Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 24. juli 2003 21 Nr. 138 • hósdagur • 24. juli 2003 • 77. árg. Eli Smith listamaður í Havn hevur innrætt- að sær ein Mercedes- Benz kassavogn til atelier. Við hesum rullandi atelierinum kann hann koyra runt landið og mála nógv ymisk motiv. Hann hevur eisini møgu- leika at búgva í bili- num ATELIER Magnus Gunnarsson Fyri ein listamann í Før- oyum man tað vera sum at fáa ein dreym uppfyltan at hava sítt egna rullandi atelier. Hóast land okkara ikki er so stórt, eru her óteljandi møguleikar hjá teimum sum t.d. fotogra- fera og mála, bæði hvat viðvíkjur landslagnum, ljósinum og teimum skift- andi litunum. Eli Smith í Havn er ein av okkara virknu listamonn- um. Í fjør keypti hann sær ein brúktan Mercedes-Benz kassavogn úr Fraklandi, sum hann hevur innrættað til atelier. Hann hevur t.d. sett eitt takvindeyga í, sum gevur gott arbeiðsljós. Fyri at hava nokk av plássi á veggjunum til at hanga málningar á, hevur hann smá kúgveygu á síðunum, til útluftning tá hann málar við oljumáling. Inni í kass- anum hanga fleiri máln- ingar. Har er eisini ein gassovnur, gasskókiútgerð, køliskáp og vask. Úti á verandaðini hevur hann innrættað eitt wc. Mercedes bilurin, ið er frá 1986, er ein fyrrverandi kølibilur, t.v.s. at veggirnir í kassan- um eru væl isoleraðir. Eli sigur at endamálið við at hava ein slíkan bil, er, at hann kann fara til nógv ymisk støð at fáa íblástur, royna seg og eksperimen- tera í friði. Bilurin hevur eina veranda, har hann kann sita og mála, eisini um tað regnar. Úthangið á kassanum er so stórt, at hann kann bakka bilin út yvir kaikantin og sita á verandaini og fiska, sam- stundis sum hann kann ganga niður á keiina eftir eini stáltrappu. Eli hevur eisini ætlanir um at fara uttanlands við bilinum, sum t.d. til Frak- land og Spanien fyri at fáa nýggj hugskot og íblástur. Tá vit hittu Eli, var hann á veg til Saksunar saman við familjuni, har skuldu tey brúka bilin sum summar- hús. Kassin er soleiðis inn- rættaður, at øll familjan kann búgva í bilinum. Eli hevur sett ein eyka akku- mulator í bilin til ljós inni í atelierinum. Børnini hjá Eli duga eisini væl at tekna og mála, so rullandi atelierið er nakað til alla familjuna. Tey, sum eru áhugaði í at síggja tað sum Eli hevur málað, kunnu hyggja inn á heimasíðuna: www.eli.fo Eli Smith listamaður – innrættað sær rullandi atelier Listamaðurin situr her á verandaðini og málar eitt motiv av Nólsoynni og landslagnum við Hvítanes. Málningarnir síggjast á heimasíðuni: www.eli.fo Eli Smith í hugnaliga atelierinum við fleiri av málningum sínum Eli Smith er her uppi á Hvítanesi við rullandi atelieri sínum. Mercedes-Benz kassavognurin er ein fyrrverandi kølibilur, sum hann hevur keypt úr Fraklandi. Á myndini sæst trappan upp til atelierið Sjey-trins automat- girkassa Mercedes-Benz koma nú við heimsins fyrsta sjey-trins automatgir- kassa, 7G-Tronic, ið kemur ístaðin fyri nú- verandi fimm-tins gir- kaasan. Girkassahúsin er úr magnesium og gevur munandi betri bensinøkonomi Kelda: Motor Magasinet Mondeo nýggjan motor Í sambandi við at Ford Mondeo nú fáa eina "facelift", kemur bil- urin við einum nýggj- um 1,8 litur Duratec SCi bensinmotori við 130 hk og beinleiðis innspræning. Motor- urin lýkur tey strongu ES krøvini til dálking, sum koma í gildi í januar 2005 