika at menna
síni evnir innan frælsan
ítrótt, og tað er spell.
Umframt maraton kapp-
ingina var eisini skipað fyri
kapping í hálvmaraton og á
5 kilometra teininum.
37 ára gamli spaniól-
in Jorge Matauco var
komin ta longu leið
av Mallorka til Føroy-
ar at renna maraton.
Honum dámar best at
renna í smáum kapp-
ingum í fjarskotnum
støðum, og hann hev-
ur latið tvær bøkur
um ferðir sínar úr
hondum
MARATON
Stefan í Skorini
– Hetta var eitt sera hart
maraton. Tað vóru fleiri
brekkur móti endanum, og
tær vóru tungar, sigur Jorge
Matauco, sum var við í
maraton renningini leygar-
dagin.
Hann rann teinin við tíð-
ini 4 tímar og 44 sekund.
Hann er væl nøgdur við
hesa tíðina, tá hugsað verð-
ur um brekkurnar og veðrið.
Jorge hevur seinastu árini
ferðast í Norðurevropa og
luttikið í fleiri maraton
kappingum. Hann er úr
Baskalandinum í Norður-
spania, men hann býr á
Mallorka.
– Mær dámar væl at
renna maraton í serstøkum
støðum, sum onnur ikki
fara til, sigur einasti spani-
ólin í kappingini leygardag-
in.
Hann hevur runnið mara-
ton í m.a. Kangerlussuaq í
Grønlandi, Íslandi, Álandi
og á Isle of Man. Hansara
frítíðarítriv er at skriva, og
hann hevur givið tvær bøk-
ur út. Tær snúgva seg um
ferðir hansara kring heim-
in, og hann fer møguliga at
skriva eina bók um ferðir
sínar til Føroyar.
Lítil ferðavinna
Jorge Matauco var í Føroy-
um fyri tveimum árum síð-
ani, og honum dámdi væl.
Tí valdi hann at leggja leið-
ina aftur hendavegin til
hesa maraton renningina.
Steðgurin hesuferð var
stuttur, tí longu sunnudagin
fór hann av landinum aftur.
– Føroyar er eitt tað besta
staðið at renna maraton.
Mær dámar væl landslagið,
tær lítlu bygdirnar og tey
høgu fjøllini, leggur hann
afturat.
Jorge hevur ongantíð
runnið í teimum stóru
maraton kappingunum í
New York, London og Berl-
in, tí tað eru ov nógv luttak-
arar, og tað er ikki serliga
spennandi at renna inni í
einum stórbýi.
– Mær dámar væl í Før-
oyum, tí ferðavinnan enn
ikki hevur fingið fastatøkur
á hesum landinum, sigur
Jorge, sum sjálvur býr á
Mallorka, sum er kend fyri
tað stóra talið av ferðafólk-
ið, ið hvørt ár vitjar oynna.
Av Mallorka at renna maraton
Jorge Matauco var komin ta
longu leið av Mallorka at
luttaka í Tórshavn
Marathon. Honum dámar
væl at fara til fjarskotin støð
at renna maraton
Mynd: Photo Care
Maraton-vinnarin:
Eg fór eftir sigrinum
Rennararnir leggja til brots á
maraton teininum
leygardagin. Cecil Weihe
miðskeiðis á myndini við
nummar 3 á bringuni vann
kappingina við tíðini 2 tímar
54 minuttir og 55 sekund
Mynd: Álvur Haraldsen
Maraton renningin var upprunaliga ein kapping til
heiðurs um søgnina um Pheidippides, sum rann úr
býnum Marathon til Athen við tíðindunum um sig-
ur grikka í bardaganum um Marathon í árinum
490 fyri Krist.
Tá Pheidippides kom til Athen við boðunum um
sigurin, var hannn so útlúgvaður, at hann small
deyður um.
Fakta
C
M
Y
K
22