hósdagur 24. juli 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 138 - 24. juli 2003
Nr. 138 - 24. juli 2003
25
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin,
Klaksvík:
Navnið, ið Jógvan Kjøl-
bro valdi til sína fyrsta
trolara seint í 1933 og
sum nú hevur verið navn-
ið á ikki færri enn fimm
trolarum í Klaksvík sær
ikki út av nógvum. Hví
hann júst hevur valt
navnið Skálaberg, er ikki
eydnast at fáa uppspurt
enn.
Staðarnavnið
Skála-
berg er ikki annað ein ein
lítil klettur við bryggjuna
á Oyri og hetta lítiðlætna
berg hevur lagt navn til
nøkur av frægastu fiski-
førum okkara í sjeyti ár.
Men fiskiligt man staðar-
navnið Skálaberg hava
verið og kanska onkur
seiður er syftur har á
leiðini.
Næsta
trolaranavnið
tekur Kjølbro eisini av
Oyri. Tað er Næraberg,
sum eisini er so lítið, at
millum menn verður tað
ikki roknað sum nakað
berg.
Næraberg
varð
bumbusprongdur undir
krígnum. Hann kom í
1939 og sakk í 1941
So verður farið úr í
Svínoy eftir triðja navni-
num. Tað er Dragaberg
og hesin trolarin kom til
Føroyar í 1946.
Fjórðu ferð Kjølbro
keypir trolara og hetta er
samstundis fyrsti ný-
bygningurin verður farið
til Hattarvíkar og higani
kemur navnið Sjúrðar-
berg.
Fimta
trolaranavnið
hjá Kjølbro kemur av
Viðoynni. Tað er Sunda-
berg syðst á Viðoynni inn
í Sund. Fyrsti Sundaberg
varð keyptur í 1964 úr
Vestmanna og at Jóhann-
es Fonsdal.
Teir trolarar sum síðan
hava hoyrt til Kjølbro
hava verið endurtøkur av
nøvnunum
Skálaberg,
Sjúrðarberg, Sundaberg
og Næraberg.
SKÁLABERG
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin, Klaksvík:
JFK-trol hevur ongar ætl-
anir um at selja Sundaberg,
nú nýggi Skálaberg er
komin við so stórari orku,
at hann lættliga kann fiska
kvotuna hjá báðum skipun-
um í Barentshavinum.
- Okkara reiðarí hevur
ikki altíð havt góðar roynd-
ir av at selja skip. Sjúðar-
berg varð seldur, tá tað sá
so svart út í Barentshavi-
num seinast í sjeytiárunum.
Fiskiloyvi hjá hesum skipi-
num er enn virkið í sam-
felagnum og hevur fram-
leitt stór virðið seinastu 25
árini. Hesin trolari skuldi
ongantíð verið seldur. Vit
fara at behalda bæði skipini
og fara at finna nýggjar
veiðumøguleikara
fyri
Sundaberg, tá hann ikki eru
eystanfyri, sigur Hanus
Hansen, stjóri á JFK-trol.
Hanus Hansen er ein
maður við dirvi og tað eru
stór tøl hann arbeiðir við.
Og hann er ikki bangin fyri
at ganga nýggjar leiðir.
Næraberg er eitt dømi. Ein
risatrolari, sum mannliga
stríðist fyri tilverugrund-
arlagnum alt eftir hvar í
svartkjafturin er staddur
her í landnyrðingspartinum
av
Norðuratlanshavi.
Skálaberg er júst komin til
landið. Hann er ein av
heimsins størstu, um ikki
størsti
toskatrolarin
og
hetta skipið er spekkað við
nýhugsan og næstan ein
framtíðardreymur at líta á.
Hanus sær troyttur út, nú
hann situr í skiparakamar-
inum umborð á Skálaberg,
mánakvøldi og skipið hev-
ur ligið tveir teir fyrstu tím-
arnar við Kósabrúnna og
hvílt seg eftir moyggjaferð-
ina heim. Fyri løtu síðan
stóð hann á brúgvaveingin-
um og talaði til stóra mann-
fjøld, sum var samankomin
at taka móti nýggja Skála-
berg, akkurát líka sum í
1957, 1976 og 1989. Hann
segði millum annað:
- Í 1976 fór eg á fyrsta
sinni í Barentshavið og
framtíðarvánirnar vóru alt
annað enn góðar. Eg minn-
ist enn hvussu ofta sagt
varð, "hetta er liðugt". Vit
føroyingar skulu liva av
fiski so ella so, eisini í
vánaligum tíðum. Og eg
vóni til Hin almáttuga, at
vit ongantíð koma til ta
niðurstøðu at "her fiskast
ikki meir". Tá verður
svangligt. Tað sum eisini
ger at vit stíga fram í
treysti, er fólkið sum er
knýtt at reiðarínum bæði á
sjógvi og á landi. Fleiri av
monnunum hava ein førn-
ing við sær, sum ikki kann
keypast.
- Vit eru avgjørt bjart-
skygdir um hetta skip.
Sundaberg veiddi í fjør fyri
góðar 92 milliónir krónur.