Kelda: Motor Magasinet Audi V6 diesel Audi hátíðarhalda í hesum døgum, at teir hava framleitt hálva millión V6TDI mo- torar síðan 1997. Samstundis verður sagt frá, at hesir mo- torar nú lúka tey strongu EU 4 krøvini, sum koma í gildi í januar 2005 Kelda: www.audi.dk Á bilasøluni, Ivan Johansen Bilar, hava teir nú fingið tann fyrsta Mercedes-Benz ML. Bilurin hevur verið gjørdur í USA síðan 1997. Nú verða teir eisini gjørdir í Eysturríki til evrope- iska marknaðin BILAR Magnus Gunnarsson Mercedes-Benz ML er ein bilur, sum fleiri aðrar bil- verksmiðjur hava brúkt sum fyrimynd. Bilurin hev- ur verið gjørdur í USA síð- an 1997. Í 2000 fingu teir eina "facelift", tá teir t.d. fingu nýggjar lyktir, kú- fangarar og blivu meira luksuskendir innan. Nú verða teir eisini gjørdir í Eysturríki til evropeiska marknaðin. Í USA er høv- uðskappingarneytin BMW X5. ML er ein bilur við góðum koyrieginleikum, og eini fjaðraskipan sum ger, at bilurin er sum ein per- sónbilur at koyra. Bilurin hevur ikki fastar akslar, men øll fýra hjólini er óbundin hvørt av øðrum. Eisini hevur hann nógvar hentleikar til koyring uttan fyri vanliga koyrivegin, sum t.d. á ósløttum og brøttum undirlendi. ML hevur t.d. permanent trekk á øllum fýra hjólunum og 4ETS traktion-skipan, sum ger at um eitt, tvey ella trý av hjólunum missa veg- takið, syrgir skipanin fyri at bremsa teimum hjólunum, sum hava mist vegtakið og styrkja momentið á teimum hjólunum sum hava "fast undir fótum". Skipanin gevur eisini aðrar fyrimunir t.d. í svingum. Eisini hevur ML eina aðra skipan,"Low Range", sum hjálpir væl til, tá bilurin skal niðan gjøg- num brættlendi og eisini í omanbrekku, tá bremsar og stýrir hann væl, hóast okk- urt av hjólunum missir tak- ið á vánaligum undirlendi. Stóra fríhæddin ger eisini sítt til, at bilurin klárar seg so væl. Standard og eykaútgerð Í hesi nýggjastu útgávuni er Mercedes-Benz ML vorðin ein sannur luksusbilur, ser- liga innan, har er alt, sum man kann vænta sær av ein- um slíkum bili. Klimaan- leggið kann stillast, soleiðis at hitin ikki er eins hjá teimum, sum sita aftan og framman. Trygdarútgerðin er innbygd í bilin sum t.d. hevur elektroniska stabili- seringsskipan, (ESP), elek- troniskan bremsuassistent (BAS), elektroniskan bremsukraftdeilara (EBV) og airbag framman, í síðu- num og gardinairbag. ML hevur nógva útgerð sum standard, men hann fæst eisini við hópin av eykaút- gerð, sum t.d. Parktronic, sum sendir ultraljóð-signal, soleiðis at bilførarin altíð veit, hvussu nær hann er við nærmasta bil ella aðra forðring, eisini fæst hann við Bi-xenon forlyktum og eini framkomnari Bose- Sound skipan við 9 hátalar- um. Motorurin í hesum bilinum er ein 4,0 litur V8 við 250 hk. Mercedes ML – í klassa fyri seg Mercedes-Benz ML 400 CDI Motorurin: 4,0 litur V8 turbodiesel við 250 hk 0-100 km/t: 8,1 sek Dekkstødd: 275/55-17 Stødd og vekt Longd: 459,0 cm Breidd: 183,0 cm Hædd: 178,0 cm Eginvekt: 2335 kg Totalvekt: 2870 kg Viðførisrúm: 613 litrar Prísur: Kr. 332.000,- fyri (ML270 CDi) uttan MVG Søluumboð: Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Marni Nattestad, sølumaður hjá Ivan Johansen Bilum, við nýggja Mercedes-Benz ML 400 CDI Í nýggjastu útgávuni er ML meira luksuskendur innan Mercedes- Benz ML er ein bilur, sum fleiri bilverk- smiðjur brúka sum fyrimynd C M Y K 21 20