fríggjadagur 6. januar 1995síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 6. JANUAR 1995
Sjónvarp Foroya
Clive James er programleiðari
Friggiadagur kl. 20.35:
Vidagitin og illa gitin
Oydimarkarelskarin
Tað vóru teir fyrstu hópmiðlarnir ið skaptu
fyribrigdið stjórna, ið hevur verið dyrkað
síðani, líka frá Rudolph Valentino til lady
Di. Royna tey at halda seg uttan fyri pall-
ljósið, verða tey bara uppaftur meira spenn-
andi. Vit tykjast hava stjørnur fyri neyðini
Eríggjadagur kl. 21.25:
Tango fyri try
Dansihøli& hjá Noru, La Paloa, skal lata
upp. Peter roynir at yvirtala Benny at spæla,
og tað eydnast at enda, men bara ti, at hann
hevur billa Benny inn, at Stine kemur
Benny undrast á, at sonur hansara Mads al-
tid eigur pengar og verður í Ødini, tá ið hann
finnur út av, hvussu hann tjenar nøkur eyka
oyru. Men í øllum rokinum avdúkar hann
av óvart, tann stóra loynidómin, sum hann
hevur borið inni við seg sjálvan í nógv ár
Fríggjadagur kl. 22.50:
Taggart:
Fjald eygu
Tann skotski deteku vurin Taggart og hjálp-
armaður hansara Jardine koma uppí eitt
mál, ið er sera kensluborið.
Tá ungir dreingir fáa kikara, er tað ikki
altíð, teir brúka hann til at hyggja at stjørn-
um ella fuglum. Philip Dempster er einki
undantak í so máta. n fer at kika eftir
lærarinnuni, hann hevur í fronskum, og sær
at hon klandrast við mannin og hevur ein
ungan elskara. Men hvør verdur myrdur?
Friggiadagur kl. 0.10:
Elvis Presle
— unplugge
Konsertupptøka frå 1968 vid Elvis Presley,
»The King of Rock and Roll«.
Á hesi konsertini syngur hann m.a. tey
gomlu kendu løgini >Blue Suede Shoes<,
»Are you lonesome tonight« og >Heart
break Hotel<
Konsert við Billy Idol
Live-konsert úr London Astoria Club á
heysti 93. Eitt væl samansett orkestur og
eitt litríkt ljósshow er tann fullkomna bak -
grundin, tá ið Billy Idol syngur sangir sum
White Wedding, Shock tothe System, Eyes
without a Face, Pumping on Steel, Adam in
Chains, Rebel Yell og Heroin.
Leygardagur kl. 20.40;
Kokurin
í Victoriutíðini
Mangan var tað bæði heitt og strævið at gera
mat í Victoriutíðini. Tað sigur kokkurin
Ruth Mott frá, meðan lambssteikin verður
snerkt á grillini, sum stóð frammanfyri tí
logandi heita komfýrinum tá í tíðini. Peter
Thoday fortelur eisini um tåtidar køks-
maskinur, m.a. um tað sum svarar til okkara
hvirlu.
Leygardagur kl. 21.10:
Eina móti vindinum
Enskur sjónvarpsfilmur frá 1991, grundað-
ur á eina veruliga søgu. Paris 1940. Týskar
herdeildir floyma inn í býin og kríggið í luft-
ini leikar á av tí harðasta. Niðurskotnir flog-
skijarar fáa eina ræðuliga lagnu, um týskar-
ar fáa fatur á teimum. Á einum slotti í Frak-
landi býr tann vakra og sjarmerandi aðals-
kvinnan Mary Lindell. Ein dag verður hon
noydd at velja, vil hon hjálpa einum flog-
skipara burtur frá nazistunum ella vil hon
lata eyguni aftur og lata hini stríðast.
Leygardagur kl. 22.55:
Tann svarti ringurin
1:5
Stefan Sauk
Svensk spenningsrød um stríðið ímóu ein-
um yvirgangsliði í Stockholm.
Bumbur bresta ymsastaðni í Stockholm.
Bæði løgregla og fjølmiðlar tosa um eina
nýggja aldu av vinstrahallum yvirgangi.
Men journalisturin Johan Nordenskioeld
hevur eina aðra meining.
