Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 138 - 24. juli 2003 Nr. 138 - 24. juli 2003 11 Týsdagin kom Heidi Andreasen aftur til landið, eftir at hava svomið seg til fleiri gullmerki í eini altjóða svimji- kapping í Kanada. Í hesi kappingini hevur hon eisini sett heimsmet, so eiðisgentan er ikki ein og hvør svimjari, og tað eru vit sjálvandi ómetaliga stolt av. Ikki nóg mikið við hesum. Heidi hevur saman við venjar- um sínum, einsum svia og einum føroyingi, sett sær nýggj mál, og tað er at koma við til Olympisku leikrinar í Athen næstuferð. Hetta eru høg mál, og sjálvandi vóna vit, at at tað eydnast henni at koma við og at røkka góð úrslit. Heidi er saman við øðrum ítróttarfólkum góður ambassa- dørur fyri land okkara. Herfyri vunnu føroyingar fleiri kappingar í frælsum ítrótti á eini kapping fyri tarnað í Írlandi og gjørdu tað, at bæði Merkið og tjóðsangurin varð spældur fleiri ferðir. Nýliga hava tveir kvinnuligir rógvarar, Sigrid Svartá og Katrin Olsen, staðið seg væl í altjóða kapping - eini HM- kapping - í donskum kappróðrarbári. Tær eru so mætir rógvarar, at tær komu á danska landsliðið við harðari og miðvísari rógving. Hóast tær siga, at danskir rógvarar líkasum fyrireika seg til landsliðsrógving frá 15 ára aldri, vóru tær 20 og meira, áðrenn tær fóru at rógva við donskum bátum. Men í samrøðu við Sosialin siga tær, at tann góði føroyski kapp- róðrarandi hevur verið teimum ein góð hjálp. Næsta málið hjá teimum eru olympisku leikirnir. Aðrar føroyingar hava eisini staðið seg væl í fræslum ítrótti. Nevnast skal fimleikari Helgi W. Olsen, sum eisini hevur kappast um DM-heitið. Við hesum dømunum kunnu vit ikki siga annað, enn at nakrar føroyingar eru komnir langt ávegis í serliga frælsum ítrótti, og tað er sjálvandi at fegnast um. Hesi ítróttarfólk eru saman við landsliðum okkara - ikki minst í fótbolti - góðir ambasadørat fyri land okkara. Hesi eru við til at staðfesta støðu Føroya í heimskortinum og í hugaheimi hjá fólki og tað dregur kanska nøkur ferðafólk til oyggjaldandið, sum í hesum døgur fjalir seg í mjørka og keðiligum summarveðri. So kunnu vit spyrja, um hesi úrslit eru eina og aleina einmansavrik, ella tey eru sprottin úr góðum lið- ella felagsarbeiði, ella tí vit hava ein góðan og miðvísan ítróttarpolitikk. Spurningurin skal ikki svarast. Men vit haa ongan miðvísan ítróttarpolitikk. Hesin skal nú orðast, men í hesum arbeiðnum mugu vit ikki bara hugsa um "elituna", men sanniliga eisini um breiddina, tí tað ræður um at fáa øll við. Bæði at stytta sær stundir og halda likam og sál viðlíka. Heidi og hinum ynskja vit hjartaliga tillukku. DAGSINS MEINING Sosialurin Góð umboð fyri landið! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Johan Dahl Løgtingsmaður Tað undraði meg ikki at Kristina Háfoss, hevði við- merkingar til grein mína um "heimastýrislógina og yvirtøkuleistin", - hóast hon onki nýtt hevði at bera framm ,enn somu plátu, sum vit hava hoyrt nú í alt ov langa tí og flestu okkara troyttast av. Viljin til loysnir - hvar er hann? Síðani tit komu framat í 1998 hava tit verði á kolli- siónskursi við danir og hava dyrka ósemjur, og tá tær so hava verið loystar , ja so skapað tit nýggjar, bæði innanlands og uttanlands, tað hevur alt Føroya folk upplivað fer eftir fer. Viljin at skapað loysnir og eitt framtíðar fyrimynd- arligt samfelag er ringur at fáa eyga á. Tá Kristina sigur at yvirtøkulógin fer at gera tað greitt hvørja løgfrøðis- liga heimild ið landsstýrið hevur fyri at yvirtakað málsøkið, so er hetta bert enn ein reingjan av veru- leikanum, - enn eitt leikrit fyri, hvussu loysingar- flokkarnir best kunnu