týsdagur 24. januar 1995síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 16 — 24. JANUAR 1995 tíðindablaðið SEA 7
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum: fy
Í hernað móti i
Or
ftirstoð
Tórfinn Smith,
| 3 FS Ø U m blaðmaður, FR
skrivar: | i
— Tad er kappingaravlagandi og moralskt forkastiligt, at tað eru
nøkur, sum sleppa undan at gjalda almenn gjøld, sigur Jóannes
Eidesgaard sum millum annað hugsar um MVG-eftirstødur,
sum nú eru komnar upp um 30 milliónir
Kennur tú ikki søgu tína, skilur tú heldur
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
figgjarmålum, fer nú í
hernað móti eftir stóðum
-Tað er ikki nógmikið at
illskast inn á tey sum
spekulera í kunkursum
Vit mugu nú gera nakað
álvarsligt við tað
Mynd: Kalmar
Fyritøkan skyldar milliónir
í meirvirðisgjaldi. Hon fer á
heysin. Landið missir sínar
MVG-milliónir, og so
hokus-pokus, letur fyritsk-
an uppaftur,- skuldarfri eftir
einan nátt. Kanska er bert
navnið broytt eitt líuð sind-
ur.
Hesar søgurnar kenna vit.
Tað ger landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum, Jóannes
Eidesgaard, eisini, og tað
fer hann nú rættiliga í her-
nað ímóti.
Jóannes Eidesgaard
hevði herfyri ein fund vid
Gjaldstovuna, og har álegði
hann stovninum at gera
upp, júst hverjar og hvussu
stórar eftirstødurnar eru til
tað almenna. Somuleiðis
skal Gjaldstovan útgreina
hverjar lógarheimildir eru á
teimum ymisku økjunum,
har fólk skylda tí almenna
pengar. Meirvirðisgjaldið
er ein partur í vøkstri.
Eftirstødurnar í meirvirðis-
gjaldinum eru nú komnar
upp um 30 milliónir.
Órættvíst móti
teimum sum gjalda
Tá MVG -lógirnar á sinni
fóru niðan í ungið var eim
grein sum segði, hvat skuldi
henda teimum, sum ikki
rindaðu. Tey kundu missa
vinnuloyvið. Men hendan
greinin varð tikin burtur.
Jóannes Eidesgaard um-
hugsar hetta sum ein møgu-
leika.
-Tað kann møguliga tykj-
ast eitt sindur øvugt at hótta
við at lata fyritøkur aftur í
hesum arbeidsloysisdøg-
um, men vit kunnu heldur
ikki síggja burtur frá hvussu
órættvíst tað er, at nøkur
gjalda og onnur sleppa und-
an. Hetta hevur eisini vinn-
an ført fram. Sagt verður, at
ógjørligt er at kappast við
fyritøkur, sum sleppa undan
almennum gjøldum, sigur
Jóannes Eidesgaard og
leggur aftrat, at: hetta er
bæði moralskt forkasuligt
og kappingaravlagandi og
hetta tekur hugin frá teim-
um, sum røkja sínar skyld-
ur, og tað kunnu vit ikki liva
við
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at hann leggur sera
stóran dent á at fáa eina
virkna innkrevjing av eftir-
stóðum, og sjálvandi fyrst
og fremst skipað so fyri, at
efirstødurnar = ikki fáa
møguleika at blíva so stórar
sum nú
tór.-
Dunnaldur Dunna
nú á føroyskum
Fríggjadagur 20. januar 1995 er DD-dagur í Fóroyum — tá kom
fyrsta heftið við søgum um heimsgitna DUNNALD DUNNU á
fóroyskum
FYRSTU FERÐ Á 3
Fyrsta heftið irødini CARL
BARKS SAVNID — Walt
Disney teknisøgur i litum
er komið i bókhandlarnar
og blaðbúðirnar um alt
landið. Í hesum fyrsta heft-
inum eru fimm klassískar
søgur hjá hinum góða tekn-
aranum, Carl Barks, allar
útgivnar fyrstu ferð í 1949
Her hitta vit fyrst og fremst
Dunnald og systursynirnar
Dinna, Danna og Dunna
men sjálvandi hava vit eis-
ini hepna systkinnabarnið
Gulfinnur Gorront, vin-
konan Dúnhild og Gírikur
McGvagg gamli týðandi
leiklut í hesari fyrstu før-
oysku útgávuni.
