hósdagur 5. januar 1995síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 5. JANUAR 1995
Soleiðis
gerast
biligir
dropar
dyrir
Ein litur av bensini kostar slaka krónu tå
hann kemur til landið. Tá droparnir
renna niður í bensintangan kostar liturin
átta krónur
Sigast má, at landið ger
kvetti fyri hvønn litur av
bensini, sum rennur niður í
tangarnar á bilum okkara.
Hann ella hon, sum stend-
ur og fyllur sær tangan, skal
gjalda umleið átta krónur
fyri liturin. Men tå hava
mong onnur fingið burtur
av teimum átta krónunum.
Minsti parturin av prísnum
er fyri sjálvar droparnar,
sum renna í tangan
Í eini kanning, sum Prís-
eftirliuð hevur gjørt fyri
landsstýrið um blýggjað
bensin sæst, at liturin, tå
hann kemur til landið, kost-
ar 87 oyru. Oman á kemur
punktgjaldið, sum er 3,50
kr. Haraftrat kemur veru-
gjald, sløk trý oyru. Sostatt
er kostprísunn hjá innflyt-
ara 4,39 kr.
Men hann skal hava sín
vinning, sum er 1,06 krón-
————“
fidindabladid 55 % 117]
ur, og sostatt er søluprisurin
til tangan, vit keypa bensini
úr 5,45 krónur. Men eisini
hesin skal hava sín vinning,
sum er um 18 prosent, og so
er prísurin komin upp á
6,42.
Men landid hevur ikki
fingið nóg mikið vid sínum
punktgjaldið, vit byrjaðu
við. Tað skal eisini hava
Meirvirðisgjald, og tað
svarar til 1,61 krónur, og so
koma vit upp á tann prísin,
liturin kostar føroyska bil
eigaranum,- umleið átta
krónur.
Almennu avgjaldini eru
sostatt 64 prosent av enda-
liga utsøluprisinum, brutto-
vinningurin til innflytara 13
prosent, bruttovinningurin
til småsølu er 12 prosent, og
minsti parturin er sjålvur
innflutningsprísurin,- 11
prosent.
tór.-
Nógv dýrari í Føroyum
Blýggjað bensin er eina helvt dýrari í Foroyum enn tað er í Danmark
Tað var tann tíð tá fólk fyltu
sær tangan áðrenn tey fóru
av landinum at ferðast vid
bilinum. Men tað gera tey
ikki longur av góðari grund
Til einaferð í 1989 var
bensinið væl bíligari í Før
oyum enn tað var í Dan
mark, men so kom álvarslig
vend í. Prísurin í Danmark
fór niður, og í Føroyum fór
hann beint uppeftir. Mun
urin bara økust ul í dag, nú
bensini i Danmark liggur
um 5,50 krónur liturin og i
Føroyum um átta krónur
Strikumyndina hevur Pris-
efurliuð gjørt
tór.-
Mynd 1. Mánaðarligir míðalprísir í smásølu fyri blyggjað bensin í Foroyum og Danmark
Soleiðis er býtið av
teimum átta krónunum,
ein litur av blýggjaðum
bensini kostar, tá hann
rennur í tangan
Strikumynd: Prísefurluið
Dýrir dropar sum renna í
tangan
Savnsmynd: Kalmar
Nógv biligari í Føroyum
Oljan til føroyska húsarhaldið er væl bíligari í Føroyum enn
hon er í Danmark, vísir kanningin hjá Priseftirlitinum
Hetta tíðarskeiðið, frá
1988 uil í dag, sum Pris-
eftirlitid hevur kannað
prísin á kyndingarolju til
føroyska húsarhaldið,
hevur prísur á oljuni í
Føroyum ligið væl nidan
fyri prísin í Danmark.
Kanningin sigur, at før-
oyski prísurin hevur ligið
1,72 niðan fyri danska
prísin
Men tá meirvirðisgjald
ið varð ásett, hækkaði
føroysku prisunn við
umleid 15 prosentum, og
tå meirvirðisgjaldið aftur
hækkaði stytust millum
føroyska og danska pris-
in. Í oktober var munurin
1,23 krónur.
Avgjald fer við
tí mesta
Eins og við bensininum er
eisini við ol juni, tá hugsað
verður um avgjald, um tað
ikki er so stórt á oljuni
kortini.
Tå oljudroparnir koma
til landið kostar liturin 88
oyru. Oljuvagjaldið er 95
oyru. Kostprísunn við
oljuavgjaldið er tá komin
upp á 1,83 krónur. So
kemur vinningurin hjá
innflytara, sum er 34 pro
sent, og tá kostar oljan
2,45. Bruttovinningurin
hjå småsølu er 24 prosent,
og nú er prísunn 3,04
krónur, men afturat hesum
kemur meirvirdisgjaldid
upp á 25 prosent, so liturin
kostar 3,56 tá hann fer í
tangan heima við hús hjá
føroyska brúkaranum.
tór.-
Av teimum 3,56
kronunum, sum liturin
kostar húsarhaldinum,
er avgjaldið 1,47 krónur
og vinningurin til tey
sum selja 1 21 krónur
Mynd: Kalmar