Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 138 - 24. juli 2003 Nr. 138 - 24. juli 2003 17 FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Stefan í Skorini Bert tríggir luttakarar vóru í FM-kappingini í hamarkasti og kúlustoyti, sum var týsdagin. Hjá monnum vóru tað veteran- urin Heri Ziska og tann ungi Jákup Andrias Thom- sen, og hjá kvinnunum var Randi Kúrberg einsa- mallur luttakari. Eingin ivi var um vinn- aran í kappingini í hamar- kasti millum Hera og Ják- up Andrias. Heri kastaði 43,92 metrar í fyrsta kasti, og hann betraði hetta tvær ferðir. Síðsta og besta kastið hjá Hera var 44,64 metrar, og tað er umleið tveir metrar styttri, enn hann kastaði á Oyggja- leikunum á Guernsey. Jákup Andrias kastaði tann 7,26 kilo tunga ham- aran út á 23,27 metrar, og hetta er nýtt bólkamet. Havast skal í huga, at Ják- up Andrias ikki eigur at kasta við einum so tung- um hamara fyrr enn næsta ár. Randi Kúrberg hevur seinastu árini ikki gjørt so nógv við hamarkast, men hon royndi seg týsdagin. Hon kastaði hamaran 27,14 metrar, og tað er persónligt met. Tó er nakað upp til føroyska metið hjá Ingibjørg Poul- sen. Hóast fáir luttakarar vóru, høvdu fleiri áskoð- arar leitað sær yvir á kastibreytina við Eystur- skúlan at hyggja. Í kúlustoyti vann Heri Ziska, hóast hann ikki hevur vant hesa grein síðan 1998. Hann stoytti uttan renningarferð ella glide, sum tað kallast. Heri kastaði 11,37 metrar. Jákup Andrias setti eis- ini bólkamet í kúlustoyti, og hann kastaði 7,99 metrar. Hann eigur heldur ikki at kasta við tí 7,26 kilo tungu kúluni fyrr enn næsta ár. Randi Kúrberg kastaði ta 4 kilo tungu kúluna út á 7,94 metrar, sum er nakað niðanfyri hennara besta. Hósdagin verður kapp- ast um FM í diskokasti og spjótkasti, og kappingar- nar vera á kastivøllinum við Eysturskúlan. Byrjað verður klokkan 17 við diskokasti, og spjótkast verður aftaná. Av tí at hetta er ein FM kapping, kunnu bara limir í teimum trimum feløg- unum innan FÍF luttaka. Feløgini eru Bragdið, Treystið og Roysnið. FM í hamarkasti og kúlustoyti Randi Kúrberg var einasti kvinnuligi luttakarin í FM- kappingini í hamarkasti og kúlustoyti, sum var týsdagin Savnsmynd Tað eydnaðist ikki hjá Jákupi Mikkelsen at halda málið reint í sínum næsta venjing- ardysti fyri Partick Thistle FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Týskvøldið spæli Partick Thistle sín triðja venjingar- dyst undan landskapping- ini, sum fer av bakkastokki tann 9. august. Jákup Mikkelsen spælir í hesum døgum við skotska Premier League felagnum við tí í hyggju at koma ásamt um ein sáttmála. Mótstøðuliðið var 3. deildarfelagið Morton, sum hevði heimavøll, og dystur- in endaði 1-1. Partick Thistle legði seg framum miðskeiðis í seinna hálvleiki við máli frá Stuart Taylor. Partick Thistle rakti tvær ferðir tvørstongina í dystinum, men tað eydnað- ist tó Morton at javna beint áðrenn leiklok við einum sera flottum máli. – Jákup Mikkelsen spæl- di ein góðan dyst, og hann var tryggur, tá boð vóru