hósdagur 24. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 138 - 24. juli 2003
Nr. 138 - 24. juli 2003
5
Lítil vika er til ólav-
søku, og framvegis er
óvist, hvør fer at
halda ólavsøkupræd-
ikuna. Bispur sigur
seg ikki vita annað
enn, at Ólavur Ras-
mussen heldur hana,
meðan Ólavur sigur,
at tað er ein nýggj
støða fyri honum, at
hann skal halda
prædikuna.
ÓLAVSØKUPRÆDIKA
Páll Holm Johannesen
Seinastu dagarnar hevur
verið teskað í krókunum
um, at óvissa hevur stungið
seg upp, um hvør skal halda
ólavsøkuprædikuna í ár.
Vanlig mannagongd er, at
tað
er
tann
nýggjasti
presturin, sum fær heiðurin
at halda prædikuna ólav-
søkudag. Seinnu árini eru
fleiri nýggir prestir settir ,
og tískil fellur valið á tann
av nýggju prestunum,ið
hevur verið longst í presta-
starvinum.
Í ár hevur Hans Jacob Jo-
ensen, bispur, heitt á Ólav
Rasmussen, sum hevur
verið longst í prestastarv-
inum, um at halda prædik-
una. Óvissa hevur kortini
tikið seg upp lítla viku áðr-
enn ólavsøkuprædikan skal
haldast.
Í tíðindaskrivi og í lýsing
hevur Føroya Stiftstjórn
boðað frá, at tað er Ólavur
Rasmussen, sum skal halda
ólavsøkuprædikuna í ár. Tá
vit mikumorgunin hittu
Hans Jacob Joensen,bisp, á
máli, hvør prestur verður á
prædikustólinum ólavsøku-
dag, svarar bispur, at hann
veit ikki annað, enn at tað
er Ólavur Rasmussen sum
heldur prædikuna, tí hann
hevur ikki fingið nakra
formliga umbøn frá Ólavi,
um at sleppa undan at halda
prædikuna.
Tá vit so vendu okkum til
Ólav Rasmussen um nakað
hald var í leysatíðindunum
um, at hann ikki fer at halda
prædikuna, svarar Ólavur,
at tað verður Inga Poulsen
Dam, sum skal halda hana.
Tá vit nevna fyri Ólavi, at
bispur sigur, at tað hann
sum skal halda hana, gerst
hann eitt sindur skakkur, og
sigur, at tað er ein nýggj
støða fyri honum, tí hann
helt, at tað var Inga Poulsen
Dam, sum heldur præd-
ikuna.
Inga Poulsen Dam, sum
er prestur í Vága Presta-
dømi, er næst Ólavi í røðini
at halda ólavsøkuprædiku,
og verður tað ikki Ólavur,
so fellur heiðurin á Ingu
Poulsen Dam.
Inga peikar á Ólav
Inga Poulsen Dam veit
einki um, at tað er hon sum
skal fyrireika seg til at vera
á prædikustólinum í Dóm-
kirkjuni ólavsøkudag, og
sigur, at tað er Ólavur sum
hevur fingið ta uppgávuna í
ár, og vísir okkum síðan til
bisp.
Hvussu verður og ikki
ólavsøkudag, so er vist, at
nú lítla viku undan ólav-
søku, so er eingin farin
undir at skriva ólavsøku-
prædikuna, tí framvegis er
ikki heilt greitt, hvør skal
halda prædikuna.
Ein av ráðgevunum
hjá Høgna Danielsen
heldur, at Tórshavnar
Býráð er ikki lítið
djarvt við at halda á
við at sýta øllum upp-
skotunum hjá Høgna
Danielsen um nýtt
ventilatiónshús. Kem-
ur ikki ein skjót loysn
á málið, so kann tað
kosta Tórshavnar Bý-
ráð eitt dýrt sakarmál,
sigur hann.
BYGGIMÁL
Páll Holm Johannesen
Vit høvdu týsdagin eina
grein um nýggja bygningin
hjá Høgna Danielsen, sum
hevur steðgað byggingini,
av tí, at Tórshavnar Býráð
sýtir honum at byggja hósk-
andi ventilatiónshús.
