Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 • hósdagur • 24. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyska U-15 lands- liðið í fótbólti kom mánadagin aftur av ferð í Skotlandi, har liðið luttók í eini altjóða kapping. Striltið gekst við at koma fram vegna vánaligt ferðasam- band, og hetta setti sín dám á fyrstu dystirnar U-15 Stefan í Skorini Fótbóltssamband Føroya hevur í nógv ár sent U-15 landslið okkara til Skot- lands at luttaka í Aberdeen International Football Festival. Aftur í ár fór tað yngsta av landsliðunum avstað. Úrtøkan hesuferð var nakað misjøvn. Sluppu ikki fram Ætlanin var at flúgva mánadagin 14. juli klokkan 17.30, men vegna mjørka í Vágunum sluppu dreingir- nir ikki avstað fyrr enn klokkan hálvgum fýra um náttina, og tá gekk leiðin til London. Síðani bíðaði ferðalagið í enska høvuðsstaðnum í tríggjar tímar, áðrenn tað slapp til Aberdeen. Leikararnir komu ikki uppá pláss á hotellinum fyrr enn út ímóti middegi týsdagin, og tá høvdu leik- ararnir ikki sovið í meira enn eitt samdøgur. Tað vildi so illa til, at liðið skuldi spæla tveir dystir júst hendan seinnapartin, og úrslitini vóru eisini hareftir. Avsmurningur Fyrri dysturin varð spældur klokkan fýra ímóti besta liðnum hjá Hibernians, og skotska liðið vann 4-0. Hetta liðið spældi seg heilt fram til finaluna í hesi kappingini. Lítla løtu seinni skuldu føroysku leikararnir aftur í eldin, og hesuferð gekk tað av skriðuni. Mótstøðuliðið var ungdómsliðið hjá Aberdeen, og endaliga úrs- litið var 10-1 til heimaliðið. Einasta føroyska málið skoraði Ari Samson úr KÍ, tá hann skallaði eitt fríspark í netið. Eli Hentze var við á ferðini sum hjálparvenjari hjá høvuðssvenjaranum Mathias Davidsen, og hann greiðir frá, at leikararnir heilt einfalt vóru útlúgvaðir eftir ta longu ferðina, og hetta var orsøkin til stórtap- ini hendan dagin. Mathias Davidsen og Eli Hentze hava havt hetta liðið í tvey ár. Eingin ivi var tó um, at hesi bæði liðini vóru væl sterkari enn føroyska liðið, men tapini høvdu neyvan verið so stór, um føroysku leikararnir høvdu verið úthvíldir til dystin. Vend kom í Dagin eftir spældi landslið- ið ímóti einum lokalum liði úr Aberdeen. Føroyska lið- ið tapti aftur, men bert 1-0 hesuferð. Eli Hentze sigur, at før- oyska liðið hevði munin í hesum dystinum, tá talan er um málmøguleikar, men vantandi neyvleiki hevði við sær, at einki mál kom burturúr. Ístaðin var tað skotska liðið, sum kallaðist Dyce, ið vann dystin 1-0 við einum sera vøkrum frísparki. Fjórði og seinasti dyst- urin í bólkaspælinum end- aði við 1-1 javnleiki ímóti Colony Park. Málið hjá føroyska liðnum skoraði Jóhan Ellingsgaard úr HB. Síðani spældi føroyska liðið ímóti Gomel úr Hvíta- russlandi um sjeynda pláss- ið. Endiliga bragdaði hjá føroysku dreingjunum, sum vunnu 1-0. Hesuferð var tað Erling Jacobsen úr GÍ, sum skallaði føroyska mál- ið eftir hornaspark. Eli Hentze sigur, at tað var eitt sindur óheppið, at venjararnir ikki framman- undan høvdu fingið at vita, at øll liðini fingu loyvi at taka fýra leikarar, sum vóru eldri enn aldursmarkið. Nøkur av liðunum høvdu nýtt hendan møguleikan og høvdu tí munandi sterkari lið enn annars. Góð byrjan Eli Hentze heldur, at hend- an kappingin er ivaleysa sterk til føroyska landslið- ið, og hon er ein góð byrjan uppá landsliðsarbeiði hjá so ungum leikarum, sum veruliga fáa roynt seg ímóti nógv sterkari mótstøðu enn í heimligu kappingini. Eitt, sum eyðkendi nógv av hinum liðunum, var, at teir flestu leikararnir vóru munandi størri á vøkstri enn teir føroysku, og tí vórðu okkara dreingir mangan rendir um koll av teimum stóru og sterku skotunum. Eisini var leikferðin so høg, at tað mangan var trupult hjá føroysku leikar- unum at fylgja við. U-15 landsliðið í Skotlandi: Ferðasambandið darvaði fyrireikingunum Føroyska U-15 landsliðið í Skotlandi. Standandi frá vinstru: Mathias Davidsen, venjari, Erling Jacobsem GÍ, Øssur Dalbúð NSÍ, Ari