Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-01-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1995síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 21. JANUAR 1995 fidindabladid S06 IN Ætla javnaðarmenn og konservativir | at utihysa føroyingum? Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, skrivar Eitt legið spæl fer fram í bólkunum hjá teimum polit- isku flokkunum í Norður- landaráðnum nú upp undir komandi norðurlendska ráðharrafundin, sum fer fram um mánaðarskiftið februar-mars. Eitt limaupp- skot um at biðja Norður- lendska Ráðharraráðið um at kanna allar stovnar, nevndir og ráð fyri at tryggja, at eisini sjálvstýr- andi økjum sum Føroyum, Grønlandi og Alandi er tryggjað umboðan, er vorð- ið steðgað — antin av líka- sælu ella beinleiðis mótvilja frá javnaðarmonnum og teimum konservativu. Miðbólkurin, sum fevnir um teir liberalu flokkarnar, sentrumsflokkarnar og teir kristiligu-demokratisku flokkamar í Norðurlond- um, stuðlar einum uppskot frá Olof Salmén, Centern í Alandi, Attasut í Grønlandi, Marionnu Andersson, Centerpartiet í Svøriki og Halldóri Ásgrímssyni, for- manni í Framsóknarflokki Íslands, sum eisini er orð- føran í Miðbólkinum. Afturhaldslyndi javnaðarmanna og teirra konservativu Men í viðgerðini av upp- skotinum í lógarnevnd hava javnaðarmenn og kon- servativir roynt at burtur- goymt hetta greiða og ein- falda uppskot undir einari heildarfrágreiðing um bygnaðin í øllum Norður landaráðnum. Hetta hevur darvað málinum, og nú skal lógarneyndin av nýggjum viðgera limauppskouð í Stokhólmi 23. og 24. febr. Her skjýtur fyrisitingin upp fyri nevndini, at uppskotið verður forfjónað, meðan Miðbóklurin vil berjast fyri skjótari viðgerð av rætund- unum hjá føroyingum, gøren og ålend- um. limauppskotinu frå Olof Salmén, Otto Stenholdt, Marionnu Andersson og Halldóri Ásgrímssyni verð- ur sagt: sambandi við, at Ut norður- samstarvið varð styrkt í 1992 varð samtykt at áleggja øllum ráðharra- ráðum at kanna bygnað teirra og arbeiðshátt teirra fyri at tryggja luttøkurætt- indini hjá teimum sjålv- stýrandi økjunum í norður- lendska samstarvinum — na- túrligt hevdi eisini verið at kannað umboðanina í teim- um ymisku ráðunum og dómsneyndunum“. Góðar royndir Í Nordisk Ministerráds litteratur- og biblioteks- komité (Nordbok) eru bædi Føroyar, Grønland og sam- iska ekið við, í Nordisk Ungdoms-komité eru Før- oyar, Grønland og Aland við, í stýrinum fyri Norð- urlendska Mentanargrunn- in er skiftisskipan við um- boðan fyri Føroyar, Grøn- land og Aland — so er eisini við Teater og Dans í Nord- en. Í Nordisk Kunst- og kunstindustrikomité, Nord- ens Folkliga Akademi og Nordisk Musikk-komité hava sjálvstýrandi økini onga umbodan. Heldur ikki i nevndunum fyri Norður- landahúsini í Tórshavn og Reykjavík er umboðanin gro, meðan skiftisskipan yri Føroyar og Grønland er i Nordens Institut på Åland og fyri Føroyar og Aland i Nordens Institut í Grøn- landi. I Norðurlandahúsin- um í Føroyum eru 3 før- oyskir nevndarlimir, men eingin fyri Grønland og/ ella Aland. Royndimar við føroysk- um, grønlendskum og álendskum umboðsmonn- um í umrøddu norður- lendsku nevndum og ráðum hava verið góðar. Allar neyndirnar sum heild, eisini har føroyingar, grønlend- ingar ella ålendingar ikki hava havt umbodan, hava verið vælviljandi til at bjóða Føroyum, Grønlandi og Alandi vitjan av listaf6lki, tónleikarum og nthøvund- um frá teimum stóru lond- VIT GREIÐA ALLA VØRUKOYRING KAPPINGARFØRIR PRISIR TILBOÐ 5 givin HP-TRADING Box 2170 - Torshavn Tit. 17272- Fax. 15009 unum, ofta um Norður- landahúsið ella Nordens Institut. Men tað sær út til, at nevndarumbodanin av sær sjálvari ber við sær tveyvegis kommunikation og umbýti. Tað er sera sjónskt, at tå tað eitt nú snýr seg um føroysku-grøn- lendsku-álendsku skiftis- skipanina í Teater og Dans í Norden, so hevur hetta við- ført betri umboðan av sjón- leiki úr Føroyum, Grøn- landi og Alandi ul hini Norðurlondini. Og, so eisini tað, at samiskur sjónleikur er komin