Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 123 - 3. juli 2003 Nr. 123 - 3. juli 2003 27 KAPPRÓÐUR Í HØVUÐSSTAÐNUM Jóannes Hansen Um tað verður gjørt upp í bátum ella manningum ella í sigrum ella heiðurs- merkjum, so verður niðurstøðan tann sama. Áhugin fyri at luttaka í kapp- róðri og at gera nakað við kappróðurin er størri í høvuðsstaðarøkinum, enn hann er nakra aðra staðni í landinum. Hetta er ikki nakað nýtt. Men tað kann gott vera, at tað gongur tann vegin, at róðrarfeløgini í høvuðsstað- num støðugt styrkja um sína støðu. Í hvussu so er, tá ið tað snýr seg um FM heiti og heiðurskrónur. Størsta felagið Havnar Róðrarfelag er størsta kapróð- rarfelagið í landinum. Felagið hevur altíð verið tað, sum hevur luttikið javnt og støðugt við flest bátum og mann- ingum, og soleiðis hevur tað eisini verið í ár. 5–mannaførini Sílið og Drekin (seinnapartin av árinum í nýggjum báti) hava luttikið við gentum, og Sílið hevur verið mannað við dreingjum, 6–mannafarið Gongurólvur hevur verið umboðað við monnum og kvinnum, og Ørvur, sum fyrstu ferð róði á Vestanstevnu í fjør, hevur verið við, og so er tað Havnarbáturin. Manningarnar hjá Havnar Róðrar- felag eru sanniliga ikki ífylla. Í øllum kappingunum eru tær hvørja ferð við í kappingini um gullkrónurnar. Bátar hjá Havnar Róðrarfelag hava á Ólav- søku møguleika at vinna fimm FM heiti. Um tað eydnast, so verður talan um met. Besta árið nakrantíð hjá Havnar Róðrarfelag var í 1996, tá ið felagið vann fýra FM heiti. Tað er møguleiki fyri, at Havnar Róðrarfelag á Ólavsøku fer at kjálkast upp at metinum, sum teir settu fyrisjey árum síðani. Tað er longu greitt, at Ørvur og Gongurólvur við kvinnum hava vunnið FM heitið. Í kappingini millum 5–mannaførini við dreingjum restar so evarska lítið í, at Sílið skal gerast meistari, og í kappingini millum 5–mannaførini við gentum eru bæði Drekin og Sílið við í FM kappingini. Tað er eindømi, at tvær manningar úr sama felag stríðast um sama FM heiti. Knørrafelagið smæðist ikki burtur Í fótbóltinum hava teir í høvuðsstað- num HB, B36 og eisini AB, sum nú ætlar sær at verða triðja felagið í høv- uðsstaðnum í 1. deild. Í hondbóltinum hava teir Neistan, Kyndil og H71. Í flogbóltinum og eisini í øðrum ítrótt- argreinum eru fleiri feløg í høvuðs- staðnum, sum gera eitt stórt ung- dómsarbeiði, og sum kappast ímóti teimum á bygd og ikki minst, sum kappast innanhýsis. Í kappróðrinum eru eisini trý feløg. Umframt Havnar Róðrarfelag eru tey felagið á Argjum og Róðrarfelagið Knørrur. Hetta seinna felagið hevur luttikið við 6–mannafarinum Jarn- bardi – bæði í kvinnu og mannfólka kappingini. 8–mannafarið hjá teimum, sum ber navnið á Róðrarfelagnum, Knørrur, hevur verið við í kappingini um plássini aftanfyri fullkomuliga suverena Ørv hjá Havnar Róðrarfelag. Eftir at tær í fjør høvdu vunnið triðja FM heitið í fýra ár, var tað greitt, at tað fór ikki at bera til hjá kvinnunum umborð á Jarnbardi við somu mann- ing at kappast um FM heitið í ár. Fleiri fóru av landinum í lestrarørindum, og Høvuðsstaðurin rennur undan øllum hinum Havnar Róðrarfelag hevur vunnið tvey og hevur møguleika at vinna tvey FM heiti afturat, og gentunar umborð á Bliki og menninir umborð á Jarnbardi hava eisini møguleika at vinna FM Genturnar umborð á Drekanum stríðast um gullið hjá 5-mannaførum Mynd: Jens Kr. Vang so gjørdu hinar av at hava eitt sabbatsár. Men tá ið fyrstu FM kapp- ingarnar høvdu verið, kláraðu tær ikki at halda sær meiri. Báturin varð mannaður, og á Vestanstevnu vunnu tær við somu