hósdagur 24. juli 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 138 - 24. juli 2003
Nr. 138 - 24. juli 2003
3
Týsmorgunin var
Skálaberg á framsýn-
ingarferð fyri inn-
bodnum. Í allar-
fagrasta veðri á
einum túri, ið vardi
um tríggjar tímar,
sluppu gestirnir at
uppliva stásiliga
nýggja trolaran
SKÁLABERG
Rúna Sivertsen
Klaksvík: Um gott tíggju-
tíðina
týsmorgunin
fór
Skálaberg av Klaksvík á
framsýningarferð fyri inn-
bodnum. Umframt gestir
frá ymiskum stovnum, vóru
eisini umboð fyri býráð,
løgting og landsstýri við á
ferðini.
Leiðin gekk norður gjøg-
num Kalsoyarfjørð, suður
gjøgnum Djúpini, inn á
Fuglafjørð - og síðani aftur
á Klaksvík.
Eftir at reiðarin hevði
bjóðað vælkomin umborð,
var ábit at fáa í messuni.
Síðani vóru gestirnir vístir
runt skipið, líka frá lastini
og upp á brúnna.
Flaggskip norðinga
Torleif Sigurðsson handaði
vegna Klaksvíkar Býráð
standmyndina av Kjølbro, í
pinkustødd. Hann segði, at
Skálaberg altíð hevði verið
stoltleikin hjá klaksvík-
ingum, og hevur verið
mettur sum flaggskipið her.
Formaðurin í nevndini
hjá JFK-Trol, Leif Abra-
hamsen, segði eisini nøkur
orð. Eitt nú segði hann, at
tá tú byggir nýtt skip, mást
tú hyggja 30 ár fram í
tíðina. Hann vísti á, at
nógvir av teimum, sum
koma at búleikast umborð á
hesum nýggja trolara, ikki
eru føddir enn.
Víðari segði hann, at í
framtíðini fer ikki bert at
verða spurt um úrtøku, men
eisini um, hvat reiðaríið
kann bjóða umframt.
Framsýningarferð við Skálabergi
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, var millum gestirnar á Skálbergi týsmorgnunin. Tað er ikki ilt at gita,
hvat teir báðir, stjórin á JFK-Trol, Hanus Hansen og hann munnu tosa um
Mynd: Rúna Sivertsen
Trivnaður týdning
At reiðaríið hevur raðfest
trivnaðin hjá manningin
høgt er týðiligt. Ikki bert
arbeiðsumstøðunar
er
hugsað um, tá skipið varð
bygt, men eisini rúmini, har
fólkið skal búleikast í frí-
tíðini
Umframt útvarp, sjón-
varp og køliskáp, er eisini
vesi og brúsa á hvørjum
kamari.
Messan er serstakliga
hugnalig við málningum á
vegginum og gardinum fyri
vindeyguni. Við messuna
eru tvær stovur, tann størra
til tey, ið ikki roykja. Hina
minnu mugu tey, ið roykja
lata sær lynda. Stovurnar
eru hugnaligar og eisini har
ber til at stytta sær stundir
við einum filmi.
Eisini kann manningin
venja vøddarnar í kondi-
rúminum, ella hita seg í
saunanum. Tá tað er gjørt,
ber til at seta seg við
telduna at skriva nøkur orð
til tey har heima, ella at
venja heilasellurnar við
telduspølum.
Umstøðurnar
tó ikki alt
Arbeiðsumstøðurnar
eru
eisini serstakliga góðar
umborð. Fabrikkin er av
mest framkomnu. Trolarin
hevur 4 spøl og banar, við
møguleika fyri at fiska við
trimum trolum í senn.
Eisini
kokkarnir
fáa
bestu
arbeiðsumstøður.
Gallan er rúmlig, ljós og
arbeiðslig, við øllum teim
hentleikum, sum hoyra ein-
um nútímans køki til.
Og á brúnni - hjá teim-
um, sum alt stendur og fell-
ur við, skiparanum og stýri-
manninum, finnast eisini
øll tey tól, ið marknaðurin
hevur at bjóða, soleiðis at
teir skulu kunna fáa sum
mest av fiski burtur úr sjó-
num.
Men hóast hetta fram-
komna skip, sum sigst vera
eitt av heimsins størstu
fiskiskipum,
skiltist
á
røðuni hjá stjóranum á
JFK-Trol, at álitið ikki bert
verður sett á tað, men
sanniliga eisini á hann, sum
yvir øllum valdar.
Við messuna eru tvær stovur.
Tann størra er til teirra, ið
ikki roykja, hina minnu
mugu tey, ið roykja lata sær
lynda. Undarligi fótbúnin
hjá Steintóri eru
plastikgalosjurnar, sum allir
gestirnir máttu lata seg í, fyri
at verja snøggu gólvini
umborð
Manningin kann venja vøddarnar í kondirúminum, ella hita seg í saunanum. Tá tað er gjørt,
ber til at seta seg við telduna at skriva nøkur orð til tey har heima, ella at venja heilasellurnar
við telduspølum
Mynd: Jens Kristian Vang
At reiðaríið hevur raðfest trivnaðin hjá manningin høgt er
týðiligt. Ikki bert arbeiðsumstøðunar er hugsað um, tá skipið
varð bygt, men eisini rúmini, har fólkið skal búleikast í
frítíðini. Umframt útvarp, sjónvarp og køliskáp, er eisini vesi
og brúsa á hvørjum kamari
Mynd Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2