Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 138 - 24. juli 2003 Nr. 138 - 24. juli 2003 27 – Vit arbeiða ikki miðvíst við at flyta okkum, men við nýggju tónleikarun- um hava vit fingið nýggjan íblástur, sigur Henning Nico- demussen, trummu- spælari í All That Rain. Á ólavsøku fara teir at spæla tveir nýggjar føroyskar rocksangir ALL THAT RAIN Eyðun Klakstein Teir spæla rock, og tað ætla teir sær at halda fram við. Vørumerkið hjá All That Rain hevur øll árini verður melodiøsur rocktónleikur, og hóast bólkurin hevur fórkað seg eitt sindur, síðani nýggir tónleikarar komu upp í, er bólkurin ikki farin heilt av leið. – Vit spæla so ikki gøtiskan trans-popp, sigur Henning Nicodemussen, trummuspælari í bólkinum. – Vit hava ongantíð lagt okkum ein ávísan stíl, men vit spæla rocktónleik, og tað gera vit eisini við nýggju manningini, sigur hann. Nýtt tilfar All That Rain hevur verið virkin bólkur í føroyska rocklandslagnum í fýra ár. Tá ið Kjølar løgdu árarnar inn, fóru tríggir av limun- um í tí bólkinum víðari við bólkinum All That Rain. Upprunaliga manningin í bólkinum varð broytt, tá ið Hans Ravnsfjall loysti Jens Marna Hansen av, og í fjør kom fyrrverandi Týr-sang- arin Pól Arni Holm eisini upp í bólkin. – Vit arbeiða ikki miðvíst við at flyta okkum, men við nýggju tónleikarunum hava vit fingið nýggjan íblástur, og tað eru vit glaðir fyri, sigur Henning Nicodemus- sen. – Vit hava skrivað nýggj- ar sangir, og vit fara at spæla einar tveir av teimum á ólavsøku. Hetta er før- oyskur rockur, sum kanska er eitt sindur harðari enn hjá All That Rain áður, men vit eru glaðir fyri tann vegin, vit eru farnir sein- astu tíðina. Blóman følnaði All That Rain hevur sein- astu tíðina verið nógv at hoyrt við nýggjari útseting av sanginum Fagra Blóma. Teir hava spælt sangin inn við lagnum, sum Hanus G. Johansen gjørdi til yrk- ingina hjá Poul F, og hesin sangurin hevur verið væl umtóktur á konsertum og í dansi. All That Rain ætlaði eis- ini at leggja sangin á heimasíðuna hjá sær, so allir føroyingar kundu taka hann niður á telduna hjá sær, men hetta var av ong- um, tá ið KODA kom upp í leikin. KODA umsitir rættindini hjá tónasmiðjum, og hóast teir í All That Rain høvdu fingið neyðug loyvi, so krevur KODA eitt ávíst gjald fyri sangir, sum skulu leggjast á netið, og hetta gjald var so stór, at teir í All That Rain sleptu ætlanini. Men Fagra Blóma verður partur av skránni fyri ólav- søkukonsertina, og har verða fólk ikki snýtt fyri frísku útsetingina, sum All That Rain hevur gjørt av hesum kenda sangi. All That Rain er mannað við tónleikarum úr ymsum pørtum av landinum. Ein havnarmaður, ein vága- maður, ein sandoyingur og ein suðuroyingur spæla við, og teir hava verið eitt sindur spjaddir higarti. Men teir verða meira savnaðir í heyst. Jens Tummas og Henning búgva í Havn, og í heyst skal Pól Arni Holm á skúla í Havn. Undirsjóvartunnilin hevur eisini gjørt tað leikandi lætt hjá Hans Ravnsfjall at ferð- ast úr Vágum til høvuðs- staðin. – Tá ætla vit at venja nógv, og vit fara at arbeiða við nýggjum sangum, sum vit hava liggjandi, sigur Henning Nicodemussen. Onkar ætlanir eru um nýggja útgávu