inn í myndina, ti a! omanfyri nevnda umboðs- skipan hevur gjørt tað lætt- ari eisini at taka samar við. Á bókmentagkinum ger tað sama seg galdandi, og í Norðurlendska Mentanar- grunninum hevur skifus- skipanin ført við sær, at fleiri umsóknir eru komnar úr Føroyum, Grønlandi og Alandi. Sum heild er luttøk- an úr hesum londum vorðin stórri og betri. Sum heild er at síga, at í flestu førum, tá tað snýr seg um norðurlendskt samstarv, so er pláss fyri føroyingum, grønlendingum og ålend- ingum, um teir sjålvir hava åhuga og orku til luttøku. Men i nøkrum stovnum, har umboðanin er ásett í reglu- gerð, er hetta høvi ikki til. Vit fara ú at heita á Norð- urlendska Ráðharraráðið um at skipa fyri nú, tá end- urskoðan skal fara fram av stýrisviðurskiftunum í norðurlendskum stovnum og vidsøkum teirra, at uknar verða til umhugsan tær góðu royndir, sum vit kunnu vísa ul í sambandi vid føroyska, grønlendska og ålendska umbodan, har hon hevur verið til. Tað sama ger seg gald- andi á ødrum økjum í norð- urlendskari samvinnu. Tá tað snýr seg um fisk, eru Føroyar og Grønland væl vid, og Føroyar og Grøn- land eru eisini væl og virði- liga uppi í, tå tað snýr seg um samvirki í Umorðuri. Her er eisini peningur tøkur frå fe- lagsnordurlendskari jåttan. Men í týðandi stovnum sum Nordisk Investeringsbank og Nordisk Industrifond er eingin umboðan. Tað hevði styrki samladu norður- lendsku samvinnuna, um tey sjálvstýrandi øk'ni vóru við í samvinnuni á jøvnum fæti við tey stóru londini, hevur verið ført fram av aðalskrivaranum í Nordisk Ministerråd 4. februar 1994 (notat) Vísandi ul tað, sum vit hava ført fram omanfyri, fara vit at skjóta upp, at: Norðurlandaráðið = mælir Nordisk Ministerråd ul at styrkia umbodanina úr teimum sjálvstýrandi øk)j- unum í norðurlendskum ráðum og stovnum enn meira. Jøvn rættindi fyri øll Miðbólkurin í Nordur- landaráðnum er einasti bólkurin, sum hevur um- bodsmenn úr øllum norður- londum og sjálvstýrandi økjum. Bólkurin fer at virka fyri at øll fáa jøvn rættindi. Fyri Føroyar er tað av stór- um týdningi at vera við í all- ari norðurlendskari sam- vinnu, har vit hava orku til tess. Vit skulu fegnast um, at Miðbólkurin hevur tikid hetta mál upp. Hetta fylgir upp átakinum um, at musikkvirdislønin hjå Norðurlandaráðnum kann verda givin til føroyskar, grønlendskar, ålendskar og samiskar tónleikarar og komponistar, og Norður- landahúsið í Føroyum hev- ur í verki víst, hvussu týð- andi tað er fyri bæði før- oyska og norðurlendska mentan, at Føroyar eru væl umboðaðar í nordurlendsk- um høpi. Í teimum komandi døg- unum fram til fundirnar í Stokhólmi 23. og 24. januar mega vit vóna, at Miðbólk- urin megnar at fáa hinar bólkarnar at taka undir við sjónarmiðum sínum, — ella at norðurlendska rådstevn- an i Reykjavik fer at gera konservauvum og javnað- armonnum heilt greitt, at eisini teir skulu vera sinn- aðir til at veita øllum norð- urlendskum tjóðum jøvn rætundi. Sámal P. i Grund Um nóg stórur áhugi er skipar STH fyri grundskeiði í FERÐAVINNUTYSKUM Skeið nr. 95032.1 Endamálið við hesum skeiði er at læra luttakaramar at skilja og tosa við tysk ferðafólk t.d. á kunningarstovum - á gøtuni - í handlum - á hotellum - á matstovum. Skeiðið er ætlað ollum teimum, ið á ein ella annan hátt veita ella fara at veita tyskttalandi ferðafólkum upplýsing. Grundskeiðið er ætlað teimum, sum lítið og einki duga í týskum. Tið : 30 tímar. Leygardagin 04. februar 1995 Leygardagin 11. februar 1995 Leygardagin 18. februar 1995 Leygardagin 25. februar 1995 Leygardagin 04. mars 1995 Allar dagar kl. 13.00-18.00. Pláss er fyri 15-20 fólkum. Foroya Handilsskuli í Tórshavn. Joan Christiansen Kr. 2.750,- fyri hvønn, íroknað frálæru, skeiðtilfar og mat. Fráboðan um luttoku innan 27. januar 1995. Nágreiniligar upplýsingar fáast á Foroya Handilsskúla í Tórshavn. SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS STHx Eftir- og vidariutbugving å Føroya Handilsskúla Pos: 177, Marknagilsvegur 110 Tórshavn, Tlf, 17177, Fax 13374 77, STH