Hóast Høgni fleiri ferðir
hevur lagt nýggj uppskot
um ventilatiónshús, vísir
Býráðið øllum uppskotum
aftur. Býráðið bindur seg í
eina
dekleratíonssemju,
sum Býráðið og Høgni
Danielsen gjørdu í 2001.
Ì tí semjuni verður heim-
ila broytingum, so leingi
kommunan
góðkennir
broytingarnar. Tá Høgni fór
undir at projektera nýggja
bygningin, vísti ventilati-
ónsfyritøkan Demich á, at
ventilatiónshúsið mátti ger-
ast størri enn avtala í dekl-
eratiónssemjuni, um bygn-
ingurin skal hýsa so nógv-
um fólkum, sum ætlanin er.
Hóast Høgni fleiri reisur, í
samráð við verkfrøðingar og
arkitektar, er komin við
broytingaruppskotum,
so
heldur Býráðið fast upp á
dekleratiónssemjuna. Henda
áhaldandi ósemja hevur havt
við sær, at Høgni Danielsen
hevur valt at steðga bygging-
ini. Ein av ráðgevunum hjá
Høgna Danielsen, sum ikki
ynskir at verða navngivin,
fer ikki væl við Býráðnum
– Tað verður týðuligur
mismunur gjørdur á borg-
arunum
í
Tórshavnar
Kommunu, tí fleiri dømi
eru um persónar sum hava
serligt tilknýti til einstakar
býráðslimir, ið hava fingið
skjóta og lætta viðgerð í
býráðnum, sigur ráðgevin.
Hann vísir á, at kemur
ikki ein skjót loysn á
ósemjuni millum Tórs-
havnar Býráð og Høgna
Danielsen kann tað skjótt
enda við einum kostnaðar-
miklum sakarmáli.
- Í síðsta enda verður tað
skattaborgarin í Tórshavnar
Kommunu, sum má rinda
fyri allar útreiðslurnar, sum
Høgni Danielsen hevur í løt-
uni, orsaka av hann hevur
noyddur at sleppa bygging-
ini, sigur ráðgevin at enda.
Ivi um ólavsøkuprædikuna
Nýggi bygningurin á
Eiði er ein saman-
seting av almennum
vesi og busskýli.
Hædd er eisini tikin
fyri einum møgulig-
um kunningardiski í
bygninginum.
BYGGING
Páll Holm Johannesen
Fyri stuttum var snotuligur
bygningur bygdur uttanfyri
kirkjuna á Eiði. Talan er um
ein bygning, ið bæði er ætl-
aður til busskýli og alment
vesi.
Tordur Niclasen, sum í
løtuni er staddur í Grøn-
landi, sigur við Sosialin, at
tørvur hevur leingi verið á
einum nýggjum busskýli
og almennum vesi, og tí er
at fegnast um, at tað langt
um leingi er fingið frá
hondini.
Eiðisfólk hava ikki havt
alment vesi áður, og tískil
er talan um fyrsta almenna
vesið á Eiði. Umframt vesi
og busskýli, er eisini bygt
eitt rúm, sum møguliga
skal nýtast til ein kunning-
ardisk í framtíðini,
Hvussu verður við buss-
skýlinum hinumegin vegin
er framvegis óvist, men líkt
er til at tað verður tikið
niður, nú nýtt busskýli er
bygt.
Nýtt alment vesi og busskýli á
Eiði
Eiðisfólk fáa nú nýtt busskýli og vesi uttanfyri kirkjuna
Ráðgevi hjá Høgna Danielsen:
– Tórshavnar
Kommuna ger
týðuligan mismun
á borgarum í
kommuni
Lítla viku undan ólavsøku-
0prædikuni tykist ivi at hava
stungið seg upp, um hvør
prestur fer at halda
prædikuna í ár
Eftir 38 ár í Føroyum
flytir Brandur Øssur-
son av landinum.
Hetta merkir, at Jazz-
festivalurin eisini fer í
søguna
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Eg vildi gjarna hava festi-
valin í 20 ár. Havi valt mær
hetta tíðspunktið sum eitt
hóskandi tíðspunkt at gev-
ast.