Hetta skipið skal veiða fyri
65 milliónir fyri at standa
seg. Rentustøðið er metlágt
í løtuni er niðri á fimm pro-
sentum. Tá Skálaberg kom
í 1989 var rentan uppi á 14
prosentum. Tað er stórur
munur á at reka skip við so
lágari rentu, sigur Hanus
Hansen.
- Nýggi Skálaberg gevur
okkum eisini munandi betri
møguleikar at fáa munandi
meira burtur úr fiskinum.
Tað snýr seg ikki bara um
at fáa nógv tons, tað snýr
seg um at fáa so nógv sum
gjørligt burturúr hvørjum
tonsi. Eitt nú hevur Skála-
berg eina sera stóra verk-
smiðju, sum slett ikki er
liðugt útbygd enn. Har eru
nógvir
framtíðarmøgu-
leikar. Eitt nú kunnu vit
gera 120 tons av krapaísi
um dagin og fyrstiorkan er
stór. Hetta skipið kann
fiska hvar tað skal vera í
heiminum. Tað er ísfor-
styrkt í høgum klassa og
tað hevur aircondition so
vit kunnu fara í tropurnar
um tað skal vera, sigur
Hanus Hansen.
- Vit eru eisini sera spent-
ir upp á at vita hvussu trí-
trolið fer at roynast. Hetta
er heilt nýtt innan toska-
veiðu og her liggja stórir
møguleikar.
Flótitrolið
víðkar eisini um møgu-
leikarnar hjá bátinum.
Skálaberg hevur verið ein
tungur
burður.
Fleiri
trupulleikar hava verið
undir bygging og skipið er
seinkað nógv. Reiðarin
heldur ikki at hetta fer at
nerva framtíðarmøguleik-
arnar hjá trolaranum. Sjálv-
ur hevur hann lagt allar sín-
ar royndir á sjónum bæði
sum maður, stýrimaður og
skipari í nýggja skipið.
- Skálaberg er eitt team-
work frá a-z. Fólkið hevur
verið trúfast hjá Kjølbro og
vit hava fólk við einum
førningi, sum ikki kann
keypast. Og tað er okkara
dugnaliga fólk, fleiri av
teimum hava brúkt alt
vaksna lívið umborð á
okkara trolarum, sum hava
saman hava skapað nýggja
Skálaberg. Hann er gjørdur
eftir okkara høvdið og tað
eru nógvir sum hava havt
eina meining og sum hava
havt ávirkan meðan skipið
hevur verið í gerð, sigur
Hanus Hansen.
SKÁLABERG
Sosialurin,
Klaksvík:
Tað er eitt lop upp á 70 ár
og 166 milliónir millum
tann fyrsta Skálaberg og
nýggja Skálaberg sum
júst er farin til fiskiskap.
Tá J.F. Kjølbro og Chr.
Holm Jacobsen í 1933
keyptu fyrsta Skálaberg
úr Onglandi kostaði hann
klárur at sigla 66.000
krónur. Tá var hann 20
ára gamal, bygdur í 1913.
Hann var eitt tað fremsta
fiskifar í landinum og
hann var í reiðarínum í
18 ár til hann mátti lúta
fyri høgu kolprísunum
fyrst
í
fimtiárunum.
Hann varð seldur aftur til
Onglands í 1951.
Nýggi Skálaberg kost-
ar góðar 165 milliónir
krónur.
Tann næsti Skálaberg,
sum kom til landið 22.
desember 1956 kostaði
4,8
milliónir
krónur.
Hetta var hildið at vera
ovurhonds nógv og tað
vóru fleiri sum roknaði
við, at hann fór ikki at
standa seg. Søgan hjá
hesum skipi vísti nakað
heilt annað.
Triði Skálaberg, sum
kom til landið í 1976
kostaði
29
milliónir
krónur. Hetta var í teim
døgum, tá Thulesen ráddi
hjá Kjølbro.
Fjórði Skálaberg, sum
kom til landið í 1989
kostaði 103 milliónir
krónur.
je
Fyrsti Skálaberg
kostaði 66.000 kr.
Skálaberg sær ikki
út av nógvum
Reiðarin:
Tveir trolarar
í Barentshavinum
Hanus í skiparastólinum á Skálaberg mánakvøldið tá skipið kom til landið
Mynd Jens Kr. Vang
SKÁLABERG
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
- Eg havi verið við til at ført
tríggjar nýbygningar til
Klaksvíkar, so eg veit
hvussu tað kennist hjá
reiðaranum og manningini,
nú hesin veldigi trolarin er
komin til landið, sigur 71
ára gamli Jaspur Klakkstein
úr Klaksvík
Áðrenn nýggi Skálaberg
legði at á Kósabrúnni
mánakvøldið,
sást
ein
heldur lágvaksin maður
ganga uttanfyri brúnna
umborð. Hann var í hvítari
skjúrtu, eitt sindur reyð-
dæmdur og hevði ein grøn-
an veiðuhætt á høvdinum,
ein av teim skotsku sum
Sofus Poulsen, umboðs-
maðurin plagar at ganga
við. Og við at spyrja eitt
sindur á brúnni, fekkst at
vita at talan var um gamla
fiskimannin Jaspur Klakk-
stein úr Klaksvík. Løtu
seinni eydnaðist tað okkum
at fáa tal á mannin inni í
salongini umborð á Skála-
berg.