Heftið er gjørt í samprenti
við týskt forlag, tað ber heit-
ið á permuni boð um:
COMICS. sum er altjóða
heitið fyri teknisøgur. Und
irtittulin er: teknisøgur eflir
Carl Barks. Eisini noyddist
Bókadeildin at lata ameri
kanska upprunanavnið á
Dunnaldi, Donald Duck
verða standandi sum inn
gang til allar fimm søgur
nar, tú hetta hevur Carl
Barks teknað inn í sjálva
myndina. Annars er allur
Elis Dlevus:
teksturin á løttum føroysk-
um máli. Pauli Nielsen hev-
ur við hepnari hond týtt
søgurnar úr amerikonskum.
Um allan heim eru 1. út-
gávurnar av bløðunum um
Dunnald nógv eftirspurdar
og verða keyptar og seldar
fyri nógvar 10.000 kr
Fyrsta heftið í føroyska Carl
Barks savninum kostar tó
bara kr. 54,- enn... Tað er
S6 síður í litum
Pauli Nielsen hevur við
hepnari hond týtt søgur-
nar úr amerikanskum
ikki framtíðina, verður sagt. I so máta
áttu vit í Føroyum at verið sera væl fyri
at skilt framtíðina, tí neyvan nakra aðra-
staðni í sokallaða siviliserada partinum
av heiminum verður so dúgliga gransk-
að í fortidini sum júst her i Føroyum. Og
nú fáa vit so eina kanning aftrat. Tað er
bankasamanleggingin, sum skal undir
sjóneykuna. Tað er bert at vóna, at úr-
slitið av hesi kanningini kann brukast til
annað enn at leggja í stóru rúgvuna av
ødrum kanningum, sum higartil eru
gjørdar, og hvers nyttuvirði er sera iva-
samt. Og skal ein loyva sær at vóna eitt
aftrat í so máta, skal tað vera, at so má
vera nóg mikið kannað. Nú mugu vit
heldur fara at finna loysnir fyri framtíð-
ina heldur enn syndabukkar í fortíðini.
"Gå les pá skumbananer" stóð í vikuni
at lesa í eini lýsing í donskum vikublað.
Danskur skúmbananframleiðari vil selja
sínar sjokolåtaklæddu bananir gjøgnum
skemtisøgur, sum hann eftirlýsir. Bestu
skemtisøguna, hann sjálvur kundi finna
uppá, var at spyrja hvor munurin er á
eini foroyskari bankakonti og eini skúm-
banan. Svarið: Øllum dåma yvirtrekkið
å skumbananini. Kanska selur hann
fleiri skúmbananir á hendan hátt, men
eitt sindur býttisligt kortini. Tað kundi
verið, at spottarin enn einaferð kemur í
spottarans stað
Eru danir, sum fegnir vilja speiðreka
foroyingar, eru sanniliga eisini aðrir,
sum heldur vilja veita okkum eina hjálp-
andi hond. Ein teirra er Lise Lyck, lekt-
ari við Handilsháskúlan í Keypmanna-
havn. Saman við íslendska vinnulivs-
ráðgevanum, Vigfusi Jonssyni, er hon
nú komin til Føroya. Ikki vid "De vises
sten", sum hon sjálv sigur, men fyri at
vísa politikarum og vinnulívsfólki á enn
ótroyttar møguleikar. Tey bæði skulu
vera vælkomin. Tey vísa millum annað
á, hvat vit kunnu fáaa burtur úr at
samstarva við onnur. Ikki bert vit tey, vit
frammanundan hava stært okkum blind
at hava eitt og alt saman við.
Tað vóru annars lítið hugalig tíðindi vit
fingu úr Íslandi í farnu viku. Eitt skalva-
lop gjørdi um seg í lítlu bygdini Súðlavík
í Íslandi. Orð kennast so fátæk tá tílíkt
hendir. Men lat okkum gera tað lítla vit
kunnu at stuðla teirri innsavning, sum
fer fram í hesum degum. Íslendingar
hava mangan kenst okkum hollir tá á
hevur staðið.
UUU rr
Fo