Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 138 - 24. juli 2003 Nr. 138 - 24. juli 2003 7 Lýsing frá Bilasøluni: Niðurgerandi og óetisk Ein lýsing eftir starvs- fólkið frá Bilasøluni hevur vakt miklan ans. Jón Kraagesten á Ferðslutrygd og for- kvinnan í Javnstøðu- nevndini, Annika Wardum Joensen, meta lýsingina vera óetiska og niður- gerandi LÝSING Heini í Skorini Í farnu viku varð lýsing prentað í Dimmalætting og Vikublaðnum, har Bila- sølan við Øssi Johannesen sóknaðist eftir nýggjum arbeiðsfólki. Við greiðum seksuellum undirtónum verður í lýsingini spurt, "um tú ert til lakk ella leður?", har ein kvinna í leðurklæðum og hondjørn- um er at síggja. - Skapar skaðiliga mentan Jón Kragesteen á Ferðslu- trygd sigur, at lýsingin ikki er hóskandi í slíkum høpi. - Eftir mínum tykki skap- ar slík lýsing eina mentan, sum ikki er fremjandi í hes- um umstøðum, tí bilurin verður gjørdur til annað enn tað, hann í veruleikan- um er roknaður til. Jón Kragesteen vísir víðari á, at rættast hevði verið at lýst við tí, lýsingin veruliga snýr seg um, og leggur hann dent á, at talan er um eina óetiska lýsing. - Vit mæla so avgjørt ikki til, at lýsingar við slíkum innihaldi verða nýttar á hesum øki, sigur Jón Kragesteen á Ferðslutrygd. - Niðurgerandi fyri menniskja Forkvinnan í Javnstøðu- nevndini, Annika Wardum Joensen, er heldur ikki í iva um, hvat lýsingin elvir til. - Eg reageraði negativt, tá eg fyrst sá lýsingina. Hon er niðurgerandi fyri eitt menniskja, serliga tí kvinn- an á myndini er bundin, og tað eru fleiri, sum í veru- leikanum hava upplivað slíkt. Annika Wardum Joensen leggur dent á, at tað er líkamikið, hvat kyn er á myndini. Hon hevði verið eins skaðilig, um tal- an var um ein mann. - Trupulleikin er ikki, at ein kvinna er á myndini, men heldur at talan er um eitt bundið menniskja, og at avmynda ein persón á henda hátt hoyrir als ikki heima í slíkum høpi. Annika Wardum Joensen leggur dent á, at endamálið helst ikki hevur verið at niðurgera kvinnuna, men heldur at fáa fólk at varnast lýsingina. - Í marknaðarføring er endamálið sjálvsagt at fáa fólk at leggja merki til lýs- ingina, og tí hevur ætlanin ikki verið at kynsdiskrimin- era, men eftir mínum tykki er lýsingin gjørd í tanka- loysi. Team 85 hevur gjørt lýs- ingina, sum Bilasølan við Øssi Johannesen hevur góðkent. Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá Bilasøluni, men tíverri var hetta ikki gjørligt. 18. juli endaði ein fimleikastevna í frí- tíðarbýnum Alicante í Suðurspania, har før- oysku fimleikagent- urnar úr Støkk lut- tóku. Leiðin gekk aftur til Føroya dagin eftir, og til alla lukku steðgaðu føroysku fimleikagenturnar ikki longri, tí longu tríggjar dagar seinni brast ein bumba bert eina gøtu frá bústaði teirra YVIRGANGUR Heini í Skorini Nýggjar yvirgangsatsóknir frá baskiska felagsskapin- um ETA hava seinastu dag- arnar skelkað Spania. Týsdagin 22. juli brustu tvær bumbur í sponsku frí- tíðarbýunum Alicante og Benidorm við sponsku eysturstrondina, og í báðum førum brustu bumburnar á hotellum við strondina. Støkk gentur í sama øki Sæð við føroyskum eygum er tað skelkandi, at gentur- nar úr Støkk í Eysturoynni júst eru afturkomnar úr hes- um sama býi Alicante, og bumbaða hotellið var bert eina gøtu frá hotellinum, føroysku fimleikararnir búðu á. Lukkutíð vóru tær farnar, áðrenn yvirgangurin fór fram. Talan var um bilbumbur, og