Samson KÍ, Niklas Poulsen B68, Rói Danielsen AB, Henning Joensen VB, Johan Ellingsgaard HB, Niels Pauli Danielsen KÍ, Eli Hentze, hjálparvenjari. Húkandi frá vinstru: Asbjørn Mørkøre HB, Rúnar í Lon Jacobsen B36, Rasmus Nielsen B71, Jann Martin Mortensen NSÍ, Heðin Stenberg AB, Fríðrikkur Højsted EB/Streymur, Atli Kristiansen Skála, Óli R. Hansen HB, Wincent Jacobsen ÍF, Dann Johansen FS Vágar FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Fótbóltssambandið hevur nú kunngjørt, nær tær báðar steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða leiktar. Tíðspunktini eru broytt soleiðis, at finalan hjá monnum verður leikt tann 29.juli klokkan 15.30 á Tórsvølli. Tað eru B36 og GÍ, sum eru liðini í final- uni. Finalan hjá kvinnum verður leikt á ovara vølli í Gundadali tann 29. juli, og tann dysturin verður bríksl- aður í gongd klokkan 13. Tað eru KÍ og HB, sum møtast í finaluni hjá kvinnunum. Steypafinalur fastlagdar 15 14 Nr. 138 - 24. juli 2003 UTTAN ÚR HEIMI Kabalin hjá ameri- kanarunum er um at ganga upp, eftir at báðir synir Saddams Hussein eru deyðir. SYNIR SADDAMS Árni Joensen: Í Washington var George W. Bush, forseti, fegin, tá hann frætti, at Uday og Qusay vóru deyðir í einum álopi í býnum Mosul har norðuri í Irak, og Tony Blair, forsætisráðharri, kundi heldur ikki dylja fyri, at hann var fegin um tíðind- ini. – Hetta er ein stórur dag- ur fyri tað irakska fólkið, segði Blair. Uttanríkisráð- harri hansara, Jack Straw, segði, at hetta er ein frá- boðan til irakska fólkið um, at tað gamla stýrið kemur ikki aftur til valdið. Tað var ein iraki, sum kunnaði amrikanararnar um, at Uday og Qusay vóru í einum húsum í Mosul. 200 amerikanskir hermenn vórðu sendir til húsini, samstundis sum ein tyrla setti kós ímóti húsunum. Tá tað ikki eydnaðist ameri- kansku hermonnunum at taka seg inn í húsini, tí mót- støðan var ov hørð, varð av- gjørt at taka tyngri vápn í nýtslu. Stutt eftir var bar- dagin av. Amerikanararnir vóna, at mótstøðan ímóti teimum fer at hasa av nú, men summir eygleiðarar halda ikki, at tað, sum hendi í Mosul, fær nakra stórvegis ávirkan á mótstøðuna ímóti amerikonsku hermonnu- num. Synir Saddams deyðir Carter aftur á friðarferð Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter fyrireikar seg til at fara til Norðurkorea at royna semju millum USA og Norðurkorea og norður- koreansku kjarnorkuætlanina. Japanska sjónvarpið Fuji Television veit at siga, at Carter ætlar sær til Pyongyang í september, og at hann skal hitta norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-il. Carter ætlar sær eisini til Japan og Suðurkorea, sigur Fuji Television. Aðrar keldur hava ikki kunnað vátta tíðindini. Fer Jimmy Carter til Norðurkorea, er tað ikki fyrstu ferð, at hann fer hagar í semingsørindum. Í 1994 var hann eisini í Norðurkorea, og tá eydnaðist tað honum at fáa í lag eina avtalu millum Norðurkorea og USA. Tá ætlaðu amerikanarar at bumba ein kjarnorku- reaktor í Norðurkorea, men álopið varð av ongum. Tvey ár seinni fekk Carter Nobel-friðarheiðurslønina. Sleppa undan deyðarevsing Amerikanska stjórnarumsitingin hevur nú boðað Bretlandi frá, at tveir av teimum níggju bretsku ríkis- borgarunum, sum sita fangar á herstøðini Guantanamo á Kuba, sleppa undan deyðarevsing. Ákæruvaldið fer ikki at krevja teir dømdar til deyða. Tann 35 ára gamli Moazzam Begg og tann 23 ára gamli Feroz Abbasi vórðu tiknir fangar í Afghanistan, og síðani hava teir sitið í leguni í Guantanamo saman við umleið 680 øðrum fangum. Í síðstu viku frættist, at teir báðir bretsku menninir skuldu koma fyri ein hernaðardómstól, og at teir kundu vænta deyðarevs- ing, verða teir funnir sekir. Tíðindini elvdu til hvøss mótmæli í Bretlandi, og tað eydnaðist Tony Blair, forsætisráðharra at fá aamerikanararnar at sleppa kravinum um deyðarevs- ing. Nógvir bretskir politikarar hava kravt, at teir báðir menninir skulu útflýggjast Bretlandi, so teir kunnu