manning, sum vann FM í 2000. Tær, sum eru á flatlondum, eru heima í summarfrí, og í ólavsøku- róðrinum verður ivaleyst talan um tætta kapping millum Jarnbard og Gongurólv hjá Havnar Róðrarfelag. Tær umborð á Gongurólvi hava eisini vunnið nógv. Í fjør vunnu tær allar seks róðrarnar við Sílinum, og í ár høvdu tær undan Vestanstevnuni vunnið allar róðrarnar. Menninir umborð á Jarnbardi hava so at siga altíð róð í skugganum av kvinnumanningini. Undan hesum róð- rarárinum høvdu menninir umborð á Jarnbardi ongantíð vunnið. Nú hava teir vunnið tvær ferðir, og teir hava framvegis møguleikan at vinna FM, sjálvt um møguleikin ikki er so stórur. Róðrarfelagið Knørrur telist nú millum tey størru. Argir fleiri heiðursmerki Í fyrraárið var Argjabáturin FM vinnari, og tað er ikki yvir at dylja, at teir á Argjum høvdu vónað, at tað í ár skuldi eydnast teimum at vinna kappingina við Kvívíking. Men so var tað, at Ørvur varð so sannførandi, og nú kappast Argjabáturin við Kvívíkingin um silvurkrónurnar. At áhugin fyri kappingini millum 8–mannaførini er stórur á Argjum sæst eitt nú aftur í, at teir seinastu ferðirnar hava mannað tveir bátar. Umframt Argjabátin hevur eisini Teist- in luttikið. Tað er gamli Argjabáturin. Á Argjum hava tey møguleika at vinna eitt FM heiti. Tað er í gentu- kappingini. Blikur vann á Norð- oyastevnu, og tær vunnu aftur í Kolla- firði. Síðani hava tær ikki verið fyrstar á mál, men Blikur liggur framvegis best fyri at verða meistari. Dreingirnir, sum fleiri ferðir hava verið framvið, men sum ikki enn hava vunnið, kapp- ast við Tjaldrið um bronsukrónurnar. 6–mannafarið Lómur hevur luttikið bæði við kvinnum og monnum. Kvinnumanningin er í samlaðu kapp- ingini á fjórða plássinum, og menninir eru nummar fimm. Á Vestanstevnuni vóru kvinnurnar á Lómi nummar fýra, og menninir endaðu á sætta plássi. Sum í grind Í vikuni upp undir Ólavsøku er tað næstan sum í grind á Havnarvág. Umframt allar teir omanfyri nevndu kappróðrarbátarnar og manningarnar eru tað fleiri aðrar, sum okkurt venj- ingarkvøldið vitja fyri at venja seg við stutta ólavsøkumálið, og tað er ein serligur dámur og hýrur, tá ið báts- manningarnar og tey, sum fylgja við í kappróðrinum slota eftir, hvussu hesin og hasin báturin tykist vera fyri. Fasti starturin undir Argjahøvda verð- ur kannaður og royndur. Tað ræður um at duga allar smálutir og kenna øll íti av Argjahøvda og inn undir Skipa- felagið. Eitt lítið mistak kann vera nóg mikið til, at ætlanirnar fyri teir umleið fýra minuttirnar, sum tað tekur at rógva 901,3 metra langa teinin, ikki gerast til veruleika. Millum bátarnar á Havnarvág er Nólsoyingurin. Hóast teir flestu av manningini búgva í Nólsoy, so arbeiða teir í Havnini, og teir venja á Havnar- vág. Um Nólsoyingurin og Jarnbardur megna at umseta lítla møguleikan at vinna FM til veruleika í ólavsøkuróðr- inum, so er tað nógv, sum bendir á, at allir FM vinnararnir fara at vera úr Suðurstreymoyar valdømi! Hvørki argjafólk, nólsoyingar ella tey í Knørra felagnum eru vertir fyri ólavsøkuróðrinum. Verturin er Havnar Róðrarfelag, sum ber útreiðslurnar, og sum hevur ábyrgdina av, at alt verður skipað, sum tað skal, og sum fær áskoðarainntøkurnar. Men tey í Knørra felagnum rógva í heimasjógvi. Tað gera teir umborð á Nólsoyingin- um eisini, og tey í Argja Róðrarfelag kenna seg á ein serligan hátt at eiga Argjahøvda, hagani bátarnir verða sendir frá fasta startinum. Páll Fangi hevur vunnið ein róður hjá 6-mannaførum við monnum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 27 26