Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-01-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1995síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 21. JANUAR 1995 LESARAKANNINGIN UM »RÅS TORSHAVN«: 343 spurnarblød inn- aftur frå lesaraunum Tað tykist, sum hava borgarar i Tóshavnar Kommunu og annars tey, id síggja >Rás Tørshavn« sera stóran áhuga fyri, hvørja avgerð Tórshavnar Býráð fer at taka á bý- ráðsfundinum — væntandi hóskvøldið — um, hvat framyvir skal sendast á rásini Síðsta leygardag setu Sosi- alurin í gongd eina líða les- arakanning, ið skil vísa, hvat borgarar í Tórshavnar Kommunu og annars tey, ið síggja Rás Tórshavn, halda vera skilabestu rásirnar at Tað hevur eisini víst seg, at áhugin fyri hesi lesara- kanning okkara hevur verið sera stórur, tí ikki færri enn 343 spurnarblød eru komin innaftur frá lesarunum, og takka vit fyri hesa framúr góðu undirtskuna. Hvat hesi 343 svaraðu spurnarblødini siga, ber ikki til hjá okkum at fortelja lesarunum í dagsins útgávu, tí freistin at lata spurnar- blødini inn var ikki út fyrr enn í gjár, so tí valdur vit at bíða ul týsdagsblaðið við samanteljingini. Men týsdagin fara vit at almannakunngera = úrslitið av kanningim við talvum, myndum og ðrum, ið hoyrir til eina slíka kanning Spurningarnir ul lesarar okkara vóru triggir í tali Tann fyrstu snúði seg um, um fólk vildu síggja norska ella danska TV3 — ella um tey kanska vildu síggja bæði, og tann næsti snúði seg á sama hátt um tær báð- ar nýggju BBC-rásirnar, undirhaldsrásina BBC Pri- me ella tíðindarásina BBC World. Triði spurningurin var so, um fólk hildu, at bý- ráðið eigur at gera eina fløgu upp á í mesta lagi 700.000 krónur, so talið á rásum verður økt úr fýra, sum nú er, og upp í fimm. Býráðið má velja Í løtnni sendir >Rás Tórs- havn«hesar fýra rásirnar: TV3, BBC World Service, Eurosportog MTV, men frá 26. januar verður BBC -rás- in býtt sundur í tvær, so bý- ráðið nú noyðist at velja av nýggjum millum rásirnar Býráðið fer á komandi býráðsfundi — væntandi er hann hóskveldið — at:við- gera málið Men altso — týsdagin al- mannakunngera vit urslitid av lesarakanning okkara, ið skuldi givið eina mynd av, hvat fólk vilja síggja — og kanska ikki minst, hvat tey ikki vilja síggja hj. fidindabladid SVÆÐI mt EG 4 Sendið svarið til: Svarið ska vera okkum hendi í seina: — SOSIALURIN ) Postboks 76 fríggj n +gb ! Ó ladagin 20. januar? 110 Tórshavn | — = S0SI(l NM fyri U21 verður i Føroyum i august HSF hevur sent íslendingum, dønum, norðmonnum, svium og finlendingum innbjóðing. Um finnar ikki koma, fáa hollending- ar ella estlendingar kjansin at senda lið til stóru kappingina Frá týsdegnum 8. august til mánadagin 14. august verð- ur Hondbóltssamband Før- oya vertur fyri stórari hond- bóltskapping. Talan er um kappingina um norðurlandameistara- heitið fyri U21 lið, og må hetta sigast at vera stórsta avbjóðingin hjá føroyskum hondbólu á heimavelli síð ani Føroyar vóru vertir fyri C-HM kappingini í 1980. Í sambandi við kapping- ina hevur HSF sent íslend- ingum, dønum, norðmonn- um, svium og finnun inn- bjóðing at vera við í kapp- ingini. Ein líti! trupulleiki við hesum kann tó vera, at finnar í løtuni ikki hava nakað U21-lið, so teir fara kanska at noyðast at geva avboð. Men av tí at talan er um eina opna kapping, ber til hjá HSF at bjóða øðrum londum við fyri teir, og sum skilst liggja hollendingar og estlendingar framvid, um finnar skuldi givið avboð. Hondbóltssambandið fer í dag at greiða nærri frá um kappingina hj. Tvær finalur fyri prísin á einari Ikki færri enn tveir av teim um størstu hondbóltsdyst- unum å årinum verda i dag spældir i ltråttarhøllini á Hálsi. Talan er um steypa- finalurnar hjá bæði kvinn- um og monnum Kvinnufinalan byrjar kl. 14.15, og har eru tað bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjømuni, ið hittast. Ta finaluna dóma Ingi Olsen og Lars Nedergaard. Í fjør vann Neistin final- una, men tá var tað við 2. deildarliðnum, ið kortini var væl styrkt til dystin. Tí- verri hevur ikki eydnast at fáa fatur á hagtølum yvir steypavinnarar gjøgnum tíðirnar, men verður hugt at FM-heitum, so hevur Neist- in har stoltar síðir at halda við líka, tí felagið hevur vunnið FM-heitið ikki færri enn 33 ferðir síðani 1943, meðan Stjørnan bert hevur tvey FM-heitið — tað fyrra í 1945 og tað seinna í 1977 Í landskappingini í løtuni liggur Neistin á oddasessin um við fullum stigatali, meðan Stjørnan er á triðja plássi. Men hóast hendan munin, so kann ein finala fara allar vegir, so helst er lagt upp til eina spennandi kvinnufinalu Mansfinalan byrjar kl. 16, og i henni verda Kyndil og SUF — bæði í 1. deild. Tann dystin dóma okkara altjóða hondbóltsdómarar Krisuan Johansen og Hjalmar Peter- sen. Neistin vann mansfinal- una í fjør, men kom hesa- ferð ikki upp í part, ti SUF vann hålvfinaluna millum liðini sunnukvøldi5. Hetta er fyrsta finalan hjá besta liðnum strandingum í før- oysku steypakappingini. Fyrsta finalan hjá strandingum SUF hevur altíð verið við í fremraendanum í hondbólti og er gamalt 1. deildarlið, men kortini skal leitast heilt aftur til 1945 fyri at finna síðsta FM-heitið hjá strand- ingum, ið eisini vunnið í 1943 og 1944. Tey árini vóru teir mestsum einaráð- andi í føroyskum hondbólu, ti í 1944 og 1945 vann SUF eisini kappmgina í 2. deild Hinvegin er Kyndil sig- ursvant lið — eisini í nýggj- ari úð. Fyrsta FM-heitið varð vunnið í 1958, og síð- ani hevur Kyndil 26 ferðir — síðst í fjør Sum stødan er í lands- kappingini í løtuni, liggur Kyndil næstfremst, meðan SUF er næstaftast í 1. deild. Strandingar ætla sær tó at royna sítt besta, tí aftur hetta vikuskiftið hava teir fingið Elias Hansen upp úr Dan- mark ul dystin. Tað hevur ljóðað, at eisini John Peter- sen skuldi koma upp, men hetta avsanna strandingar. Hondbóltssambandið er í gávuhýri í dag, ti atgongu- merkið til báðar finalurnar kostar bert 50 krónur, so sigast kann, at her fåast tvær finalur fyri prisin å einari. Sjónvarp Føroya fer at senda beinleiðis frå báðum finalunum, men kortini er eingin vandi fyri, at áskoð- ararnir ikki fara at meta upp. Eitt nú ljóðast innan av Strondum, at bygdin helst verður fólkatóm, ti har fer maður av húsi til Havnar. hj.