lirk- að seg framm til fullveldið. • Tit hava havt allar møgu- leikar at yvirtakað hesi seinastu 5 gullárini - hví hava tit ikki yvirtikið?? • Tit hava havt møguleika at latað Føroya Fólk talað við eini fólkaatkvøðu um fullveldi ella ei - tað tordu tit ikki. • Tit hava havt møguleikan at fyrireika/ geara sam- felagið til fullveldið - men hava gjørt beint øv- ugt og úrslitið av tykkara vanstýring byrjar nú at vísa seg, - tit eru nevni- liga longur burtur frá fullveldinum nú enn tá tit fóru í samgongu í 1998. • Tit hava prógva, at tit slettis ikki eru kompetent til at leiða eina tjóð, men livað í eini fantasiheimið, har tit halda at alt kemur av sær sjálvum. LEIKTJØLDINI Kristina sigur at hini, - alt- so tey sum ikki eru sam- bandsfólk eru byrja at takað leiktjøldini niður, - eg haldi at hon er heilt skeiv, - føringar vilja hava sitandi samgongu at takað sirkus- tjaldi niður og enda showið, flestu hava fingið meir enn nokk av tykkara leikið við tilveru teirra,og vóna at hann skjótt er at enda kom- in, soleiðis sum tú sigur í grein tíni . Teir føroyingar sum í mong ár hava havt føtur undir egnum borið (teir eru ikki so fáir), vilja hava frið at livað eitt áhaldandi virði- ligt lív og eina virðiliga framtíð - og eina slíka eru tit í tjóveldisflokkinum ikki før fyri at veita føroyingum Heingið tit heldur tey óbrúktu arbeiðsklæðini aft- ur á krókin, og leggið tað skeivu kumpassina, sum hevur sent tykkum so langt av kós aftur í amboðskass- an saman við restini av ónýtiligu amboðum tykk- ara. The show definetely need to go on - but with more serious players than the present. TÍÐINDASKRIV Føroya Akvariumfelag fer at hava eina sera spennandi og áhugaverda framsýning á Ólavsøkuni í ár. Hesu ferð verður framsýningin hildin í hølinum hjá Losjuni við Tinghúsvegin 18 í Havn. Hetta er tann 5. framsýn- ingin av akvariumfiskar og akvariur sum Føroya Akvariumfelag hevur, síð- an felagið bleiv sett á stovn í 1997. Tað verður ikki bert tann vanliga framsýningin, sum vit kenna hjá Føroya Akvariumfelag, men í ár verður eisini ein áhugaverd framsýning við fiskireið- skapi og føroyskum hand- verki. Aftur í ár verður høvi at síggja spennandi, sjáldsam- ar og sera áhugaverda akvariumfiskar, bæði teir vanligu akvariumfiskarnar, men í ár vera eisini nakrir ørvísir akvariumfiskar við. Tey føroysku saltvatns og ferskvatns akvariuni eru ein sjálvssagdur og afturvend- andi táttur, so at tey vitjandi eisini fáa høvi, at síggja okkara heimligu fiska- og djórasløg. Aftur í ár eru tað tey vitj- andi sum eru dómarar og skulu velja tey vakrastu akvariuni. Hetta verður gjørt við at skriva nummar- ið á tí akvariumi, tey halda verða vakrast, á atgongu- seðilin og leggja hendan seðil í atkvøðukassan. At- gonguseðilin/atkvøðuseðili n er eisini ein lutaseðil við fleiri vinningar á og trekt verður bert millum allar teir seðlar sum eru í at- kvøðukassanum tann 30. juli. Teir hepnu dómararnir fáa so boð frá Føroya Akvariufelag. Fyri børnini, hevur Før- oya Akvariumfelag aftur í ár tann vælumtøkta fiski- brunnin og eru vinningar- nar eitt sindur meira ørvísi í ár. Kostnaðurin fyri at fiska er sjálvsagt tann sami sum undanfarnu árini. Føroya Akvariumfelag bleiv stovnað í 1997 og hevur í dag okkurt um 30 limir sum eru spjaddir um alt landið. Hetta eru bæði børn og vaksin, mannfólk sum konufólk. Felagið hev- ur 10 regluligar fundir um árið. Føroya Akvariufelag gevur eisini út eitt limablað 4 ferðir um árið. Sum nakað nýtt hevur felagið fingið eina heimasíðu, og kann hendan finnast á www.akvariufelag.fo Áhugaðir akvaristar eru sera vælkomin at vitja framsýningina og at seta seg í samband við felagið