Orðini omanfyri eigur
Brandur Øssurson, sum í
tjúgu ár hevur verið primus
motor aftanfyri Tórshavnar
jazz-, fólka- og bluesfesti-
val. Men nú er liðugt við
Jazzfestivalinum, tí Brand-
ur og kona hansara flyta til
Danmarkar.
Brandur, sum er sonur
Janus Øssurson, er hálvur
føroyingur og hálvur norð-
maður. Hann fyllir sjeyti ár
í januar mánað, men "bert"
38 av hesum árunum heuvr
hann verið við føstum
bústaði í Føroyum.
Konan, Unna, og Brand-
ur fara frá 1. september at
halda til í einari íbúð á
Frederiksberg.
Liðugt við festivali
Seinni árini hevur Brandur
Øssurson verið mest kend-
ur fyri sín leiklut í sam-
bandi við Jazzfestivalin.
Tað var Brandur, sum tók
stig til fyrsta festivalin í
1984, og hann fyrireikaði
tann tjúgunda og síðsta í
røðini fyri nøkrum vikum
síðani.
Hugskotið til festivalin
fekk Brandur, tá hann
gjørdist føroyska umboðið í
Norðurlendska jazzfelags-
skapinum.
Fundirnir vórðu vanliga
hildnir í sambandi við yms-
ar festivalar. Har sá eg,
hvussu heilir býir, sum ikki
allir vóru serliga stórir,
livdu í sambandi við jazz-
festivalir. Stór nøvn komu
og spældu í fimleikarhøll-
um. Stemningurin var heilt
serligur, sigur Brandur.
Hetta var um tað mundi,
tá Norðurlandahúsið júst
var bygt, og somuleiðis var
Hotel Føroyar latið upp.
Eisini sigldi Norrøna til
Føroya.
Hesi trý gjørdu, at tað
var kapasitetur fyri at halda
ein festival í Føroyum.
Samstundis
sum
tað
kundi gerast spennandi tón-
listarliga, so fekk tað eisini
ferðafólk hendavegin, sigur
Brandur Øssurson.
Og tað lá eisini ræðið fyri
at fáa kend nøvn til Føroya.
Norðurlandahúsið var ein
góður karmur um festival-
in, og útlendskir tónleikarar
vildu
fegnir
koma
til
Føroya.
Tað kostar nógv at fyri-
reika ein tílíkan festival,
men tónleikararnir vildu
oftast
koma til Føroya fyri at
uppliva oyggjarnar. Stór
nøvn verið ógvuliga laga-
lig, og tískil hevur tað verið
møguligt at skipa fyri, sigur
Brandur.
Tá festivalurin var sprott-
in úr einum norðurlendsk-
um samstarvi og varð hild-
in í Norðurlandahúsinum,
so vóru tað fyri tað nógva
norðurlendsk nøvn, sum
spældu á jazzfestivalinum.
Bjørn Afzelius,
Kim
Larsen, Cecilia Nørby og
Hanne Boel eru bert nøkur
av teimum kendu, sum hava
luttikið á festivalinum.
Jazzfestivalurin helt til í
Norðurlandahúsið hvørt ár
í august í sjeytan ár. Fýra
kvøld við jazzi vakti eisini
ans uttanlands og var nakað
av tí, Norðurlandahúsið í
Føroyum var mest kent fyri
tey fyrstu árini.
Men eftir seytjan í Norð-
urlendskum
regi
flutti
festivalurin oman í mið-
býin. Listastevna Føroya
kom staðinfyri Jazzfesti-
valin og aðrar festivalar, og
Brandur var av fyrstan tíð
eisini við í fyrireikingunum
til
Listastevnuna.
Men
hann tók seg burturúr –
uttan nakra ósemju – og fór
heldur aftur at skipa fyri
Jazzfestivalinum.
Eg havi altíð verið meira
enn pionerur enn ein við-
líkahaldari. Helt eisini tað
vera spennandi at flyta
festivalin út úr Norður-
landahúsinum,
sigur
Brandur.
