Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 138 - 24. juli 2003 Nr. 138 - 24. juli 2003 13 TÍÐINDASKRIV Felagið Seglið Sunnudagin 13. juli var árliga kappsiglingin á Hvítanesi, har 20 bátar lut- tóku. Tað var áhugafelagið Seglið, íð skipaði fyri til- takinum. Mjørki og lítil og ongin vindur gjørdu kapp- siglingina minni væleydn- aða enn tær undanfarnu. Kappsiglingin var hildin á Kaldbaksfirði. Nógvi mjørkin ytst á fjørðinum viðførdi, at byrja var við bygdina í Kaldbak og siglt inn í Kaldbaksbotn. Eitt fitt lot var við byrjan, men miðskeiðis á teininum datt lotið burtur. Eftir at hava ligið í stilli eina góða løtu, var avgjørt at skjóta sigl- ingina av. Komnir útaftur á start- málið hildu menn vert var at royna enn einaferð, nú mjørkin var burtur og eitt lot lá inneftir fjørðinum. Avgjørt var at nýggjur startur skuldi verða ytst á Kaldbaksfirði og málið í Kaldbak. Sjálvt um tað bert var eitt fleyr komu allir bátar á mál. Úrslitið var at Niels í Nesinum úr Tórshavn gjørdist væl fremst, Hoy- víksbáturin var annar og Gjáarbáturin triðjur. Nevn- ast skal at Alfred Gullbein sjálvur hevur smíðja bátin Niels í Nesinum og megn- aði hann hesuferð at verða fremstur, eftir fleiri ferðir at verði tætt við. Úrslitið viðførir at Niels í Nesinum nú er á einum deildum fyrstaplássið í kappingini fyri størri bátar, saman við Malla sum hesuferð gjørdist triðjur. Annað plássið hjá Hoy- víksbátinum viðførir, at hann nú er fremstur fyri bólkin smærri bátar. Leivur sum frammanundan lá á- javnt Hoyvíksbátin, gjørd- ist hesuferð triðjur í bólki- num og er nú tvey stig frá fyrsta plássinum áðrenn seinasta umfar. Í teirri samlaðu kapping- ini "Ársins sjógangari" gera somu bátar seg galdandi. Hoyvíksbáturin, sum undan hesum umfarinum lá á ein- um deildum fyrsta plássið saman við Leivi, liggur nú fremstur. Leivur er nú á einum deildum øðrum plássið saman við Niels í Nesinum, íð við sigrinum á Hvítanesi fór frá einum fimta plássið framm á eitt annað pláss. Sí annars úrslit og støður aðrastaðni á síð- uni. Seinasta og avgerandi kappsiglingin í summar verður Lions siglingin á Skálafjørðinum tann 18. - ella 24. august. ÚRSLIT-HVÍTANES Úrslit - Hvítanes Samlað kapping Nr. 1 Niels í Nesinum Tórshavn Alfred Gullbein Nr. 2 Hoyvíksbáturin Hoyvík Egil Simonsen, Jóhan Simonsen Nr. 3 Gjáarbáturin Vestmanna Janus Petersen Nr. 4 Eyð Runavík Atli Leitisstein, Robert Langaard Nr. 5 Malle Kollafjørður Oddmar Joensen, Marner Joensen Smærri bátar Nr. 1 Hoyvíksbáturin Hoyvík Nr. 2 Eyð Runavík Nr. 3 Leivur Kollafjørður Nr. 4 Vinur Tórshavn Nr. 5 Lítli Kollafjørður Størri bátar Nr. 1 Niels í Nesinum Tórshavn Nr. 2 Gjáarbáturin Vestmanna Nr. 3 Malle Kollafjørður Nr. 4 Helga Kaldbak Nr. 5 Nón Hósvík SAMLAÐA STØÐAN ÁÐRENN SEINASTA UMFAR Smærri bátar Nr. 1 Hoyvíksbáturin Hoyvík 14 Nr. 2 Leivur Kollafjørður 12 Nr. 3 Vinur Tórshavn 7 Nr. 4 Eyð Runavík 4 Nr. 5 Miðgerð Kollafjørður 3 Størri bátar Nr. 1 Malle Kollafjørður 12 Nr. 1 Niels í Nesinum Tórshavn 12 Nr. 3 Svanur Skála 8 Nr. 4 Gjáarbáturin Vestmanna 4 Nr. 4 Helga Kaldbak 4 "ÁRSINS SJÓGANGARI" Stig Nr. 1 Hoyvíksbáturin - Nr. 2 Leivur - 4 Nr. 2 Niels í Nesinum - 4 Nr. 4 Malle - 5 Nr. 5 Svanur - 11 Nr. 6 Vinur Nr. 7 Helga Nr. 8 Eyð Nr. 8 Guðrið Vann kappsigling í sjálvgjørdum báti Hans Birgir Hansen Tað er slett ikki neyðugt at vera serfrøðingur við ymiskum heitum fyri at vísa á hvussu grundleggj- andi skeivt og órættvíst alt er skipað kring landið, og her í Havnini. Bygnaðar- og hugburðabroytingar eiga at verða framdar úti í tí politiska lívinum og innanfyri politisku skipan- ini og lands- og kommu- nalpolitikk. Tað er við at fremja tillagingar til fram- leiðslu, útboð og eftir- spurning av vørum og tæn- astum, og eisini inn- og út- flutning, ið skal