koma fyri rættin har. Fleiri onnur lond, teirra millum Danmark, Svøríki, Belgia, Frakland og Spania, hava ríkisborgarar sitandi í fangaleguni í Guantanamo. Duttu oman Átta fólk úr Evropa, Ísrael og Argentina, sum vóru farin at klúgva í teimum høgu fjøllunum í Peru, doyðu, tá tey duttu oman mánadagin. Peruansku myndugleikarnir siga, at tey átta fólkini vóru komin einar 5.800 metrar niðan eftir fjallinum Alpamayo, sum er einar 500 kilometrar í landnyrðing úr høvuðsstaðnum Lima. Myndugleikarnir halda, at fólkini duttu oman, tá ísurin fór undan teimum. Ein ísraelsk kvinna og ein niðurlendingur vóru á lívi, tá bjargingarliðini komu fram á tey, men tey doyðu seinni. Bjargingarliðini siga, at trý av fólkunum duttu niður í eina kluft í jøklinum, og at tað kann taka fleiri dagar at finna líkini. Fýra av teimum átta vóru týskarar, tvey vóru úr Ísrael, og hini bæði vóru úr Argentina og Niðurlondum. Tyrla eftir illum svíni Mánadagin noyddist týska løgreglan at taka eina tyrlu í brúk fyri at fáa bilbukt við eitt svín, sum gjørdi seg inn á nøkur neyt. Tað illa svínið rann aftan á einari kúgv, til hon doyði av møði. Síðani legði svínið á eina aðra kúgv, áðrenn tað slapp sær til rýmingar. Bóndin sendi alt fyri eitt boð eftir løgregluni, sum sendi eina tyrlu við nøkrum løgreglumonnum at leita eftir svíninum. Tað eydnaðist løgregluni at finna svínið. Tað varð kringsett og síðani skotið. Løgreglan heldur, at svínið hevði fingið heilaøði, og at tað var orsøkin til, at tað leyp á neytini. Eldri sonur Saddams, tann 39 ára gamli Uday, var ein bøl- menni, sum neyðtók, píndi og drap fólk. SYNIR SADDAMS Árni Joensen: Sjálvt í eygum faðirsins var Uday so harðrendur, at Saddam Hussein longu tíðliga dugdi at síggja, at hann var ikki egnaður at taka við landsins leiðslu. Hann burturflutti kvinn- ur, neyðtók og píndi tær í sínum marglætisslotti. Hann livdi eitt lív í reinum marglæti, og í túninum stóðu bilar, sum allir vóru av tí dýrasta slagnum. Allar vakrar kvinnur í Bagdad kundu vænta at enda á slotti hansara, annaðhvørt tær vildu tað ella ikki. Somu lagnu fingu iraksk ítróttarfólk, sum ikki fingu tey úrslit, sum Uday kravdi av teimum. Tað sigst, at hann javnan hótti við at høggja hendur og føtur av ítróttarfólkum, megnaðu tey ikki at fáa betri úrslit. Summi teirra endaðu eisini í píningarrúmum hansara. Leingi varð hildið, at Uday skuldi taka við eftir faðirin, men tað var Saddam sjálvur, sum tók avgerð um, at so skuldi ikki verða. Tað var serliga marglætislív hansara, sum faðirinum ikki dámdi. Har- afturat kom, at Uday varð særdur av átta skotum í 1996, so hann noyddist at sita í koyristóli ein stóran part av tíðini, og tað varð ikki hildið at vera serliga heppið fyri ein ríkisleiðara. Neyðtók og píndi Tann 37 ára gamli Qusay skuldi taka við eftir Saddam Hussein sum irakskur leiðari. SYNIR SADDAMS Árni Joensen: At síggja til var yngri sonur Saddams, Qusay, ein frið- arligur maður, men í veru- leikanum stóð hann einki aftan fyri faðirin. Tá Saddam seinast vísti seg alment í gøtunum í Bagdad tann 9. apríl, stóð tann yngri sonurin undir liðini á honum, og hetta varð tulkað sum eitt tekin um, hvussu stóran týdning Qusay hevði í eygum faðirsins. Hóast hann var krún- prinsurin hjá faðirinum, var tað sjáldan, at Qusay segði nakað alment, uttan tá hann flenti at viðmerkingum faðirsins, ella tá hann skuldi taka undir við onkrum uppskoti hjá faðir- inum. Í mai í 2001 varð Qusay tilnevndur leiðari fyri trim- um av teimum átta fregnar- tænastunum í Irak, sam- stundis sum hann gjørdist ovasti fyri tjóðarhirðini og formaður í hernaðarráð- num hjá Ba'ath-flokkinum. Sjálvt um Qusay var eitt lamb samanborið við bróð- urin, var hann eftir øllum at døma ein úlvur í seyða- skinni. Tá Saddam Hussein gjørdi av at revsa shiamus- limarnar aftan á Flógva- kríggið í 1991, setti hann Qusay til at loysa uppgáv- una. Fleiri túsund shiamus- limar lógu eftirá. Skuldi taka við C M Y K 14