Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-02-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 1995síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 2. FEBRUAR 1995 gr fdindabladid 537 17 Bankakreppa í Nólsoy Leygardagin 28. januar hevði sjónleikardeildin hjá Royndini í Nólsoy fyrstu sýning av leikinum >Tá Stokkvík fekk banka=. Hetta er tann kendi danski leikurin »Ebberød Bank« eftir Axel Breidal og Axel Friche frá 1929, sum seinni varð umyrktur og førdur fram til 60—70 árini av Benny Andersen og Steen Albrechtsen. Nú hevur Leo Poulsen týtt hann til føroyskt og hegnisliga flutt fram til okkara tíð Longu tá tú kemur inn í sal in, kennir tú -atmoster una<. Tónleikararnir sita og spæla hugnaligan tónleik, meðan áskoðararnir finna sær sess. Og so við eitt ert tú brádliga inni í seymistovum hjá skræddara Kålvalid, har lærlingunn Tummas og systurdótturin Suffia sita og smáskelda um alt óruddið, figgjarstøduna hjá skrædd aranum og tað, at:tey ikki fáa løn fyri teirra arbeiði Buldur og brak, og skrædd arin kemur brestandi inn og loypur upp í føvningin á lærlinginum em leysur tarvur er í hølunum á hon um, — og longu frá hesi lotu kemur rættuligt flog yvir leikin Leikararnir eru vælupp lagdir, andlitsbrógdini liv andi og rørslurnar er natúr ligar og fríar. Tað hevur eydnast Rosu á Rógvi sera væl at fáa leikararnar at kenna seg Uyggar og natur ligar á pallinum. Málið er lætt og flótandi. Týðingin hjá Leo Poulsen er væl eydnað. Hetta er sjálvandi eim stór hjálp hjá leikarun um, sum ikki skulu brúka vendingar, sum ikki verða brúktar í dagligdegnum Skiftini eru lø og glid andi, tú varnast tey nær um ikki, so natúrliga verður flutt úr einum umhvørvi i ent annad, vælundirbygt av tónleikinum og ljósmann inum. Tað er listamaðurin Torbjørn Olsen, sum hevur málað pallin. Pallmyndin er væl umhugsað uttan ov nógvar kulissur, sum skulu flytast. Nærum hver partur byrjar við einum sangi, og eisini her fella bæði sangur og dansur ógvuliga natúr liga inn í myndina Hvat leikurin um? Petur Kålvalid er fátæk snýr ur skræddan og hevur ilt við at svara hverjum sitt. Hann verður nær um dagliga plágaður av teimum báðum rikmonnunum í bygdini, bakaranum og keypmann mum, við ógoldnum rokn ingum. Umframt lærlingin og systurdóttrina eru kona og try børn at:forsyrgja Men so eim dagin broyt ist alt. Bróður hansara kem ur heim úr Amerika at vitja og »hann hevur pengar sum gras“, og >nu tær pipan eitt annað ljóð<. Keypmaðurin bakarin og matstovueigar innan seta á stovn Stokk- vikar Banka og skræddarin Kálvalíð verður banka stjóri. Eg skal ikki her av dúka alt. sum fer fram, tað ugu áskoðararnir hava ul Men sera áhugavert er at síggja, hvussu lyndið í vóðar menniskjanum broy ' | 10 pengar eru við í spælu um. Bróðurin úr Amerika meistarliga spældur av Hilmari Joensen, er eyg leiðari. Hann kastar kava blakið, sum so fer á rull og veksur ul em risastóran kavabólt, sum so skrædnar BANKIN ER TOMUR It er at taka nakran sjón leikara Íram um annan, tey passa øli væl ul teirra leik lut. Men eg má nevna onkr an. Leo Poulsen er framúr skarandi góður sum skræddarin. Leif Hansen er sum skorin ul lerklutin sum skræddaralærlingur já vidhvørt stjelur hann mynd má. Ann-Man Hansen er yndislig og charmerandi sum Suffia. Um allar leik ararnar er at siga, at tey tosa klárt og týðiliga, so tú fært hvørt orð við. Hetta er aftur em dygd, sum leikstjórin eigur æruna av. Sangirnir vóru lættir og vælklingandi Teir vóru í summum førum so medrivandi, at tå hevði hug at fara upp á pallin og dansa við. Tónleikurin var — Vónandi fara tit at fra væl spældur og ljóðstyrkin leikin runt Faroy: passaði væl í mun til sangin Tónleikarar eru Kim Han sen, Mikacl Thomsen og flenna Janus Nicolajsen Lív Dam Frá Plátufelagnum Tutl: Rimmar jazzkonsert í februar