við tað at ein maður frá ETA felagsskapinum hevði boðað løgregluni frá gjøgn- um telefon áðrenn bumbur- nar brustu í teimum báðum býunum, fekk løgreglan evakuerað stórar partar av økjunum í Alicante og Benidorm. Hóast ávaring- arnar vórðu átta fólk løstað eftir yvirgangin, men eing- in læt lív. ETA økir um virksemið sítt ETA hevur seinastu tíðina verið ein alsamt meiri virk- in felagsskapur í stríði sínum fyri einum sjálvstøð- ugum stati í Norðurspania og suðurvestliga økinum í Fraklandi. Fyri einum mán- aði síðani brast ein bumba í norðurspanska býnum Getxo, og eisini tað ferðina játtaði ETA at hava skipað fyri atsóknini. Hetta virksemi hevur sjálvsagt skaðiligar fylgjur fyri sponsku ferðavinnuna í Spania, serliga tá talan er um yvirgang í paradisiskum frítíðarøkjum við strend- urnar í Suðurspania, sum er høvuðsinntøkan fyri ferða- vinnuna í Spania, og júst hetta tykist eisini vera enda- málið hjá ETA. Felags- skapurin ávaraði eisini í spanska dagblaðnum Gara um yvirgang í Alicarte, sum hevur 300.000 íbúgvar. Hesaferð vóru ikki minni enn 16 føroyskar fimleika- gentur umframt onnur í ferðalagnum bert fá sam- døgur frá at uppliva eina yvirgangsatsókn, tá bumban brast bert eina gøtu frá hotellinum, Støkk ferðalagið helt til á. Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini, heldur lýsingina hjá Bilasøluni verða niðurgerandi og gjørda í tankaloysi Lýsingin í Dimmalætting og Vikublaðnum, sum Team 85 hevur gjørt, hevur elvt til ónøgd orsakað av seksuellu undirtónunum Yvirgangur í Suðurspania: Støkk gentur sluppu við skrekkinum Genturnar úr Støkk vóru fá samdøgur frá at upplivað eina yvirgangsatsókn, tí tær vóru ikki meiri enn farnar úr spanska frítíðarbýnum Alicante, tá ein bumbað brast bert eina gøtu frá hotellinum, tær búðu á Mest virkni guerilla felagsskapur í Vestureuropa 841 fólk hava latið lív í yvirgangsatsóknum frá ETA síðani 1968 Nýta bumbur og hondvápn Stríðast fyri einum sjálvstøðugum stati í Norður- spania og suðurvestliga partinum av Fraklandi Fakta um ETA Eldradagur verður leygardagin 9. august í Bygdarhúsunum í Miðvági. Tiltakið byrjar við morgunkaffi klokkan 9.00 og Frits Jacobsen, formaður í Vága pen- sjónistfelag, setur síðan stevnuna klokkan 10.00. Døgurði verður at fáa klokkan 12.00, Hotel Vagar stendur fyri matinum. Fyrilestrar verða í skúlanum, sum heldur til í Bygdarhúsunum, og borðreitt verður niðriundir í Bygdarhúsunum. Eldradagurin hevur í nógv ár verið eitt afturvendandi tiltak og byrjaði tá ST viðtók, at øll eldri eiga at hittast ein dag um árið. Tað er landsfelagið, sum fyriskipar eldradagin, men øll eldri eru vælkomin. Tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkr- um pensjónistafelag. Stevnan heldur fram til klokkan 18.00 og luttakararnir hava høvi at hoyra lands- politikarar eins og lokalpolitikarar greiða frá sínum sjónarmiðum á eldraøkinum. Til dømis koma bygdaráðsformenn í Vágunum og siga nøkur orð, umframt Jonhild Jørgensen, sum er formaður fyri felagskommununi, eins og Jørgen Niclas- sen, løgtingsmaður, tosar um eldrapolitik. Marius Dam, lækni, greiðir frá sjúkum og fyribyrging móti sjúkum, sum eldri kunnu fáa, og kunning um hjálpartól, sosialmál, eldraíbúðir og sunna matgerð verður eisini. Síðan siga Tómar Tómas- son, formaður í landsfelagnum og Símun Pauli Poulsen skrivari í landsfelagnum nøkur orð. Á skránnið er eisini ’møguliga lættur