hósdagur 24. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 138 - 24. juli 2003
Nr. 138 - 24. juli 2003
9
Koppseting ímóti ILA
er onki gandaorð,
men tvíeggjað svørð.
Onki góðkent kopp-
ingarevni er og talan
verður um eitt slag av
royndarætlan. Eisini
eru tað bert Canada
og USA, sum kopp-
seta, so alarar á okk-
ara leiðum nýta
kanska møguleikan at
sleppa av við ein
kappingarneyta, sigur
landsdjóralæknin um
støðuna í alivinnuni.
– Halda vit, at bert vit
koppseta fisk, so er alt
loyst, so verða vit
skuffað, sigur Bjørn
Harlou
ALIVINNA
Dagfinn Olsen
Um ES gevur loyvi til
koppseting ímóti ILA, so
hendir tað í fyrsta lagi eina-
ferð í heyst, men so gongur
rúm tíð, áðrenn koppsett
smolt kann setast út, so tað
er ikki fyrr enn einaferð
komandi vár, at vit tosa um
veruligu ávirkanina.
Hetta sigur Bjørn Harlou,
landsdjóralækni, sum legg-
ur afturat, at vónin er, at
loyvið frá ES kemur í heyst,
men at hetta sostatt ikki er
heilt víst.
Ikki gandaorð
Hóast tað síðstu tíðina hev-
ur ljóðað frá kreppuraktu
alivinnuni, sum er koppset-
ing ímóti ILA-sjúkuni ein-
asta loysn og eitt satt
gandaorð, so er hetta ikki
veruleikin, sambært lands-
djóralæknanum.
Men um koppseting ikki
er veruleiki fyrr enn kom-
andi vár, hvussu nógv er tá
eftir av alivinnuni í Føroy-
um.
– Trupuleikin vit hava er
ILA-sjúkan og ein trupul-
leiki, sum vit hava havt
longri enn ILA, nevniliga
BKD, ið er eitt slag av
nýrasjúku, sigur Bjørn Har-
lou.
– Nú skal eg ikki koma
við eini fíggjarligari met-
ing, tí tað er ikki til mín at
meta um, men støðan er
ikki ljósareyð, sigur Bjørn
Harlou.
– Men koppseting er ikki
nøkur loysn í sjálvum sær,
men er bert eitt amboð,
sum vit kunnu taka í nýtslu,
sigur
landsdjóralæknin,
sum harvið skumpar av
vegnum allar vónir um
koppseting sum eitt satt
gandaorð
og
endaliga
loysn.
–
Koppseting
merkir
ikki, at fiskur ikki gerst
sjúkur ella kann smitta
annan
fisk,
altso
eru
smittuberari, men fiskur
doyr tó ikki, er hann kopp-
settur.Esini er munur á
sjúkum og á koppsetingar-
evnum, so hetta er ein
fløktur trupulleiki, við-
gongur Bjørn Harlou.
– Halda vit, at bert vit
koppseta fisk, so er alt
loyst, so verða vit skuffað,
sigur Bjørn Harlou.
– Talan er í veruleikanum
um tvíeggjað svørð, tí
sjálvsagt bøtir um at kopp-
seta, men við koppsetingini
er eisini verri at vita, hvar
smittan er, so koppsett
verður helst í tveimum
fremleiðsluumførum og so
verður mett um, sigur
Bjørn Harlou.
Onki góðkent
koppingarevni
Vit hava útflutt sjálvdeyðan
fisk til ES, sum skal góð-
kenna koppsetingina í Før-
oyum. Fær hetta ávirkan á
støðuna?
– Teir, ið taka avgerðirnar
eru helst somikið at sær
komnir, at teir gera tað á
sakligum grundarlag, men
eg vil siga tað soleiðis, at
hetta fremur ikki okkara
søk, staðfestir landsdjóra-
læknin.
– Tað er bert í Canada og
í USA, at koppsett verður
innan alivinnu. Tað er tí
ikki óhugsandi, at framleið-
arar á okkara leiðum fara at
nýta møguleikan at sleppa
av við ein kappingarneyta.