Sunnudagur kl. 17.05:
Kosmos —
ein stutt søga
Høsn, leikutoy, temingar og religiøsir
málningar glida stillisliga framvið á
myndunum, meðan heimskendi granskarin
Stephen Hawking fortelur um sínar teortir
um universid og tíðina — og um sítt lív
Og fram trínur so myndin av einum flog-
viti. Stephen Hawking er livandi prógv um,
at anda ikki nýtist stóran kropp. Fullkomi-
liga avlamin av sjúku og leinkjaður ul ein
rullist6l bara við einum fingri at kommuni
kera við, flyta hansara tankar seg gjøgnum
fjarskotnastu krókar í universinum Og tað
er eitt spennandi univers
Sunnudagur kl. 18.25:
Litli lækni å preriuni
Undir einum nåmsverkfalli roynir sonur
Michaclu, Matthew, at tjena pengar vid at
arbeiða í nåminum, men hann verður inni
byrgdur av einum omanlopi. Sully er tann
einasti, ið tykist kunna bjarga honum
nn r kl. 19.10:
Kenneth Branagh
og Henrik V
Í eini samrødu við Frantz Howitz sigur sjón-
leikarin og leikstjórin Kenneth Branagh frá
vælumtókta filmi sínum >Henrik V<, sum
verður sendur í sjónvarpinum tyskvøldid
Sunnudagur kl. 19.30:
Nýggjárskonsert
Sjónvarpið og Útvarpið skipað saman við
Norðurlandahúsinum og Føroya Symfoni-
orkestri fyri stórari nyggjårskonsert, sum
verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsi-
num sunnukvøldid kl. 19.30.
Umframt symfoniorkestrið eru eisini kór
og dansarar við. Til ber at síggja konsertina í
Sjónvarpinum, samstundis sum Útvarpið
sendir ljóðið í stereo.
Skráin er fjølbroytt við bæði klassiskum
verkum og meira nútímans tónleiki
Sunnudagur kl. 20.55:
Arvingurin 1:3
Stuttrød í uimum pørtum um kærleika,
klandur og morð í einum måttmiklum
familjuimperium
Patriarkurin Stuart Atkins hevur brúkt alt
sítt lív at byggja upp ta stóru medicinalfyri-
tøkuna Decker-Atkins. Nú liggur han ná
deyðastrá og familjan savnast um hann.
Dóttirin Decker er hansara høgra hond og
partnari. Hon er vekur og effektiv og roknar
vid at føra fyritskuna víðari. Samstundis
kemur hin dóttirin, tann 21 ára gamla Suzy,
heim at síggja pápan, sum hon altíð hevur
elskað. Maktsvíðið er longu byrjað, men
tann gamli hevur ein trumf í bakhondini
>
Á
Ein brúður
Alzheimer-sjúkan rakar fólk uttan nakra
grund, ið kann vísast á. Tey misa minnið,
verða púra hjálparleys og duga nóg illa at
tosa. Í hesum ødrvisi dokumentarfilminum
eru vit á einum sjúkrahúsi í Yorkshire, har
sjúklingar, næstringar og starvsfólk
»spæla« seg sjálv. Men har eru eisini sjón-
leikarar, sum syngja við sjúklingunu
Tekstirnar hevur yrkjarin Tony Harrison
skrivað fyri at hjálpa sjúklingunum at
minnast síni brúdleyp.
9.-14. januar
Steingrím Niclasen lesur
Sálmar:
Mánadagur 9. januar
nr. 535 Nú árið tað hvarv og fór undir
kav
Týsdagur 10. januar
nr. 111 Gleðin hon er fødd í dag
nr. 132 Fegur er foldin
Mikudagur 11. januar
nr. 319 Á bergi stendur vítin hátt
nr. 317 Hverja hugsan og hvert orð
Hósdagur 12. januar
nr. 342 Alheimsins tjóðir, gevið ljóð
nr. 343 Hoyr andans rødd
Fríggjadagur 13. januar
nr. 335 O Guð, hav okkum við títt orð
nr. 332 Títt orð er, Guð, várt
arvagóðs
Leygardagur 14. januar
nr. 321 Legg út á dýpið eftir Harrans
orðum