hósdagur 24. juli 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 138 - 24. juli 2003
Nr. 138 - 24. juli 2003
23
Mohr eru litfagrir, sum vit
kenna teir, og Philipp Carré
er enn hugtikin av at skrá-
seta bygdir á listarlig land-
kort.
Starandi starar
Niðri í trappunum, har fólk
ofta eru misnøgd við at
enda í skýmaskoti, hitta vit
ta bert 14 ára gomlu Ragn-
hild Dam á bróstinum. Fín-
ar myndir, nevndar Lot,
Ódn og Slit, ið sýna hug-
flog og talent. Rammurnar
er nakað kraftmiklar og
taka í so nógv frá mynd-
unum. Men, sum Helgi sig-
ur: »Lad gå, hon er so ung
enn.«
Í kjallaranum hongur eis-
ini Jógvan S. Biskupstø úr
Vestmanna, sum gongur á
listaskúla í Kina. Tað líkist
mest Hestoynni í vatnlitum,
men okkurt orientalskt vind-
blak er eisini stroytt á vatn-
litirnar.
Uppafturkomin síggja vit
Hanni Bjartalíð, sum altíð
hugtekur. Gott hugflog og
altíð okkurt øðrvísi. Hesa-
ferð hevur hann sett smáar
søgur í rammur við rúmi,
har pláss er fyri smáum lut-
um. Søgur, sum hann er
komin fram á, meðan hann
hevur tosað í telefon ella
gjørt aðrar gerandissýslur.
Símin Poulsen frá Verk-
staðnum undir Brúnni fær
smílið fram. Ein autistiskur
Picasso, freistast tú at siga,
sum gevur innlit í eina hug-
takandi verð, har tú ikki
kanst lata vera við at stara
eftir starunum. Ella eru tað
stararnir, sum stara at tær?
Ársins kjakevni
Neyðugt er at taka ungu
Anniku á Lofti við, tí hon
verður helst ársins kjak-
evni. Hon hevur neglt
teyggjur av turrum fiski til
eitt lørift og smurt brún-
svarta spillolju omaná.
Heitið »Oljan og vinnan«
er ein dekorativ áminning
um, hvussu vit fara um
okkara náttúru og kundi
hóskandi hingið í Olju-
málaráðnum, sum hevur
umhvørvismál um hendi.
Yvirhøvur
eru
fleiri
nýggj nøvn, sum nógv okk-
ara ongantíð hava hoyrt áð-
ur í listahøpi, og hóast fleiri
teirra langt frá eru liðugt
búnað sum listafólk, so eru
tey eitt frískt lot í ólavsøku-
framsýningini, sum tíbetur
eisini peikar frameftir hesa-
ferð.
Vónleyst er at nevna øll
fólk og verk, og í grundini
er tað eisini líkamikið: List
skal upplivast í Skálanum.
Ársins ólavsøkufram-
sýning í Listaskál-
anum er heppin. Hon
ýður av ungum,
ókendum og evnarík-
um fólkum, sum
peika frameftir í før-
oyska listalandslag-
num. Tey royndu,
sum í onkrum førum
hava fingið nýggj slett
á løriftini, hava kort-
ini eisini fingið gott
plass í framsýningini,
sum Helgi Fossádal
kallar ta frægastu í
áravís
LISTAFRAMSÝNING
Tekstur: Ingi Rasmussen
Myndir: Jens Kr. Vang
Longu tá tú kemur inn í
Listaskálan fært tú sum
frammaná.
Kryplaðu kropparnir hjá
Bárði Oskarssyni, sum bæði
eru álíkir fostrum og verum
úr helheimi, er einki tú
ynskir tær at hava hangandi
í spísistovuni. Men tær bera
tær boð um okkurt ófrætta-
kent og ókent.
Samstundis bera myndir-
nar boð um, at ársins ólav-
søkuframsýning
er
eitt
sindur øðrvísi og frískari
enn tær undanfarnu. Her
eru nýggir tónar í luftini,
hóast tað aftur eru tær
royndu
kreftirnar,
sum
leggja botnin.
– Ein fín framsýning, um
eg skal siga tað sjálvur,
sigur Helgi Fossádal, kassa-
meistari í Listafelagnum, tá
hann vísir okkum runt.
Skilagóðir veggir
Nevndin í Listafelagnum er
dómsnevnd og vigar inn-
komnu listaverkini. Hesa-
ferð eru 40 fólk umboðað á
ólavsøkuframsýningini við
145 verkum. 23 fólk sluppu
ikki gjøgnum nálareygað.