Harafturat finst onki góð-
kent koppingarevni, so vit
mugu gera eitt slag av verk-
ætlan, talan verður um eina
stóra feltroynd og tí mugu
vit eisni vera varin og ikki
gera okkum ov høgar vónir,
tí ongin kennir útfallið, sig-
ur Bjørn Harlou, lands-
djóralækni.
– Koppingarevnið í Can-
ada til dømis, er gjørt til
canadisku virusstammuna,
sum er heilt øðrvísi virus,
enn tað vit síggja her hjá
okkum. Talan er um nógvar
ótryggar faktorar, tá vit
tosa um ILA-sjúku og
koppseting, sigur Bjørn
Harlou, sum staðfestir, at
koppseting í sær sjálvum er
ikki endalig loysn og als
einki gandaorð.
– Koppseting í sær sjálv-
um ger ikki munin. Onnur
tiltøk eru av stórum týdn-
ingi. Tá smitta er, so er
skjót útslakting neyðug, so
smitta ikki verður millum
ættarliðini. Brúkini mugu
liggja brakk, talan má vera
um tað, ið tey aðrastaðni
kalla »alt út, alt inn«.
– Hví verður tað ikki
gjørt í dag, um tað er hetta,
sum hevur størsta týdning-
in?
– Tað verður gjørt,men
alibrúkini liggja síðu um
síðu og ymsir eigarar eru,
og tað er ikki altíð, at ging-
ið verður í takt, sigur Bjørn
Harlou, landsdjóralækni.
ILA-koppseting er ongin loysn
Halda vit, at ILA-koppseting
er endalig loysn í sjálvum
sær, verða vit skuffað, sigur
Bjørn Harlou, ið vísir á, at
mótvegis teimum
ábendingum, ið hava verið,
so krevst meira enn bert
koppseting fyri at koma
ILA-sjúkuni til lívs
Mynd: Savnsmynd
Føroyska alivinnan er í vanda og síðstu vikurnar hevur ILA-koppseting verið søgd at verða bjargingin, men sambært
landsdjóralæknanum er koppsetingin í sjálvum sær einki gandaorð
Myndaviðgerð: Jens Kr. Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
24. juli. Kristin. Eftir halgisøguni er talan um eina ellivu
ára gamla gentu, sum verður tikin av døgum, av tí at hon
breyt nakrar skurðgudamyndir og gav teimum fátæku
gullið og tað dýra tilfarið, tær vóru gjørdar av. Annars
hava tvær halgar kvinnur 24. juli sum minningardag,
Sankta Kristina úr Týrus og Sankta Kristina úr Bolsena.
Tað vóru eini tung boð at
fáa, tá tú mín elskaða
systir so brádliga doyði.
Eg visti væl, at tú var
sjúk, men vónaði allatíð-
ina, at tú fór at gerast
frísk. Sjálv hevði tú so
gott mót, og uggaði okk-
um øll við tínum lætta
sinni.
Vit vóru ógvuliga góð-
ar systrar, vit vóru altíð
saman og søgdu hvørjari
aðrari alt. Vit búðu sam-
an í Havn og hjálptu
hvørjari aðrari við øllum.
Tú var altíð í góðum lag,
og tað var altíð stuttligt at
vera saman við tær.
Saknurin er sera stórur,
og tað er ringt at koma
víðari, men eg veit, at nú
hevur tú tað gott.
Takk fyri alt tú var fyri
meg.
Hvíl í friði góða systir.
Joan
Minningarorð um
systir mína Synnøve
17.01.1976-24.03.2003
Skjótt tjúgunda árið á
rað gevur Landsverk-
frøðingurin út bók-
lingin »Ferðslan«,
sum gjøgnum tíðina
hevur verið eitt hent
amboð hjá myndug-
leikunum í teirra ar-
beiði og framtíðar-
ætlanum. Hjá Lands-
verkfrøðinginum siga
tey, at áhugin fyri
bóklinginum er støð-
ugt vaksandi.