eftir honum. Tað var lítið hann kundi gera við tað serstakliga flotta útjavn- andi málið hjá Morton, stendur at lesa á óalmennu heimasíðuni hjá Partick Thistle (www.ptfc.net). Hetta var tann triði venj- ingardysturin hjá Partick Thistle. Tann fyrsta vann Partick 6-1 á útivølli ímóti Ayr United. Tann næsta vann liðið hjá Jákupi 4-2 ímóti Bradford, og hetta var samstundis fyrsti dysturin hjá føroyska málverjanum millum stengurnar. Leygardagin spælir Par- tick Thistle á heimavølli ímóti Barnsley. Síðani eru tvey smærri feløg á skrán- ni, áðrenn fyrsta dystin í landskappingini tann 9. august ímóti Livingston. Spennandi verður at síggja, um Jákup Mikkel- sen og Partick Thistle kunnu koma ásamt um ein sáttmála. Jákup og Partick spældu javnt Jákup Mikkelsen og Partick Thistle spældu javnt í venjingardysti týskvøldið Savnsmynd Av tí at mistøk vóru í listanum frá maraton renningini leygardagin, og øll nøvnini ikki vóru komin við, prenta vit her listan einaferð enn. Nevnast kann at Hans Birgir Hansen er tann einasti føroyingurin, sum hevur fullført tær báðar maraton renn- ingarnar, sum hava verið í Føroyum. Hann rann á Oyggjaleikunum í 1989 og aftur í Tórshavn Marathon í 2003. Ta ferðina rann hann teinin uppá umleið tríggjar og ein hálvan tíma. Nú fjúrtan ár seinni nýtti hann 4 tímar 47 minuttir og 17 sekund. Hans Birgir Hansen er 54 ára gamal og var næstelsti luttakarin í hesi kappingini. Tann elsti var Ólavur Herup Olsen, sum er sekti ára gamal. Maraton – Menn Pláss Nr Fornavn Eftirnavn Føddur Bústaður/Felag t. m. s. 1 3 Cecil Weihe 1965 Bragdið 2 55 54 2 11 Sigurð B. Justinussen 1967 Bragdið 3 5 42 3 16 Hjalti Gunnarstein 1961 Bragdið 3 9 51 4 20 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið 3 12 45 5 27 Preben Hansen 1953 Danmark 3 28 9 6 22 Gustav Struck 1950 Danmark 3 36 16 7 15 Heini Trond Hansen 1958 Danmark 3 37 14 8 1005 Brian Bernhardson 1667 Miðvágur 3 37 18 9 26 Ólavur Herup Olsen 1943 Bragdið 3 46 6 10 4 Djóni Ziska 1965 Bragdið 3 48 10 11 14 Hanus Højgaard 1960 Bragdið 3 50 23 12 25 Martin V. Heinesen 1953 Toftir 3 51 30 13 6 Jens Hjørleif Hansen 1968 Tórshavn 3 52 39 14 5 Hjalti Lamhauge 1980 Hoyvík 3 54 44 15 8 Jorge Matauco 1966 Mallorca 4 0 44 16 2 Allan Dalsgarð 1972 Danmark 4 3 14 17 1 Robert Vilhelmsen 1951 Bragdið 4 4 45 18 19 Jógvan Edvard Joensen 1963 Bragdið 4 10 3 19 18 Janus Petersen 1959 Bragdið 4 10 17 20 7 Johan Pauli Johansen 1972 Bragdið 4 10 55 21 13 Birgir Sondum 1962 Bragdið 4 13 8 22 24 Holger Arnbjerg 1951 Bragdið 4 14 34 23 17 Jákup-Alberg Berg 1963 Bragdið 4 15 53 24 9 Ragnar Helmsdal 1978 Hoyvík 4 19 56 25 10 Samson Nesá 1972 Norðragøta 4 23 57 26 12 Bent Tommy Linklett 1963 Bragdið 4 44 38 27 23 Hans Birgir Hansen 1949 Bragdið 4 47 17 Maraton – Kvinnur Pláss Nr Fornavn Eftirnavn Fødd Bústaður/Felag t. m. s. 1 29 Janet Skarðsá Jacobsen 1976 Fuglafjørður 4 5 22 2 31 Majbritt Vestergaard 1957 Roysnið 4 21 7 3 30 Agnes Hansen 1954 Ísland 4 33 51 Tórshavn Marathon 2003 C M Y K 17 16