Her eru stórir og smáir
oljumálningar, vatnlitir, foto-
myndir, blýantstekningar
og søkjandi uppsetingar.
Plássið er ikki nøktandi til
stórar framsýningar, við-
gongur Helgi Fossádal,
men hann heldur kortini, at
ólavsøkuframsýningin hong-
ur væl í ár, og tað er ber til,
tí skilaveggir eru settir eftir
gólvinum.
– Framsýningin er rólig,
harmonisk og hongur væl
saman. Her er fitt av nýggj-
um, og tað dámar mær væl.
Tað er stuttligt at síggja,
hvussu tey ungu vísa,
hvussu evnarík listafólk, vit
eiga, sigur Helgi Fossádal,
sum sjálvur kallar framsýn-
ingina ta frægastu í nógv ár.
Musikkur av Reyni
Nógv frískt blóð, men eis-
ini onkur nýggj strok hóm-
ast frá onkrum av teimum
gomlu.
Hóast Bárður Jákupsson
framvegis er eyðkendur, so
eru sjónligir nýggir litir og
gráir blettir, ið minna um
mosagrótið á Kirkjubø-
reyni.
Av teimum royndu er tað
aftur Ingálvur av Reyni,
sum skarar framúr. Og hó-
ast Helgi Fossádal helst
ikki vil taka nakran framúr,
so fær hann ikki hildið lov-
orðunum aftur, tá vit ganga
fram við teimum 10 vatn-
litsmyndunum hjá meistar-
anum.
– Strokini hjá Ingálv, sigur
hann doymandi og summar
seg. Tey eru so løtt og frí.
Sum musikkur. Hann er so
ómetaliga
góður,
sigur
hann og staðfestir, at orðini
ongantíð røkka, tá tú skalt
siga, hvussu list ávirkar teg.
Ingálvur hevur hesaferð
hildið seg til akvarelllitir-
nar. Einfaldir litir á hvítt
pappír við teksti afturvið
gera myndirnar til yrkingar,
ið kunnu siga eina søgu,
um tú gevur tær stundir.
Annars eru teir etabler-
aðu
tryggir
uttan
at
spreingja
karmar.
Kári
Sverrison hevur fýra eyð-
kendar kraftmiklar olju-
málningar, Tróndur Paturs-
son hevur serliga ein góðan
grønan, Eyðun av Reyni,
Amariel Norðoy og Øssur
Eitt frískt lot á ólavsøku
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
Carsten M. Arnskov
Jógvan S. Biskupstø
Hanni Bjartalíð
Sámal Blak
Philipp Carré
Ragnhild Dam
Sunva Eysturoy
Bárður Jákupsson
Arngerð Joensen
Hergerð Joensen
Jón Magnus Joensen
Tóra Joensen
Heðin Kambsdal
Agnar Lamhauge
Annika á Lofti
Randi Martin
Josias Matras
Petur Mikkelsen
Øssur Mohr
Anker Mortensen
Finleif Mortensen
Maria Mørkøre
Rógvi Nielsen
Amariel Norðoy
Jensina Olsen
Bárður Oskarsson
Brandur Patursson
Tróndur Patursson
Vígdis Petersen
Petsia
Símin Poulsen
Eyðun av Reyni
Heri av Reyni
Ingálvur av Reyni
Anna Seppala
Hannah Skarsholm
Ásla Rannvá Svensson
Kári Svensson
Siri Helgadóttir Tórgarð
Fakta
Ólavsøkuframsýningin
Í Listaskálanum 28. til 31. juli
Ólavsøkuaftan
kl. 14 – 20
Ólavsøkudag
kl. 14 – 20
30. juli
kl. 11 – 17
31. juli
kl. 11 – 17
Fakta
Ársins nøvn á ólavsøkuframsýningini:
Leikandi løtt
penslastrok frá
Ingálvi av Reyni
Hús, lyktir, starar
og perur er millum
myndevnini hjá
Símin Poulsen
Helgi Fossádal úr Listafelagnum frammanfyri mest áloypandi myndunum á ársins ólavsøkuframsýning, sum Bárður Oskarsson hevur málað
Grøn glaslist
á lørifti frá Tróndi Paturssyni
Smáar søgur í rúmi
við rammu frá
Hanni Bjartalíð
C
M
Y
K
23
22