styrkja búskaparligu støðuna. Tað er avgerandi neyðugt at fáa tillagað búskapin og samfelagið, handils- og vinnulív, og vinnurnar við ymiskum heiti, eftir framleiðslu, útboði og eftir- spurningi. Tað er avgerandi neyðugt at fáa allar sethúsaeigarar úti á bygd- um og býum, í øllum oyggjarsamfeløgum, at fremja slíkar broytingar og raðfestingar. Tað vil siga, so at bleytu virðini – sosi- ala samveran heima, á ar- beiðsplássum, í frítíðarfe- løgum og privatlívi annars – verða raðfest fremri enn tað materiella í dag. Tað hava øll ættarlið í Føroyum tørv á. At kenna seg góð- kendan og virðismettan, og at fáa eina viðurkenning og eitt heraklapp frá sínum medmenniskjum hjálpir. Tað eiga at vera framdar broytingar av avtøku av øllum frádráttum og framí- hjárættindum í skatta- skipanini. Tað kundi verið skipað soleiðis fyri av »Fíggjarmálaráðnum« við fíggjarmálaráðharranum, Kartini Hansen, at fyrstu 5- 6.000 kr. um mánaðin vóru skattafríar. Tað er tá øll hava goldið avdrag og rentur av brúkslánum, so sum el, telefon, tryggingar og neyðsynjarvørum, at há, miðal- og láginntøkur goldu 50% í skatti. Tá vildu vit sloppið undan lønar- hækkingum, stættarmuni, framíhjárættindum, fa- milju, vina og kenninga plitikkinum úti á øllum arbeiðsmarknaðum og arbeiðsplássum. Tað, ein leggur upp til, er at fáa eitt rættvísari sam- felagsbýti millum arbeið- andi fólki og arbeiðstøku úti á bygdum, býum í øllum oyggjarsamfeløgum í dag. Áðurnevnda umfatar eisini allar útbúgvingarskipanir, at fólkaskúlar, hægri skúlar, lærustovnar og lærupláss fáa lestrarstuðul og skattafría inntøku í dag. Álvur Kirke Kristina Háfoss skrivar áhugaverda grein, "The show must go on!", í Dimmalætting leygardagin 19.juli. Hon skrivar m.a.: "Seinnu árini er komið alsamt oftari til sjóndar, at føroyingar í veruleikanum eru partur av einum leiki. Einum leiki, har danska stjórnin skrivar leikritið, sambandsfólk eru klapp- andi áskoðarar, og føroy- ingar annars luttaka í teim- um leiklutum, ið verða teimum lutaðir." Leikurin á Tvøroyri her- fyri, tá danski forsætisráð- harrin var á vitjan, kundi fyri tað verið kallaður "Nýggju klæði keisarans", - tí, hann var bluff, allur sum hann var. KH heldur, at nú verður lættari at yvirtaka! Tað kann væl vera, men fáa vit meira veruligt sjálvstýri ? Tað er spurningurin ! Og har svarar hon sjálv við at siga, at nýggja yvirtøku- lógin "fer ikki at broyta statsrættarligu støðu Før- oya." og "Hon fer heldur ikki í sjálvum sær at geva okkum meira sjálvstýri enn heimastýrislógin." Annars dámar mær væl, at KH brúkar orðið full- veldistøka, tí, vit fáa ikki fullveldi, fyrr enn vit taka fullveldi. Danir fara ikki at geva okkum fullveldi. Tað mugu vit sjálvir taka, tá vit hava ein politiskan meiri- luta, sum hevur rygg til at taka ta avgerðina. Eitt annað, sum KH nevnir, er spurningurin, um heimastýrislógin er ein fólkatingslóg ella ein avtala millum tvær tjóðir. Her er stóri trupulleikin, at danir als ikki vilja viðurkenna, at føroyingar eru ein tjóð! Danir siga, at heima- stýrislógin er ein fólka- tingslóg, ið "útdelegerar" vald til føroyskar myndug- leikar, og at danska fólka- tingið, tá tað vil, kann taka aftur tað vald, ið verður "latið" føroyingum um- vegis heimastýrislógina. Hvussu danir gera tá á stendur, sóu vit í kreppuni, fyrst í 90-árunum. Í samráðingum millum landsstýrið og donsku stjórnina, bar ikki til at koma longur, tí at Nyrup blankt noktaði at viðgera spurningin. Hann vildi ikki viðurkenna, at føroyingar eru ein tjóð, - og hann hev- ur eitt næstan samt fólka- ting aftanfyri seg í hesum máli ! Tað er møguligt, at fólka- rætturin tryggjar okkum sjálvsavgerðarrættin í Før- oyum, uttan mun til støð- una hjá donsku stjórnini, - alt annað hevði verið órímuligt. Men enn