- Hendan bátin havi eg
mót um. Tað er heilt sikk-
urt, at hetta fer at ganga.
Var eg ungur í dag, so hevði
eg eisini torað undir hetta
verk. Trolarin hevur stóran
motor og tað hevur alt at
siga, sigur 71 ára gamli
Jaspur Klakkstein og hann
veit hvat hann tosar um, tá
hann tosar um skip.
-Í 1964 fingu vit fyrsta
Nónhamar.
Hann
var
línubátur og bygdur á Skála
Skipasmiðju. Í 1968 kom
línubáturin Borgarin og í
1976 kom saltfiskatrolarin
Nónhamar. Eg haldi, at
reiðaríið hevur gjørt rætt at
gera so nógv burturúr
hesum trolaranum. Her
verður gott at vera við. Eg
havi verið við yviri í Noregi
eftir bátinum. Bara verið
við sum gestur. Hanus
bjóðaði mær við og eg tók
av beinanvegin. Eitt stás-
skip, gekk 17 míl og so er
sjálvbetjening umborð tá
vit skaffa, sigur Jaspur
Klakkstein og ristir undr-
andi við høvdinum. Hetta
er sum eitt fínt hotell.
Hann hyggur kring seg í
salongini. Her síggjast allir
trolararnir
hjá
Kjølbro
sandblástir inn í glas. Hann
minnist teir allar, teir eru
meitlaðir inn í ta tilvitaðu
søgufatanina hjá hvørjum
einasta klaksvíkingi, íð
hevur nakað upp á seg.
- Eg byrjaði hjá Kjølbro í
1950. Fór við Sjúrðaberg,
sigdi 12 ár við Kaj Jo-
hannesen, áðrenn eg fór
umborð á skip, sum eg
sjálvur var parteigari í.Var
eg ungur í dag, so hevði eg
gjørt tað umaftur, sigur
Jaspur, meðan fólkið hygg-
ur eftir stásiliga skipinum.
SKÁLABERG
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Sosialurin, Klaksvík: Tá
íð morgunvaktin umborð á
Skálaberg kemur upp og
fer út á gongina er
deymurin av nýbakaðum
bollum ella rundstykkjum
tað fyrsta sum rekur fyri
nasarnar
og
soleiðis
verður tað hvønn morgun,
stendur tað upp til 26 ára
gamla Hans Paula við
Misá úr Vági, sum er
annarkokkur umborð á
Skálaberg. Hann er upp-
runaliga bakari og hevur
verið kokkur við Enniberg
í fýra ár. Nú er hann saman
við Heina Ósá, sum er
fyrsti kokkur og teir kenn-
ast, báðir hava siglt við
Enniberg.
Teir hava kokkast eina
viku umborð á nýggja
Skálaberg og tá lesarin
lesir hetta, eru teir ordiliga
farnir til arbeiðis, tí tá
skuldi Skálaberg verið á
veg í Irmingarhavið á
kongafiskaveiðu millum
aðrar stórar trolarar, russ-
iskar, polskar, íslendskar
og aðrar.
- Her er arbeiðsligt og
her liggur væl fyri, sigur
Hans Pauli við Misá og
vísir runt í galluni. Vit
hava
ikki
enn
roynt
galluna í rulli, men tað
kann ikki vera verri enn
við øðrum skipum, sigur
hann.
Teir báðir kokkarnir
skulu syrgja fyri at mann-
ingin fær góðan mat, men
teir skulu eisini ansa eftir
at maturin ikki er ov dýrur.
- Vit hava loyvi at gera
mat fyri 80 krónur pr.
mann um dagin. Men so
nógv brúka vit sjálvdan.
Provianturin fer av felags
áðrenn
býtt
verður.
Hendan túrin proviantera
vit bert til ein mána.
Vanliga, tá vit eru eystan-
fyri, so verður provi-
anterað
til
tríggjar
mánaðar, sigur Hans Pauli
við Misá.
- Manningin á Skálaberg
vil hava ordiliga mat, og
teir leggja lítið í grønmeti.
Vit baka eisini at tað van-
liga, sum tú kann keypa í
einum bakaríi og køkurnar
ganga sum heitt breyð,
sigur Hans Pauli við Misá
og er um at gerast í ørviti
av øllum gestunum.
Nýbakað hvønn morgun
Báðir kokkarnir umborð á Skálabergi. F.v. Heini Ósá og Hans Pauli við Misá
Mynd: Jens Kr. Vang
Hevur siglt tríggjar
nýbygningar á Klakksvík
Hatturin situr á 71 ára gamla
Jaspur Klakkstein úr Klakksvík, sum
hevur ført tríggjar nýbygningar til
Klaksvíkar
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
25
24