Tískil varð farið undir at
fyrireika Jazzfestivalin, har
spælt var í Gongugøtuni og
á smærri. Ikki tí. Stór nøvn
sum Stig Rossen hava eisini
verið á vitjan, men kon-
septið var nakað øðrvísi.
Men tjúgu eru nóg mikið,
heldur Brandur.
Nú hava vit roynt hetta
konseptið í tjúgu ár, og tað
er so nógv, sum er broytt.
Tað gevur onga meining at
fasthalda tað sama, sigur
Brandur.
Hann sipar millum annað
til, at býurin, tónleikararnir
og nógv annað er so nógv
broytt.
Vit síggja nú ein café
mentalitet í Havn. Tá vit
byrjaðu vóru heldur eingi
skeinkiloyvi í Havn, og
jazzur var næstan ein
politisk støðutakan. Nú eru
fólk meira avslappað, tí er
eisini hóskandi við onkrum
nýggjum, sigur Brandur.
Jazzfestivalurin
hevur
samlagt hýst eini 3.000 tón-
leikarum.
Nýta góðu árini
Unna og Brandur eiga bæði
vaksin børn og abba- og
ommubørn í Danmark. Tey
flestu búgva í Keypmanna-
havn, og tað ger ein stórur
partur av vinaskaranum hjá
hjúnunum eisini í Keyp-
mannahavn.
Skal mann nýta nøkur
góð ár afturat, so má mann
gera tað, meðan mann
kann, sigur Brandur, sum
heldur tað fara at vera
trupult at siga farvæl við
Føroyar, men hann fer at
vitja aftur.
Unna og Brandur hava
áður roynt at búð í øðrum
londum, soleiðis at hetta
ikki er nakað nýtt fyri tey.
Og Brandur fer eisini at
spæla saman við sínum
upprunaliga orkestrið Irv-
ing Anckers Sekstet, sum
hann spældi við í 1950.
– Tað passar best fyri
meg at fara frá, tá eg eri
aktivur, sigur Brandur, sum
eisini gevst á Tórshavnar
musikskúla.
Musikari og heilsøla
Brandur byrjaði sum 21 ára
gamal sum yrkistónleikari
við saxofon sum ljóðføri
kring Norðnalond Hetta
helt fram í tíggju ár til tey í
1965 fluttu til Føroya.
Eg hevði altíð hug at
flyta til Føroya, sigur
Brandur.
Tey fyrstu nógvu árini í
Føroyum høvdu Brandur og
konan
egna
heilsølu.
Brandur er annars útbúgvin
bókbindari, men tónleikur-
in eigur hjarta hjá honum.
Síðst
í
áttatiárunum
gjørdist hann leiðari fyri
Skansastovu, sum skuldi
verið avloysari fyri Perluna
sum spælistað. Men hetta
gjørdist ongantíð soleiðis,
og tað var heldur musik-
skúlan, sum fekk Skansa-
stovan til venjingar og ann-
að.
Brandur hevur verið til at
vant og mynda ein fittan
part av rútmiska tónleikin-
um í Havn og í Føroyum.
Hann stóð í sínari tíð á
odda fyri Bigband og hevur
eisini spælt við í fleiri
øðrum orkestrum.
Verkætlan
Ungdómurin hevur verið
ein stórur partur av lívinum
hjá Brandi í Føroyum. Og
hesum sleppur hann ikki
heilt enn.
Tónaungdómur, sum er
eitt felag fyri ungar tónleik-
arar, fær í næstum limaskap
í altjóða tónleikafelagnum
fyri ung. Í hesum sambandi
verður skipað fyri stórari
tónleikastevnu í juli kom-
andi, har einir 400 tónleik-
arar úr nógvum londum
vera við.
Við
sínum
royndum
verður tað sjálvsagt Brand-
ur, sum fer at stíla fyri hes-
um. Og hann roknar eisini
við, at hetta er passiligt at
arbeiði, soleiðis at hann
eisini fær tíð til síni hobby.
Brandur flytur av landinum
Brandur Øssurson hevur
pakkað kuffertið og flytur til
Danmarkar 1. september
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4