TUTL skipar fyri konsertum við útlendskum og føroyskum jazztónleikarum umborð á Høganesi, í Norðurlandahúsinum og á loftinum á Café Natúr. Við eru m.a. Henrik Sørensen, John Tchicai og Eero Koivistoinen Tað verða triggir jazzbólkar við ikki færri enn ulsamans 13 tónleikarum, sum hetta vikuskifud og í komandi viku fara at spæla á 4 kon sertum Hesar konsertirnar fevna víða um í rødini av jazzút- gávum hjá TUTL. Vit fara at hoyra Brand Øssursson, sum spældi við á >Jazz í Føroyum 1«, Eero Kort vistoinen, sum var við á „Jazz í Føroyum 3«, og John Tchicai, su er ein týdn ingarmikil solistur á jazz útgávunu hjá TUTL — hann hevur luttikið á 6 ymiskum innspælingum: »Den yd- erste ø«, »Ravnating«, »Heygar og Dreygar<, »Concerto Grotio«, »Tey Fyra Tornini« og »Brøyt- ingar«. Henrik Sørensen Kvartett, sum fyri heilt stuttari tíð síðani gav út Tutl-fløguna »A Key to your Heart<, verður eisini við Henrik Sørensen Kvartett fer å konsertunum at spæla løg av spildumyggju fløg- uni. Henrik Sørensen hevur gjørt løgini og spælir sjålv- ur klaver. Afturat sær hevur hann Peter Hansen (bass), Mikkel Find (trummur) og Thomas Hass (tenor saxo fon) Eero Korvistoinen hevur nógv ár á baki í finskum jazzi. Hann hevur spælt nógv be-bop og hann var ein tann fyrsti at royna seg við jazz-rocki í Finnlandi Hann var fyrstu ferð í Før- oyum í sambandi við at Havnar Jazzfelag gjørdist limur í NordJazz, og hann virkaði tá sum lærari fyri big-band og smærri orkest- ur. Eero Koivistoinen spæl ir tenor og sopran saxofon. Saman við Brandi Øssur- syni (alt saxofon), Herlufi Liitzen (el. guitar) og Ed- vardi Debess (kontrabass) fer hann at spæla egin løg og eisini okkurt swing-jazz lag. John Tchicai er føddur í Keypmannahavn, uppvaks- in í NG, men er ættadur bæði úr Danmark og Kongo. Hann er framúr góður saxofonleikari og hevur spælt inn umleið 30 Ip-plátur, annadhvørt sum solistur ella sum oddamað- ur saman við øðrum týðandi tónleikarum, m.a. John Col- trane. Var i New York 1962-66, har hann spældi i »New York Contemporary Five« og i »New York Art Quartet« Hann var fyrstu ferd i Før oyum í 1980, tá hann legði føroyskum tónleikarum lag á og spældi saman við teim- um á fleiri konsertum. Sein- astu árini hevur hann verið búsitandi í Kalifornia, men ferðast javnan kring allan heim og luttekur á konsert- um. Teir 8 menninir, sum spæla við John Tchicai eru Olavur Olsen (trompet), Andras Olsen (trombon), Daniel Rye (klarinett og bassklarinett) og Kristian Blak (klaver). Aðurneyndu Eero Koivistoinen, Herluf Liitzen, Edvard Debess og Mikkel Find spæla eisini við John Tchicai Group Konsertirnar Hesirtriggir umrøddu bólk - arnir verða at hoyra á hesum stóðum I Café Natur fríggja- kvøldid 3. febr. kl. 21.00. Umbord å Høganesi i Runavik leygarkvøldid 4 febr. kl. 21.00. I Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16.00 Eero Koivistoinen Group verður harafturat at hoyra í Café Natúr friggjakvøldid 10. febr. kl. 21.00 Brandur Øssursson, sum spældi vid å »Jazz i Førovum I « Bólkarnir fara eisini mánadagin 6. febr. at taka upp ymisk leg í Utvarpi Foroya og tey verða seinni at hoyra í sendingini »Rimmar Jazzur« TVANGSAUKTION | På Dommerkontoret, C Pløyensgøta 1 100 | Tårshavn, afholdes torsdag den 2. marts 1995, kl. 09.00 | tvangsauktion (AS 505 | 94 og AS 506/94) over matr. nr. 30 b og 233 at Midvågur beliggende | Midvågur Auktionen er begæret | af advokat Petur Even Djurhuus, Bryggjubakki | 22, 100 Tórshavn, tlf 1.1260 (j. nr. 139/92) pá vegne en pant- og ud- lægshaver Ejendommen er en kunstgræsplæne og et idrætshus pá herholds- vis 6352 kvm. og 6688 kvm. store grunde. Ejendommen kan be- ses efter aftale med ov - ennævnte advokat Auktionsdokumenter- ne ligger til gennemsyn pá dommerkontoret Færøernes fogedret, den 31.01.95 Henrik Engell Rhod dím