á framsýning okkara í Losj- uni 26 - 29 juli, opið hvønn dag frá kl. 14.00 - 18.00. Púra satt Kristina, - the show must go on, men tað skal so avgjørt ikki verða tykkara show Fiskasýning á ólavsøku VIÐMERKINGAR Skrá fyri ættarstevnuna hjá Tummas Thorsvig í Skopun 25. - 27. juli Tummas var ættaður úr Hósvík og giftist Paulinu úr Klaksvík. Tey fingu fimm børn. Paulina doyði á ungum árum, og Tummas giftist uppaftur við Abreu Jakobsen, ið var einkja og átti trý børn. Saman fingu tey seks børn. Tilsamans vórðu tað harvið fjúrtan børn. Allir eftirkomararnir við familjum eru boðin við til stevnuna. Tilsamans 350 fólk hava teknað seg til veitsluna. Fríggjadagur 25. juli kl 17.00 Møtt verður í bygdarhúsinum í Hósvík, har sagt verður frá ættini har. Farið verður ein túr niðan í Gerði, har Tummas Thorsvig vaks upp. Fyri tey, ið ætla sær til Skopunar um kvøldið, verður møguleiki fyri hesum. "Teistin" siglir av Gomlu Rætt kl. 19.15 og 21.00. Leygardagur 26. juli Fyrsti túrur hjá "Teistanum" av Gomlu Rætt leygar- morgunin er kl. 8.45. kl. 10.00: Skráseting í "Samljóð", har navnaspjøld- ur verða útflýggjað. Myndatøka verður av teim ymsu greinunum. kl. 10.00: Lættur morgunmatur kl. 11.00: Gongutúrur "norður til Eggjar" við stað- kendum fólki. kl. 11.00: Túrur í bygdini við frásøgufólki. (Minnisvarðarnir, bygdasavnið, skúlar- nir, havnin, kirkjan) kl. 11.00: Bátatúrur við mb. Oddbjørg. Um viðrar. kl. 13.00: Túrur í bygdini við frásøgufólki. kl. 13.00: Bátatúrur við mb. Oddbjørg. kl. 14.00: Ábit í bygdarhúsinum. kl. 16.30: Skráseting í "Samljóð" fyri tey, sum eru komin seinni. kl. 17.00: Myndatøka. Felagsmynd. kl. 18.00: Fyrilestrar verða hildnir um slektina úr Hósvík og slektina hjá Paulinu. kl. 19.00: Veitsla í "Samljóð". kl. 24.00: Teistin siglir av Skopun til Gomlu Rætt. kl. 24.00: Framhald av veitslu. Sunnudagur 27. juli kl. 12.00: Kirkjugongd. Tummas var klokkari í 40 ár. kl. 13.00: Ábit í "Samljóð", har stevnan endar. Rógvi Danielsen Eg eri diagnostiseraður skizofrenur. hálvárið ’96 - ’97 var eg innlagdur á psykiatrisku deildunum. Mest á deild 2. Eg gjørdi eina óhugna- liga uppdaging í hesum tíðarskeiðinum. Tey uppliva ikki nógv, staklarnir, (ja, tvs. ikki nógv sum hevur við veruleikan at gera) so skjótt hevði slaturin - sum bara stóðst av relativt meinaleysum forvitni eitt stað, har ið hæddarpunktini á degnum vóru sigarettir, kaffi og "Dagur og Vika" - breitt seg millum sjúkling- arnar, at eg var samkyndur. Ein skuldi trúð, onkur hevði billa fólki inn, at eg var skriftaprestur. Tey komu til mín við søgum, sum tey bóðu meg at svørja dýran eið ikki at bera víð- ari. Eg sá niður í eina av- grund av ræðuleikum, ótta, niðranum og eyðmýking- um, ófatiligum máttloysi og vónloysi... ja, helviti á jørð. Hetta var í grundini nógv meira enn eg, í mínum við- kvæma standi, toldi. Men hvat søgdu hesi ólukkudýrini mær? Nú eru hetta orðini hjá einum menniskja sálarlæknar siga vera psykotiskan so.. men, eg fari at postulera, at ein ÓFATULIGA stórur partur av sálarsjúklingum, sum eru innløgd á Landssjúkra- húsinum í Føroyum eru tað - fyri so vítt - tí tey eru samkynd. Eg haldi, at tað eru tríggir stórir bólkar av sinnissjúklingum: Tey sum av eini ella aðrari orsøk "hava sett Harran Jesus í hálsin", tey sum eru vorðin - kynsliga ella á annan hátt - misbrúkt/-handla og so samkynd. Tað eru sjálvsagt eisini genetiskar orsøkir til, at eitt menniskja blívur sinnissjúkt. Men eg fari at seta eitt stórt ? við um tað er orsøkin í so stóran mun, sum viðgerarar halda. Ella, tað er tað ikki! Hesi neyðars menniskju hava verið í slíkari neyð um sína "støðu", at tey at enda ikki