hava vit ikki havt ein politiskan meiriluta, sum torir at farið út um donsku girðingina, fyri at royna, um tað veru- liga er so. So leingi vit ikki hava ein politiskan meiriluta, sum torir at royna hetta í verki, uttanfyri donsku girðing- ina, mugu vit bert staðfesta, at leikurin, "The show", "Nýggju klæði keisarans", ella hvat vit nú skulu kalla hann, heldur fram. Danska stjórnin skrivar leikritið, sambandsfólk eru klappandi áskoðarar, og føroyingar annars luttaka í teimum leiklutum, ið verða teimum lutaðir. Eru føroyingar nøgdir við at sleppa at spæla sjálvstýri og at sleppa at luttaka í leikinum, sum danska stjórnin skrivar leikritið til, so er øll grund til at spyrja: Eru føroyingar ein tjóð? VIÐMERKINGAR Búskapar- og samfelagsfrøðingar Eru føroyingar ein tjóð ? Føroya Sparikassi hevði fyrstu seks mánaðirnar í ár eitt undirskot áljóðandi 54 millíónir krónur. Orsøkin er aftur hesaferð alivinnan ROKNSKAPUR Heri á Rógvi Alivinnan er í kreppu. Og kreppan hon merkist. Í síðstu viku almannakunn- gjørdi Føroya Banki eitt hálvársúrslit við halli áljóð- andi 23 millónir. Nú hevur Føroya Spari- kassi eisini almanna-kunn- gjørt eitt hall fyri virksemið hjá bankanum fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár. Eins og hjá Føroya Banka er alivinnan orsøkin til hallið. Føroya Sparikassi hevur fyrsta hálvár bókað burturleggingar fyri í alt 138 milliónir, har megin- parturin er farin til at leggja upp fyri tapi í sambandi við lánveitingar í alivinnuni. Sosatt er ein vinningur upp á 23,5 mió. fyrstu seks mánaðirnar í fjør vorðin til eitt risastórt tap. Líkist Við hálvársroknskapunum hjá Føroya Banka og Før- oya Sparikassa ber til at gera sær eina mynd av støð- uni í alivinnuni og samfe- lagnum. Hesir báðir størstu peningastovnarnir í Føroy- um fíggja umleið helvt um helvt av alivinnuni, og kreppan merkist í báðum støðum. Men burtursæð frá ali- vinnuni stendur betri til enn nakrantíð. Hálvársúrslitið hjá Føroya Sparikassa gav ein vinning av fíggjarpost- um áljóðandi 137 milliónir, sum er 34 millíónir meira enn í fjør og metstórt. Trupulleikin er alivinnan. Forstjórin í Føroya Spari- kassa, Marner Jacobsen, sigur, at roknað verður við, at úrslitið fyri alt árið fer at javnviga. Tann óvanliga svára kreppan í alivinnuni setur nú síni týðiligu spor í rokn- skapinum hjá Sparikassan- um. Nógv tann størsti part- urin av teimum 138 mió.kr. eru burturleggingar upp á alivinnuna, sum er sera illa fyri orsakað av fiskasjúk- uni ILA og óvanliga lágum laksaprísum", sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa, sum tó fegnast um, at úrslitið av vanliga rakstrinum gjørdist met- gott, verður sagt í tíðinda- skrivi. Samstundis verður við- merkt, at at munandi minni av smolti verður sett út í ár í mun til í fjør. Virksemið í alivinnuni verður tí nógv skert í framtíðini. Tøl Hóast eitt risastórt hall, so er fer Føroya Sparikassi ikki av knóranum í morgin. Eginogning er 827 milli- ónir, og solvensurin er góð- ur, verður sagt. Sostatt tolir Føroya Sparikassi eitt tílíkt undirskot á hesum sinni. Men vánaliga hálvársúr- slitið merkir sjálvandi virð- ið á partabrøvunum og vinningsbýtið skeiva vegin. Útláni hjá Føroya Spari- kassa var 30. juni 3,96 milliardir, og innlánið 3,83 milliardir. Tað kostaði 62 milliónir at reka Føroya Sparikassi fyrstu seks mánaðirnar av 2003. Inntøkan av ómaks- gjøldum vaks við tveimum milliónum til 9,9 milliónir, og skuldin hjá Føroya Sparikassa til lánistovnar vaks við 317 milliónum, men fíggjarstøðan er sum heild rættilig góð við yvir áttahundrað milliónum í eginpeningi. Risaundirskot í Sparikassanum Føroya Sparikassi hevur fyrstu seks mánaðirnar í ár klárað seg serstakliga illa, og úrslitið gjørdist 54 milliónir í undirskoti. C M Y K 13 12