enn, men All That Rain verður uttan iva ein virkin konsertbólkur í heyst og í vetur. Rockur í hásætið Ólavsøkukonsertin 27. juli verður árliga ólavsøkukonsertin í Kommunuskúlagarðinum í Havn. Bólkarnir, sum fara at spæla, eru: Terji og Føstufressar, Frændur, MC Hár, Take Off, roWan, Déjá Vu, Monkey Mongolia, Troels Skovgaard, Headache Blues Treo og All That Rain. Í komandi bløðunum fara vit at hava greinar um bólkarnar, sum eru við á konsertini. Pól Arni Holm - sang Hans Ravnsfjall - gittar Jens Tummar Ness - bass Henning Nicodemussen - trummur Oskar Bjarnason – ljómborð Bólkurin varð stovnaður í 1999, eftir at Kjølar fóru í søguna. Jens Tummas, Henning og Jens Marni Hansen hildu fram við hesi trio, men seinni vóru onkrar broytingar gjørdar. Hans Ravnsfjall loysti Jens Marna av, og seinni kom eisini Poul Arni Holm upp í bólkin. Á ólavsøku verður Oskar Bjarnason gestatónleikari. All That Rain er tiltikin konsert- og dansibólkur, men teir hava eisini gjørt vart við seg á fløgu. Í juni mánaði 2001 kom fløgan hjá teimum The Naked Truth. All That Rain var við í Prixnum í 2001, og annars hava teir spælt nógv til dans og konsertir. Í fjør høvdu teir ein steðg í fleiri mánaðir, men í ár hava teir verið nógv úti og spælt og eru nú viðaftur á ólavsøkukonsertini. All That Rain All That Rain fer at spæla rock á ólavsøkukonsertini, og tveir nýggjir sangir hjá bólkinum standa á skránni Mynd: Ingrid Bjarnastein – Eg ætli mær at liva av tónleiki, eisini um eg verði svangur av tí, sigur gittarspælarin Uni R. Debess, sum seinasta hálva árið hevur gjørt álvara av hesi ætlan HEADACHE Eyðun Klakstein 23 ára gamli Uni R. Debess brennir fyri tónleikinum. Hann er útbúgvin last- bilamekanikkari, men hesa professión hevur hann lagt á hillina. Ístaðin fyri skrúvulyklar- nar hevur hann fingið sær eina gittar í hendi, og stendur tað til hann, so verður gittarin livibreyðið. – Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg ætli mær at liva av tónleiki, eisini um eg verði svangur av tí, sigur hann. – Spurningurin er, hvussu mann vil liva, og hví mann ikki skal kunna klára seg við minni, um tað er neyðugt fyri at kunna spæla tónleika fulla tíð. Uni hevur bólkin Head- ache Blues Treo, har hann spælir saman við Edvardi Nyholm Debess og Rógva á Rógvu, sum báðir hava ver- ið sera virknir í føroyskum tónleiki í nógv ár. Ov keðiligt niðri Uni og teir vóru við í Prix Føroyum fyrr í ár, og hóast bólkurin hevði spælt í eitt hálvt ár frammanundan, so var tað í hesi kapping, at Føroya fólk rættiliga hoyrdi teir fyri fyrstu ferð. Nú verða teir eisini ein av bólkunum, sum fara at spæla á ólavsøkukonsertini. – Eg havi útbúgving sum lastbilamekanikkar, men eg kenni meg betur í tónleikin- um. Í langa tíð arbeiddi eg og fekst við tónleikin í frítíðini, men seinasta hálva árið hevur tað bara verið tónleikur, og tað vil eg halda fram við, sigur Uni. Hann býr í Føroyum, men hevur eisini verið í Danmark, har hann hevur fingið frálæru í gittarspæl- ari. – Tað var ikki so inspirer- andi at vera í Danmark, eg vil heldur vera í Føroyum. Í Danmark er tað ov keðiligt, tað er tætt og stressað í Keypmannahavn, og tað var ikki