TÍÐINDASKRIV
Landsverkfrøðingurin
Síðan mitt í 80’unum hevur
Landsverkfrøðingurin giv-
ið út bóklingin »Ferðslan«
– ein upp á seg lítil bók-
lingur, men við eini ør-
grynnu av áhugaverdum
hagtølum og upplýsingum
av ymiskum slagi, sum øll
hava við ferðslu at gera. Í
formælinum verður sagt, at
frágreiðingin er í høvuðs-
heitum upplýsingar um
ferðsluna á landsvegunum
og viðkomandi upplýsingar
um landsvegakervið. Í bók-
linginum eru eisini upplýs-
ingar um ferðsluóhappini á
kommunalu vegunum. Har
eru upplýsingar um t.d.
ferðmátingar, ferðsluteljing-
ar, millumlanda flogferðslu
og skipaferðslu. Eisini er
skrá yvir tunnlar, tyrlupall-
ar, landsvegir og vega-
longdir. Ein sera hentur
bóklingur við nógvum við-
komandi
upplýsingum.
Keldurnar eru: Løgreglan,
Bileftirlitið, Ferðaráð Før-
oya, Statens Luftfartsvæs-
en og Tórshavnar komm-
una.
»Ferðslan 2002«
svart upp á hvítt
Sigurd Berghamar
farin
Í dag verður Sigurd Berg-
hamar borin út úr Ebenezer.
Hann andaðist mánadagin
21. juli, 92 ára gamalur og
mettur av døgum. Nú er
kapitli í hugnaliga heim-
inum á Dalavegnum ella
Dalatúni, sum tað nú eitur,
liðugt. Tinna, konan, sum
var ættað av Toftum, doyði
í 1994, og húsini, sum tey
lótu byggja nakað eftir
kríggið, eru farin á aðrar
hendur. Húsini vóru karm-
ur um gudsóttandi og gesta-
blítt heim, har Tinna var
miðdepulin og altíð inni, og
har skyldfólk og vinfólk hjá
teimum eldru og yngru
komu og fóru. Sigurd vísti
øllum
teimum
vitjandi
áhugað, og á sín serstaka
hátt var hann skemtingar-
samur, spældi við orð og
vendingar og var so ógvu-
liga beinrakin.
Tinna og Sigurd fingu
fýra børn: Gunnvør, Øssur,
Rúna og Erla. Tær búgva
allar í høvuðsstaðnum, og
Øssur býr í Keypmanna-
havn.
Sigurd var sonur Mariu,
sum var ættað úr Havnini
og varð nevnd Maria hjá
Konradi og var lærarinna,
og Jóhannes Joensen, sum
var ættaður av Selatrað og
vaks upp á Trøllanesi og
varð nevndur Jóhannes á
Nesi. Tey fingu trý børn,
sum øll bygdu við Dalaveg-
in í Havn: Conrad, Sigurd
og Jóna.
Sum heilt ungur fór Sig-
urd á skrivstovuni hjá Kjøl-
bro. Hetta var seinnapartin
av tjúgunum og fyrst í
tredivunum, tá virkið hjá
J.F. Kjølbro vaks við nógv-
ari ferð.
Eftir at Sigurd var fluttur
til Havnar, var hann í Sjó-
vinnubankanum, sum sá
dagsins ljós í 1932. Eftir
kríggið fór Esmar Fuglø at
selja olju, og Sigurd var frá
tí fyrsta við í Føroysk Olju-
søla, sum felagið hjá Esm-
ari nevndist. Í endurminn-
ingum sínum sigur Esmar,
at hann helt sjálvur fram at
sigla, og at Sigurd tók sær
av Føroysk Oljusøla frá
byrjan av og gjørdi tað til
lítar, og at nógv hvíldi á
Sigurdi, sum var bókhald-
ari og var einsamallur
heima og fekk alt at ganga.