fimleikur’. Tiltakið hevur vanliga góða undirtøku, millum 200 og 300 fólk plaga at luttaka, men fyrireikararnir vilja fegin hava fleiri, sigur formaðurin í landsfelagnum, Tómar Tomassen. Serliga vónar hann at tiltakið førir til, at pensjiónistafeløgini kring landið fáa fleiri limir. Landsfelagið hevur tilsamans 1.200 limir, av umleið 7.000 eldri í Føroyum. Frits Jacobsen, formaður í Vága pensjónistafelag hevur góðar vónir um luttøkuna, nú tunnilin er komin. Luttøka skal fráboðast í seinasta lagi 26. juli. á telefon: 332053, 333133, 333660 ella 441396. Kostnaðurin er 250 krónur fyri hvønn luttakara. Goldið verð- ur við inngongdina. MD Eldradagur í Vágum MYNDAFRAMSÝNING Marjun Dalsgaard Tað er eftirhondini ein traditión at leita sær niðan í Smiðjuna í Lítluvík, at síggja gamlar myndir úr Havn. 20 ár eru liðin, síðan Tórshavnar Býarsavn við Finni Johansen á odda, skipaði fyri fyrstu mynda- framsýningini. Henda fyr- sta framsýningin umfataði gamlar myndir úr Havn, men síðan hava framsýn- ingarnar verið skipaðar í evni, og nógv evnið hava verið frammi. Til dømis hevur ein framsýning verið við myndum av Havnará, ein við kollektivari sam- ferðslu og ein framsýning hevur verið við andlits- myndum, har tær flestu av teimum vóru tiknar av Kristin í Geil og vóru so- statt meira enn 100 ára gamlar. Í ár eru gamlar svimji- myndir á Ólavsøkufram- sýningini hjá Tórshavnar Býarsavni. Elsta myndin er frá 1919, nógvar eru frá 30’unum, 40’unum og longur upp í tíðina. Tær nýggjastu myndirnar eru frá yngra opna svimjihyl- inum i Gundadali, hinar myndirnar eru av fólki, ið svimur í Hoydalsá, Sandá, á Eystaru Vág, Vestaru Vág og á Bursatanga, sigur Finnur Johansen. 52 svimjimyndir verða at síggja á framsýningini, sum letur upp í Smiðjuni í Lítlu- vík fríggjadagin tann 25. juli klokkan 14 og høvi er at síggja myndirnar til dagin eftir Ólavsøku. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er vanliga nógv vitjað, og tað er serliga undir framsýningi at Býar- savnið fær nógva nýggja vitan um myndirnar, tí tey vitjandi kenna tey, sum eru avmyndaði. Eisini í ár er høvi at síggja kend andlit. Millum annað er Poul Petersen, eis- ini nevndur Svimji Poul á onkrari mynd í sambandi við eitt svimjiskeið, sum varð hildið í gamla svimji- hylinum í Gundadali. Hann varð nevndur Svimji Poul, av tí at hann skipaði svimj- ingina í Havn. Seinni stovn- aði hann Ítróttarsamband Føroya. Harumframt er ein mynd av tveimum ungum kvinn- um, sum eru farnar útferð í Sandagerð við berbarum gramofonspælara – tær hugna sær við sigarettum og einari fløsku í sólini. Líkt er til, at damurnar í Havn eisini royktu og drukku í 30’unum. Føroya Fornminnissavn eigur ein triðjing av mynd- unum, sum eru á mynda- framsýningini í ár, men eis- ini privatar myndir teljast í millum. Gamlar myndir í 20 ár Aftur í ár, er møguleiki at sýggja gamlar myndir úr Havn á Ólavsøkuframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tórshavnar Býarsavn hevur staðið fyri myndaframsýningini í Smiðjuni í Lítluvík hvørja Ólavsøku í 20 ár. Myndaframsýningin er vanliga sera væl vitja. Finnur Johansen sigur, at hann altíð fær nógva nýggja vitan um myndirnar frá vitjandi, sum kenna tey, sum eru avmyndaði Aftur í ár hittast eldri frá øllum Føroyum, har tey millum annað hava høvi at hoyra sjónarmið hjá politikkarum og stilla teimum spurningar. Í ár verður dagurin hildin í Miðvági. C M Y K 7 6