fyrr enn eg kom aftur til Føroya, at eg rættiliga kendi meg frían aftur og slapp út við míni inspiratión, sigur Uni. Blues heldur enn popp Bólkurin hjá Una spælir blues-tónleik, og tað er ikki vanligt í Føroyum. Her plaga poppur, rockur og jazzur at trívast betur. – Eg havi roynt at spæla ymiskan tónleik, eisini klassiskan tónleik, men so royndi eg blues tónleik, og tað dámdi mær sera væl beinanvegin. Tann torføra uppgávan við blues er at fáa eitt lítið stykki til at blíva stórt – tað er líka sum av- bjóðingini í hesum tónleiki. Uni skrivar sjálvur blues tónleik, og tað er fyrst og fremst tónleikurin, sum bólkurin skapar í felag, sum teir spæla. Onkur coverløg sníkja seg upp í, men tað er teirra egni tónleikur, sum teir fyrst og fremst leggja seg eftir at spæla. – Eg havi fingið nógv burtur úr at spæla við tveimum so royndum tón- leikarum sum Rógva og Edvard. Teir hava givið mær nógv hesa tíðina, sigur Uni. Verða drignir við Edvard Nyholm Debess er royndur bassspælari, og hann hevur roynt seg í nógvum ymsum saman- hangum. Men hvussu er tað so at spæla saman við einum ungum tónleikara, sum vil sleppa at liva av tónleikin- um. – Tað er deiligt at spæla saman við Una, tí hann vil tónleikin. Eg og Rógvi fáa eisini nógv burtur úr at spæla saman við honum, tí hann livir fyri tónleikin, og tað dregur eisini okkum við, sigur Edvard. Og hóast fittur aldurs- munur er millum odda- mannin í bólkinum og hinar báðar, so trívast teir væl saman í tónleikinum. – Vit útvikla alla tíðina tónleikin hjá okkum, og tað endar sjáldan við tí, sum vit upprunaliga ætlaðu. Bólk- urin er skapandi, og tí vita vit ikki, hvat vit fara at spæla um fýra mánaðir. Stórt uppgáva Sunnukvøldið skal Heada- che Blues Treo spæla á ólavsøkukonsertini, og hetta gleða teir seg til. Uni hevur einaferð áður spælt á hesi konsert, og tað var, tá ið hann var við í bólki, sum vann Pop Top kappingina fyri nøkrum árum síðani. Vinnarin av hesi ungdómskapping sleppur at leggja fyri á ólavsøkukonsertini. – Eg gleði meg nógv til ólavsøkukonsertina, tí eg rokni við, at tað verður eitt stórt upplivilsi fyri okkum. Og tað er deiligt at kunna geva fólki á konsertini eitt sindur av blues tónleiki, sigur Uni R. Debess. – Tað er spennandi at fáa fólkið við. Tað er stórt, tá ið tónleikarar og fólk blíva til eitt á eini konsert. Lívið er tónleikur Uni R. Debess – sang og guitar Edvard Nyholm Debess – bass og sang Rógvi á Rógvu – trummur Headache Blues Treo hevur eitt lítið ár á baki og hevur spælt á ymsum støðum í Havn. Bólkurin var eisini við í Prix Føroyar kappingini í ár, og har komu teir í hálvfinaluna. Stigtakari til bólkin er Uni R. Debess, sum nú fæst við tónleik burtur av, og afturat sær hevur hann tveir royndar tónleikarar. Stílurin er blues, men Headache Blues Treo hevur sín heilt egna blues- stíl, ið er nógv merktur av teimum einstøku tónleikarunum í bólkinum. Vanliga spælir bólkurin eina blanding av egnum løgum og løgum hjá til dømis Doors, Jimi Hendrix og øðrum. Headache Blues Treo Uni R. Debess og Edvard Nyholm Debess manna Headache Blues Treo saman við Rógva á Rógvu Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 27 26