Tá ið Esmar seldi sítt
felag til Esso og gjørdist
stjóri har, fór eisini Sigurd í
tænastu hjá Esso, og har var
hann, inntil hann varð pen-
sióneraður.
Sigurd Berghamar hevði
stóran áhuga fyri og kunn-
leika í føroyska málinum.
Áhugan fyri málinum mundi
hann
hava
fingið
frá
mammuni, sum segðist
hava gott tak á føroyska
málinum. Máloyrað og
áhugin saman við hjartalagi
og trúfesti hansara fyri orði
Guds og virkseminum í
brøðrasamkomunum hevði
við sær, at tað rann saman
millum Sigurd og Victor
Danielsen, sum arbeiddi
við bíbliuumseting og út-
gávu og við at umseta og
yrkja sangir og at geva teir
út.
Í 1985 gav Hin Føroyski
Bíbliugrunnurin út Bíbliu-
orðabókina, sum Sigurd
Berghamar hevði skrivað.
Hana fekk hann M.A.
Jacobsens virðisløn fyri.
Í formælinum til Bíbliu-
orðabókina greiðir høvund-
in soleiðis frá: »Øll míni
barnaár og nakað upp í ár-
ini hoyrdi eg orð Guds
kunngjørt á móðurmál-
inum, meðan tað, sum lisið
varð upp, var á donskum
ella norskum, tí føroysk
bíblia var eingin.
Tá ið Victor Danielsen
hevði umsett Nýggja Testa-
menti til føroyskt – tað kom
út í 1937 – kom eg eitt
sindur uppí við rættlestri
o.ø. Í 1949 kom hin fyrsta
føroyska bíblian, og vóru
vit tá nakrir við at rættlesa
og saman við Victor at
fylgja
við
prentingini.
Somuleiðis var eg við til ar-
beiðið við ta endurskoðaðu
bíbliuútgávuna, sum kom
út í 1975. – Hin bíbliuum-
setingin (J. Dahl o.a.) kom
út í 1961.
Mær gjørdist greitt, at vit
áttu at fáa føroyska bíbliu-
orðabók, og vón mín var, at
onkur fór undir hetta verk.
Áðrenn føroysk bíblia kom,
lá væl fyri at brúka norska
orðabók, og hon verður
vanliga brúkt enn. Men
sum árini gingu og eitt
ættarlið vaks upp við føroy-
skari bíbliu, gjørdist tørvur-
in størri at fáa føroyska
orðabók. Endin varð, at eg
fór at royna sjálvur at fáa
hana skrivaða, og úrslitið er
so her«, segði Sigurd Berg-
hamar í juli í 1985. Og so
legði hann afturat – og
hetta lýsir væl hansara lív,
hugburð og tráðan – at
»bókin verður nú útgivin
við bøn um, at hon kann
veita bæði ungum og eldri
hjálp til at koma at kenna
Heiløgu Skriftirnar betur«.
Eftir at Bíbliuorðabókin
var útkomin, fór Sigurd
miðvíst undir at savna,
skipa og skriva søguna hjá
brøðrunum, og í 1992 gav
hann út »– men Gud gav
vøkst«, (heitið sipar til tað,
sum Paulis sigur í 1. Kor.
3,6) eina bók, sum snýr seg
um William Sloan og fyrstu
samkomurnar í Føroyum.
Harvið syrgdi Sigurd fyri,
at hesin parturin av søguni
varð skrivaður fram til
gamli Sloan doyði í 1914,
ella fýra ár eftir, at Sigurd
Berghamar var borin í
heim.
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv
ella annað, so sig okkum frá.
Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann
persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av
restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd.
Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur.
Navn:.....................................................................................................................
Bústaður:.............................................................................................................
Bygd/býur:..............................................................Tel:.....................................
Evt. arbeiðspláss:..............................................................................................
Merkisdagurin er: ............................................................................................
Innsendari: ....................................................................Tel:...............................
Sendið lepan, í brævbjálva, til:
• Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni"
Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir
okkara kring alt landið:
Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo
Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo
Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo
Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo
Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo
C
M
Y
K
9
8