hava megna at barst meira og nú sita brotin á psykiatrisku deildunum á landsjúkrahúsinum. Summi av teimum passiv og apat- isk. Onnur irrationelt frustreraði og aggressiv. "Hu, hej, åh vilde dyr"! So liggja tey í belti og fáa sproytu í reyvina. Hvønn møguleika tey hava - hóast alt - at blíva heil menniskju aftur hongur fyri stóran part saman við hvussu ung tey blivu innløgd. Tí (um møguligt) er støða teirra - av fleiri orðsøkum - enn vónleysari á "Hotel Øre- gaard" enn í teimum guds- jammerligu korum, tey komu úr. Viðgerðini á psykiatrisku deildunum eg var á, standa fyri størsta partin røktarar og sjúkrarøktarar fyri. Sál- arlæknarnar er torført at fáa fatur á. Teir "gera entre" viðhvørt. Ganga "óuppnái- ligir" - sum kongar og drotningar. fara so inn til deildarleiðaran og gera av hvør heiligvágur skal gev- ast. "Gjeikari psyko gjeik- arason" verður spurdur um døgnrytmu, um umgang (ella manglandi) við onnur á deildini o.sl. Mett verður um hvussu "normalur" sjúklingurin sýnist. Men tann stóri spurningurin verður ikki spurdur - nevni- liga: HVÍ???!!!!!!! Tvs., tað eru nógvir sjúk- lingar á psykiatrisku deild- unum á Landssjúkrahúsi- num, sum eru har tí, at tey koma frá einum umhvørvi har ið tað - so ella so - ikki ber til at vera samkyndur. Tey eru heilt einfalt sam- kynd! Og hetta eru ikki bara "skelettir í skápinum" hjá einari farnari tíð. Mong teirra eru "kroniskir sjúk- lingar" (sum tey ið eru fast innløgd verða kallaði) so tey verða - eftir øllum at døma - ikki hjálpt!? Sinnissjúk samkynd Jóhan og Maria Magnussen Nú vit er komin aftur av eini góðari ferð við Sø- kongen, vil eg her lýsa eitt sindur um túrin. Vit flugu yvir til Narsars- suaq og sigldu so fyrst suð- ur í móti Hvarvinun og fóru síðani í Kaphavnina, har sum útróðramenn høvdu hildið frá 1963 til 1966. Har sá ikki gott út. Tað var sárt at síggja, hvussu illa tað var gingið frá. Nú skal eg ikki dylja, at eg var ein, sum róði út har í trý ár. Tað einasta, sum stóð nøkurlunda uppi, var íbúð- arskúrurin hjá okkum. Alt annað var »ruinir«. Oljutunnur og viður frá skúrunun fleyt um allar geilar. Tað skal her sigast, at tá vit sóu at vit ikki fóru yvir aftur, kontaktaðu vit kon- trollørin í Apilataq um, at vit ikki komu aftur við boðum um, at teir skuldu fáa tað, sum lá eftir har. Men tað sær ikki út, sum teir hava havt áhuga í tí. Vit sigldu so ein rundtúr í Kaphavnini. Har var mest- sum einki eftir. Ísurin var nokk farin við tí, sum var. Vit fóru so at sigla norður yvir, og fyrsta havn var Borgshavn. Síðani Kangar- suk og so Ravnoynna. Har vóru vit í báðum havnunun. Har var tað nakað serligt, at við á ferðini var ein dama, sum hevði verið har yviri sum 10 ár gomul við mammu síni, sum var kokkur. So varð farið í Grete- fjørðin, og vit endaðu í Før- ingahavnini. Tað var tað sama alla staðni, har vit komu. »Ruinir« við oljutunnum og viði frá skúrum, sum lá og rakst um geilar. Men Føringahavnin var tað ringasta. Onkur, sum var við, helt fyri, at hann vildi ikki verið komin har at síggja hvussu tað sær út. Tað er stór skomm fyri føroyingar at lata tað góða pláss fara so illa. Føringa- havnin var kanska tann penasta og besta bygd í Grønlandi tá. Gamla Før- ingahavnin er øll smildrað sundur. Tey flottu hús har vóru. Vit vóru ein túr í Nuuk, og fóru so suður yvir aftur til Narssarsuaq, har vit komu heim við Atlantic Airways yvir Reykjavík. Vit vilja her takka mann- ingini á Søkongen fyri tann ógloymandi túrin og tað góða samhaldið, vit høvdu. »Det værste, der kan ske, er at det er højvand« Stór skomm fyri føroyingar Bryggjuni í Føroyingahavnini er lítið eftir av Mynd: Edvard Joensen C M Y K 11 10